Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 7 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 30. apríl 1975 Kyrruvík í Lopra til viðgerðar á tingi: Nógv virkir í Lopra hava tapt — hetta eigur eisini at tapa sosialurin — segði Kjartan Mohr, sum helt, at einki grundarlag er fyri at veðhalda fyri láni til P/F Kyrruvík Tingið hevur beint uppskotið frá landsstýrinum um veðhald fyri láni til pf. Kyrruvík í Lopra til viðgerðar í figgjarnevndini. Felagið hevur heitt á lands- stýrið um at ganga í veð fyri láni uppá 1 milj. kr. Lánipeningurin skal nýtast við 600.000 kr. til rakstrarpening, so virkið kann koma í gongd aftur, og 400.000 kr. at skila og isolera goymslu- rúm frá framleiðsluhell fyri. Landsstýrið sigur í viðmerk- ingunum til uppskotið, at felagið í umsókn tess hevur víst til, at orsøkin til trongstøduna er, at virkið byrjaði í ringastu tíð, tá olju- og mjølprisur fóru at falla, og at tað kom at selja av goymslunum við munandi halli. Frammanundan veðheldur landskassin fyri 70% av 3,4 milj. kr. til pf. Kyrruvik. Einki grundarlag Undir ordaskiftinum vid 1. vid- gerð segði Kjartan Mohr úr framburðsflokkinum, at hann aldri fór at styðja landsstýris- uppskotið um veðhald, tí einki grundarlag var fyri ti. Hann segði, at felagið er insolvent, og at figgjarnevndin má taka tað til eftirtektar. Kjartan Mohr minti á, at landskassin veðheldur í virkin- um frammanundan, og hann segði, at mannagongdin í slíkum forum skjótt má broytast, tí tey privatu virkini skulu domast av Búskaparráðnum, meðan tað, sum skal gerast í sambandi við hetta virki skal smoyggjast i- gjøgnum. Kjartan Mohr segði, at virkið var stovnsett á ein diplomatisk- an hátt, sum Atli Dam, log- maður, skipaði fyri. Hann segði, at nógv virkir í Lopra hava tapt, og hann mætti til, at hetta virkið eisini fer at fáa somu lagnu. Kjartan Mohr vísti á, at meg- inparturin av teirri låntøku, sum her er ætlanin at taka, eftir upp- skotinum skal brúkast til rakst- ur. Hann segði, at so eigur virk- ið í Fuglafirði eisini at fáa hesar samdir eins og hann helt, at virkið har er fort fyri at taka ímóti ollum einsamalt. Javnaðarmenn skulu ikki vera við Kjartan Mohr segði seg kortini vera góðan við Suðuroynna, og hann mælti til at gera nakað í oynni, men har javnaðarmenn ikki eru við. Vit mugu sleppa av við hetta virussið, segði Kjartan Mohr. Hann mælti at enda til, at virkið skal fáa pengar til at rokja tað fyri, og at tað so eigur at bíða, til idnadarveidan er stabil- iserað. 800.000 kr. í halli Pauli Ellefsen úr sambands- flokkinum segði, at fíggjar- nevndin eigur at kanna framtid- arvánirnar hjá virkinum og út frá teimum dema, um tað skal halda fram. Hann vísti á, at ser- froðingar á sinni mæltu frá at stovnseta virkið í Lopra, men at tingið tók endaligu avgerðina um hetta eftir tilmæli frá figgj- arnevndini. Pauli Ellefsen upplýsti, at virkið í fjør hevði eitt hall uppá 800.000 kr., men at hallid einsa- malt ikki kann verða avgerandi fyri, um tað skal halda uppat. Hann segði, at partapeningurin uppá 450.000 kr. tí var burtur, og legði aftrat, at um kanningar- nar visa, at virkið ongan møgu- leika hevur, so er spurningurin, um tað almenna skal leggja meiri pening í tiltakið Kom