leygardagur 19. apríl 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
So:
50 år umlidin
I morgin sunnud. 20. april eru
50 år umlidin sidan fyrsta
»Tjaldur« hjå P/f Skipafelag-
num Føroyar stevndi inn å
Havnarvåg. Vedrid var av ti
allarfagrasta, hóast stormur
hevði verið frammanundan og
seinkað ferðini.
Alt, ið krúpa kundi, var á fót-
um. Motorbátar, >mjólkabátur-
in< og róðrarbátar, stúgvandi
fullir av fólki, fóru út at taka
ímóti skipinum, meðan horn-
blásarar spældu >Tjaldur ver
vælkomið<, so tað ljómaði yvir
vánna. Síðan var >Ég oyggjar
sosialurin
veit« sungin. Tá at var lagt,
varð hetta prýðiliga skip skoðað
uttan og innan og nógv vóru tey,
ið hildu, »at hetta var mestsum
ov mikið fint fyri okkum«.
Við skipinum komu henda
fyrsta túrin 27 ferðafólk, hóast
tað kundi flyta 58, 34 á fyrsta
klassa og 24 á 2. klassa. Hetta
var 10 ára gamalt skip, keypt frá
danska skipafelagnum ØK og
u.l. 2.000 tons til støddar.
Medalferdin var stivar 10 mil.
Skipið hevði sterkan tráðleysan
telegraf og manningin var 31
mans. Skiparin var Dani, ið
kallaðist Aage Larsen og skipið
hevði frálík uppihaidsrúm til
ferðafólkið eftir tátíðar meti.
Tað varð av Feroyingum hildið
vera stórt framstig, at hetta
skipið skuldi sigla beinleiðis
millum Feroyar og Danmarkar
og ikki fara inn í Leith, sum hini
skipini frammanundan hevdu
gjort.
Nr. 30 — 19. apríl 1975
LL
Eisini suðuri á Tveroyri fekk
»Tjaldur« stórfingna mótteku,
tá tað kom hagar og N.J. Mort-
ensen ynskti tí alla góða eydnu.
Ungmannafelagið sang >Tjaldur
ver vælkomið< og eini 600 fólk
vóru mett á bryggjuni á Tver-
oyri henda dagin.
Hetta fyrsta >Tjaldur< Skipa-
felagsins fórst á Mjóvanesi í
1946.
x
T—————FF——————————Tw4nnnmnnpg
vera einfald, so at tann stóra
fjøldin skilti hana. Av ellum
hesum stóðst ein persóndyrkan
av manninum Josef Stalin.
Hann var sovjettfólksins stóri,
alvísi og feilaleysi leiðari, stats-
maðurin, sum altíð hevði rætt og
tók rættar avgerðir. Allastaðni
sóust standmyndir av honum,
og at enda varð neyvan ein reða
hildin ella ein grein skrivað,
sjálvt ikki av vísindamonnum,
uttan at okkurt, sum Stalin
hevði sagt ella skrivað, skuldi
flættast uppi.
Hóast Stalin hevði beint fyri
ollum mótsteðumonnum sínum,
kendi tann reyði zarurin seg enn
ikki tryggan í ti væl varda
Kreml. Tá so ein av meðarbeið-
arum hansara, Kirov, sum
mangir hildu fór at verða eftir-
maður hansara, varð myrdur í
Leningrad 1. desember 1934,
fordi hetta morð til eina ta
sterstu óbótagerð, sum søgan
veit frá at siga. Um Stalin
veruliga gjørdist skakkur av
hesum morði ella sjálvur hevði
spunnið tað í, veit eingin. Men
úrslitið gjørdist eitt blóðbað,
sum valla finnur sín líka. Tá
avotrnaði, hevði Stalin ikki bert
beint fyri næstan ellum teimum
gomlu bolschevikk-oddamonn-
unum, men eisini í hundraðtús-
undatali av ødrum, sum kundu
hugsast at vera ímóti stýri
hansara.
Tey fyrstu herðindini komu
tíðliga í 1935, men tað var ikki
fyrr enn árið eftir, at tann stóra
útreinskingin tók dik á seg av
álvara. Tað byrjaði í august
1936, tá fleiri gamlir bolsche-
vikk-forarar við Kemenev og
Sinovjev á odda vórðu dømdir til
deyða. Í januar 1937 kom nýtt
sakarmál við m.e. Radek og
Pjatakov sum ákærdum. Í juni
mánað sama árið var ein hópur
av heryvirmonnum frá reyða
herinum við herstjóranum Tuk-
atsjevski á odda, demdir til
deyða eftir at sek teirra sum
krígsrættarsakarmál varð fert
fyri stongdum hurðum. Og i
1938 stóðu teir gomlu hegra-
sinnaðu — menn sum Rykov og
Bukharin — fyri terni. Eisini
teir báðir politistjórarnir —
Jagoda og Jesjov — sum stóðu
fyri hesum útreinskingum vórðu
tiknir á hondum og skotnir.
Aðrir kendir bolschevikkar, t.d.
