Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. apríl 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 19. apríl 1975 nyføingunum Kuvøsu-børn bjargadi Bjargingarliðið stóð til reiðar, tå helikoptarar komu til Keypmannahavnar við teimum 8 sosialurin * SR Í pe gå á |". b 5 av helikoptarum Blegdamssjúkrahúsið í Keypmannahavn var allan hósdagin í telefonsambandi við for- eldrini hjá 8 nyfødingum í Hjørring, sum hevdu fingið eina epidemi-sjúku. Bernini vóru flutt til Blegdamssjúkrahúsið í Keypmannahavn — Einhver sjúka hjá einum ný- foðingi, sum bert vigar 4 pund, kann vera sera álvarslig, sigur yvirlæknin. Tað bleiv gjørt vart við sjúk- una seinasta hósmorgum, men longu stutt fyri middag lætti hin fyrsti helikoptarin sær á. Heli- koptarin fingin til vega frá her- inum. Deild rudda Á sjúkrahúsinum i Hjørring eru ikki so góðir isoleringsmeguleik- ar, og ti var avgjørt at rudda deildina og flyta tey átta børnini í helikoptara til Blegdamssjúkr- ahúsið í Keypmannahavn. Bleg- damssjúkrahúsið hevur eina ser- liga deild fyri epidemisjúkur. Sjúkan gevur spýggju og skræpu. Viðgerðin á Hjerring sjúkrahúsinum var fyrst og fremst at geva børnunum nóg mikið av salti og vætujavnvåg. Sjáldan so álvarsamt Ove Jessen yvirlækni upplýsir fyri danska blaðnum Aktuelt, at henda sjúkan er álvarslig. Ein skal 30 ár aftur í tíðina fyri at finna líknandi sjúku. Tá fingu fleiri nyfødingar í Keypmanna- havn hesa sjúku. Her verður ein av teimum sjúku fluttur umborð á helikoptara Síða 5 stubbar uttaneftir Innrás i Sikim Indiskir hermenn gjørdu seinasta mikudag innrås i hitt ltla kongademið Sikim og tóku vápnini frá stjórnar- herinum. Tað var svenski radioamaterurin Stig Person, Falkenberg, ið fangaði boðini um hetta yvir ein radiosend- Nagmyal ara frá krúnprinsinum í Sikim. Boðini eru eisini váttaði av embætismonnum í indiska høvudsstaånum New Dehli, har politiska styringin av Sikim fer fram. Bretska tid- indastovan Reuter skrivar úr New Dehli, at teir 400 her- menninir, sum vardu konga- borgina i Sikim, ikki gjørdu mótsteðu, tå indisku her- menninir framdu innråsina eftir boðum frå politiskum leiðarum í Sikim. Bretsk EF-fólka- atkvøda 5. juni Bretska fólkaatkveðan um framhaldandi limaskap í EF skal haldast 5. juni, boðaði bretska stjórnin frá seinasta hósdag. Úrslitið av fólkaatkveðuni verður tó ikki greitt fyrrenn 8. juni, av tí at allir atkvoðu- seþlarnir skulu sendast til London. Jarðskjálvti í Sovjet Seinasta hósdag var ein jarð- skjálvti við sovjettiska býin Dusjanbe, skrivar sovjett- iska tíðindastovan TASS. Ein kundi skilliga merkja skjálvtan. Tað verður ikki sagt nakað um skaða. Nýggj stjórnarskipan á Kuba Kubanska stjórnarleiðslan boðaði seinasta friggjadag frá, at landið fer at fáa eina nýggja stjórnarskipan, ið skal vera demokratisk. Í nýggju stjórnarskipanini verður m.a. sagt, at fimta hvert ár skal veljast eitt tjóðarting, sum skal velja eitt stjórnarráð við 31 limum. Í stjórnarráðnum skal sita ein forseti og 6 varaforsetar. Forsetin skal vera stjórnar- og forsætisráðharri og skal samstundis vera leiðari av vápnamegini í landinum. Val- aldurin skal eftir nýggju stjórnarskipanini vera 16 ár. Amerikansk flogfør yvir Nordurvietnam Eitt amerikanskt njósnara- flogfar sveimaði seinasta hós- dag innyvir Nghe An-lands- lutin í Norðurvietnam. Í eini frágreiðing frá Norð- urvietnamesiska uttanríkis- ráðnum seinasta friggjadag var sagt, at amerikanarar við at senda njósnaraflogfer inn- yvir Norðurvietnam hava framt grefligt brot á Paris- sáttmálan um Vietnam. Amnesti mótmæli Martin Ennals, aðalskrivari í Amnesty International hevur hvassliga mótmælt hjá suð- urkoreansku sendistovuni í London at átta suðurkorean- arar eru avrættaðir. Amnesty boðaði frá, at so gott sum ongin grund var fyri at av- rætta menninar. Eldur í polskum kolanámi Polskir og sovjettiskir ser- froðingar hava í fleiri dagar roynt at bast eldinum í polska kolanáminum >Mani- fest Lipcowy« við byin Ryb- nik, sigur polska tidinda- stovan. Sambært upplysing- arnar frå tíðindastovuni vóru allir námsarbeiðsmenninir bjargaðir, men eldurin hóttir við at beina fyri ellum námin- um, ið er hitt best útgjerda í Polen. Serligur útbúnaður úr Sov- jettsamveldinum til eldsløkk- ing er fingin til vega. Verkfall i Spania Ein ólógligur demokratiskur felagsskapur i Spania bodadi seinasta friggjadag frå, at felagsskapurin vil virka fyri at øll demokratisk feløg fåa friar hendur til at upplysa arbeidarafjøldina um teir trupulleikar, sum eru i land- inum. Felagsskapurin ætlar som- uleidis at skipa fyri einum 24 tima longum verkfalli fyri at fåa eina demokratisering i landinum. Heitt hevur verið á bæði arbeiðarar og arbeiðs- gevarar um at stuðla tiltakið. Donsk áheitan á Portugal Danska stjórnin hevur í eini åheitan til portugisisku stjórnina boðað frá, at hon sýnir virðing og góðtekur tann hátt, sum Portugal nýt- ir í avkoloniseringini av hjá- londunum, sigur K.B. Ander- sen uttanríkisráðharri. Sam- stundis verður frá danskari síðu sagt, at teir vóna, at demokratiska menningin fer at halda áfram.