hósdagur 24. apríl 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 24. apríl 1975
sosialurin
Danir ætla at figgja
sethúsabygging
í Klaksvík
Hava givið tilboð uppá at lata typuhús
og figgja 60% av byggikostnaðinum. Eini 50
fólk í Klaksvík hava áhuga fyri tilboðnum
Umboðsmenn fyri danska ex-
portfirmaið Hovborg-gruppen,
sum umfatar 15 typuhúsverk-
smiðjur í Danmark, hava verið í
Klaksvík nú í nakrar dagar og
kanna áhugan hjá fólki har fyri
at keypa hús frá teimum og sum
firmaið eisini skal fíggja.
Fundur var í vikuni í Klaksvík
við donsku umboðsmenninar,
har 50 fólk segdu seg hava á-
huga fyri tilboðnum frá teimum.
Figgja 60%
Hovborg-gruppen hevur givid
eitt tilboð uppá at figgja 60% av
sethúsabyggingini yvir 25 år við
einari rentu uppá 8 1/2% og
kurs 95. 20 milj. kr. eru tøkar til
endamálið.
Vanliga plaga sparikassar og
bankar at figgja 60% í sambandi
við húsabygging, men í hesum
fori verður tað Hovborg-grupp-
en. Teir rokna við, at Húsaláns-
grunnurin fíggjar 20% sum
vant, og at húsabyggjarin út-
vegar 20%.
Treytin fyri, at henda figging-
in kann fáast í lag er, at Hov-
borg-gruppen letur húsini. Talan
er um dollar-lán, so tað er ein
lítil vandi, um tað skuldi hent,
at dollarin lækkar í virði í mun
til donsku krónuna.
Kommunan skal
veðhalda
Hovborg-gruppen setur eisini
sum treyt, at Klaksvíkar komm-
una veðheldur fyri teimum 20
milj. kr. í 25 ár. Sostatt verður
tað kommunan, sum kemur at
taka um endan, um húsabyggj-
ararnir ikki uppfylla treytirnar.
Eksportfirmaið hevur valt
fýra verksmiðjur av teimum
fimtan til at bjóða fram í
Feroyum. Húsini eru ymisk í
stødd og prisi. T.d. kosta eini
hús, sum eru í steddini 14x8
metrar 156.000 kr., og tá eru tey
lyklaklár. Húsini eru tå utgjørd
við teppum á gólvum, vaski-
maskinu, uppvaskimaskinu, hit-
a 0.Ø.
Húsabyggjarin skal útvega
grundstykki og fundament.
Hovborg-gruppen er mest
hugað fyri, at tað verða før-
oyskir handverkarar, sum seta
húsini upp. Teir ætla, at nakrir
fáir mans skulu koma úr Dan-
mark at stíla fyri. Eisini ætla
teir, at tað skulu vera foroyskir
arbeiðsmenn, sum skulu gera
jørd- og betonarbeiði í sambandi
við byggingina, og at húsini
verða flutt til Føroya við før-
oyskum farmaskipum.
Hver einstakur, sum tekur av
tilboðnum, skal gera ein sátt-
mála við Hovedgruppen. Hver
av teimum fýra verksmiðjunum
hava ásett eitt minstamark fyri
uppsetingum av húsum, og
verður markið ikki rokkið,
hækkar prísurin samsvarandi.
Umboð fyri býráðið
í Danmark
Tiltakið kom í lag í sambandi við
eina ferð, sum býráðsformaðurin
og bókhaldarin hjá býráðnum
gjørdu í Danmark i januar. Teir
komu tá í samband við Hov-
borg-gruppuna gjøgnum eitt
grannskoðarafelag. Gruppan
spurdi seg fyri, um nekur set-
húsabygging var í Klaksvík nú,
og góvu býráðsumboðini tað
svar, at kommunan fyri stuttari
tíð síðan hevur útstykkjað stórt
lendi í býnum til sethúsabygg-
ing, men at eingin fígging kundi
fåast í lag.
Umboðsmenn fyri Hovborg-
gruppen komu so til Klaksvíkar
og hevdu fund við býráðið um
tað, sum teir hevdu at bjóða.
Aftaná hevdu teir samráðingar
við sparikassar og bankar í
Feroyum og fingu at vita frá
sparikassunum, at teir ikki fara
at figgja nakra stórvegis húsa-
bygging tey næstu 2—3 árini.
Húsalán boðaði frá sínum van-
liga figgingarmåta, sum er helv-
tin av sparikassalåninum, og
sum i hesum førinum ikki kundi
fåast, so har gjørdist einki.
Umboðsmenninir fóru so aftur
til Danmarkar og góvu seinni
boð um, at teir kundu figgja eina
rød av sethúsum við tilsamans
20 milj. kr.
Vilja hava lánini
umsitin í Føroyum
Hovborg-gruppen hevur eisini
roynt at fåa sparikassa ella
banka i Føroyum til at umsita
lånini, men hesin spurningur er
ikki greiddur enn.
Afturgjaldingin av lånunum
ætlast at verða skipað so, at
rentur verða goldnar tvær ferðir
um árið, meðan lánini ikki fella
til afturgjaldingar fyrr enn tey
25 árini eru farin.
Troltíðin nú fýra
mánaðir
Í ár og næsta ár verður aftur
loyvt bátum uppá 55 brutto-
tons at veiða við troli á land-
leiðini, og hesi bæði árini
verður givið loyvi at trola í
fýra mánaðir í senn móti
trimum undanfarin ár.