Tomski og Grigorij Ordsjonok-
idse tóku seg sjálvar av døgum.
Men hetta var lítið av mikl-
um. Tey allarflestu offrini møttu
lagnuni aftan fyri afturlæstar
rættardyr við teimum sonevndu
kollektivu dómunum, ella vóru
tikin av døgum av loyniliga
politinum í onkrum fongsuls-
garði. Tey nágreiniligu telini av
ollum teimum, sum hesi árini
vórðu tikin av døgum í Russ-
landi ella hvurvu í fangatyppum
veit eingin, men talið á teimum,
sum vórðu handtikin, kundi ið
hvussu so er teljast í miljónum.
Terrorin hesi árini skakaði russ-
iska samfelagið í grund, men
Stalin hevði framt sína ætlan.
Hann hevði nú beint fyri ollum
teimum, sum á nakran hátt
kundu hugsast at vilja veita
honum andstødu, øllum teimum,
sum høvdu nakað samband við
vestanlond og teimum, sum
vildu at læra Lenins skuldi
haldast í heiðuri og sóma. Og í
staðin hevði hann nú fingið sær
heilt nýggjar oddamenn, menn,
sum vóru uppvaksnir undir tí
nýggju samfelagsskipanini og
vildu vera honum trúgvir og
hollir í øllum viðurskiftum, utt-
an mun til hvørji krøv, maðurin í
Kreml setti. Bert nakrar heilt
fáir av gomlu garduni, nakrir av
teimum allartrúgvastu Stalin-
monnunum, sum t.d. Molotov,
Mikojan, Kalinin, Kaganovitsj,
Vorosjilov og Budjonni, sluppu
at liva.
Á tiltikna 22. ársfundinum í
1961 segði Nikita Krustjov, og
hann skuldi vita tað: >Sum tit
vita høvvu vit fyri kriggið eina
frálíka herleiðslu, sum var trúgv
móti bæði flokki og fødilandi.
Teir av hesum monnum, sum
enn livdu eftir, hóast ræðuliga
píndir, sýndu seg frá fyrsta degi
í krignum sum sannir fødilands-
vinir og bardust manniliga. Men
tíverri doyðu mangir av teimum
í fangatyppum og fongslum, og
reyði herurin sá teir ikki aftur.
Teir heryvirmenn, sum høvdu
fingið uppvenjing í Spania undir
borgarastriånum har og í Fjar-
eystri, vórðu nærum allir tiknir
av døgum«.
Tann stóra útreinsingin 1936-
38 kravdi lágt sett 7—8 miljónir
offur. Av hesum tali varð helm-
ingurin tikin av dogum av loyn-
iliga politinum NKVD. Heruppii
vóru 800.000 flokkslimir ella við
ødrum orðum o.u. triðingurin av
flokkslimatalinum um hetta
mundið. Av oddamonnum vóru
hesir skotnir: 6 limir av Poli-
bureau (teir vóru 13 tilsamans),
98 burturav tilsamans 139
limum av aðalstjórn kommun-
istaflokksins, sum Stalin sjálvur
hevði valt á 17. flokksfundinum,
nærum allir leiðararnir og fólka-
kommiserarnir í teim ymisku
sovjettstatunum, meginparturin
av leiðsluni hjá ungkommunist-
unum og ein hópur av leiðarum
innan ídnaðin, verkfrødingar,
læknar, listarmenn, rithevund-
ar, musikarar o.s.fr. Og sum
nevnt áður: eisini teir báðir poli-
tistjórarnir, sum hjálptu Stalini
við hesi útreinsing: Jagoda og
Jesjov! Harumframt vóru í 1938
einir 8.000 limir av loyniliga
politinum, NKVD, eisini skotn-
ir!
Í dag er Sovjet-samveldið eitt
av heimsins sterkastu og ríkastu
ríkjum. Lenin var maðurin, sum
átti lívið í kollveltingini, sum
sópaði gomlu russisku samfel-
agsskipanina burtur, men hver
var so lutur Stalins í hesum
øllum? Um hetta eru søgumenn
ósamdir. Men eitt eru teir kort-
ini samdir um: Stalin var mað-
urin, sum gjørdi Russland til
tað, tað er í dag. Harðskapur og
hjartaloysi hansara var ófatu-
ligt, men hann kom á tað mál,
sum hann hevði sett sær. Hann
er farin yvir í seguna sum eitt
stórmenni, men eitt stórmenni
bæði upp á ilt og gott, eitt stór-
menni sum kann metast saman
við teir báðar stóru og óhugna-
ligu landsmenn hansara, Ivan
hin Ræðuliga og Pætur hin
Stóra.
Karenski, maðurin, sum var
leiðari av russisku stjórnini, tá
kollveltingin brast á í 1917, livir
í dag í USA, 86 ára gamal. Tá
hann var danska sjónvarpinum
nú um dagarnar varð spurdur
um, hví leikur fór, sum hann fór
í 1917, var niðurstaða hansara,
at russiska fólkið tá ikki enn var
búgvið til demokrati.