við ídnaðar- fiskiskapinum Hilmar Bech úr javnadarflokk- inum segði, at virkið varð stovn- sett tá rættilig ferð kom á ídnað- arfiskiskapin. Hann segði, at skipaeigarar í Suðuroynni høvdu ynski um at fáa eitt virki í oynni til at taka ímóti, og at hetta fór at spara munandi siglingartíð. Hilmar Bech segði, at virkið ongan pening hevði til at standa ímóti vid, tá prísurin á idnadar- fiski fór at falla, og at hetta var orsøkin. Hann mælti til, at ting- limir gera sítt til, at virkið skal fáa ein framtidarmøguleika og segði, at hann fór at taka stoðu til spurningin undir viðgerðini í figgjarnevndini. Ove Mikkelsen úr tjóðveldis- flokkinum segði, at hann hevði styðjað tankan við virkinum frá tí, talan varð um at stovna tað, og at hann framvegis gjørdi tað. Jógvan Sundstein úr fólka- flokkinum helt, at spurningurin, sum figgjarnevndin skal kanna i hesum sambandi er, um idnadar- vinnan hevur nakran møguleika, og um virkið verður ført fyri at standa seg í kappingini. Asbjørn Joensen úr sjålvstyr- isflokkinum segði, at flokkurin fer at viðgera málið vid vælvild. Hann visti to å, at skal tad ved- haldast fyri rakstrarpeningi i hesum førinum, so mugu onnur virkir fáa somu sømdir. Ovurfallandi prísur Atli Dam, løgmadur, segði, at virkið var komið í trupulleikar orsakað av teimum ovurfallandi prísunum. Hann segði, at tá prísurin var uppiá 2,30 fyri kg, varð væntad, at hann fór at hækka meira, til 2,50 kr. fyri kg, men at úrslitið var, at prísurin lækkaði niður í 1,50 kr. fyri kg. Løgmadur segði, at heili 1.000 tons fóru fyri henda prísin, og at hetta var orsøkin til tað stóra hallið. Løgmadur segði. at gjølligar kanningar vórðu gjørdar, áðrenn virkið fór í gongd, og at tað tá varð mett, at kapasiteturin var ov lítil, men at virkið seinni kundi fara at taka ímóti umleið 450 tonsum um samdogrið. Hann helt, at hetta tiltakið var væl undirbygt og kanska betur enn onnur, har bæði tað almenna og einstaklingar hava tapt. Lýsing Tað verður her gjørt kunnugt, at tann av býráðnum samtykta figgjarætlan yvir inntøkur og útreiðslur hjá Tórshavnar Havn fyri figgjarárið 1975/76 er til skjals á býráðsskrivstovuni í gamla kommunuskúla frá 28. april til 16. mai 1975. Tórshavnar býráð 23. apríl 1975 Frítíðaravloysari Lastvognsfrari søkist í umleið ein mánað. Restorffs Bryggjarí Telefon I 7428 — 1 4730 Einstøk føroysk skip royna eisini Uppskotið frá sambands- flokkinum um at áleggja landsstýrinum at leiga tvey ella fleiri línuskip til praktisk- ar fiskiroyndir á landgrunna- kantinum, sum strekkir seg úr einum landnyrðingi suður við vesturstrond Bretlands og suður ímóti Biscaya-vík- ini, er beint í fiskivinnu- nevndina til viðgerðar. Jákup Mortensen úr sam- bandsflokkinum segði við 1. viðgerð, at tað fyri tað mesta eru norðmenn og sviar, sum royna á hesari leiðini, men at nekur einstek foroysk skip eisini hava roynt har, og at meginparturin av veiðuni, tey hava fingið, hava verið longa og kalvi. Hann mælti til at samtykkja uppskotið og segði, at tað er av stórum týdningi, at vit meguliga skulu til samráðingar við bretar um veiðirættindi. Hilmar Kass úr sjálvstýris- flokkinum segði, at flokkurin er ikki ímóti at gera drúgvar og nógvar fiskiroyndir, men helt, at tað