Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. apríl 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SDSjalUrin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Bladstjorn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 SNatsur og paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Søgan endurtekur seg FYRSTA TINGSETAN í hesum valskeiði er komin at enda. Men søgan endurtekur seg. I skrivandi lotu — seinnapartin í vikuni — eru tvey týdningarmikil stórmál eftir, sum enn ikki hava fingið tingviðgerð, og eru tey nýggja pris- talsgrundarlagið og heildarloysnin fyri fesk- fiskaveiðuna. TINGFORMAÐURIN hevur áður boðað frá, at tingsetan skuldi enda í gjár, men í skrivandi lotu eru hesi bæði stórmálini ikki framløgd og verða tey yvirhøvur framløgd í hesi tingsetuni, so verður tað í fyrsta lagi dagin fyri sum tingsetan endar, og verður setan ikki longd, so vil hetta siga, at tey skulu viðgerast eftir einum ella í mesta lagi tveimum døgum. VIÐ ØDRUM ORÐUM vil hetta siga, at tey uppskot, sum framløgd verða í hesum málum, skulu trýstast igjøgnum, soleiðis sum tey eru framløgd, uttan at nakar uttan fyri veggirnar í tinghúsinum fær høvi til at seta seg inn í málini og tíansheldur stundir til at gera viðmerkingar til tey framløgdu uppskotini. HETTA ER IKKI nakað nýtt, sum fyrstu ferð hendir undir hesum landsstýrinum, men heldur er tað søgan, sum endurtekur seg. Meðan tidar- frestin altíð verður yvirhildin, tá talan er um smámál, so er tað vorðið vánaligt, tá stórmál koma fyri, at gera undantak frá tíðarfrestini. Hetta er eftir okkara tykki galið. Í EINUM demokratiskum samfelag má tað vera soleiðis, at málini verða framløgd í so góðari tíð, áðrenn støda skal takast til tey, at blød og útvarp fáa stundir til at greiða almenn- inginum frá innihaldinum, og at fakfeløg, blød og almenningur fáa høvi til at gera sínar við- merkingar. ALT VIT BÝR heldur ikki í einum høvdi, og ti skuldi tað eisini havt áhuga hjá politikkarun- um, ið skulu taka tað endaligu støduna til málini, at orðaskiftið um hesi mál fór fram á so breiðum grundarlagi sum gjerligt, soleiðis at logtings- og landsstýrismenn fingu eitt sindur av kunnleika um, hverja stødu fakfeløgini, blødini og almenningurin taka til tey uppskot- ini, sum framløgd verða. VÆL KENNA vit bretska orðatakið at tíð er peningur. Men kortini loyva vit okkum at halda, nú løgtingsmenn fáa hampuliga løn, at teir áttu at givið sær betri stundir til at viðgera málini, heldur enn at skrumbla stórmálini i- gjøgnum fyri at sleppa nakrar dagar fyrr til hús. sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: K.O.Viderø í Fámjin kl. 12 og í Øravik kl. 18. Í báðum plåssum gongur talvan til frama fyri Breyð til heimin. Martin R. Jacobsen í Porkeri kl. 12, Johan Weihe í Hovi, altargangur, E. Vilhelm, var- abispur í Havn, J. Follend á Glyvrum kl. 11, altargangur, Torkil Beder í Funnings- botni, Axel Tórgarð í Saks- un, J. Magnussen í Klaksvík kl. 11, S.J. Joensen á Viðar- eiði kl. 12 og í Hvannasundi kl. 19, altargangur, og Kjart- an Mørkøre i Kaldbak. Adventista- samkoman Í dag kl. 9.30 bíbliustudium við V. Tomasson. Kl. 10.45 gudstænasta við A. Sand- beck. Fundirnir verða hildnir á Adventistaskúlanum við Hoyvikstjørn. Evangeliihúsið Í kveld evangeliskur fundur í skúlanum á Oyrabakka kl. 21. Sunnudagin evangeliskur fundir i salinum kl. 1l1, í skúlanum á Oyrabakka kl. 16 og í kommunuskúlahellini i Havn kl. 20. Torkil Terkelsen og Dennis Burnett tala. Í telefonandaktini tlf. 1 2266, talar Dennis Burnett. Thabor Fundir verða um vikuskiftið í Thabor í Fuglafirði Skattaálíkningin av Á Tvøroyri er skattaålikning- in av. Har hevur verid ein inntøkuvøkstur uppå 26,5%. Skattskylduga inntøkan er 22,1 milj. kr. ímóti 17,7 milj. kr. i fjør. Skattaprosentid er 15 ímóti 14 seinast. Nógv reyða Suðurvarði hevur veitt 300 