leygardagur 3. mai 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
skjálvtanum, var missurin av
mannalívinum ikki so stórur
sum onkur hevði væntað. Tá hin
fyrsta harða ristingin kom,
rapaðu hús laðað úr gróti og
timbur og pappírshús í túsunda-
tali i grund; síðani komu triggjar
aðrar harðar ristingar, og tá
fimm dagar vóru umlidnir hevði
seismologiski stovnurin mátað
fleiri hundrað ristingar. Um
hetta mundið hevði meginpart-
urin av fólkinum slept allari vón.
Tá tær fyrstu herðu ristingarnar
komu, tustu fólk í túsundatali út
á gøturnar, og fleiri túsund vóru
livandi grivin undir húsum, sum
rapaðu.
Jarðskjálvtamiðdepulin var
úti á Sagamivikini, og tessvegna
kendust tær fyrstu ristingarnar
nekur sekund fyrr í Yokohama
enn í Tokyo. Niðri í havnini sleit
hitt 14.000 tons stóra ferða-
mannaskipið >Philoctetes< tey-
min, og av dekkinum á »Em-
press of Australia« at síggja var
tað sum landið sakk og hevjadi
seg. Franska ferðamannaskipið
„André Lebon< lá við bryggju
fyri maskinskaða. Nakrir olju-
tangar, sum stóðu á bryggjuni,
fóru um koll og skrædnaðu.
Skiparin á »André Lebon« fekk í
stórum skundi flota bát, sum fór
við enda út til eina boyu, so teir
skuldu fáa togað skipið burtur
úr ringasta vandaøkinum, men
eftir fáum minuttum var ell
havnin innan fyri brimgarðarnar
eitt logandi eldhav. Fleiri hundr-
að sansaleys fólk tustu umborð á
farmaskipið »Iris«, sum lá við
eina aðra boyu, men kúvendu, tá
skiparin segði teimum, at skip
hansara var undir lúkurnar av
petroliu.
Flestell stór hús í hesum
havnarbýi rapaðu í grund, og
dustrokið var so nógv, at fólk
vóru um at kódna. Ein av teim-
um sterstu bankunum — hetta
vóru eini spildurnýggj og ný-
mótans hús var standandi
púra óskalaður. Á Grand-hotell-
inum var ein ensk kona farin at
fáa sær bað, men áðrenn hon
vardi av nekrum, sat hon í
baðikari sínum úti á miðjari
gotuni. Á bretska konsulatinum
sat Hugh Horne kommanderur
og tosaði við konu sína og lítlu
dóttur teirra. Hon treiv alt fyri
eitt eftir barninum og leyp á dyr;
hann drálaði eina letu og var
grivin livandi undir húsunum,
sum rapaðu oman yvir hann.
Eisini amerikanska konsulatið
fór í sor, har lótu bæði konsulin,
kona hansara og fleiri av skriv-
Loftmynd av San Francisco, har hin ræðuligi jarðskjálvtin var í 1906
sosialurin
stovufólkunum lív. Sjeyti út-
lendingar lótu lív í hesum býar-
parti.
Eldur kemur i
Jarðskjálvtanum á baki kom so
eldurin. Í ollum teimum túsund-
tals heimunum í Tokyo hvelvd-
ust iløtini við glødandi koli, og
eldurin festi alt fyri eitt í hesi
eldfimu smáu húsini.
Fleiri miugvandi japansk
húski vóru farin út til baði-
strondina Kamakura við Sagam-
ivíkina. Kona hjá einum fyrrver-
andi japanskum diplomati —
hon var ensk av ætt — var farin
útí at svimja, hon náddi við neyð
og deyð at koma sær aftur upp á
turt, tá ein himmalheg alda
bráddliga reis upp og kom við
ýlandi ferð inn á strondina. Hon
fór við einum heilum toki og
hevði tað langt út á sjógv, og ell
ferðafólkini — 500 í tali —
druknaðu. Fram við víkini vóru
fleiri hundrað smáar bygdir søp-
aðar burtur. >Landslagið er ikki
til at kenna aftur«, helt onkur
fyri, tá hann sá standin, »fjøllini
eru rudd oman í dalarnar, grót
og eyrur allastaðni at síggja, áir
horvnar og jarnbreytarlinjur
uppskræddar«.
Ein europeiskur verkfrødingur
hevur sagt soleidis frå: »Eg sat
og prátaði við ein japanskan fel-
aga min, tå øll húsini tóku at
rista og sveiggja. Ein stór ljósa-
krúna tók at sveiggja aftur og
fram so harðliga, at hon kom í
loftið og fór í sor. Japanarin
segði beinanvegin: »Jard-
skjålvti'« og leyp á dyr. Eg før
ut i gangin og hugdi inn å skriv-
stovuna hinumegin fyri at vita,
um øl mundu vera útsloppin.
