Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. apríl 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 30 — 19. apríl 1975 109% 5292... AA —i/x—'1É— småtidindi innanoyggja Veidan undir Før- oyum økt Føroysk skip hava munandi meira undir Føroyum fyrstu triggjar månadarnar i år enn i fjør. Tilsamans hava tey veitt eini 11.500 pund i råfiski undir Føroyum fyrsta års- fjórðingin, og tað eru 4.000 tons meira enn í fjør. Í fjør var veiðan nakað javnt býtt millum teir trigg)- ar mánaðirnar, meðan nógv mest hevur verið veitt í mars mánaða í ár. Í ár hava eisini fleiri foroysk skip roynt undir Feroyum enn í fjør. Uppi í teimum 11.500 tonsunum er fiskurin, sum garnaskipini hava saltað, umborð. 160.000 pund Fjalshamar var í vikuni á Klaksvík og landaði 160.000 pund av línufiski undan Is- landi. 80.000 pund av veiduni var hysa Málið beint í landsstýrið Uppskotið frá flokkinum um at áleggja landsstýrinum at taka upp lán uppá 75 milj. kr. til kreppuhjálp er sent lands- stýrinum til viðgerðar eftir framburðs- tilmæli frá einum meiriluta í figgjarnevndini, sum fekk málið til viðgerðar Byggja út í Vest- manna og á Eiði Fyrst í hesum mánaðinum varð farið undir at útbyggja flakavirkini í Vestmanna og á Eiði við tilbygningum. Ut- byggingin í Vestmanna um- fatar ein tilbygning, sum skal nýtast til flakavirki. Eftir ætlanini skal virkið verða klárt at taka í nýtslu 1. desember. Byggingin er ein liður í einum sterri projekti, sum ætlanin er at fremja. Tann fyrsti parturin er mett- ur til at kosta út ímóti 4 milj. kr. Alt projektið er mett til at kosta 8 milj. kr. 800.000 kr. meiri í minstuløn Í fjør vórðu goldnar 800.000 kr. meiri i minstuløn enn árið fyri. Tá vórðu goldnar 2,9 milj. kr. ímóti 2,1 milj. kr. í 1973. Ljósmastrarnar klárar Ljósmastrarnar í Gundadali, sum eru settar kring tann gamla fótbóltsvellin, verða væntandi tiknar í nýtslu um nakrar dagar Upprunaliga var ætlanin, at tær skuldu takast í nýtslu í farna mánaða ella 1. april, men ætlanin helt ikki orsakað av ti vánaliga veðrinum, sum var. Eisini vórðu fleiri her verk gjørd á mastrarnar, áð renn tær vórðu reistar. Ljósmastrarnar eru seks í tali, og hver teirra er 23 metr ar høg. Tá ljós verður lagt yvir vellin, verður roknað við, at hann kann brúkast 35—40% meiri enn higartil. Avreiddu í Vági Nakrir smábátar avreiddu til Polarfrost í Vági í farnu viku. Teir bestu komu upp í 5 sentnarar. Teir stóru bátarnir vóru úti aftur mikudagin. —————"————————— Liðugur seint í summar Nýggi fótbóltsvellurin, sum verður bygdur niðan fyri svimjihylin í Havn, verður liðugur einaferð seint í summ- ar ella út móti heysti, sigur formaðurin í stadionnevnd Tórshavnar býráðs, Leivur Johannesen. Vellurin verður tó ikki tikin í nýtslu fyrr enn næsta ár. Í sambandi við nýggja vøllin skal byggjast eitt áskoðaraskýli vestan fyri vellin, sum skal rúma 1500 áskoðarum. Haraftrat skal gerast ein toilettbygningur og eitt parkeringspláss. Tað ljóðar, at stadion- nevndin umhugsar at fara undir bygging av svimjihøll í Gundadali, og at arbeitt verður við málinum nú. Tað mundi ivaleyst vera mangur við mær sum hevði stórar vónir til ta drúgvu fundarreð, sum Fróðskaparsetrið skipaði fyri tíðliga í heyst undir einum so áhugaverdum heiti sum >skúlin og samfelagið<, tí aftaná tegn um hetta mál í mong, mong ár vóru menn fyri einum