Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 7 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Síða 2 SOStalurin telf. I 1820/ box 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya“Javnaðarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johanneserf, telf. 13242 Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt Á góðari leið Í SEINASTU VIKU legði landsstýrið fram uppskot til loysn av teirri kreppu, sum høvuds- vinnan og tá serstakliga feskfiskaveiðan er komin í. Uppskotið fekk 1. viðgerð í vikuni, sum fór, og varð beint í figgjarnevndina. UPPSKOTIÐ UMFATAR hækking av minst- ulønini til mynstraðar fiskimenn, hækking av saltfiskastudninginum og flakastudninginum, prisstudning til idnaðarfisk, studning til olju- keyp, studning til flutning av feskfiski frá avreiðingarhavn til fiskavirkid, minstuløn til útróðrarmenn við dekksførum og stovnseting av ráfiskagrunni, ið skal tryggja fiskimonnum og forum rimiligan avreidingarpris fyri longri tidarskeid, og sum skal tryggja fiskavirkjunum rimiligt dekkningsbidrag. NYSKIPANIN VID hesum uppskoti er, at medan allur almennur studul ådur er latin manningunum sum prisviðbót og eigarunum sum eigarastudningur, verður studulin nú eis- ini lagdur í seluliðið. Hetta verður gjørt á tann hátt, at ein nevnd verður sett fyri ráfiska- grunnin, sum skal áseta ein fastan og rimiligan avreidingarpris fyri fýra mánaðar í senn, og síðani, um so verður, at marknaðarprísurin ikki verður so hegur, at fiskavirkini kunnu fáa fullan avrokningarpris, skal ráfiskagrunnurin lata fiskasgluni tað sum írestar. HETTA VIL SUM nevnd tryggja fiskimonn- um og førum stabilan og rimiligan avreiðingar- pris. Somuleidis vil henda skipan tryggja fiske- virkjunum rimiligt dekkningsbidrag. Og eisini fær tað almenna hervið innlit í fiskasølumålini, tá tað nú verður fiskasølan, sum skal biðja um studningin í teimum førum útflutningsprísurin ikki gevur nóg mikið at gjalda fiskavirkjunum við. Sambandsflokkurin hevur longu undir 1. viðgerð sagt seg vera ímóti uppskotinum og hevur m.a. víst á, at verður útflutningsprísurin eina ferð so høgur aftur, at peningur verður til avlops í seluliðinum, so skal hesin peningur gjaldast inn í ráfiskagrunnin og har stýrast av ti almenna. HETTA ER PURA rætt og ikki minni enn rimiligt. Tann, sum stuðlar í ringum tidum, skal sjálvandi hava avlopið í góðum tíðum, so- leiðis at peningur kann leggjast til sidis at stuðla við, tá vit aftur fáa ringar tidir. Sam- bandsflokkurin sigur seg óttast almenna stýr- ing. Men hvat er hetta fyri tos: Fyrst at bjóða seg fram at stýra landinum og so vera ímóti at tað almenna stýrir so týðandi tátti sum hesum? TAÐ, AT FØROYA Fiskasela og sambands- flokkurin eru ímóti sigur okkum so mikið sum tað, at uppskot landsstýrisins um ráfiskagrunn er á rættuliga góðari leið, meðan vit hevdu verið ivasamir um dygdina í hesum uppskoti um so var, at fiskasølan og sambandsflokkurin tóku undir við ti. