Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Stubbar uttaneftir Vaksandi prísir Ein onnur avleiðing av krepp- uni er, at prísirnir samstund- is eru farnir munandi upp seinnu árini. Orsekin til hetta er ikki einans, at minni hevur verið at bjóða fram, sam- stundis sum eftirspurningur- in hevur verið vaksandi — risaøkingin í oljuprisunum er ein onnur orsek. Framleiðsl- an av kunsttødum krevur stórar mongdir av orku, og orkan oljan er dýrari enn nakrantid, ti eru kunst- teð-prísirnir farnir í hæddina og framleiðslan samstundis minkað. Tilafturskomnu londini eru aftur ringast fyri, ti tey koma ikki at hava nóg mikið av kunstteðum til jarðabrúk teirra. Og sjálv- sagt minkar so eisini búnað- arframleiðslan. Cap Verde oyggjar fáa sjálvstýri Umboð fyri hjálandanevnd Sameindu Tjóða vitjaðu fyrst í árinum portugisisku Kap Verde oyggjarnar eftir inn- bjóðing frá stjórnini í Lissa- bon og frigerdarrørsluni har i oyggjunum, PAIGC. Cap Verde oyggjarnar, id liggja fram vid Afriku strond nærindis Guinea-Bissau, skulu eftir teimum ætlanum, ið higartil eru gjerdar, fáa sjálvstýri 5. juli í ár, og port- ugisiska hjálandastýrið skal halda uppat. Men eisini í Kap Verde oyggjunum er stórur tørvur fyri alheimshjálp, or- sakað av at oyggjarnar eru komnar í eina neyðstoðu av turki 460 milj. um allan heim svølta Av hesum eru 40% bern, ið onga framtíð vita sær. Um ikki í hesum ári avgerandi broyting til tað betra hendir innan matveruframleiðsluna, koma fólkini i flest øllum til- afturskomnum londum at svelta í nógv sterri mun enn fólk kunnu gera sær greitt. ST-hagtøl visa, at um vakstr- arstigini viðvíkjandi fólka- tali, framleiðslu og eftir- spurningi halda fram sum nú, vilja tey tilafturskomnu lond- ini yvirhevur í árinum 1985 hava eitt hall upp á 85 milj. tons av korni og hetta er munandi meir enn hesi somu lond eiga ráðini til at flyta inn Og so eru hesar 85 miljónir einans eitt ætlað hall fyri eitt vanligt heystår. Um árið fruktar illa, kemur hallið at røkka upp um 100 miljónir tons 460 miljónir svølta Bert få vita, at búnaðarfram- leiðslan í tilafturskomnum londum seinastu tjúgu árini er vaksin eins nógv og í idn- adarlondunum. Men henda øking hevur kortini ikki verið nóg stór, av ti at fólkatalið í tilafturskomnum londum í hesum sama tidarskeidi vaks tvifalt tað hon vaks í idnad- arlondum. I løtuni búgva 2,5 miljardir folk i tilafturs- komnum londum um år 2.000 verður hetta tal helst vaksið til 5 miljardir. Tann stóri munurin millum folkatalsøking og matvøru- framleidslu hevur borid vid sær, at meira enn 460 miljón- ir menniskju i dag liggja und- ir stødugum hungursneyði. Ikki minni enn 40% av hes- um eru børn menniskju, sum undir valdandi umstød- um ongantid koma at eiga likindi at vaksa upp til eitt liv, id vert er at liva. Korntrotid Í einum skjali, ið metur um framtíðarútlitið fyri matvøru- framleiðsluna, verður sagt, at núverandi kreppan gongur aftur til 1972, tá ið heims- framleiðslan av korni fyri fyrstu ferð gjøgnum 20 år minkaði. Henda minking var við ikki minni enn 33 mill. tonsum. Samlada framleidsl- an sum i løtuni er 1.200 miljónir tons skuldi vaksa vid umleid 23 milj. tonsum fyri at røkka måt vid vaks- andi eftirspurninginum. Ein av orsøkunum til tad stóru minkingina hevur ver- ið, at tað hevur fruktað illa fleiri staðir í heiminum, sum t.d. í Kina, Sovjet, India, Australia, Suðureysturasia og í Sahel-økinum i Afrika. Ein onnur orsøk var, at USA just um hetta mundið setti í verk ætlanir sínar um at minka um tær stóru kron- goymslurnar har í landinum, av figgjarligum orsøkum. Sovjet hevði áður, tå ið kornkreppur tóku seg upp har, roynt at koma burtur úr