tveimum árum síðani farnir í holt við at skriva og tjakast um skúla- spurningar. Greinarødin og orðaskiftið er við tíðini vaksið, og tey, sum hava tikið lut í orðaskiftinum eru skilafólk við sera —fjølbroyttum baksýni, næmingar, advokatar, stjórar, magistarar o.s.fr., men bert heilt fá skúlafólk og mær kunnugt eingin politikkari. Minnist meg rætt, høvdu tey oll grein í sínum máli, hver í sínum lagi. Tað sum írestaði til tess at gera verkið fullfort var at fáa eitt verunligt fruktagott orðaskifti í lag, at samansjóða tey ymisku sjónarmiðini og at fáa eitt sindur meira greiði á sambandinum millum samfelag og skúla, eitt evni, sum, soleiðis sum okkara demokratiska sam- felagsskipan er háttað, altíð vil vera sera flokt, margtáttað og torskylt. Kanska vart tú eitt sindur í erviti av prátinum og skrivingini um skúlaskap framkomnu sjónarmiðini vóru jú so ymisk - og tiskil frøddi tú teg helst við mær um, at hægsti lærustovnur okkara )Fróðskap- arsetrið( nú við drúgvari fundar- roð tók stig til at fáa skil á hurlivasanum: >skúlin og sam- felagið<. Trúliga sótu vit so har úti í nýggju helunum á Debussar- trød, hóskveld aftaná hoskvøld, men hvussu skarst? Hvussu mikið vísari gjørdist tú? Og hvat fekst tú í verunleikanum burtur- úr?Jú, rætt skal vera rætt, eg fór einki kveldið av stað til fánýtis. Eitt kveldi fekk eg t.d. at vita nær fyrsti almúguskúlin var vigdur í Føroyum, nær tvetámenn fingu preliminerskeid og um rúgvuna av nevndum, sum í letuni situr og arbeiðir við framtíðar skúlaætlanum. Eitt annað kveldi rann tað upp fyri mær, hvat nálareyga ein skuldi igjøgnum fyri at rokka tí forjettaða landinum HF.Og uppaftur eitt annað kveldi fann eg útav, at fáu studentar Fróskaparsetursins helst ikki, sum áður hugsað, vóru heimsins dýrastu studentar, men at nakað av skattapeningi foroyinga eisini vóru nýttir til visindaligt kann- ingararbeiði. Soleiðis kundi ein hildið fram við at reksa upp )nyttugt( innlit, sum ein fekk í, hvat fer fram innan skúlavirk- semi í Feroyum. Og eina reinmeinta takk skulu teir, sum skipaðu fyri, eiga, alt var sera greitt og væl skiljandi borið fram frá teirra síðu. Men aftur til aðalspurningin. Fundarrødin bar jú heitið »skul- in og samfelagid«. Hvussu nær komu vit i veruleikanum inn å henda spurning? Ju, vit fingu | Skúlin og samfelagið Eyðun Joensen sum áður sagt frá innlit í eina rúgvu av spurningum, meira ella minni tekniskum, men hvussu við aðalkjarnuni í spurninginum um viðurskiftini millum skúlan og samfelagið? Hvat vilja føroy- ingar við skúlanum, hverja upp- gávu hevur skúlin í Føroyum, hvat miða vit ímóti við skúlan- um, og hevur føroyska sam- felagið yvirhøvur nakað skúla- ligt stavnhald? Hvat hesum að- alspurningi viðvíkur varð málið sum hundur um heitan greyt, og tað hóast fleiri hevu vóru til veruligt orðaskifti. Formaður lærarafelagsins var soleiðis í sínum tåtti inni á spurninginum. Hann nevndi, at fólkaskúlin sjálvsagt skuldi vera fólksins skúli, at skúlin er ein funktión av og í samfelagnum, og at útviklingur skúlans tí mátti vera merktur av ynski samfelagsins. Hann segði tað kanska ikki beinleiðis, men so sum eg skilti hann, mátti ein spurningur um, hvat vit vilja við skúlanum fyrst verða svaraður við einum spurningi um, hvat foroyska fólkið vil við føroyska samfelagnum — og í hesum sambandi eftirlýsti hann, sum