Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. apríl 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 19. apríl 1975 sosialurin Tilsamans skrásetti Tórshavnar uttanbiggja kommuna 139 tilflytarar í fjør Tórshavnar uttanbiggja kommuna hevði næststørsta tilflytaratal i fjør Samlada folkatalid i fjør var 40.441 31. desember 1974 vóru í teimum 51 føroysku kommununum skrá- sett tilsamans 40.441 fólk. 1. január sama ár var fólkatalið í teimum ymsu kommununum til- samans 39.800. Fólkatalið í kommununum Havnar kommuna hevði stersta fólkatalið. Seinast í farna ári vórðu skrásett 11.329 fólk í Havn ímóti 11.181 1. januar sama ár. Klaksvík hevði næststersta fólkatalið. Har búðu 31. desem- ber í fjor tilsamans 4.588 ímóti 4.556 1. januar. Á Tveroyri vórðu skrásett 1.972 fólk við árslok i fjør móti 1.942 i januar. I hinum kommununum var folkatalid hetta: Fugloy 84 móti 85 1. januar, Svínoy 100 móti 105, Vidareidi 243 moti 241, Hvannasund 311 móti 314, Kunoy 130 móti 118, Mikladalur 71, og tað var tað sama 1. januar, Húsar 78 móti 80, Elduvík 126 móti 122, Oynd- arfjøråur 189 móti 202, Fugla- fjørdur 1427 móti 1406, Leirvik 639 móti 638, Geta 813 móti 770, Runavík 1909 móti 1814, Nes 914 móti 916, Skáli 589 móti 580, Sjógv 864 móti 840, Sund 343 móti 321, Eiði 579 móti 581, Gjógv 120 móti 113, Funningur 107 móti 110, Haldórsvík 317 móti 315, Saksun 29 móti 39, Hvalvík 301 móti 291, Hósvík 180 móti 174, Kollafjørður 574 móti 561, Kvívík 428 móti 430, Vestmanna 1.256 móti 1.238, Kaldbak 164 móti 146, Tórs- havnar uttanbiggja 1151 móti 1070, Kirkjubøur 116 móti 118, Hestur 84 móti 86, Nólsoy 351 móti 334, Sandavágur 680 móti 699, Miðvágur 895 móti 866, Sørvågur 988 móti 958, Bøur 66 móti 68, Mykines 54 móti 55, Sandur 596 móti 553, Skálavík 240 móti 246, Húsavík 190 móti 191, Skúvoy 111 móti 120, Hval- ba 793 móti 791, Fámjin 171 móti 170, Hov 140 móti 141, Porkeri 327 móti 342, Vágur Í Hvannasundi búðu 311 fólk við árslok í fjør 1585 móti 1555, og í Sumbiar kommunu 559 móti 552 1. január 1974. Tórshavnar uttanbíggja næstflestar tilflytarar Tórshavnar kommuna hevði eis- ini stersta tilflytaratal í fjør. Hetta árið vórðu har í komm- ununi skrásettir 401 tilflytarar, meðan Tórshavnar uttanbiggja hevði næstflestar. Teir taldu til- samans 139. Klaksvíkar komm- una hevði triðflestar tilflytarar, og teir taldu tilsamans 72. Síða 3 kommununýtt Skattakgnur maður settur Á fyrsta fundi sínum í hesum ári samtykti Klaksvíkar bý- ráð at lýsast skuldi eftir skattakonum manni at ar- beiða á skattadeild býráð sins. Á fundi seinasta tyskvøld varð Óli E. Heinesen, sum er ættaður úr Klaksvík, settur í hetta starv. Óli Heinesen, sum er 36 ár, er cand. polit. Hann hevur starvast á deild- ini fyri virkisskonomi á Teknisk Institut í trý ár og hevur tey seinastu trý árini arbeitt við rokniskaps- og skattarætti hjá einum revisi- ónsfirma og eisini fingið heitið »registreret re- visor«. Oli E. Heinesen, sum væntandi