hósdagur 24. apríl 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Býráðsfundirnir nú í
Kommunuskålahøll
Býráðsfundirnir verðæ ikki
hildnir í hølum býráðsins á
Kirkjuvegi longur. Fyrr í ár
samtykti býráði at leiga
gomlu býráðshúsini til ung-
mannafelagið Skansastova.
Seinasta hóskveld var so bý-
ráðsfundur hildin i Komm-
unuskúlahellini. Har er gott
áhoyrarapláss, men hoyri-
vánirnar eru út av lagi ringar.
Eftir hvat Sosialurin hevur
frætt, so ætlar býráðið at
seta upp hátalarar í komm-
unuskúlahellini, so hoyriván-
irnar gerast frægari.
Børge í Hegn- og
vatnsýnisnevndina
Berge Christiansen er eftir
uppskoti frá Jákup Suna
Jacobsen valdur til nevndar-
lim í Hegn- og vatnsýnis-
nevndina. J.P. Rubeksen
hevði sekt til byrådid um at
sleppa úr hesum starvi, og
var hetta játta honum. Hann
tók annars við sum limur í
nevndini eftir at Juul Poulsen
doyði.
Gjøgnumføring av
J. Patursonargøtu
Í samband við gjøgnumfør-
ing av J. Paturssongargetu
hevur býráðið samtykt at
fremja ymsar ognartekur
framvið N. Winthersgøtu.
Samtykt var at ognartaka
o.u. 180 m? burtur av økinum
kring tekniska skúlan, o.u.
80 m? burturav økinum hjá
Siggu Rasmussen og o.u. 75
m? burtur av ognini hjá
kommununi á horninum mill-
um N. Winthersgetu og
Tróndargetu.
Tað eru tekniska deildin og
tekniska nevndin, sum settu
fram uppskotið um ognartøk-
urnar. Endaliga tilráðingin
kom frá figgjarnevndini.
Traðirnar úti í
Havnardali
Mál viðvíkjandi ognum
kommununar í Havnadali,
herundir sakarmál: Havnar
Traðarmannafelag móti Tórs-
havnar kommunu og Feroya
Landsstýri viðv. keypsrætti
Meinhard Arge's til treð
hansara av Flatnahaga.
Hetta mál bleiv beint aftur í
figgjarnevndina. | Sambært
dagsskránna fyri seinasta bý-
ráðsfund er appell-stevningin
fyri hægsta rætt komin.
Landsrætturin staðfesti hin
kommununýtt
11. desember í fjør dómin frá
Feroya rætti, og hevur
kommunan vunnið sakarmál-
ið higartil. Fíggjarnevndin
helt fund um málið 27.
februar i ár, og -samdist
nevndin um ikki at royna
semju millum Havnar Trad-
armannafelag og kommun-
una.
Bilstødin Bil
flytur
Bilfelagið Bil hevur sekt til
býráðið um at fáa eina meira
bindandi tilsøgn um at fáa
ekið í Gundadali til bilstød.
Eisini spyr bilfelagið, nær
ekið verður tøkt til bygging.
Byggi- og býarskipanar-
nevndin metir, at ekið verður
klárt at byggja á um hálvt-
annað til tvey ár, og mælti
býráðnum til at samtykkja at
geva bindandi tilsøgn. By-
ráðið samtykti tilráðingina
frá byggi- og býarskipanar-
nevndini.
Ídnaðargki við
Krossvegin
Málið viðvíkjandi idnadarøki
úti við Krossvegin fór aftur í
byggi- og býarskipanar-
nevndina. Talan er um at lata
ávísum smærri virkjum eki
til smærri ídnað. Tekniska
nevndin og byggi- og býar-
skipanarnevndin hava mælt
til at bíða við málinum til
eftir 15. mai 1975, tá tekniska
deild hevur lagt útbjóðingar-
tilfar til rættis fyri hevuðs-
kloakkina fram við Sandá.