rímuligt er, eitt orðaskifti mill- um teir, sum hava veruliga vald- ið (Føroya løgting) um skúla- mál. Formaður lærarafelagsins næm í veruleikanum við kjarn- una í spurninginum »skulin og samfelagið<. Fáur ønti honum aftur, hægstu embætismenn skúlans demonstreraðu við tøgn, og teir, sum skuldu sitið inni við tí veruliga valdinum (politikar- arnir) vóru ikki við á fundinum. Eitt annað kveldið varð høvi at reisa spurningar, og skila- góður maður setti fram greiðar og eftir mínum tykki eisini høv- iskar spurningar um endamál Fróðskaparsetursins viðvíkjandi vísindaligari gransking og und- irvsing. Nú veit eg ikki, hvussu nært ella fjart skeggið er høkuni har, men í hvussu er rodnaðu fleiri av nærmastu gubbum set- ursins langt upp í hårrøturnar. Svarið, hann og fundarfólkið panelið fekk, var rættuliga einkisigandi og í hvussu so er merkt av at traðkað varð nóg so nær eymum líktornum. Seinasta kveldið skuldi vera samandráttur og orðaskifti. Vit fingu ein samandrátt og eina álvarsama áminning frá prakt- iserandi skúlamanni um, at tað hevði bráðskund at fáa í lag eina foroyska skúlastýrisskipanarlóg tí vandi var fyri at >korthúsið< rapaði, men orðaskifti (sum ætl- að var) varð av ongum. Annaðhvert fundarrødin var væleydnað ella miseydnað, má hin einstaki luttakarin gera av við sær sjálvum. Fyri meg var hon bæði/og. Eg fekk nógv at vita, sum eg ikki visti fyrr, eisini at tað er torfort at spæla við opnum kortum, tá høkuskegg og eym líktorn eru við í myndini, men ikki minst var fundarreðin mær ein staðfesting av einum djúpum varðhuga av, hvussu torført tað er at handfara skúla- viðurskifti í einum demokratisk- um samfelagi. Skúlin verður vanliga hildin at vera eitt amboð hjá samfelag- num til tess at ala upp komandi ættarlið til at virka og trívast í nútíðar og framtíðar samfelag- num. Samfelagið skuldi sostatt havt eitt ávíst endamál við skúlaskapi sínum. Í samfelogum við stabilum einaræði er stavn- haldið oftast greitt og einfalt. Ein greið og føst samfelagsskip- an ber í sær greiða skúlaskipan. Ødrvisi er í demokratinum, har skúlaskapurin hvat stavnhaldi viðvíkur skal laga seg eftir fleiri samfelagsbólkum. Endamálið myndar sjálvsagt fyrst og fremst ynski meirilutans, men demokratíið býður júst at tikið verður rímuligt hensyn til minni- lutarnar. Tí verður stavnhald skúlans í demokratinum oftast eitt kompromis, so útvatnað og veikt orðað (sum t.d. galdandi skúlaendamálsgrein), at teir, sum uppalingina hava um hendi (t.d. lærarar) hava ilt við at hóma kósina og kanska hjálpast við at stýra, sum teir finna best. (Í hesum liggur í veruleikanum ein vandi fyri demokratiið og rættarsamfelagið). Skúlastýrisskipanarlógir vera — góðar ella ringar, greiðar ella ógreiðar — í seinasta enda til- evnaðar og samtyktar av fólka- valdu politikkarunum. So kann ein sjálvandi seta sær tann spurning, hvat skil hava teir á slíkum? Áhugin fyri skúlamál- um tykist millum føroyskar pol- itikkarar sum heild ikki at hava verið stórur at døma eftir ti á- grýtni, teir tey seinastu 20 árini hava víst á hesum eki. Í veru- leikanum hava skúlalógir ikki havt stórt eðrvísi lagnu á Føroya løgtingi enn aðrar dansk- ar kunngerðir og reglugerðir um t.d. deyðarevsing, friðing av frøknum og salamandum o.s.fr., t.v.s. sjaskaðar igjøgnum uttan nakran malør, einmælt vidtiknar Framhald á síðu 8