Síðani fór eg yvir at trappuni,
men í somu letu komu ristingar-
nar aftur. Veggirnir tóku at
rivna og detta niður, og trappan
var um at fara sundur. Ein
starvsmaður kom til min og
segði: >Komið aftan á mær<, og
eg so gjørdi. Utdyrnar fingust
ikki upp fyri dungunum at
byggitilfari, sum niður var
rapad, og tí vendu vit Aftur, og á
ein ella annan hátt — eg veit ikki
hvussu — komu vit út á getuna.
Øll húsini, sum vit sóu — tey
vóru flestøll lág — sveiggjaðu og
ristust ógvusliga, og jerðin
dandaði undir fótum okkara,
meðan betong og taksteinar í
heilum komu sendandi oman úr
erva.
Vit vóru standandi eina letu.
So fór eg aftur yvir á skrivstovu
mína eftir hatti og regnfrakka
mínum. Nú ristust húsini ikki
longur, og eg metti einum
starvsmanni, sum ráðaleysur
rann aftur og fram og ikki visti,
hvat hann skuldi gera. Eg bað
hann koma sær út úr húsunum
og tað í stundini. Síðani fór eg at
vitja ein vinmann mín. Hann
segði mær, at annar skorstein-
urin á húsum hansara var rapað-
ur og nærum hevði rámt dóttur
hansara. Vit vistu ikki, hvussu
illa stóð til, men kundu kortini
síggja, at høvudsvatnleidingin í
gøtuni var brostin og at allir
sporvognarnir vóru steðgaðir.
Tey flestu fólkini, vit sóu, tókt-
ust skunda sær at koma til hús
fyri at vita, um nakar av teirra
mundi vera illa fyrikomin.«
Hvirluvindurin
kemur
Undir teimum niðurrapaðu hús-
unum lógu nógv fólk livandi
grivin, meðan onnur vóru inni-
stongd og sluppu ikki út. Allar
vatn- og gassleiðingar eins og
el-linjurnar vóru farnar, tá tær
fyrstu ristingarnar komu. 394
sporvognar lógu hvelvdir og
jarnbreytarsporini frá býnum
vóru uppskrødd. Og aftrat
hesum kom so eldurin. Kolailøt-
ini i ellum teimum smáu húsun-
um vóru hvelvd og festu alt fyri
eitt í tað eldfima tilfarið, sum
húsini vóru bygd úr. Edlurin
seinkaði bjargingararbeiðinum
almikið, og hann breiddi seg í
risalopum um allan miðbýin í
Tokyo. Fólk í túsundatali høvdu
leitað sær inn á tey opnu pláss-
ini, t.d. framman fyri keisara-
borgini, í Uenourtagarðinum og
aðrastaðni og trúðu seg har vera
slopnan úr ellum vanda, og tað
vóru tey eisini í fyrstani, men tá
leið nakað út á seinnapartin tók
ein sannur hvirluvindur seg upp
í Tokyo, allarhelst elvdur av tí
heitu luftini frá øllum eldsbrun-
unum. Vindurin vaks til harðan
storm og fýsti sum ein smiðju-
bjólgur á hin brennandi býin.
tinastadni sótu ella stóðu
40.000 heimleys fólk sum sild í
tumu. Tá hin glóðheita luftin
kom blásandi inn á tey, royndu
mong at flýggja undan. Har
gjørdist so stórur hurlivasi, at
øll 40.000 brendust til deydis ella
kódnaðu. Eldur kom eisini i
fongslið í býnum, og hurðarnar
vórðu upplatnar fyri at teir 1.500
fangarnir skuldu hava møgu-
leika fyri at bjarga lívinum. Eis-
ini festi eldurin í eina av teimum
Nr. 33 — 3. mai 1975
Fujiyama. Eitt japanskt flogfar sæst yvir heilaga fjallinum.
mongu træbrúgvunum, sum
lógu yvir um ánna. Hon brotnaði
niður og tók 3.000 fólk við sær í
fallinum. Tá farið varð undir
uppruddingina dagar
seinni vórðu heilir dungar funnir
av uppkolaðum líkum sum
følnad leyv aftan á eitt illveður
»Rustirnar av
sum
nakrar
um heystið
Tokio<, segði ein teirra,
undan var sloppin við lívinum,
„er ein eskudungi av glødandi
tigulgróti og nidurrapadum be-
tongi, hadani kålkdustid risur
upp i loft saman vid stinki av
brendum mannakjøti«.
