Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 susialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt Satt vonbrot UPPRUNALIGU UPPSKOT landsstyrisins til heildarloysn fyri fiskivinnuna vóru eftir okkara tykki rættuliga skilagóð, serstakliga uppskotið um ráfiskagrunnin. Og tað, at hesin skuldi virka i seluliðinum, átti okkara fullu undirtøku. SUM KUNNUGT VAR semja ikki um hetta uppskot í samgonguni, og úrslitið varð ein neyðsemja, hvareftir ráfiskagrunnurin nú kem- ur at virka í virkisliðinum. Hetta var eitt satt vónbrot, og hervið misti hitt skilagóða upp- skotið stóran part av sínum virði — ja, hervið , hvarv sjålv kjarnan i uppskotinum. ÁÐUR HEVUR TAÐ verið soleiðis, at fiska- sølan fyrst tók sitt, at virkini síðani fingu sitt, meðan skip, bátar og veiðumenn fingu restina, um hon so var lítil ella ongin. Ætlanin við uppskoti landsstýrisins um ráfiskagrunnin var, at nú skuldu skip, bátar og veiðumenn fyrst fáa | sitt, síðani virkini og til seinast fiskasølan, sum skuldi fáa ískoyti úr ráfiskagrunninum í teim- um førum marknadarprisurin ikki rakk til. MEN HETTA DAMDI ikki fiskasøluni. Nevndin varð kallað inn til snarfundar, og skriv varð í skundi sent til tingið, har sagt varð frá, at fiskaselan ikki kundi átaka sær hesa eykaumsiting. Ein bilig og ónýtilig umbering! Um ráfiskagrunnurin kom at virka í seluliðin- um heldur enn í virkisliðinum, vildi virkið hansara verið meira koncentrera og ódýrari at umsita, tá vit bert hava ta einu fiskasøluna, móti teimum mongu fiskavirkjunum. VIÐ HESUM VILDI landsstýrissamgongan eisini fingið tvær flugur við eitt smekk, tá tað, sum sagt verður í samgonguskjalinum um at fiskimonnum og tí almenna verður tryggjað innlit í fiskasølumål, samstundis vildi verið framt. Okkum lysti at frætt frá ti partinum av samgonguni, sum ikki vildi lata ráfiskagrunnin virka i seluliðinum, nær og hvussu teir ætla at tryggja fiskimonnum og ti almenna innlit i fiskasølumålini, nú teir lótu hendan møguleika gleppa okkum av hondum. UTTAN AT TAKA steðu til tær peningaupp- hæddir, sum avsettar eru til tey ymisku liðini í heildarloysnini, fara vit enn eina ferð at gera vart við, at meginreglan í upprunaliga uppskoti landsstýrisins um ráfiskagrunnin var skilagóð, meðan neyðsemjan, sum gjørd varð í hesum máli var eitt satt vónbrot. sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Follend á Glyvrum kl. 11, altargongd, Torkil Beder í Gøtu, Kj. Mørkøre i Harald- sundi, J. Magnussen i Klaks- vik kl. 11, K.O. Viderø å Tvøroyri kl. 12, Martin R. Jacobsen i Sumba kl. 12 og Eivind Vilhelm í Nólsoy. Konsert i Fuglafirdi og å Strondum Kristiliga Sangkórið heldur tvær konsertir í Eysturoynni sunnudagin. Tann fyrra verð- ur í Fuglafjarðar skúla kl. 16 og tann seinna í Stranda skúla kl. 20. A konsertunum luttaka Anna Olsen við sopransole og Randi Hansen við altsolo. Pauli Johannesen hevur klaverfylgispæl til eitt lag, sum hann sjálvur hevur gjert til yrkingina Hvat er rás eftir Regin Dahl, og sum blandað kór syngur. Sundaberg og Sjúrðarberg Postadressan