leygardagur 19. apríl 1975síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
MYG
H 2
MG
Í
Í}
ør,
7
lífi
66
74
Lø
77
4
LB
Í
ør
Íg
Tf
fíll!
7
7
7
7
Í
7
2
å
4,
ør,
72
Á
I
HS
£
RN
7
Ny
N
N
MM
7
UV
UV
uw!
1 Hø,
Wi
Í
N
NN
NN
N
AN
NNN
NN
NN
NN
x
N
NN
W
NR
N
N
N
NN
N
NN
NN
Nr. 30 — 19. apríl 1975
Í
ræs g,
ZZ
DF
Í
SAM,
JN
yr
lt
SM
Ad)
7
[
[]
[
f 7277
/,
7
M
67
44,
Í
H
HM
7
(/
My
4
07
(7
1
4
NN
AN
N
INN
NN
N
NN
NN
.
N
N
NN
N
INN
NN
NN
N
AN
NN
Ritstjóri:
Hans Thomsen
NR
N
N
NN
SN
N
N
N
>
N
N
N
NN
RS
N
SN
SS
N
NN
NN
N
N
N
N
NN
N
N
x
N
NN
N
N
N
N
SON
N
DS
N
N
N
>
N
N
N
SN
N
SNS
N
N
N
N
N
N
N
=
N
N
N
NN
NN
N
NN
N
N
N
SN
N
AN
|
N
Á
|
/l
/
i
Í
i
ið
M
/|
4
VINI
W
/7)
//
NN
NS
NN
?
4
7
MM
MM
24
A
(/
IN
0
7
2 M
4
Ú
Í
VH
HV
7
7
D
Í
I
Me
ff
/,
MW.
f
6/4
7
MM
7
7
HH
7
2
Wi
Me
/
VM
/
Í,
4
I
/g
7,
Í
£
G
ÁA:
7
4,
(
0
(7
(
/
7
7
Í
HV
77
F
2
7
{/
Í
WM
7;
Í
7
Ma
Ú
H
2
HM
Í
Í
7 Á
Z
z.
U
7
Hp
Z
MH
7
HM
Z
MW
I
Wh
7
UZ
Framhald
sosialurin
Í hesi seinru greinini um russisku kollveltingina
verður greitt frá teimum eirindaleysu útreinsing-
unum, sum Stalin framdi í triatiårunum, har hann
læt taka einar 8 milj. fólk av døgum, teirra millum
800.000 flokkslimir ella ein triðing av táverandi
limatalinum í russiska kommunistaflokkinum.
Í 1923 varð nýggj stýrisskipan
samtykt, sum gjørdi Russland
til eitt sambandsríki — sam-
gongan av sovjettsosialistiskum
tjóðveldum ella USSR. Eftir
hesi stýrisskipan skuldu øll
lond, sum vildu ganga undir
sovjettstýrið, kunna sleppa upp
í hesa samgongu.
So leingi Lenin livdi, var hann
tann, sum hevði tað stóra orðið
at siga í ti nýggja, kommunist-
iska Russlandi. Eingin av hinum
oddamonnunum var í so miklum
meti sum hann. Men heilsan var
farin at bila honum av álvara.
Arbeiðsbyrðan og nervatrýstið
undir kollveltingini og borgara-
striånum hevdu tikið honum ov
dygt. Í mai 1922 fekk hann ein
ferðil av heilabløding, kom so
mikið fyri seg aftur, at hann um
heystið kundi fara aftur til
verka, men heilabløding kom av
nyggjum å hann aftur i april
1923, so hann doydi nidur ødru-
megin og fekk ikki tosad. 21.
januar 1924 doyði hann, 53 ára
gamal, og deydi hansara elvdi til
eitt maktstrid i Kreml, sum
vardi i fleiri år.