„Hin grøtiligasta sjonin«, helt
ein annar fyri, vóru allar tær
mongu familjurnar, sum vóru
spjaddar í allar ættir, av tí at
ikki øll hevdu verið vid hús, tá
vanlukkan hendi. Allan dagin og
somuleiðis alla náttina igjøgnum
sóust menn, kvinnur og bern
ganga og leita á torgum og í
urtagerðum eftir onkrum av
teirra. Foreldur gingu eftir got
unum og róptu nevnini á børn-
um teirra, sum tey høvdu mist
burtur, meðan summi bóru stór
skelti við nevnunum á teimum,
sum saknaðust skrivaðum uppá
við stórum stavum. Tey hildu á
at rópa hesi nevnini til tey
gjørdust hás og mistu málið. Og
tá nåttin kom á, gjørdist óhugn-
in uppaftur størri. Leysasøgur
nar gingu og vuksu seg størri og
ótrúligari sum tíðin leið. Tey
bráddligu vindblekini blástu
dustrokið í aHar ættir, so at
mong máttu fáa sær lummaturr-
iklød at halda upp fyri andlitið.
Sum útbrendir
øskudungar
Tå lysti fyri degi logu Tokyo og
Yokohama sum syndarligar
rustir at síggja. Tólv tímar
gingu áðrenn fólk í vesturheimi
frættu um hesa vanlagnu. Hin
ådurnevndi byggifrødingurin
Frank Lloyd Wright var ein hin
fyrsti, sum frætti tidindini, tå
hann varð uppringdur av einum
blaðmanni, sum vildi frætta
tíðindi um vamlukkuma. Wright
segði séð púrt einki vita um tað,
sum hent var. Dagin eftir fekk
hann eitt nógv seinkað fjarrit frá
einum av teimum, sum áttu Im-
perial-hotellið; har stóð at lesa:
„Hotellið er ikki skalað, men
stendur sum ein minnisvarði um
mikla dugnaskap tygara<
Wright gjørdist soleiðis gitin
undir merkiligum og syndarlig
um umsteðum, og hann varð
seinni ein av heimsins viðgitn-
astu byggifrødingum. ØL tey
stóru londini sendu hjálp bein-
anvegin. Bæði bretskar og am-
erikanskar herflotadeildir, sum
vóru staddar í Fjareystri, vórðu
sendar til Japan. Summi av hes-
um skipum fingu í fyrstani eina
heldur løgna mótteku, og teim-
um varð noktað at koma inn 1
havnabýir, sum høvdu »loynilig
virki“, sum tikið varð til.
Men burtursæð frá slíkum
margháttligum tilburðum vóru
japansku myndugleikarnir takk-
samir fyri alla hjálp, sum teim-
um varð veitt. Einar 10 miljónir
fólk høvdu hvørki fødi ella vatn
og hálvonnur miljón var vorðin
heimleys. Læknar og sjúkra-
systrar arbeiddu samdegrið
runt
Tokyo og Yokohama lógu sum
útbrendir øskudungar, skakadir
av deydans hørdu hond. Tey
svøltandi og heimleysu tustu i
stórum hópum út á bygdirnar.
Úr ellum heraðshornum komu
fjarrit, sum sýndu japanska
fólkinum samkenslu og lovaðu
teimum vinarlag Japanarar
skiltu ikki petti og undraðust
stórliga á alla hesa góðsku. >Vit
trúðu ikki, at nakar legði petti í
okkum«, segdu teir bilsnu jap-
anarar. Stórar innsavningar
vórðu gjerdar í ollum londum í
Europa og Amerika veitti stór-
tekna hjálp.
Tvær vikur gingu áðrenn
menn hevdu fingið eina toluliga
hylling á, hvussu stórur skaðin
og missirnir av mannalivum
vóru, men annars er at siga, at
summi tel eru ætlað, tá ikki
hevur borið til at koma úrslitin-
um nærri. Eftir tí, sum Japanar-
ar sjálvir góvu upp, doyðu
99.331 fólk, meðan 43.476 ikki
spurdust afturíaftur. Aftrat hes-
um kom so, at 103.733 fólk vóru
álvarsliga meidd. Av tí at mong
av hesum seinni nevndu fólkum
doyðu av tí viðferð, tey høvdu
fingið og leggja vit telini av
deyðum og burturblivnum sam-
an, verður tapið 150.000 fólk til-
Tað vil so uppaftur
siga, at japanski jarðskjálvtin í
1923 fyriuttan nakað kjak kann
sigast at hava verið stersta nátt-
úruvanlukka í okkara eld. Í
Tokio fóru 60% av ellum húsun-
um í sor og i Yokohama 80%.
Annars var jarðskjálvtin ikki
so nógv harðari enn menn høvdu
vitað um onkuntið fyrr. Tapið av
mannalívum kundi havt verið
nógv sterri. Men tað, sum ser-
liga gjørdi hetta til eina stórvan-
lukku, var eldurin, sum av
hvirluvindunum eftir heilt stutt-
ari tíð spjaddist um allan býin.
Men hitt hart arbeiðandi jap-
anska fólkið bar vanlukkuna 6-
trúliga væl. Tey fóru beinan-
vegin undir at byggja býirnar
uppaftur og at royna at koma
sær inn á verðaldarmarknaðin
við vorum sínum. Hermálsligu
oddamenn teirra hevdu longu
lagt ætlanir um stórteknar land-
atøkur.
samans