leygardagur 10. mai 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——""i""""."".
A ——————
Nr. 34 — 10. mai 1975
sosialurin
Síða 3
Á ——
Fyrsti dysturin í meistara-
deildini — HB vann 4—1
á VB
Góður dystur, men ov veikur dómari
Tað varð lagt upp til stórdyst
seinasta sunnudag, tá stórliðini
frá seinasta ári hittust í Gunda-
dali. HB við sínum meistaraheiti
og VB frá steypasigrum.
Áskoðararnir = vórðu — ikki
snýttir, ti dysturin var bæði væl
leiktur og spennandi. Onkur
hevði ivaleyst væntað, at VB
uttan Dánjal Jákup (sum aftur
var á HB-liðnum) onga mót-
stødu kundi gera ímóti Havna-
liðnum, men so var ikki. Fyrri
hálvleikur varð vunnin av VB,
og væl hevdu teir tað uppiborið
eisini, ti teir høvdu yvirtakið at
kalla allan henda hálvleikin.
Henda hálvleikin vann VB við
einum máli — eitt mál, sum var
úrslit av einum væl skipaðum á-
lopi, hvers leiðari var Páll Au-
gustinussen. Hann spældi
Mannbjern leysan í vinstru síðu,
sum skjeyt eitt av teimum sjáld-
somu vekru málunum, so tætt
inn við stongina, sum tað letur
seg gera. Kári tveitti seg fyri at
verja, men røkk ikki. Annars
hevði Kári ein góðan dag í mål-
inum.
Fleiri målmøguleikar
Seinni hålvleikur byrjadi vid
målmøguleikum hjá báðum lið-
um, hagar til besti maðurin á
HB-liðnum, Eyðfinn Lamhauge,
sum var staddur einar tveir
metrar inni á VB-helvtini, skjeyt
eitt høgt skot fram ímóti VB-
málinum. Ætlanin var ivaleyst
tann, at bólturin skuldi fara út í
høgru síðu, har Beiggin stóð
mest sum friur. Men so nógv
skrúvaði bólturin, at hann dalaði
niður í málið aftan fyri Ottar í
VB-málinum, sum tá einki
gjørdi fyri at bjarga. Eitt bíligt
mál, kann sigast, og steðan
1—I.
Nakrar fåar minuttir seinni
kom vinstri bakkur hjå VB, Oli
rekandi bøltin aftur til mål-
mannin. John og Beiggin komu
tá ímillum og uttan himpr
skoraði John til 2—1 til HB. Óli,
sum annars spældi væl, gjerdi
her sín einasta feil í ellum hesum
dystinum.
Eftir hesi bæði málini tyktist
tað, sum VB-leikararnir fullu í
fátt, og HB fekk av álvara yvir-
tikið á dystinum. Teir fingu
skora tvey mál aftrat. Tað fyrra
var eitt vakurt mál, skotið av
Egga, og hitt seinna skotið av
Beiggjanum í seinasta minutti
av dystinum.
Stødan var sostatt 4—1 til
HB.
Liðini
Eftir hendan dystin kann $igast
um VB, at liðið ið hvussu er
roynist eins sterkt og seinasta
år, tá teir høvdu Dånjal Jákup
til venjara. Á liðinum eru fleiri
ungir leikarar, og tað fer ivaleyst
at telja í framtíðini.
Um HB kann sigast, at tað
verður torført hjá eðrum liðum
at nema við meistaraheiti teirra,
ið hvussu er so leingi sum teir
hava leikara sum Eyfinn,
Beiggjan, Ragnar o.a.
Ov veikur dómari
Eitt stórt brek við dystinum
sunnudagin var dømingin. Sim-
un Waag Høgnesen ur Klaksvik
dømdi, men hansara lutur henda
dagin var alt ov veikur. I fjør
syndi hann eisini henda veik-
leika, tå hann dømdi dystir, og
besta dømi um hetta mundi iva-
leyst vera protestdysturin i
Klaksvík millum VB og KI.
P.