Tingið viðgjerdi í farnu
viku uppskot frá fiskivinnu-
nevndini um troling á land-
leiðini, og hevdu limirnir í
nevndini fleiri uppskot.
Við atkvødugreidsluna við
2. viðgerð samtykti tingið
uppskotið frá samlaðu fiski-
vinnunevndini um at loyva
troling á landleiðini eftir
somu reglum sum í fjør, men
við teimum broytingum, at
veiðutíðin verður longd til
fýra mánaðir, frá 15. mai til
15. september, og at trý av
veidiøkjunum verða økt, so-
leiðis at vestara markið á oki
1 kemur at ganga úr Settorvu
á Viðoy í staðin fyri úr
Norðbergi á Fugloy, at norð-
ara markið á eki 3 kemur at
ganga úr Ørnanypu í staðin
fyri úr Kobbatanga, og at
eystara markið á eki fimm
kemur at ganga úr Snoppuni,
(eystari armur á Saksun) í
staðin fyri úr Múlanum.
Hetta er ein øking upp á fýra
fjórðingar.
Tað var drúgt orðaskifti
áðrenn atkvødugreidsluna um
spurningin fyri ella ímóti
troling. Talsmenn ímóti trol-
ing førdu fram, at málið nú
varð komið heilt skeivt fyri,
og at einasta rætta loysnin er
at flyta markið longur út.
Sagt varð, at tað verður
trolað eftir rundum fiski eis-
ini og ikki bert eftir flatfiski,
sum ætlanin var av fyrstan
tíð, tá trolloyvi varð givið.
Eisini varð fort fram, at eing-
in trolbátur brúkar flatfiska-
trol, og at uppskotið, sum nú
fyrilá, var ein ætlan at skapa
ein nútíðar útróðrarmann.
Talsmenn fyri troling førdu
fram, at veiðast skal eisini
eftir rundum fiski í hóskandi
stedd, men at studningur
bert eigur at verða latin til
flatfisk. Eisini varð nevnt, at
lógin, sum hevur verið gald-
andi seinnu árini, hevur verið
hóskandi, men at reglan um,
at trolbátur, sum fiskar á ikki
loyvdum eki, skal missa
loyvi, er í strangara lagi.
Norðmenn veitt
54.000 tons
Norðmenn veiddu í tíðar-
skeiðinum 1968—74 tilsam-
ans 54.317 tons við Feroyar,
og av teimum eru 3.108 tons
toskur ella 5,7%.
Hetta upplýsti Petur Rein-
ert, landsstýrismaður, í ein-
Síða 3
tingnýtt
um svari til Hilmar Kass úr
sjálvstýrisflokkinum um
norska garnafiskiskapin við
Feroyar.
Petur Reinert upplýsti, at
fyrispurningur er settur til
fiskeridirekteren í Noregi um,
hvussu veiðan hevur verið
higartil í ár, og er svarið tað,
at fyri 1974 varð, sum fiskað
varð í gernum fiskað í
mánunum februar— mars, og
tá luttóku o.u. 24 bátar. Lut-
tøkan higartil í ár hevur verið
munandi minni enn í fjør,
men tel fyriliggja ikki enn.
— Tað kann ikki sigast við
vissu, um veiða norðmanna í
ár er broytt nakað munandi
sammett við árini framman-
undan, segði Petur Reinert.
Hann segði, at telini frá 1968
til 1974 eru soleiðis háttað, at
tað ikki kann sigast, at stór-
vegis broyting hevur verið í
veiðihátti teirra. I fjør veiddu
norðmenn 5.703 tons, og tað
er væl minni enn árini
frammanundan.
Hilmar Kass hevur eisini í
fyrispurningi sínum víst á, at
norðmenn hava brotið tann
sokallaða svikasáttmálan í
sambandi við veiðu teirra á
Norðhavinum. Men lands-
stýrið kann ikki síggja, at
nakað brot er gjørt.
Eftir reglunum má árliga
veiðar hjá luttakarunum og
hvers fiskifloti, sum veiðir
við línu og gernum á Norð-
havinum, í mesta lagi vera
25% meira enn stersta veiðu-
nøgdin í árinum 1968 til 1972,
fráboðað til ICES, og brot á
hesa reglu sæst ikki at vera
gjørt sambært tey hagtøl,
sum nú fyriliggja, sigur
landsstýrið.
Allar lønir skulu
prístalsviðgerast
Landsstýrið hevur lagt fram
uppskot um nýtt prístals-
grundarlag. Eftir hesum upp-
skoti skal Hagdeildin undir
eftirliti av prístalsnevndini
útrokna eitt prístal, sum 1.
juni í ár verður sett til 100.
Nevndin skal hava fimm lim-
ir. Sorinskrivarin skal út-
nevna formannin, og lands-
stýrið skal velja hinar fýra
eftir tilmæli frå arbeidsgev-
ara og løntakarafeløgunum.
Landsstýrið hevur sam-
stundis lagt fram uppskot um
prístalsviðgerð av lenum.
Her miðar landsstýrið ímóti,
at allar lønir skulu prístals-
viðgerast við sama krónutali
fyri hækkingar í prístalinum.
Skotið verður upp, at tíma-
lenin skal hækkast við 60
oyrum fyri hverji trý stig,
sum prístalið hækkar í mun
til 100. Hjá mánaðarlentum
verður skotið upp, at tíma-
lønin hækkar við 105 kr. um
mánaðin fyri hverji trý stig.
7 .