hósdagur 24. apríl 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 24. april 1975
sosialurin
VERR
Síða 7
1. byggistig av E
Fullføringin av Eystur-
um var liðugt í august í fjør
skúlanum í Havn
útboðin um stutta tíð
Býráðið samtykt at taka við tilboði frá byggi-
felagnum Gunnar Waagstein viðvíkjandi av-
grevstur og spreingjan í samband við framhald-
andi byggjan av Eysturskúlanum. Hetta
arbeiðið fer í gongd so skjótt sum ognarviður-
,
skiftini eru i
Byrådid i Havn samtykti å fundi
seinasta hósdag at taka við
einum tilboði frá byggifelagnum
Gunnar Waagstein til avgrevst-
ur og spreingjan í samband við
framhaldandi byggjan av Eyst-
urskúlanum.
Tvey tilboð komu inn. Byggi-
felagið Gunnar Waagstein bjóð-
aði 1.237.076 kr. og byggifelagið
E. Pihl & Søn 1.541.280 kr. Tað
er landsbyggifelagid, sum hevur
staðið fyri útbjóðingini. Ein
treyt fyri at arbeiðið kann setast
í gongd eru ognarviðurskiftini.
Á fundi í mentunarmála-
nevndini 4. apríl í ár var sam-
tykt at mæla býráðnum til at
taka við tilboðnum frå Byggi-
felagnum Gunnar Waagstein og
annars at fara undir arbeiðið tá
ognarviðurskiftini eru í lagi.
Tekniska nevndin hevur síð-
ani vidgjørt málið á fundi 14.
apríl, og mælti ein meiriluti í
nevndini til somuleiðis at taka
við tilboðnum frá byggifelag-
num G. Waagstein og annars
fara undir arbeiði tá ognarvið-
urskiftini eru greið.
Málið hevur eisini verið til
viðgerðar i figgjarnevndini, har
ein meiriluti, Finnur Johansen,
Petur Christiansen og Eliesar
lagi
Arge mæltu byrådnum til at
samtykkja uppskotid frå ment-
unarmålanevndini. Samstundis
mælti figgjarnevndin býráðnum
til at samtykkja at ognartaka
tey oki, ið eru neyðug til gjøgn-
umføring av einum vegi, sum
skal sambinda Stoffalág og veg-
in yviri við Strond.
Metingarmenn kanna
ognarviðurskiftini
Sofus Sivertsen, formaður í
byggi- og byarskipanarnevndini
spurdi um ognarviðurskiftini
vóru í lagi, og býráðið hevdi tosa
við ánararnar.
Petur Christiansen, býráðs-
formaður greiddi frá, at meting-
armenn hava verið á staðnum og
tosa við ánararnar um henda
spurning. Hann upplýsti, at
onki lá fast um prísin.
Ólavur Michelsen formaður í
Mentunarmálanevndini, greiddi
frá ti vaksandi tørvi á hesi skúl-
abygging. Hann segði áðrenn
atkvødugreidsluna, at hann vón-
aði, at tað bleiv eitt sameint
býráð, sum tók avgerð í hesum
máli.
Berge Persson nýtti hevi til at
takka Olavi Michelsen fyri tað
dygdargóða arbeiði, sum hesin
hevði gjørt í samband við de-
tailprojekteringina av Eystur-
skúlanum.
Detailprojekteringin
liðug
Detailprojekteringin til fram-
haldandi byggjan av Eystur-
skúlanum er liðug. Um stutta tíð
verður farið undir at bjóða tey
bæði byggistigini, sum eftir eru
av Eysturskúlanum, út í al-
menna licitation. Tað var í mai
mánaði í fjør at býráðið sam-
tykti at geva mentunarmála-
nevndini heimild í samráð við
byarverkfrødingin og arkitektin
at lata J.P. Gregoriussen ark-
itekt, landsbyggifelagid og Sof-
us Jacobsen detailprojektera og
bjóða ut liðugtgerðan av Eystur-
skúlanum.
Í august mánaði í fjør var
fyrsta byggistigið av Eystur-
skúlanum tikið í nýtslu. Hesin
parturin er utgjørdur við 10
skúlastovum og einari serstovu
og røkkur 1100 m? í vídd. Høv-
udsarbeidid var gjørt av byggi-
felagnum Kanjon, og kostaði læ
byggistigið 2,5 milj. kr.
Fimmdagavikan
— eitt stórt framstig
Eftir Alexander Birman professara, dr. oecon.
(APN)
Fimmdaga arbeiðsvikan hevur
nú verið í gildi í Sovjetsam-
veldinum í fleiri ár. Verða teir
0.u. 100 fríu leygardagarnir og
sunnudagarnir lagdir aftur at
summarfritidini og eðrum fri-
døgum, so verður úrslitið, at
umleið ein triðingur av árinum er
fritid.
So ber til at spyrja, um tað
ikki var eitt stig aftur eftir hæli,
tá arbeiðsdagurin samstundis
varð longdur frá 7 til 8 tímar.