Fyri dygga virksemi sitt undir
kollveltingini og borgarastrid-
num var Trotski óivað tann,
sum næstur var til at arva sessin
eftir Lenin, og hann var eisini
óivað tann av kommunistisku
oddamonnunum, sum hevði tær
bestu gávurnar, men eftir hugs-
an Lenins var hann ov upp-
gjørdur og rådarikur. Kamenev
og Sinovjev høvdu svikid, tå
mest umråddi i 1917. Nikolaj
Bukarin var ikki nog lidiligur og
Stalin, sum nú var flokksskriv-
ari, var madur, sum eingin um
hetta mundið roknadi upp i part
sum meguligan eftirfylgjara
Lenins. Lenin dugdi annars til
fullnar at skilja, hvussu týðandi
starvið sum flokksskrivari var,
og hann fryktaði fyri at Stalin
fór at nýta hetta vald uttan
fyrilit. Ti bað hann í politiska
testamenti sínum menn um at
vara seg fyri honum. Hann hevði
ætlað at tikið flokksskrivara-
starvið frá honum, men fekk ikki
stundir til hetta, áðrenn sjúkan
beindi fyri honum.
Men Stalin hevði aðrar ætlan-
ir. Júst tí at hinir oddamenninir í
kommunistaflokkinum ikki tókt-
ust at virða hann stórvegis og
hildu hann vera púra vandaleys-
an, fekk hann orsakað av starvi
sínum, høvi til at virka í loynd-
um, so hann skuldi standa sterk-
ur, tá tann uppgerðin fór at
koma, sum mátti koma eftir
deyða Lenins. Stalin merkir
„stálmaðurin<, og var uppruna-
liga dulnevni hansara. Kristna
navn hansara var Josef Vissari-
onovitsj Dsjugasjvili. Hann var
foddur í bygdini Gori í Georgia.
Pápin var fátækur skómakari og
eitt brennivinsbarn. Stalin hevði
góðar gávur og fekk ti friplåss á
einum prestaskúla í Tiflis, men
meðan hann var har, varð hann
ávirkaður av sosialismuni og ti-
skil koyrdur úr skúlanum.
Seinni vigdi hann kollveltingini
alt lív sítt. Hann eggjadi, olju-
arbeiðsmonnunum til at gera
verkfall og kom skjótt at bera
orð fyri at vera ein av djarvastu
og ídnastu monnunum hjá koll-
veltingarrørsluni. Men hetta liv-
ið var tá ógvuliga hættisligt, og
politiið hjá zarinum var í heilum
eftir honum. Hann varð tikin
fleiri ferðir og sat mong ár í
fangatyppi í Sibiria.
Í 1922 gjørdist hann aðal-
skrivari í kommunistaflokkin-
um. Hann hevði ongan áhuga
fyri flokksfilosofi, men flokks-
skrivarastarvið dámdi honum
væl. Her bar til hjá honum —
hálvavegna í loyndum — at
virka við tí eina í hyggju: at taka
valdið í flokkinum. Hann var
tolin og ógvuliga ágrýtin maður,
snúin og harður av sær. Tað er
sermerkt fyri Stalin, sum í ein
heilan mannsaldur hevði sterri
vald í Russlandi enn nakar av
zarunum hevði havt, at hann
ikki tók sær hetta vald við ein-
um kvetti, men nýtti eini 6—8 ár
at koma á mál, við hvert í parti
við oðrum bólkinum av teimum,
sum royndu at koma sær til
valdið, við hvert við hinum,
meðan hann eisini av og á læt
teir sleppa at klandrast síná-
millum, sum teir vildu. Men aft-
aná hendi tað tíðum, at hann
júst førdi tann politikk, sum
tapandi mótsteðumenn hansara
høvdu havt. At enda gjørdist
hann einavaldsharri í Russlandi
meira enn nakar annar hevði
verið tað áður. Í hesum sessi var
loyniliga politiið honum besti
stuðulin. Men hesin mistrúni
maðurin helt aldrin uppat við at
styrkja og tryggja vald sítt, og
tey seinastu árini av lívi sínum
sat hann í Kreml sum ein annar
rómverskur Cæsar og helt øll
liggja sær eftir lívinum. -
Longu í 1925 — bert 1 ár eftir
deyða Lenins — eydnaðist
Stalin at reka Trotski úr verju-
málaráðharrasessinum. Seinni
varð hann gjørdur útlagin, búði
eina tíð í Alma Ata í mið-Asia,
men noyddist so í 1929 at rýma
úr landinum, fyrst til Turka-
land, seinni til Frankaríki og
Noreg. Seinastu árini búði hann
í Mexico, har hann í 1940 varð
myrdur, eftir boðum Stalins,
vildu menn vera við.
