hósdagur 24. apríl 1975síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Nært samarbeiði millum
vinnuskúlarnar
sparir miljónir
Samarbeiðsavtala gjørd millum Tekniska
skúlan í Havn, Maskinskúlan og Handilsskúlan
Umboðsmenn fyri Tekniska
skúlan í Havn, Feroya Maskin-
skúla og Feroya Handilsskúla
undirskrivaðu mánadagin eina
samarbeiðsavtalu fyri allar
triggjar vinnuskúlarnar, har
partarnir siga seg vera samdar
um at skipa fyri, at tann mest
neyðuga skúlabyggingin, um-
framt skúlaheimið, stendur klár
til brúks í seinasta lagi 1. august
næsta ár. Í avtaluni siga part
arnir seg eisini vera samdar um
at samarbeiða mest meguligt á
ollum økjum, tað veri seg fyri-
sitingarliga, við lærarum, undir-
vísingarliga, millum næmingar-
nar og bústaðarliga.
Heðin Samuelsen, stjóri fyri
Handilsskúlan, sgur, at tað við
hesum tiltaki kunnu sparast
miljónir.
Sambært avtaluna skal tekn-
mmm
Lysid i sosialinum
Best sum longst
iski skúlin geva hinum báðum
skúlunum skrivliga váttan um
rætt til at leiga og byggja á
økinum úti i Marknagili, har
skúlaheimið nú verður bygt.
Hetta ekið er uppá 45.000 kvad-
ratmetrar.
Felags trupul-
leikar
Atli Jensen, sum skrivaði undir
fyri Foroya Maskinskúla, sigur,
at allir triggir skúlarnir hava
havt nógvar felags trupulleikar,
bæði hølisliga og undirvisingar
liga. Hann sigur, at skúlarnir
eiga at fáa síni byggimál loyst
undir einum, og at teir eru
samdir um, at fyritreytin fyri, at
ein slík sambygging skal kunna
rigga í verki, er, at skúlarnir
verða savnaðir saman undir ein-
Her man ikki tekstur vera fyri neyðini, tí
myndin talar fyri seg. Undir veingjunum er
best sum longst, tykist ungin at halda.
ari felags leiðslu. Hetta tiltak
skal skipast parallelt við, at
farið verður undir at byggja, og
skal gerast á ein slíkan hátt, at
hinum vinnuskúlunum stendur í
boði at vera við javnbjóðis, um
hugur er fyri ti.
Sambært avtaluna skal hver
skúli beinanvegin velja tvey
umboð í eina samskipanarnevnd
sum fær til uppgávu at taka upp
samráðingar við hinar vinnu-
skúlarnar og saman við teirra
umboðum gera fullfiggjað upp-
skot um vidtøkur og reglur, sum
er neyðugt fyri at skapa megu-
leikar fyri at kunna reka skúlar-
nar undir einum við felags
leiðslu frá 1. apríl 1977 at rokna.
Liðugt 1. august
Skúlaheimið í Marknagili skal
verða liðugt innan 1. august.
Leif Mohr, sum er nevndarfor-
maður fyri Tekniska skúlan í
Havn, sigur, at heimið skal
kunna hýsa 96 næmingum. Í
hesum sambandi skal Tórshavn-
ar kommuna keypa gomlu næm-
ingahúsini í Kongagøtu.
Palle Jacobsen, krambakall-
ur:
Útvarpið er sera vánaligt.
Tað verður alt ov lítið gjørt
burturúr foroyskum tíðindum
og illa man standa til, tá fólk
halda barnatíman vera fræg-
astu sendingina.
fø í
I
DANA
V
YD VI
Á
1
Jåkup Pauli i Skemmuni,
blaðmaður:
Utvarpið er ov fábroytt. Tó
haldi eg, at tað skerst ikki
burtur, at har hava fleiri
dygdargóðar sendingar verið
av ymiskum slagi. Eg haldi
tó, at har er ov lítið orða-
skifti. Tað tykist ov fjartøkid
og innibyrgt.
lá
Hvat heldur tú um útvarpið?
Beate L. Jensen, blaðkvinna:
Teir hava ikki góðar um-
staður at arbeiða undir, og
um ein tekur hetta í betrakt-
ning, so er útvarpið bara
gott.