tons av reyðum síðani hann; kom til Grønlands 15. januar. Nr. 30 — 19. april 1975 Sum tå Hitler og Stalin råddu Her suduri uppliva vit i løtuni nakað, sum mest minnir meg um viðurskiftini, har Stalin og Hit- ler ráddu fyri borgum. Tað er mín uppfatan, at ein hetzkampagna við slatri og hulduskriving er sett í verk ímóti Signari Dam, lækna, við tí endamáli at spilla hann so meint, at hann noyðist at rýma hiðani. Henda kampagna hevur eisini í ein vissan mun verið vend ímóti Hans Henrik Strøm, einum av teimum løgtingsvaldu i sjukra- hússtýrinum. Tey, sum eru við í hesi kam- pagnu, skulu vita, at vit liva í einum demokratiskum samfelagi og at ein hevuðsstuðulin og nakað tað mest virðismikla í demokratiskari mannagongd er, at tann, sum ákærir, hevur próvbyrðina. Við at koma fram við leysum og mannminkandi pástandum hava tit brotið henda sið og borið tykkum at sum vanligt er í diktaturlondum. Vit í húsi okkara hava verið so óheppin at hava sjúku, sum ætt- arbragdi. Vit hava ti tíðum læknahjálp fyri neyðini. Av tí at vit rokna Signar Dam at vera kommunulækna her, hava vit altid vent okkum til hansara. Eg skal geva honum tað skoðsmál, at hann er ein dámligur maður. Tað er mín erliga uppfatan, at hann er ein lækni, sum dugir síni ting. Tað er mær greitt, at eg, sum leikmaður, eri ikki førur fyri at døma sakliga í hesum, men tað er »Tvøråmadur« t.d. heldur ikki. Til Tveroyrar býráð fari eg at loyva mær at siga, at tað tykir mær legið, at tit senda eina áheitan til Havnar í hesum máli (ein samtykt, framd sum eyka- punkt á opnum býráðsfundi). Hevdu tit havt greitt tykkara egnu læknaviðurskifti, so hevði henda illstoðan valla havt tikið seg upp. Til fólk her á plássinum og í allari oynni: Góðu fólk! Sissi tykkum, lati avvarandi myndugleikar og per- sónar um at greiða hetta málið. Hans Andreas Magnussen tannlækni Eingin góð grund fyri at hann noyðist at fara Eg fari at gera vart við, at tað er eingin góð grund fyri, at Th. P. Vestergaard noyðist at fara av hesari oynni sum sjúkahús- lækni. Lat okkum bæði patient- ar og onnur, sum búgva á Tveroyri, gleðast yvir at hava fingið ein lækna, sum er betri enn aðrir, sum hava verið undan honum á Tveroyrar sjúkrahúsi. Eingin av teimum kann metast javnt við henda læknan. Eg eri ikki samdur við Hans H. Strøm, at Th. P. Vestergaard nakrantid hevur lopid å nakran, ti hann kann ikki hava lopid å nakran, uttan at teir hava gjørt honum nakað. Tað, eg sigi um henda lækn- an, er, at eg taki uppaftur tað, sum Anders Viberg, skipari, skrivar um Th. P. Vestergaard. Tí, um hann ikki var á Tveroyri, so høvdu vit nógv verið deyð av teimum, súm nú hava sítt lív í behold. Lat okkum frá nú av standa saman, og tað manniliga um Vestergaard, so hann ikki fer av oynni. Hann hevur verið ein góður lækni og gongur fult inn fyri sínum arbeiði. Bert spell, at politikkur er komin uppi í hesum føri. Tað oyðileggur alt. Patientur og skyldmaður við Tummas P. Vestergaard lækna Jakstra Clark Olofsson um alt Europa Tann 28 ára gamli Clark Olofs- son, sum gjørdist kendur aftaná ránið á Normalmstorg í Stock- holm, verður nú jakstraður um ált Europa. Men enn hevur poli- tiið ikki fingið nekur spor at ganga eftir. Clark Olofsson er í fylgi við einum ødrum — ti 38 ára gamla Bjorn Asser Holm- strand, sum eisini er svenskari. Heimskendur í 1973 Clark Olofsson gjørdist heims- kendur í august 1973, tá hann saman við ti 31 ára gamla Jan Erik Olsson hevði eitt mannfólk og fýra konufólk sum gidslar í Kredittbankanum á Norrmalms- torg í Stockholm. 19. mars í fjør varð hann dømdur at verða innlagdur á sjúkrahús til viðgerðar. Men 20. mars í ár hvarv hann. Bjørn Asser Holmstrand varð í 1972 dømdur til fongsulsrevs- ing i hålvt år fyri narkotika- smugling. Stutt eftir, at dómur var fallin, flýddi hann og hevur síðani luttikið í fleiri innbrotum og bankaránum.