hevði verið betur, um fleiri royndir vórðu gjerd- ar uttan fyri Feroyar, sum t.d. á Bill Baley-banka, ti hann helt, at vit kenna ov lítið til teir grunnarnar. Eisini Heðin Klein úr tjóð- veldisflokkinum mælti til, at fleiri royndir verða gjerdar á grunnunum uttan fyri Føroy ar. Hann upplýsti, at tað á inniverandi figgjarlóg eru av- settar 1 milj. kr. til fiski royndir. Hetta er ein hækk- ing uppá 500.000 kr., sum er upphæddin seinast. Umboðsmenn fyri gonguna í fiskivinnunevndini søgdu i viðmerkingum sin- um, at 1 milj. kr. eru settar av til slík endamál á figgj- arlógini, og at landsstýrið saman við fiskirannsóknar- stovuni eigur at skipa fyri, hvussu fiskiroyndir skulu fara fram, og settu teir ti einki uppskot fram. Við atkvødugreidsluna við 2. viðgerð fekk málið bert 7 atkveður og fall. sam- 50 milj. í láni til landskassan Tingið samtykti í farnu viku uppskot frá landsstýrinum um at taka upp lán uppá 50 milj. kr. til landskassan. Hetta verður gjørt í sam- bandi við, at trekningsrætt- urin úr danska tjóðarbankan- um er vaksin úr 20 upp í 50 milj. kr. Fíggjarnevndin hevði mál- ið til viðgerðar og upplýsti við 2. viðgerð, at landskass- ans lánihædd í dag er slakar 145 milj. kr., sum gevur eina rentubyrðu uppá umleið 11,5 milj. kr. við prosentrentu uppá 8 í meðal. Nevndin mælti til at samtykkja lands- Síða 3 tingnýtt Jákup Mortensen stýrisuppskotið, men við teirri viðmerking, at tørvur er á, at neyðugt varsemi verður vist í låntøkum framyvir. Kjartan Mohr úr fram- burðsflokkinum segði áðrenn atkvødugreidsluna vid 2. við- gerð, at spariknivurin hjá figgjarnevndarformanninum, Hákun Djurhuus, varð vorð- in heldur óhvassur. Hann segði, at ólag var komið í systemið, síðani hetta lands- stýrið hevði tikið við, og boðaði frá, at hann fór ikki at atkveða fyri uppskotinum. Sum stødan er nú torir eingin at gera nakað, segði Kjartan Mohr, og eg kann ikki mæla nøkrum til at gera nakað uppbyggjandi fyri samfelagið heldur. Tað er ein sorgarleikur, sum fer yvir landið nú, segði Kjartan Mohr. Hilmar Kass úr sjålvstyr- isflokkinum ma st tað í lógina verður sett, at tað skal vera í sambandi vid figgjar- nevndina, um nýtsla skal gerast av láninum Hákun Djurhuus úr fólka- flokkinum visti á, at tað fyrr er gjørd ein samtykt í hesum sambandi, og at talan nú er um hækking av tølunum Hann segði, at tað var av gjørt neyðugt, at málið bleiv samtykt Málið fekk 23 atkveður fyri við 2. viðgerð Prístalsuppskotini avgreidd Logtingið hevur avgreitt uppskotini frá landsstýrinum um nýtt og nýggja pristalsvidgerå av lønum. Eftir hesum samtykt- um verður prístalið sett til 100 frá 1. juli i ár, hereftir roknast út eftir ein- um nýggjum grundarlagi. Tær nýggju reglurnar um dyrtidarvidgerå av lenum skulu galda frá 1. oktober Eftir hesi samtykt skulu allar lønir prístalsviðgerast fyri hverji trý stig, sum prístalið broytist í mun til 100. Lógin sigur, at hver dyrtidarvid- bótin fyri timalønt er 60 oyru um tíman og 105 kr. fyri mánaðarlont fyri hvørji trý stig ÁA tingi vóru eisini broyt- ingaruppskot frá Hilmari Kass og fleiri um, at dyrtid arviðgerðin skuldi verða fyri hvert stigið, sum prístalið broytist. Hesi uppskot fingu bert 7 atkvødur og fullu. pristalsgrundarlag og skal