leygardagur 10. mai 1975síða 8
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hin vælkenda Andrea, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag
Andrea Árting heiðurslimur í
Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag
Nú blaðnum leitað niðan á Heygs-
breyt 6 fyri at fáa eina samrødu
dagarnar frættist, at
nevnd Havnar Arbeiðskvinnu-
felags var boðin til 1. mai-dags-
hald í Fuglafirði, har formaður-
in, Andrea Arting, var annar av
um
Blíð og týð tekur Andrea í
móti okkum í sínum hugnaliga
rødarunum, og á hesum sama heimi, og tá myndirnar eru tikn-
degi gjørdi Fuglafjarðar Ar- ar, fáa vit ein góðan drekka-
Andreu til munn
hava vit frá
beiðskvinnufelag og so byrja spurningar-
heiðurslim, og tí nir.
AAAAAA—A———wWw———
Bilur koyrdi á
gøtuskelti
Herfyri setti byrådi i Havn upp gøtuskelti
ymsastaðni í býnum. Tað vísir seg, at fólki
yvirhøvur er væl nøgt við hesi skelti. Men tó
ikki øll. Fleiri av skeltunum vera nidurskrødd.
Myndin omanfyri synir gøtuskelti vid Jéann-
es Paturssonargøtu, sum nú um dagarnar var
niðurkoyrt av einum bili.
re ——E—R————— << SKI
KANNA ANNANN:
Barnaárini
Vit: Lat okkum fyrst hoyra um
barnaárini.
Andrea: Ja, eg eri borin í heim
tollaksmessudag í árinum 1891
úti á Rættará, og har hevði eg
míni fyrstu barnaár í einum góð-
um heimi. Tá sá Havnin sjálv-
sagt nógv eðrvísi út enn í dag.
Fólkið striddist og strevaðist
fyri dagligum breyði. Konurnar
hjá arbeiðsmonnum vóru noydd-
ar at hjálpa til við fortjenastuni.
Tær gingu í fisk ella arbeiddu á
fabrikkini.
Vit: Hvussu stór var kvinnu-
lønin tå?
Andrea: 8-10 oyru i timan,
og arbeidsdagurin byrjadi kl. 6
ella 7 å morgni og endadi kl. 18
ella 19 å kvøldi.
Vit: Merktist nakað til stætt-
armun?
Andrea: Sjålvandi var stætt-
armunur, um ikki varð hugsað
so nógv um tað. Men serliga
hetta, at arbeiðsmaðurin ikki
hevði ráð at lata síni bern í real-
skúla, var nakað, sum setti seg
fast.
Vit: Vit havnafólk hava altíð
verið so góð við kommunuskúl-
an, hvussu var hann tá?
Andrea: Framúr góður, tað
var tað, ið hjálpti okkum, vit
blivu ikki eftirbátur.
Vit: Tá barnaárini vóru av, so
fórt tú í vinnu?
Andrea: Ja, fyrst
fermd, ikki varð stór
hildin tå við degurða og ødrum.
Fadrar og familja kom at gratu-
lera, og fekk tú 10 kr., var tað
ein øgiliga stór gáva. Vit mugu
minnast til daglønina, ið tá var
umleið 2 kr. So var at fara at
arbeiða, og nógv var ikki í at
velja. Eg fór í fisk hjá Skibsted
úti á Rundingi. Um veturin ar-
beiddi eg á fiskabollafabrikkini
hjá Valdemar Liitzen
var eg
veitsla
Sanatoriið
Seinni gjørdist eg sjúk og kom á
Sanatoriið og lá har í 1 1/2 ár,
men bleiv tíbetur frísk aftur.
Seingjapláss var til 32 sjúkling-
ar. Kommunulæknin í Havn var
lækni haruppi, tá var tað dr.
Jensen. Av starvsfólkunum vór-
u tær vælkendu frk. Flagstad og
frk. Berg, ávikavist yvirsjúkra-
systir og ekonoma. Stovugent-
urnar vóru Annelisabeth hjá
Harald á Bakkanum og Anna og
Malla hjá Knút skómakaranum
og Tomasia hjá Vang í Kaldbak,
so vóru eisini 2 køksgentur.
Sjúkrasystranæmingur var Sig-
rid hjá Gustu. Hetta var alt
starvsfólkið til hesar 32 sjúk-
lingarnar.
Danmark
Aftaná at eg var frísk, fór eg til
Danmarkar at tæna, fyrst hjá
einum bakarameistara í Í ár, so
hjá einum fulltrúa í einum min-
isterii, síðani á einum háskúla-
heimi í København saman við
foroyskum gentum. Háskúla-
heimið var eitt gistingarhús, har
m.a. landstings- og fólkatings-
menn búðu, og eisini búðu ung
fólk har, sum lærdu. Arbeiðs-
tíðin var annanhvenn dag frá kl.
6—19 og annanhvenn frá 7 til
23. Lenin var 25 kr. um mánað-
in.
Kona og mamma
Í 1922 giftist eg við Jóanesi,
ættaður av Toftum, hann var
skipari, men eisini arbeiddi hann
á landi sum arbeiðsmaður. Vit
fingu 4 børn, og tíð mina gav eg
teimum. Álíkavæl fylgdi eg við í
ti, sum var uppi í tidini, serliga
hevur politikkur havt mín áhug-
a.
Vit: Hvussu komst tú inn í
fakfelagsrørsluna?
Havnar Arbeids-
kvinnufelag
Hetta felag var stovnað i 1936.
Hovuðsmaðurin aftanfyri hetta
tiltak var Niels Ejdesgaard, sum
eisini gjørdi felagsins lógir.
Fyrsti formaðurin var vist Thora
Poulsen. Men í 1937 kom Hjalt,
táverandi formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag til min og
bað meg koma at vera við í ar-
beiðskvinnufelagnum. Vit hevd-
u aðalfund uppi á loftinum hjá
Havnar Arbeiðsmannafelag, og
Framhald á síðu 7
ES ea eee eh esd
|)
trý á getuni
Harry Larsen, bilmekanikari:
Fyri tað fyrsta skuldi bann
verið sett fyri innflutningi av
tungum bilum. Harnæst
haldi eg, at vegirnir skuldu
verið stoyptir.
Katrina Carlsen, starvs-
kvinna:
Tað loysir seg ikki at beta
uppá holini í vegunum. Veg-
irnir áttu at verið gjørdir av
nýggjum.
Hvat eigur at vera gjert fyri
at beta uppá vegirnar i
Havn?
Ólavur Hansen, vøruvogns-
koyrari:
Teir stóru bilarnir áttu at
verið fluttir út um býin, so
hevdu vegirnir í Havn iva-
leyst hildið betur.