Stalin vildi leggja teir mongu
smáu bóndagarðarnar í Russ-
landi saman í stórar felagseindir
og maskinamboð skuldu nýtast í
landbúnaðinum, alla staðni, har
sum hetta bar til. Til at fremja
hetta endamál var ein veldug
ætlan gjørd. Hetta var byrjanin
til tær sonevndu 5-ára ætlanir-
nar. Tann fyrsta av hesum slagi
kom í gildi 1. oktober 1928.
Hetta var ein risaroynd. Eitt
veldugt ríki gjørdi her ætlanir
fyri framleiðslu síni fimm ár
fram í tíðina. Hesi fyrstu fimm
árini skuldi framleiðslan tvífald-
ast og ílegurnar skuldu vera 50
milliardir rublar. Við einum ódn-
artaki skuldi Russland við øllum
sínum veldugu ónýttu meguleik-
um gera seg púra leyst av øllum
eðrum londum. Politiskt var
hetta eitt avgjørt frávik frå ti
kós, sum Lenin hevði lagt, men
Stalin trumfadi vilja sin igjøgn-
um og brátt vórðu allir motstød-
umenn hansara settir til viks.
Hann átti nú einsamallur tað
heila og fulla valdið í Russlandi
og hann fór ikki fram við mýk-
indum. Men skjótt kom eisini til
sjóndar, at henda velduga 5-ára
ætlan kundi ikki fremjast í verki
uttan so, at landið heyði eina
sterka leiðslu, sum ikki vildi
dvína fyri nøkrum.
Men trupulleikarnir vóru øgi-
ligir, tí ikki trutu bert tekniskir
serfrødingar, men eisini faklærd-
ir arbeiðarar. Neyðugt var at
taka bóndasynir úr bygdum við
púra miðaldarligum livihátti og í
størsta skundi læra teir upp i
einum faki, so teir gjørdust førir
fyri at passa maskinur og nýta
tey amboð, sum 20. eldin nýtti
Framá gekk, men prísurin var
hagur, bæði í maskinum og
mannalívum. Stór mistek vórðu
gjørd, og mong vóru vónbrotini
Men framleiðslan vaks og nýggj
risavirki vórðu reist: jarn- og
stálvirki, maskin- og traktor-
verksmiðjur, skjøtil varð settur
á nám av ymsum slagi, el-verk
og kemiskur og elektro-mekan-
iskur ídnaður. Stjórnin aftraði
seg ikki at seta ell hugsandi
tiltøk í verk fyri at fáa fólkið at
spenna seg út av øllum alvi. Um
okkurt ikki gekk, sum tað átti,
kundu teir, ið ábyrgdina høvdu,
rokna við at verða ákærdir fyri
sabotasju, meðan hinvegin góð
úrslit vórðu lønad við virdisløn-
um.
Fyri at fremja kollektiviser-
ingina av landbúnaðinum legði
Stalin í 1930 eftir stórbendrun-
um, teimum sonevndu kulakk-
unum. Orðið kulakkur varð upp-
runaliga nýtt um teir stórbend-
ur, sum hevdu nógvar bønar-
menn, men kom sum frá leið at
verða nýtt um allar teir, sum
vóru ímóti kollektiviseringini.