Samstundis verður sagt um-
søkjarunum frá, at teir kunnu
vænta sær stykkini, men at
endalig matrikulering ikki
kann fara fram fyrrenn klo-
akkprojektið er útboðið, og at
bygging ikki kann byrja fyrr-
enn farið er undir at gera
høvudskloakkina.
Børge Persson segði, at
lítið skil var á tilráðingini og
vildi hava málið beint í nevnd
aftur.
Eliesar Arge helt uppskot-
ið vera ivaleysa væl orðað og
dugdi ikki at síggja nakra
grund fyri, at málið fór í
nevnd aftur.
Jákup Suni Jacobsen
segði, at kloakkin sjálvandi
eigur at vera gjørd fyrst,
áðrenn loyvi verður givið til
at byggja úti á idnaðarekin-
um.
— Kloakkviðurskiftini í
Havnini eru sum septiktang-
ar. Sandágerð er einasti
sjóvarmáli nærhendis Havn-
ini, har børn kunnu spæla.
Skulu vit nú fara at oyði-
leggja Sandá?
Heðin Mortensen segði seg
taka undr við tankanum um
at fáa Sandá friðaða. Hann
setti samstundis uppskot
fram um at fáa bilkirkjugarð-
in í Havnadali burturbeind-
an.
sosialurin
Nr. 31 — 24. apríl 1975
Vestmenningar fáa
automattelefon
í september
Samlaða telefonfelagatalið táttar nú í 10.000
Smalaða telefonfelagatalið í Før-
oyum táttar nú í 10.000. Av
hesum hava 8.500 automattele-
fon og 1.500 eru undir magneto-
stoðum. Talið á magnetostødum
var 31. mars 1972 48, men er
sum úrslit av automatiseringini
minkað. 1. januar í ár var talið
23, upplýsir Finnbogi Isaksen,
landsstýrismaður.
Hann sigur, at nýggja auto-
matsteðin í Vestmanna verður
tikin í nýtslu í september í ár.
Sjálv automatsteðin er liðug, og
nýggir telefonkaðalar eru lagdir.
Nýggjur kaðal frá Havnini til
Kollafjarðar, Vestmanna og
Streymnes er lagdur, men er ikki
enn klárur at taka í nýtslu, tí
forsterkarar skulu setast inn á
kaðalin fyri hverjar 4 km. Hetta
arbeiðið byrjar í hesum mánaða
og verður væntandi liðugt í juli.
Stødin í Hvalvík
klár í november
Finnbogi Isaksen sigur, at auto-
matsteðin í Hvalvík, sum um-
fatar bygdirnar við Sundalagið,
verður tikin í nýtslu í november.
Húsið er bygt og klárt til
montasju. Ein partur av felags-
kaðalinum er lagdur.
Stødin á Eiði verður væntandi
tikin í nýtslu í februar næsta ár.
Finnbogi Isaksen sigur, at húsið
til nýggju steðina er í gerð og
verður liðugt í næsta mánaða.
Henda automatsteðin kemur
eisini at umfata Gjógv, Funn-
ing, Haldórsvík og Tjørnuvik.
Stødin, sum skal umfata alla
Vågoynna, verdur væntandi lid-
ug i mai månada næsta år. Ein
tydandi partur av nyggjum fel-
agskadalum er lagdur i øllum
bygdunum, sigur Finnbogi Isak-
sen, sum leggur aftrat, at ar-
beidid vid at fåa i lag nytt radio-
samband til Vågarnar er byrjad.
Lítið gjørt i Sandoy
Finnbogi Isaksen sigur, at lítið
arbeiði er gjørt í sambandi við
automatiseringina í Sandoy,
men alt tilfarið er í ordra og
verður yvirhevur liðugt leverað í
seinnu helvt av 1975. Har verður
ein automatsteð fyri alla oynna
heima á Sandi. Arbeiðið verður
væntandi liðugt og steðin tikin í
nýtslu í november 1976.
Skúlastjórnin
Tey lesarabrev, sum staðið hava
í Dimmalætting í samband við
val av nýggjari skúlastjórn
førdu tankarnar inná hesi orðini
hjá Herman Wildenvey:
Og fluksens var feirren
Horgen ren
og frem han tren
og hans gine skjen
som på en
der er født til at kaste
den første sten.
