Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— mm Síða 2 sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn Føroya Javnadarflokkur Vilnelm Johannesen (åbyrgd), Johnsigurd Johannesen, telf. tgevari: A telf. 56411 13242 Satsur og Prentsmidjan å Heygsbreyt Prentsmidja Dimmalættingar paste-up: Prent: Orimiligt Í SEINASTU VIKU kunngjørdi annar av før- oysku bankunum rakstrarroknskapin fyri årid 1974 og syndi hesin ein nettovinning uppå slakar 9,5 milj. kr. SJÁLVANDI FÆR tað almenna — landið og kommunurnar — ein stóran part av hesum pen- ingi í skatti, og kemur hesin parturin sostatt foroyska almenninginum, sum goldið hevur ta ovurhonds hegu rentuna, aftur til góðar. MEN HETTA ER so vinningurin, sum bert annar bankin hevur havt av virki sínum, og tá rakstrarroknskapurin hjá hinum bankanum um stutta tíð verður kunngjørdur, man talan fara at verða um, at bankavirksemið í Føroyum tilsamans hevur givið ein vinning uppá nærum tað dupulta. HETTA MÅ haldast at vera ein heldur Orimi- ligur vinningur, tá hugsað verður um, at hesir lánistovnar altíð og í ollum forum hava fulla trygd fyri tí peningi, teir lana. Teir taka pant Í skipum, virkjum, jørd og húsum, krevja lands- kassaveðhald og um ikki annað so persónliga kautión. Sostatt verður tapsvandin akkurát ongin, og vil hetta siga, at bankarnir altíð hava sítt á ti turra. HESIN ÓRÍMILIGI vinningur gevur okkum eina fullgóða fatan um, at føroyskt vinnuliv, sum í letuni er inni í eini krepputið, og føroyski almenningurin annars — tey sum byggja og tey, sum sita við toluliga nýggjum húsum — knógva undir eini alt ov høgari útlánsrentu. Og oman á hetta verður um somu tíð læst og fyri- bundið fyri nærum allari lánveiting, bæði til vinnuna og einstaklingar. HER ER VERULIGA talan um tel, sum tala. Og talan kann ikki misskiljast. Hon er púra greið og undirstrikar við feitum týdningin av tí, sum sagt verður í samgonguskjalinum millum landsstýrisflokkarnar um bankamål, har dentur verður lagdur á, at landsbanki verður settur á stovn. Hetta er av avgjørdum týdningi, og tí má ikki drálast við at fremja hetta ógvuliga neyðuga tiltak. UNVEGIS LANDSBANKAN fáa myndug- leikarnir hevi til at stýra rentu- og bankapoli- tikkinum annars. Teir fáa tá eitt orð at siga viðvíkjandi rentumarginalinum, sum er mun- urin millum inn- og útlánsrentuna og soleiðis møguleika fyri at avmarka tann órímiliga vinningin, sum hesir stovnar nú hava. HETTA VILDI tænt vinnuni, einstaklinginum og ollum samfelagnum. sosialurin Gudstænastur Dýrabiðidag prædika: J. Joensen í Klaksvík, J. Magnussen í Mikladali kl. 12 og á Húsum um kveldið, S.J. Joensen á Kirkju, altar- gongd, K.O. Videre á Tver- oyri kl. 12 og Eivind Vilhelm, bispur í Nólsoy. Sunnudagin prædika: J. Magnussen í Klaksvík kl. 11, altargongd, og savnað verður inn til frama fyri kirkjuna, S.J. Joensen í Hattarvík, K.O. Viderø í Hvalba kl. 11 og Eivind Vil- helm á Argjum. Prestvígdur Dýrabiðidag verður Erland Beder, lærari, ættaður úr Vági, prestvígdur í Maribo kirkju í Danmark. Hann hev- ur fingið sóknarprestaem- bæti í Karleby á Falster. Sjómanskvinnu- stevnan verður i ár í døgunum 23. — 25. mai á Sjómansheiminum í Havn. Sum talari úr Dan- mark kemur Hiibertz Knud- sen, prestur. Brúdleyp Í dag giftast í Árhus Ruth Jespersen, Tveroyri, og Jens Olaf Trustrup Jensen frá Hjem. Adr.: Engtoft, Hjerm (Jylland). Nýggj útvarpsnevnd Tingið hevur valt nýggja út- varpsnevnd. Í gomlu nevnd- ini sótu G.L. Samuelsen, Marius Johannesen, Haldor Hansen, Ólavur Michelsen og Hákun Djurhuus. Einasta broytingin hesaferð var, at Jona Henriksen varð vald í nevndina fyri Marius Jo- hannesen, sum hevur verið valdur av sjálvstýrisflokkin- um. Tiltaksfólk hjá javnaðar- flokkinum eru Hermann Jacobsen, blaðstjóri og Mar- ita Petersen, lærari. Aftrat teimum festu limunum situr Jóhs. Andr. Næs, sum er valdur av Kristiliga Lurtara- felagnum. Diamantbrúdleyp Hanus og Maria Hansen (í Glasstovuni) í Árnafirði hava diamantbrúdleyp dýrabiði- dag. Nr. 31 — 24. apríl 1975 A —wiI}S—i}"— Skeiv útlegging Í leygardagsblaðnum var grein, undirskrivað av seks tinglimum úr javnaðarflokkinum, har hesir frásiga sær alla ábyrgd av skriving blaðsins. Hin beinleiðis orsekin til hesa grein teirra seks, tykist vera