Stalin læt fleiri miljónir av
hesum bendrum handtaka og
flyta við tvingsli til kollektiv-
brúkini. Í fleiri bygdum kom tað
til harðar bardagar millum polit-
istar og bøndur, og stjórnin læt
eisini ein hóp av bøndrum drepa.
Hesir tóku so til sabotasju:
sáðaðu minst meguligt av korn-
frukt og drupu meginpartin av
kríatúrunum, sum teir so antin
sjálvir ótu ella seldu. Eftir
tveimum árum minkaði hús-
Reyða kollveltingin
djóratalið á henda hátt við ein-
um helmingi, og tað gingu mong
ár áðrenn fullskipað varð aftur.
Kollektiviseringin kravdi ræð-
ulig offur, men burtursæð frá
einstøkum fråvikum helt Stalin
kósina óbroytta, og tað eydnað-
ist honum at koma á mál. Ogn-
arbøndurnir hvurvu og tey koll-
ektivu stórbrúkini, tær so-
nevndu »kolkosurnar« gjørdust
vanligar i russiskum jarðar-
brúki.
5-ára ætlanin týddi ikki ein-
ans eina tekniska kollvelting í
Russlandi, heldur eisini eina pol-
itiska, sosiala og figgjarliga
kollvelting. Sovjettsamveldið
gjørdist eitt statssosialistiskt
idnadarland við einum nútímans
kollektivum landbúnaða, alt
undir einari strangari diktator-
leiðslu. Men henda umbroyting-
in hevði einans verið gjørlig við
øgiligum offrum, sakni og líðing-
um. Miliónir av fólkum vórðu
tikin av døgum, meðan aðrar
miljónir livdu eitt neyðarlív í
fangatyppum og tann stóra
fjøldin noyddist at liva frá hond-
ini í munnin fyri at stjórnin
skuldi kunna gerast for fyri at
reisa tann pening, sum kravdist
fyri at útbyggja framleiðsluna
Samstundis hvarv eisini sein-
asta leivdin av politiskum fræls-
i, frælsi at tala og skriva og
rættarfrælsi. Ríkið hjá Stalin
gjørdist ein statur, har bert ein
vilji valdaði: vilji Stalins!
Eisini á eðrum økjum varð
russiska samfelagið púra broytt
hesi árini. Beint eftir kollvelt-
ingina hevdu tær radikalastu
hugsaninar sitið í hásæti. Hetta
var galdandi fyri hjúnarlagið,
familjulívið, barnauppvenjing,
rættarskipan, list og mangt
annað. T.d. var ógvuliga lætt at
fáa hjúnarbandsskilnað. Menn
vildu hava allan tvingsil burt-
urbeindan. Upplæringin í skúl-
unum skuldi fullkomiliga broyt-
ast. Brotsverk vóru ein sam-
felagssótt. Brotsmaðurin skuldi
ikki revsast, men við mildni
fáast aftur á rætta leið. Listin
var fræls. Listarmenninir skuldu
hava loyvi til at royna seg, so
sum teimum lysti.
Men alt hetta broytti Stalin.
Ríkinum tervaði stórar og
barnaríkar familjur, tí varð nú
nærum ógjerligt hjá vanligum
menniskjum at fáa hjúnarbands-
skilnað. Foreldrini komu aftur
til heiður og æru í barnaupp-
venjingini. Skúlarnir tóku upp
strangan disciplin, uttanatlær-
ingin kom aftur í nýtslu, og
lærararnir skuldu eggja bern-
unum til at kappast. Allastaðni í
samfelagnum gjørdi nýggja pol-
itiska rákið vart við seg. Listin
varð gjørd til »brukslist«. Hon
skuldi tæna statinum og laga
seg eftir teimum boðum, sum
teir ráðandi góvu. Listarmenn-
inir skuldu ikki sleppa at eks-
perimentera, men listin skuldi
—
Pr”