Hesi lesarabrøv mega falla
kristnum trúgvandi fólki fyri
brósti, at menn, sum ongan feil
hava gjørt uttan at vera valdir
inní skúlastjórnina, verða navn-
givnir og stemplaðir sum heid-
ningar, ið vilja avkristna landið,
og hetta hóast eingin av nýggju
skúlastjórnarlimunum enn er
komin við nøkrum uppskoti fyri
ella ímóti kristnulæru í fólka-
skúlanum. Eisini tykir mær hesa
skriving, at seta ein skila- og
hampamann sum Føroya biskup
i eina óhepna stødu, ti neyvan
vildi hann við magtboðum frå
verðsligum myndugleika tving-
að føroyingar til kristindóm,
heldur trúgvi eg, at missións-
boðið er leiðustjórna hansara, og
eg eri ivaleysur í, at hann altíð
verður fúsur at geva skúla-
stjórnini ráð kristnulæruna við-
víkjandi, sjálvt um hann ikki er
valdur ella fastur limur har. Eitt
skal tó undirstrikast, at Feroya
biskupur, eins og fleiri aðrir
góðir foroyingar, eg kenni, vildi
og kundi gjørt eitt dygdargott
arbeiði sum limur í skúlastjórn-
ini. Men rættvísi í, at tann eini
sessurin til æviga tíð skal standa
til yvirhevd kirkjurnar, er iva-
samt, søgan vísir í hvussu er, at
tað ikki altíð vóru bispar og
pávar, ið hepnastir vóru fyri
sannan kristindóm, leið bert
tankarnar aftur til trúbótina.
Í ásannan av, at ivi er trúðar-
innar fylgisveinur, tykir mær, at
einki skjótari kann forkoma
kristindóminum her á landi enn
slík login lesarabrøv, ti hóast eg
á ongan hátt vil seta meg til
dómara yvir nakran, so slepst
illa undan tí tankanum, at her
royna menn at føra verðsligan
politikk og draga vekslar av
himmalskari kontu, og sníkir
fyrst ivin seg inn, soleiðis at tað,
ið tóktist grona træðið, veruliga
rótrotið, ber eitrandi fruktir, og
Drottin, ið skapti alt og valdar
ollum, bert skuldi nýtast sum
amboð til tess at tryggja verðs-
ligt vald, tá er stutt til fráfalli.
Og hvussu eru hesi lesara-
brøv?? Fylgja tey andanum í 8.
boð við Lutthersku frágreiðing-
ini?? Og fylgja tey Jesu læru, tá
hann bað Pætur stinga sverið
aftur í slíran?? Persónliga vil eg
trúgva, at hesi lesarabrøv, so
klossutt tey enn eru uppsett, eru
sprottin av sonnum kristnum
sinni og eyðmjúkum kristnum
sinnalag, og at einki býr undir
av fals og verðsligum stemmu-
fiskari, og tað at ósekir menn
verða úthongdir, einans er fyri
at fremja Guds ríkis sak her á
jør3. Hensigten helliger midlet.
Tað er tó ein vissur vandi fyri, at
heimurin ikki fatar tykkara ær-
liga sinnalag.
Mær tókti tað skemtiligt og
einans sum smábarnalótir, tá eg
nú ein dagin hoyrdi óvita
syngja:
Eg eigi hirða, ongan eigur tú.
Mær tykir tað óhugnaligt,
sera ódámligt og ógudiligt, nú
Dimmalætting bólgnar upp av
lesarabrøvum við hesum sama
undirtóna.
Fyri ikki at avkristna hesar
oyggjar, er min bøn til kristin
menniskju her á landi, veri varin
við dóminum yvir tykkara med-
menniskju, og munnu vit ikki øll
hava fyri neyðini, eg og eisini
Gerhard Martin og Hjørmund at
siga sum tollarin: Gud veri mær
arma syndara nådigur.
Petur Eli Mikkelsen