Men hetta halda tey flestu ikki.
Styttri vika
stórri urtøka
Í ídnaðinum er arbeiðsvikan nú
40,7 tímar í miðal. Men verða
teir 8 almennu høgtidirnar 01.
mei og aðrir) roknaðar við, so
kemur hetta tal niður á 40 tímar
í miðal.
Royndir hava vist, at tann,
sum bara er 5 dagar um vikuna á
arbeiðsplássinum, arbeiðir meir-
a, enn hann annars hevði gjørt í
fimm dagar. Sambært blaðið
»Ekonomitjeskaja gaseta«, vist-
u royndir å elektronikkvirkinum
VEF i Lettlandi, at urtøkan hjå
arbeiðsfólkinum fór upp, tá
fimmdagavikan kom.
Men hvat verður tann
økta frítíðin brúkt til?
Tað sær út sum, at tann ekta
frítíðin hevur ávirkað tað van-
liga fritidarbrukid til tað betra.
Fyri at taka kvinnuna fyrst:
Hon má enn stríðast við nógv
tað mesta av tí húsliga arbeiðin-
um — hóast hon eisini arbeiðir
úti. Samfelagsfrødiligar kann-
ingar hava synt, at fleiri og fleiri
kvinnur taka lut i utferdum,
sjónleikavitjanum o.t. Telini
vísa eisini, at maðurin nú er
kvikari at rætta eina hond í tí
húsliga, hóast tað gongur spak-
uliga við útjavning á hesum
týdningarmikla eki. Men at tað
kortini gongur tann rætta vegin,
er óivað fimmdagavikuni at
takka fyri. Onnur, sum hava
stórt gagn av fimmdagavikuni,
eru tey lesandi, sum hava arbeiði
við síðuna av. Í undirvísingar-
árinum 1973/74 vóru 4,9 miljón-
ir sovjetbúgvar, sum fingust við
framhaldslærdóm á real- og
studentaskúlastigi gjøgnum
bræv- og kvøldskular. Å tekni-
kumstigi vóru 1,7 milj., og við
hægri læristovnar 2,2 miljónir.
Fimmdagavikan góð
fyri familjulívið
Eisini tey gomlu, sum fáa eftir-
løn, hava gott av fimmdagavik-
uni. Tad er ju ikki beint, at
pensjonistar altíð hava fri.
Nógvir pensjonistar velja at
halda fram í arbeiðnum eftir
eftirlonaraldur, og hetta hava
teir rætt til uttan at missa eitt
oyra burtur av eftirlønini. Men
tey flestu velja at halda frí frá
arbeiðinum, og tó verða tey ikki
arbeiðsleys. Orsekin er, at
familjumynstrið mangastaðni í
Sovjetsamveldinum framvegis
letur ommuni og abbanum upp í
hendi at ansa eftir triðja ættar-
liðnum. Tað er eisini eitt gott
framstig, at annað ættarliðið —
tey arbeiðandi — nú hava fingið
betri stundir til at vera saman
við børnunum.
Vansar við fimm-
dagavikuni
Ein týðandi vansi við fimm-
dagavikuni er tað, at á virkjum
við óslitnari gongd (jarnverk,
kemisk virki, flutningur o.a.)
falla teir báðir frídagarnir á
skiftandi vikudagar. Av hesum
fáa maður og kona sjáldan frí
somu dagar. Eisini má nevnast,
at 6-daga vikan framvegis er í
gildi á nógvum skúlum og læri-
stovnum, og hetta fegnast tey,
sum har starvast, ikki um. Tað
eru eisini nógvir handlar, sum
hava opið bæði leygardag og
sunnudag.
Tað eru eisini fólk, sum ikki
vita, hvat tey skulu brúka alla
fritidina til. Her liggur ein
týðandi uppgáva hjá fakfelogun-
um og teimum mentunarligu
feløgunum.
Men alt samantikið ber til at
siga, at fimmdagavikan hevur
roynst sera væl.
Tummas Pauli Vester.
gaard lækni Suduroy!
B
R
Ø
Y
Vit eru ikki fegin um, at tygum
máttu fara sum yvirlækni á
Tveroyrar Sjúkrahúsi.
Í sambandi við tað, sum eg las
í Sosialinum í gjárskveldið, so
ljóðar tað ikki væl um tygum.
Men eg haldi, at tygum eru besti
lækni, sum nakrantíð hevur
verið á Tveroyri, og at eingin
kemur aftur í tygara stað.
Men so er tað tjóðveldis-
menninir, sum eru rottaðir sam-
an, og sum vilja hava tygum
burtur sum lækna á Tveroyri.
Eg kann ikki samtykkja við
Hans H. Strom í tí, at tygum
hava lagt hond á nakran mann.
Og hví so ikki hava ein lækna,
sum tygum, og sum gongur fult
og heilt inn fyri ti, tygum gera?
Petur Jakku Poulsen, Lopra