leygardagur 10. mai 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 34 — 10. mai 1975
Nýggi Firoya Bjór
Í samband við at nýggja bryggjhúsið hjá okkum er liðugt, bjóða vit ollum til eina kapping:
sosialurin
Uppå ein kassa av øli ella sodavatni.
Send ein lepa inn við navni og adressu og einum tali soleiðis:
Box 4
Klaksvík
Framhald frá síðu 8
eg varð vald til formann og havi
verið tað síðani við undantak av
einum ári. Av nevndarlimum
kann eg m.a. nevna Gerdu hjá
Viktori og Helgu hjá Poul Jo-
hannisi. I 1938 gjørdu vit verk-
fall, ið bert vardi 1 dag. Sem-
ingsmaðurin, Gunnar Dahl-Ol-
sen, sýslumaður, varð boðsend-
ur, og úrslitið varð, at vit fingu
timalønina upp frå 30 oyrum til
40, ein stórsigur. Í hesi mongu
ár hava vit so strítt og stremb-
ast fyri at fáa livilig kor fyri
statt okkara, og manniliga hava
vit staðið saman bæði í samráð-
ingum og verkfellum, og væl er
vunnið fram á leiðina, men enn
er langt á mål. ,
Javnbjodis løn
Vit: Hvussu við javnbjóðis løn
fyri mann og kvinnu?
Andrea: Ja, hesum hava vit
sanniliga stríðst fyri, nú er mun-
urin í timalønini 1,88 kr., vit kr.
17,69 og teir 19,57, men her må
Føroya Løgting seta inn, tad er
heldur enn løgi hagani, at tå tad
er arbeidaralønin, so fåa vit onga
livgan; tå lat meg ikki gloyma,
at dýrtíðarviðbótina gjørdu teir
eins fyri mann og kvinnu. Hetta
må væl peika móti ljósari tíðum
fyri okkum.
Vit: Og nú er aftur sáttmála-
loysi.
Andrea: Ja, og vit eru aftur í
samráðingum, sum í letuni
Merkið brævbjálvan:
Foroya Bjór Bryggjhúskapping
Elsti og yngsti nevndarlimur
innan arbeiðarafelegini í Feroyum.
standa í botni, men vit gevast
ikki.
Eg havi eisini egiliga nógv at
takka nevndunum gjøgnum ár-
ini og núverandi fyri, altíð hava
tær staðið og standa væl saman
um krev okkara.
1. mei í Fuglafirði
Vit: Nevndin og tú vóru boðin til
Fuglafjarðar.
Andrea: Ja, og den blidskap-
ur. Tað verður ein 1. mai, ið
seint verður gloymdur av okk-
um. Og hvat heldur tú, at gera
meg til heiðurslim og geva mær
gávu omaná, hesa vekru silvur-
brosju við bláum steini og inn-
skriftini: 1. mai 1975. Frá Fugla-
fjarðar Arbeiðskvinnu- og Ar-
beiðsmannafelag.
Vit: Tað gleðir okkum stórliga
at hoyra um virðingina og takk-
semið, tey har norðuri vísa tær,
men har stendur ein silvureskja
við innskriftini:
Til tey sum hava hug at rokna, kunna vit siga, at vit Í 1954
bryggjaðu 200.000 fløskur tilsamans, meðan vit bert í juli *
mánað 1974 seldu 214.000 fløskur.
kapping
Hvussu nógvar fløskur av øli eru bryggjaðar við gamla bryggjhúsinum frå 4. juli 1953 til 1. mai 1975?
Tann sum er nærmast við rætta svarið fær: 2000 kr. i virdisløn
50 eykavinningar
(um fleiri hava sama svar verður kastað lut)
„ Rætta svarið liggur hjá Notarius Publicus í seglaðum
brævbjålva, til frestin at senda inn er úti 14. mai. Tá verða øll
tey innkomnu brevini kannað og vinnararnir úrtiknir.
Vinarliga
Føroya Bjór
Starvsfólkið á Føroya Bjór kann ikki luttaka í kappingini
Til Andreu Árting við tekk
fyri felagsgagnligt arbeiði.
Havnar Arbeiðsmannafelag
1910 — 16. januar — 1936
Andrea: Ja, tað var vakurt av
teimum.
Valevni
Vit: Hevur tú ikki fleiri ferðir
verið uppstillað?
Andrea: Einaferð, í 1940, vit
vóru 2 kvinnur, Sofía Petersen
og eg, men tú veitst, hvussu tað
gongst okkum kvinnum at fáa
atkvødur.
Skalda- og tonleika-
gåvur
I stovuni stendur eitt orgul, og
fær tað okkum at minnast, at
Andrea hevur yrkt fleiri sangir
og eisini gjørt løg. Vit spyrja,
men torført er at fáa svar, líka so
djørv sum Andrea er at stridast
fyri arbeiðskvinnuni, líka so
smæðin er hon, tá tosast skal
um hana persónliga og gávur
hennara. At enda vísir hon okk-
um ein sang, yrktan til Havnar
Arbeiðsmannafelag:
si niðanfyri
Eisini vísir Andrea takkar-
brævið, sum felagið sendi henni
og sigur: Jona, tað er stuttligt
hjá tær at síggja hetta, tí pápi
tín hevur undirskrivað tað sum
formaður, og ljóðar tað:
Frú A. Arting,
Tórshavn.
Havnar Arbeiðsmannafelag
veitir tygum sína bestu tøkk fyri
Síða 7
fundarsangin, tygum hava yrkt
til okkum. Sangurin var upplisin
á aðalfundi hin 16/12-1933, og
var hann væl umtóktur av lim-
unum
Fyri Havnar Arbeiðsmannafelag
J.P.Henriksen
Poul Juul Djurhuus
Nú kemur dótturin Asver inn
við nátturða til okkara. Tær
búgva saman, sostatt 3 ættarlið
i einum húsum, so sum vit eru
von við í landi okkara, og her
eins og aðra staðir merkir ein
tann góða anda, ið inni er.
Aðrenn vit skiljast spælir An-
drea fyri mær sangin, hon yrkti
til fiskimannin
Vakrari minni frá hesi sam-
rødu kundi eg ikki fáa við mær.
jona
Hygg upp! kammeratar og gevi ans!
Her er várt tað blóðreyða merki!
Vit fylkjast um teg so nógvir mans
mót kúgan, og ljótari verki!
Tá stinnist hugur, tá knýtast bond,
for frælsi, javnað' og bróðurond!
Tann blóðreyði litur er lívsins mátt,
eitt ljós í ti harðasta stríði,
eitt skjøldur og vernd, ið hevjar set hátt
for ollum á skuggasidu!
Tí halda vit áfram við góðar' vón
for sanna bróðurond, vár besta sjón.
Tann gylti kransur várt merki ber,
oss minnir um sólina bjertu,
sum týnir burt hitt harðasta gler,
og vermir tey stúrandi hjertu!
So stimbrast allir í felagsbond,
tí frælsis sólin er oss í nánd!
Vit verja vilja ta mannaætt,
ið suffar og strevast á foldum!
Ein annar ei hevur betri rætt,
ti øll eru sprottin av moldum!
Várt merki, minn okkum, hvenn og ein,
at leiðin vár hon er sonn og bein!
Ti veittra! tú blóðreyða flagg so hátt!
Tú veri várt samlingarmerki!
Vit líta bert á teg, ei falla í fátt
men brynja oss í tínum serki!
Tá lættir dimmið, brátt dagur er!
Vit hevja várt flagg, og áfram tað ber!