Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-10, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 1975síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2. húsarhaldsskeiðið í Klaksvík lokið í farnu viku. Síða 3 frælsi Nr.34 — | Leygardagin 10. mai 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr. Satt vónbrot Í oddagrein blaðsins í dag verður skrivað um heildar- loysnina og ráfiskagrunnin, har sagt verður, at neyðsemj- an, sum tingið gjørdi í málin- um um ráfiskagrunnin, varð eitt satt vónbrot. — Men hetta dámdi ikki fiskaseluni. Nevndin varð kallað inn til snarfundar, og skriv varð í skundi sent til tingið, har sagt varð frá, at fiskasølan ikki kundi átaka sær hesa eykaumsiting. Ein bílig og ónýtilig umbering. Um ráfiskagrunnurin kom at virka í seluliðinum heldur enn í virkisliðinum vildi virki hansara verið meiri konsentr- erað og ódýrari at umsitið, tí vit bert hava ta einu fiskasøl- una móti teimum fiskavirkj- unum. Síða 2 Blaðið Lesarin hevur ivaleyst seinnu tíðina varnast, at Sosialurin er komin í minni stødd enn vanligt, og hevur hetta sína orsøk í ti, at tað seinnu vikur- nar hava verið fleiri heilir og kálvir fridagar á prentsmiðj- uni, so sum flaggdagur, 1. mei, Kr. Himmalferðardagur 0.a. Alla hesa vikuna hava verið sáttmálasamráðingar millum prentarar og prent- smiðjueigarar, og tað eydn- aðist ikki at fáa blaðið út mikudagin, tí boðað varð til fundar beint áðrenn blaðið skuldi til prentingar, og har prentarar blaðsins luttóku. Í skrivandi stund er enda- liga úrslitið av hesum sam- ráðingum ikki greitt — verk- fall ella ikki — og er hetta blaðið skrivað og prentað mikudagin, ella áðrenn tær endaligu samráðingarnar millum partarnar byrjaðu. javnaður Fleyr komin - = Fleyr við b — = ryggju á Tveroyri Nýggi trolarin hjá partsreiðar- inum Fleyr á Tvøroyri, sum kom til Føroya fyri nøkrum vikum síðani, var royndartúr hósdagin. Trolarin, sum eisini ber navn- ið Fleyr, er bygdur í Kuxhafen í brødralag Vesturtysklandi, og hann kann ferma eini 200 tons. Skipid er 103 føtur til longdar og hevur 825 hesta maskinu. Ætlanin er, at Fleyr skal hava eina manning uppå 10 mans. Flakavirkid á Tvøroyri, sum fer at taka ímóti i september Byrja at taka ímóti í september Flakavirkið á Tvøroyri fer vænt- andi at kunna taka ímóti eina- ferð í september. Arbeiðið uppá virkið hevur ligið stilt í eina tíð, orsakað av peningatørvi. Tilsegn er nú fingin frá báðum bankunum um lán til framhaldandi bygging. Flakavirkið á Tveroyri kemur at kosta millum 8,5 og 9 milj. kr., og verður byggitidin seinkað við umleið einum hálvum ári. Trolarin Leivur Øssurson hev- ur ligið á Tveroyri í nakrar vik- ur, tí teir ongan skipara hava fingið. Ætlanin er, at Leivur Øssursson skal landa til flaka- virkið, tá tað fer at taka ímóti. Andrea heiðurslimur í Fuglafjarðar Arbeiðs- kvinnufelag Formaðurin í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Andrea Årting, var rødari á 1. mei-dagshald- inum í Fuglafirði. Hon varð sama dagin gjørd til heiðurslim í Fuglafjarðar Arbeiðskvinnu- felag. Jona gjørdi um dagarnar eitt prát vid An- dreu um m.a. farnar tíðir, tá hon búði í Rætt- ará. Skipið á svenskum leikpalli? Sjónleikurin Skipið, sum í seinastum hevur verið fram- fordur fyri fullum húsum, skal væntandi týðast til svenskt Fyrsti virðislonarleikurin í rit- kapping Varpans, Skipið, eftir Steinbjørn B. Jacobsen, sum hevdi fyrstuframførslu i Sjón leikarhusinum i Havn 12. april, gongur nú á fjórðu viku. Sein asta sunnudag var 20. framførsl- an fyri fullsettum husi Eyðun Johannesen, sjónleik arráðgevari, upplýsir, at tað eru ikki bert Havnarfólk, sum vitja sýningarnar. Stórt tal aðra stað ir úr Føroyum hava vissað sær atgongumerki, serstakliga fri dagar, sum verið hava, har sýn- ingin eisini hevur verið løgd fyrr á kveldi Týðast til svenskt Fad er ikki bert í Føroyum, at fólk sýna leikinum áhuga, sigur Eyðun Johannesen. Hann sigur, at væntandi fer ein maður í næstum undir at týða leikin til og leikpallur í oðrum hevur sent fyri svenskt norðanlandi spurning um rættindi til hjá teimum at seta leikin upp, sigur Eyðun Johannesen Hann leggur aftrat, at neyvan man tað vera hent, at foroyskur leikur hevur vakt so stóran ans millum manna