oddagrein í blaðnum fyri stutt- um, sum nevndist >ójavni<. Orsøkin til nevndu oddagrein okkara var ein oddagrein í Dimmalætting, har sagt varð, at tað almenna sjálvandi skal veita privata fyritaksseminum stuðul í fíggjarliga ringum tíðum, tá tað almenna í ellum forum og altíð tekur allan sín pening frá tí sama privata fyritaksseminum. Vit loyvdu okkum í hesum sambandi at vísa á, at innan privata fyritakssemið eru tveir partar — tey, sum eiga skip og virkir og so tey, ið starvast á hesum skipum og virkjum. Tey fyrru fáa allar sømdir, meðan tey seinnu — maðurin, sum skal liva av einum fiskiparti ella eini tilvildarligari arbeiðslen — alla tíðina megu gjalda. Vit kunnu ikki siga okkum samdar við teir seks, tá teir siga, at fiskimenn og arbeiðarar nú eru eigarar av foroyska vinnu- lívinum. Ognarviðurskiftini eru rættuliga ymisk. Væl vita vit, at í mongum partafeløgum eru fiskimenn og arbeiðarar parta- eigarar. og hava hesir sjáldan beinleiðis skattligar fyrimunir. Í ødrum førum er talan um vanlig reiðaravirkir ella einstaklinga- virkir, og í seinastuni ikki minst kommandittfelog og partsreiðar- íir, har hópin av væl- og fast- lentum fólki hava fingið skatt- ligar fyrimunir aftur fyri tær gjørdu iløgurnar. Vit kunnu visa å, at skipa- og virkiseigarar fåa 15 til 20% i studningi úr landskassanum. Henda studning má maðurin við fiskipartinum og tilvildarligu arbeidslønini gjalda. Vit kunnu somuleiðis vísa á, at skipa- og virkiseigarar um- vegis galdandi avskrivingarlógir heilt ella lutvíst kunnu sleppa undan skatti. Og tann skatturin, sum hesir sleppa undan at gjalda má maðurin við fiskipartinum og tilvildarligu arbeiðslenini eisini gjalda. Vit kunnu eisini vísa á, at orsakað av skattligu avskriving- unum koma vinnulívsmenn so langt niður í skattskyldugari inntøku, at børn teirra fáa hægsta studning til skúlagongd. Eisini henda studning má mað- urin við fiskipartinum og til- vildarligu arbeiðsinntekuni gjalda. Og til seinast kunnu vit vísa á, at ein partur av lønunum hjá teimum, sum starvast hjá hes- um vinnulívsmonnum, verður goldin av tí almenna (minstuløn, prísviðbót v.m.). Eisini hetta má maðurin við fiskipartinum og tilvildarligu arbeidslønini gjald- a. Sjålvsagt eru iløgur i sjålvum sær til fyrimuns, bædi fyri sam- felagið og hin einstaka, tá arbeiðspláss, sum er ein treyt fyri urtøku, við hesum verða skapt. Tað, sum blaðið vil vísa á, er, at alt hetta kundi verið gjørt á skilabetri hátt, um stevn- umið javnaðarfloksins í sterri mun vórðu fylgd. Blaðið hevur eisini roynt at vísa á, at ganga vit framvegis tað leið, sum higartil hevur verið gingin, er tað upplagt, at ein partur av fólkinum fær stórar fyrimunir, sum hin parturin ikki fær, men heldur má bera út- reiðslurnar av. Undirritaði vil ikki longur leggja navn sítt til útgávuna av hesum blað um so verður, at blaðnum ikki verður »loyvt« at vísa á hesar skeivleikar. Tá teir seks siga, at odda- greinir blaðsins verða tiknar sum floksins staða, so er hetta rætt. Men henda floksins støda verður altíð bundin av, hvussu greinskrivarin útleggur stevnu- mið floksins, eins væl sum steða tingmanna er bundin av, hvussu tingmanningin útleggur stevnu- miðini. Meguliga er tað orðið >krúpa< sum er meginorsekin til skriv tingmanna. Blaðið er vitandi um og freist yvir, at millum annað virki javnadarfloksins hevur skapt okkum eitt gott demo- kratiskt vælferðarsamfelag, har ongin hevur fyri neyðini at krúpa í hvussu so er tá farið verður til hitt almenna, hóast onkur leivd av hesum enn kann finnast á privata økinum. Men um eitt óheppið orð er lopið í pennin, skuldi ikki verið neyð- ugt hjá tingmonnum at tulka innihaldið í skriving blaðsins skeivt. Tað er framvegis okkara met- ing, at tað, sum skrivað er í oddagreinum blaðsins, er í tráð við tær samtyktir, landsfundir javnaðarfloksins hava gjørt og við stevnumið og virkisskrå floksins. Blaðið gongur út frá, at ting- menn eisini framyvir virka eftir hesi stevnu og hesum landsfund- arsamtyktum, og at grein teirra tí er bygd á skeiva útlegging av tí, sum blaðið hevur fert fram. Vilhelm Johannesen ses] CO? tænasta Floskur til CO? sveisianlegg verða fyltar. Eldsløkkjarar verða kannaðir og fyltir. Skjót avgreiðsla. C.C.Johansen Tlf. 1 4913 —1 4922