Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-24, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Danir ætla at figgja sethúsabygging í Klaksvík frælsi Nr.31 — 2 , TD Orimiligt Í oddagrein blaðsins i dag verður skrivað um órimiliga vinningin, sum bankarnir hava: Her er veruliga talan um tel, sum tala. Og talan kann ikki misskiljast. Hon er púra greið og undirstrikar við feit- um týdningin av ti, sum sagt verður í samgonguskjalinum millum landsstýrisflokkarnar um bankamål, har dentur verður lagdur á, at lands- banki verður settur á stovn. Hetta er av avgjørdum tyd- ningi og må tí ikki drålast við at fremja hetta ógvuliga neyðuga tiltak. Síða 2 So skal hann ikki eita Vilhelm Vilhelm Johannesen, blað- stjóri, skrivar í blaðnum í dag viðmerkingar til greinina frá nøkrum av legtingsmonnum javnadarfloksins seinasta leygardag. Har sigur hann m.a., at hann ikki vil leggja navn sítt til útgávuna av Sosialinum, um so verður, at blaðnum ikki verður loyvt at vísa á skeivleikarnar, at partur av fólkinum fær stórar fyrimunir, sum hin parturin ikki fær, men heldur má bera útreiðslurnar av. Síða 2 Blaðið Orsakað av dýrabiðjudags- halguni í morgin kemur blað- ið í dag, og verður tað einasta blaðið hesa vikuna. Vit valdu heldur at gera eitt blað í 12 síðum og geva tað út í dag enn at koma sum vant tvær ferðir og tá í munandi minni stødd. Sosialurin kemur útaftur sum vant í næstu viku. Hósdagin 24. apríl 1975 — javnadur 48. årgangur — brødralag Leysasøla 1,50 kr. Prístalsgrundarlagið fyri aftur á tingi i gjár Fíggjarnevndin í høvudsheitum samd vid landsstyrinum Tingið hevði fyrrapartin í gjár 2. viðgerð av uppskoti landsstýri- sins um nýtt prístalsgrundarlag. Fíggjarnevndin, sum hevði málið til viðgerðar, sigur í einum áliti seg taka undir við, at fyri- liggjandi vørunøgdargrundarlag til útrokning av prístalinum nú verður samtykt, men at nýggja mannagongdin viðvíkjandi út- rokningini, sum yrkisfelogini hava funnist at, verður óbroytt á tann hátt, at yrkisfeløgini, sum higartil eru við til at útrokna prístalið, og at nýggja prísráðið møguliga verður økt, so fleiri felog verða umboðað. Fíggjarnevndin sigur tað vera sjálvsagt, at tørvur er fyri hesum, tá tað verður ásannað, at prístalsútrokningargrundarlag- ið enn er heldur ófullfiggjað. Samstundis sum hetta verður gjørt eiga limirnir í prístalsút- rokningarnevndini sínámillum at velja einar 3—4 limir, ið bein- leiðis eru við til at gera sjálva útrokningina. Eisini hevur figgj- arnevndin tað áskoðan, at um- hugsaðar eiga at verða nærri reglur fyri ajourføring av pris- talsgrundariagnum. Ein meiriluti, Hákun Djur- huus, Poul J. Olsen, Pauli Ellef- sen, Hilmar Bech og Asbjørn Joensen, setir fram broytingar- uppskot um, at i pristalsnevnd- ini skulu sita prisansingarrådid, vidkad við fimm limum, harav 1 verður valdur av Feroya Arbeið- arafelag, 1 av Havnar Arbeiðs- mannafelag, 1 av Feroya Fiski- mannafelag, Feroya Skipara- felag og Feroya Motorpassara- felag, 1 av Føroya Arbeidsgev- arafelag og Handilsfeløgunum og 1 av Foroya Búnaðarfelag. Minnilutin, Jógvan Durhuus og Signar Hansen, mælir til at samtykkja landsstýrisuppskot- ið. Landsstýrið leiga línuskip til fiskiroyndir? Sambandsflokkurin hevur skotið upp at áleggja landsstýrinum at leiga tvey ella fleiri linuskip til at gera praktiskar fiskiroyndir á tí landgrunnakantinum, sum strekkir seg úr einum landnyrð- ingi úr Hetlandi suður við vest- urstrond Bretlands og Írlands suður móti Biscaya víkini. Hesin grunnakantur er meira enn 1.000 fjórðingar langur. Í viðmerkingunum til upp skotið sigur sambandsflokkurin, at foroyingar lítið og einki hava roynt á hesi leið, men at t.d. norðmenn og sviar veiða har við línu. Sum okkara vanligu fjar- leiðir treingjast hevði hetta stóra okið bøtt um møguleikarnar fyri okkara fiskivinnu, sigur sam- bandsflokkurin, sum eisini metir tað fara at verða av týdningi, at vit kenna til økid, tá føroyingar møguliga skulu til samráðingar við bretar um veiðirættindi. Síða 3 Sakaris hjá Bøkjara- num tendraði ljós- mastrar í Gundadali Á myndini síggjast frá vinstru Leivur Johannesen, stadion- nevndarformaður, Sacharias Jacobsen (hjá Bøkjaranum) og Jógvan Johansen, formaður í HB Um hálvgum níggjutíðina seinasta mána- kvold vóru ljósmastrarnar við fotboltsvøllin í Gundadali í Havn tendraðar av 89 ára gamla Sakaris Jacobsen (hjá Bøkjaranum), sum er hin einasti núlivandi, sum var við til at stovna Havnar Bóltfelag í 1904. Sakaris greiðir frá, at í fyrstani tá HB var stovnað, leiktu teir fót- bolt uppi við Lútzenstróð. Nøkur fá ár eftir stovningina var fåtbåltsvøllurin í Gundadali gjørdur og kostaði hesin um 1800 kr. Sakaris hjá Bøkjaranum er gamal húsasmiður og hevur smíða fleiri hús bæði í Havn og úti á bygd. Ljósmastrarnar, seks í tali, kostaðu um 200 túsund kr., og er arbeiðið við at seta tær upp gjørt av Sigmundi Poulsen, el-meistara i Havn. P/F Leif Mohr og Landsbyggifelagið hava staðið fyri projekteringini. Mastrarnar eru um 23 metrar til hæddar (umleið 4 metur hægri enn tær í Klaksvík). Ljósstyrkin hjá hvørjari mastur er 6.000 watt. Månakvøldid, tå mastrarnar vóru tendrað- ar, leiktu 2. lið hjá HB ímóti Fram og 1. lið hjá B 36 móti 1. liði hjá HB. Formaðurin í Stadionnevndini, Leivur Jo- hannesen, sigur í viðtalu við Sosialin, at fót- bóltsleikararnir eru sera væl nøgdir við ljós- mastrarnar. Børn eru longu farin at stuttleika sær við at klúgva upp í mastrarnar, og upplýsir Leivur okkum, at ætlanin er at uppseta 2—3 metra verjur upp við mastrar- nar, so børn ikki fáa klovið upp