2. skeiðið á húsarhalds-
skúlanum lokið
Nýtt skeið byrjar í august
Seinasta friggjadag fingu næm-
ingarnir, sum hava luttikið á tí
næsta húshaldsskeiðnum hjá
Klaksvíkar husmødrafelag,
prógvini handadi.
Seinnapartin friggjadagin var
samkoma á skúlanum fyri næm-
ingum, foreldrum, lærarum, bý-
ráðslimum og ødrum.
Á skeiðnum, sum hevur vart í
triggjar mánaðar, luttóku 12
næmingar ymsa staðni úr Fer-
oyurn.
Undir borðhaldinum vórðu
reður fluttar, av fyristoðukvinn-
uni Idu Suhr, sum handaði
næmingunum prógvini, av Jónu
Petersen vegna næmingarnar,
Marith Jacobsen vegna nevnd-
ina fyri Klaksvikar husmødra-
felag, Trúgva Laksáfoss vegna
foreldrini, Vilhelm Johannesen
vegna Klaksvíkar býráð og av
Fanny Petersen, ið er fyrrver-
andi formaður og nevndarlimur
og ein av teimum elstu limunum
í Klaksvíkar húsmeðrafelag.
Upplýst varð, at á ti fyrra
skeiðnum, ið varð hildið fyri jól,
og sum vardi í tveir mánaðar,
luttóku 16 næmingar. Tá nýtt
skeið byrjaði eftir nýggjár, varð
tann broyting gjørd, at talið av
næmingum varð sett til í mesta
lagið 12, og skeiðið varð longt úr
tveimum til triggjar mánaðar.
Jóna Petersen, sum hevði orðið
fyri næmingarnar, har hon eisini
handaði fyristødukvinnuni ein
silvurbakka, helt fyri, at skeiðið
hevði vart ov stutt og mælti til,
at skeidini fevna yvir longri tid.
Til triðja skeiðið, sum byrjar
fyrst í august, hava 16 næming-
ar boðað frá luttøku, men sum
nevnt, verða tað bert 12, ið
sleppa inn.
Plásstrot tarnar
undirvísingini
Upplýst varð somuleiðis, at
skúlin hevur alt ov lítið pláss, og
at hetta tarnar undirvísingini
eins og hetta forðar skúlanum í
at taka fleiri enn 12 næmingar á
hvort skeiðið.
Húsarhaldsskúlin heldur til í
húsum Klaksvíkar húsmeðrafel-
ags, sum eru 13 x 9 1/2 metur í
tveimum hæddum og kjallara.
Húsið verður nú viðkað við
einum tilbyggningi uppá 17 x 10
metrar í tveimum hæddum.
Fyrsta byggistigid, sum umfat-
ar innilokan av tilbyggningi-
num, verður væntandi liðugt á
ólavseku.
Í verandi húsunum eru fimm
soviverilsir á loftinum, tvær
stovur og tveir kekar í stovu-
hæddini og í kjallaranum er
depot og undirvisingarrúm.
Í tilbygninginum verða sjey
soviverilsir, kekur, depot og
festsalur við palli, sum ætlast at
rúma 150 fólkum, og síðani
kunnu stovurnar sum eru,
skoytast uppí, og verður tá pláss
fyri 250 fólkum.
Utgrevsturin og planeringin
eru frá hondini, og beint nú
verður fundamentid stoypt.
Bygt verður úr elementum frá
elementvirkinum á Oyri.
Hýsir eisini
kokkaskúlanum
Kokkaskúlin, sum hoyrir undir
Klaksvíkar sjómansskúla, held-
ur eisini til í húsum Klaksvíkar
husmødrafelags. Eins og húsar-
haldsskúlin tekur kokkaskúlin í
mesta lagi 12 næmingar á hvert
skeiðið. Kokkaskeiðini vara í
fimm mánaðar. Skeiðini eru al-
oftast yvirteknaði, og til skeiðið,
sum er, hevdu 14 boðað frá
lutteku.
Av teimum 12 næmingunum á
kokkaskeiðnum, sum byrjaði
beint eftir nýggjár og endar
seinast í mei, eru triggjar kvinn-
ur. Fyristeðumaður á kokka-
skúlanum er Jákup Ziskason,
hovmeistari.