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: K.O. Viderø í Hovi og Martin R. Jacobsen i Sand- vik kl. 12, altargangur, og i Øravik kl. 18. Missiónshúsið við Landavegin Fundur verður í kveld kl. 20. Filadelfia Í dag frítíðararbeiði, gentur kl. 16 og dreingir kl. 18. Systurmissión kl. 20. Tele- fonandakt alt samdegrið á tlf. 1 4880. Evangeliihúsið Evangeliskur fundur í kveld kl. 20, har Kristian Hegge- lund talar. I telefonandakt- ini, tlf. 1 2266, talar Kristian Heggelund. Sjómanskvinnu- ringurin i Havn hevur fund á Sjó- mansheiminum í kveld kl. 20. Burturluting verður. Vágs Matmødra- felag hevur almennan fund leygar- kveldið kl. 7.30, har Hanna Lisberg greiðir frá sosiallóg- gávuni. va Í V 4-drátti útvarpsins leyg- arkveldið vórðu hesi tel drig- in: 4, 11, 21, 28, 37, 50, 57, 63, 64, 68, 72, 89, 93, 95 og 98. Vinningurin var 6.410 kr. og tveir vinnarar, sum báðir vóru úr Fuglafirði. Eykavinningurin uppá 1.000 kr. fór til Havnar. Nr. 32 — 30. apríl 1975 Hevur sambandsflokk- urin ikki havt stundir? Undir 1. viðgerð av uppskoti landsstýrisins til heildarloysn fyri fiskivinnuna gramdi fram- søgumadur sambandsfloksins seg um, at uppskotið er komið so seint fram, at teir ikki fáa stund- ir at seta annað ella onnur upp- skot fram í staðin fyri. Hetta fekk okkum at hugsa um eina sending í danska út- varpinum, tá ein sosialdemo- kratisk minnilutastjórn fyri nøkrum árum síðani gjørdi av, at krónuvirðið skuldi nidurskriv- ast. Meðan stjórnin sat og við- gjørdi spurningin um teir skuldu niðurskriva ella ikki, sendi út- varpið boð eftir umboðum fyri teir politisku flokkarnar. Allir fingu spurningin annaðhvert tað var rætt at niðurskriva krónu- virðið ella ikki. Ongin segði seg vita, hvat var rætt. Men tá so umboðsmaðurin fyri sosialdem- okratiska flokkin sum tann sein- asti fekk sama spurningin og boðaði frá, at stjórnin júst hevði gjørt av at niðurskriva, fekk pipan annað ljóð, og ongin var longur í iva um, hvat var rætt. Nú var tað blóðskeivt at niður- skriva krónuvirðið. Júst soleiðis tykir okkum at sambandsflokkurin hevur ætlað at vidgjørt uppskotið til heildar- loysn fyri fiskivinnuna. Flokkurin vil fyrst vita, hvat landsstyrid kemur vid, og tad, sum landsstýrið kemur vid, er altið skeivt uttan mun til, hvat innihaldið er. Sambandsflokkurin hevur sanniliga havt góðar stundir. Hann fekk at vita í januar, at landsstýrið fór at arbeiða við einum uppskoti til heildarloysn, og hevur sambandsflokkurin sostatt havt somu tíð sum lands- stýrið til at gera sítt egna upp- skot. Men tað er kanska nakað nógv at vænta av sambandsflokkin- um, at hann skal koma við egn- um uppskoti til eina heildar- loysn. Til arbeiðsplássini í Havn sekja vit timburmenn, jarnbindara, maskinkoyrara til Cater- pillar, Broyt og Roc 300 borivogn v.m. Byggifelagið G. Waagstein Tinghúsvegur 13 TIf. 1 1290 K.F.U.M. Til frama fyri arbeiðið hjá KFUM Í Tórshavn EIN BILUR — Morris Mini 850 Nr: Lutaseðil 10 kr. Hesin lutaseðil verður seldur kring alt landið í dogunum 22/4 —2/5-1975. Vit heita á vinir okkara og øll, ið senda ungfólk teirra til Havnar at nema kunnleika, um at styðja arbeiði okkara fyri tey ungu. Vit líða undir plásstroti, og er ætlanin við teimum pengunum, ið inn koma fyri lutaseðilin og við basarin í KFUM 2. og 3. mai 1975 at útbyggja KFUM, so vit betur fáa arbeitt. Vit taka ímóti lutum til basarin við tøkk. Takk fyri góða undirtøku. KFUM Tórshavn