hjá báðum trol- arunum er: Sjómansheimið í Godthaab. A Havnini Seinastu dagarnar hava tvey russisk havrannsóknarskip, Moldavia og Vladimir Kav- rajskij, ligið á Havnini. va Í V 4-spæli útvarpsins sein- asta leygarkveld vórðu hesi tel tikin: 8, 22, 31, 32, 33, 37, 39, 47, 59, 70, 80, 85, 90, 92 og 99. Vinningurin var 7.200 kr., men eingin vinnari. Eykavinningurin uppá 1.000 kr. fór til Klaksvíkar. Lærarastarv Skúlastjórnin hevur sett Alis Poulsen sum lærara við Eyst- urskúlan í Havn frá 1. august 1974 at rokna. Nú! Myndablaðið Nú! kemur í bladsølurnar aftur í næstu viku. Nr. 34 — 10. mai 1975 Men nú er tøgn Øll minnast, hvussu ávísir sam- bandsmenn áðrenn seinasta log- tingsval gjørdu seg til talsmenn og valevnir fyri sjálvan kristin- dómin. Øll minnast, hvussu teir skuldsettu øll blød uttan Dimm- alætting, allar flokkar uttan sambandsflokkin og allar kvinn- ur og menn uttan sambandsfólk at vilja avkristna landið. Øll minnast, hvussu skjótir hesir somu menn vóru við peiki- fingrinum, tá varabispurin ikki varð valdur í skúlastjórnina. Men nú øll hampafólk ógvast og vamlast av skitna blaðetikki Dimmalættingar, sum tangerar blasfemi av grovasta slag, síggja vit ongan peikifingur. Fyrst kemur ein ljós karika- turtekning av einum føroyskum presti. Síðani ein av eini kristn- ari samkomu og nú seinast ein av einum ófullkomnum persóni. Vit skulu verða teir fyrstu at ásanna, at skúlin hevur ómeta- ligan tydning, men blødini, sum koma i hvørt heim, hava ikki minni tydning fyri barnasålina. Um hesar tekningar stóði i Sosialinum ella oðrum blað, bert ikki Dimmalætting, so skuldu tit nokk sæð Jormund, Gerhard, J.M.O. og fleiri við peikifingrin- um á lofti í Dimmalætting. Men nú er tøgn. Óhugnaliga ódámligur blaðteknikkur Merkiligt sum allir profetarnir í Dimmalætting nú eru vorðnir tigandi, tað andar ikki so frægt úr teimum sum úr hanakjafti, allir hesir sjálvrættvísu, sum raskir eru oman hálsvel, tá um- ræður at skræða seg um aðrar enn sambandsmenn. Onkur í Dimmalætting rópti herfyri fý eftir Sosialinum, men hesin hanakjafturin tegir, nú Dimmalætting er farin at leggj- ast eftir okkara medmenniskjum sum ikki eftir Dimmalættingar hugsan eiga at hava rætt til at liva í hovuðsstaðnum, tí >havnin skal skína<, okkurt annað átti Dimmalætting og Sambartds- B flokkurin at tikið sær fyri enn at speirikið á henda sera ódámliga, ja, lúsuta hátt. Nei, nú tegir alt sum í náttini kvirru. Men munnlættir eru teir, ex- pertarnir í útspilling. D.P.A. Hækkan av almannaveitingum Í mars lósu vit pensjonistar í blødunum, at nú komu vit at fáa nakrar krónur meira av rentun- um, og at tað kom at galda frá 1. apríl. Sjálvandi vóru vit fegnir um hetta, men hvat hendi. Rentan kom, men hækking var eingin. Nú síggi eg í Dimmalætting 29. apríl, at lógin varð viðtikin á tingi tann 24. mars at galda frá 1. april. So vil eg spyrja, hvi kom henda utbetaling ikki? Pensjonistur Vit hava altid å goymslu alt tilfar til TI. 11071 - Tórshavn blikksmið sanitet hitaverk ventilation Verður sent um alt landið