tekur vid starvin- um 1. september i år, hevur eisini luttikið á fleiri skeiðum í skattamálum. Tveir umsøkjarar vóru til starvið. soleiðis Býarmerki Á fundinum týskveldið sam- tykti Klaksvíkar býráð eisini at taka uppskotið frá Petur Zachariasen til býarmerki. Í seinasta valskeiði varð lýst til kapping um býar- merki. Mentunarnevndin, sum tá sat, mælti til at geva Petur Zachariasen, Bratta- KLAKSVÍK brekka, Tórshavn, 1. virðis- løn, men var endalig støda ongatíð tikin av tåsitandi býráði. Síðani er nýggj ment- unarnevnd vald, og hevur henda eisini havt uppskotini til viðgerðar, og varð hon samd við teirri gomlu nevnd- ini og mælti til at geva Petur Zachariasen 1. virdisløn. Eftir uppskoti frå mentun- arnevndini varð nú samtykt við átta atkveðum fyri, at uppskotið hjá Petur Zacha- riasen verður tikið í nýtslu sum býarmerki. Eitt uppskot frá Kára Kjel- næs at taka eitt eldri uppskot frá Janus Kamban til býar- merki, fekk bert eina atkvødu og fall. Figgjarætlanin 11,6 milj. Uppskotið til figgjarætlan fyri fíggjarárið 1975/76 fekk endaliga viðgerð á fundinum týskveldið. Figgjarætlanin balanserar við 11 milj. 616 tús. kr. Skatturin verður mettur at geva 11,5 milj. kr., rentur av innistandandi peningi og virðisbrevum 102.000 kr., sektir og onnur gjøld 1.000 kr. og ymiskar inntekur 25.000 kr Sum + postar á útreiðslu- síðuni verður roknað við, at tekniska umsitingin skal gev- a eina innteku uppá 105.000 kr., arbeiðstólini hjá komm- ununi 300.000 kr., grótvirkið 1,3 milj. kr. og eitt rakstrar- avlop uppá 70.000 kr. og svimjihøllin eina innteku uppá 600.000 kr., men tó eitt rakstrarhall uppá 440.000 kr Størsti posturin á útreiðsl- usíðuni eru renta og avdrátt- ur við 4 milj. kr. Kommunala fyrisitingin verður mett at kosta 1,6 milj. kr., getur og kloakkir 1,5 milj., skúlamál 1,3 milj. og sosial umsorgan slaka miljón krónur. Andstaðan hevði uppskot um at minka útreiðslurnar til teknisku umsiting við 200.000 kr., útreiðslurnar til vatnveiting við 50.000 kr. og um at minka lenina til bý- ráðsformannin og samsýn- ingina til býráðslimirnar. Øll broytingaruppskotini fullu. Inntekusíðan varð samtykt við fimm atkveðum, meðan postarnir á útreiðslu- síðuni vórðu samtyktir við ójavnari undirteku. Neyðljós til svimjuhøllina Eftir uppskoti frå teknisku nevnd varð samtykt at keypa neyðljós til svimjihellina Nevndin mælir til at taka við tilboði frá Tummas Thomsen uppá 13.890 kr. Figgjar- nevndin hevur eisini havt málið til viðgerðar og tekur undir við uppskotinum frá teknisku nevnd. Eftir uppskoti frá teknisku nevnd og figgjarnevndini, varð somuleiðis samtykt at keypa sveisuapparat til grót- brotið og ymiskt innbúgv til tannlæknastovuna. Sambært tilráðing frá figgjarnevndini varð samtykt at veita Klaksvíkar frosk- mannafelag ein stuðul uppá 2.000 kr. Sambært tilráðing frá havnanevndini varð samtykt at bryggjan á Kósini, sum nú verður longd við 115 metrum, verður longd við 23 metrum afturat ti upprunaligu ætlan- ini.