vansunum við at nýta egnu goymslur sínar, men í 1972 meldaði sovjettiska stjórnin seg til heimsmarknaðan og fór undir at keypa upp stórar negdir av korni. Ursliti3 av ellum gjørdist, at korngoymslurnar minkaðu í stórum alla staðir fyri hveiti t.d. úr 49 miljónum tonsum í 1971 — 72 milj. tons í hesum niður í 29 1972 — 73 Um henda minking av korngoymslunum heldur fram, kemur tað at fáa ta av- leiðing, at heimssamfelags- skapurin ikki verður førur at veita nóg góða hjálp, har hungursneyð tekur seg upp knappliga sosialurin Nr. 34 — 10. mai 1975 12 flokkar luttóku i portugisiska tjóðartingsvalinum í næstseinastu viku Fyrsta frælsa valið í Portugal síðani 1926 Fríggjadagin í seinastu viku, 25. apríl, var val í Portugal - fyrsta frælsa val síðan 1926. Sama dag fyri einum ári síðani fall 44 ára gamla fasistiska stýrið við eitt statskvett. Fagn- til gleði fyri hernaðarligt aðurin var stórur - oll frælsishugsandi. Frælsi og fólkaræði varð lovað portugisiska fólkinum, men enn hava tey notið lítið av hesum fyri okkum natúrligu hugtøkum. Harafturimoti hevur verið kaos, og alt sum nertir við skil og lóg, samborgarlig-samkensla, og fosturlandskærleika hvarv. Men ikki vónin. Eitt kúgað fólk sum livað hevur undir harðrendum eina- ræði í longri tid dugir ikki hógv, og maktstrid tók seg upp. Men Rørsla våpnadu Einheidirnar, MFA, fekk tamarhald á fólk- inum og lovaði val innan eitt ár. Hetta er útsett tvær ferðir. Sidst skuldi tað vera í mars, men vegna mótkvetti, ispunad av Spinola generali, ið var ein av stuðlunum og gav uppreistr- inum fyri einum ári síðani innihald, varð valdagurin settur at vera 25. april. 12 flokkar luttóku Til valið stillaðu 12 flokkar upp. Nakrir forbodnir av hernaðar- stýrinum. Av teimum 12 eru teir flestu á vinstravongi við nógv- um smáum bólkum uttast til vinstru. Valluttøkan vat stór. Heili 91 prosent av teimum, sum valrætt høvdu vóru vid valborið, og bert 7 prosent av atkvødusedlunum blankir. Væntað varð at størri tal fór at vera ógildugt, tí nógvir av herleiðarunum hevdu álagt fólki at atkveða blankt fyri á tann hátt at visa herinum samhuga. ALVARO CUNHAL MARIO SOARES Sjálvt um hetta ikki hendi, kann ikki roknast við at stjórnarbroytingar fara fram. Í hvussu er ikki av politiskum grundum. Sigur til moderatu flokkarnar Ikki kann sigast annað enn, at teir moderatu sosialistaflokkar- nir fóru við sigrinum. Sosialista- flokkurin, PS, undir leiðslu av Mario Soares kom best frá valinum við 38% av samlaða atkvødutalinum. Næststørstur gjørdist tann sosialt-liberali flokkurin, PPD, sum eisini sigur seg vera sosialdemokratiskan. Hann er umboðaður í fýra-flokks stjórnini av Joaquim Jorge de tt Magalhaes Mota og fekk 26%. Síðan kom kommunistaflokkur- in, PCP, við 12%. Flokkurin er væl uppbygdur og hevur aðal- skrivaranum Alvaro Cunhal ein tann besta politikkaran í Portu- gal. Tætt við kommunistarnar stendur MDP/CDE, ein fólka demokratisk rersla, sum fekk 1,2% .. Hinir smáflokkarnir, ma- oistar, trotzkistar, monarkistar, intellektuellir vinstrasosialistar og marxistar-leninistar fingu ikki yvir 2%. Centrum-hegra- flokkurin, CDS, sum var tann mest hegrasinnaði flokkurin, ið fekk lov at luttaka í valinum, fekk 7,5%. Høgrasinnadi flokkurin fekk lítla undirtøku eins og teir vinstrasinnaðu, m.a. kommun istarnir PCP, tá havt verður í hyggju, at hann er væl umboð- aður i arbeidararørsluni. Teir hevdu væntað at fingið millum 15 og 20% av atkvødunum, men fingu 12. PS og PPD kalla seg báðar fyri sosialdemokratiskar, men fyrri er radikalur og er limur í Sosialistiska Internation- ala, ið Sosialdemokratiski flokk- urin í Danmark eisini er limur í. Saman við kommunistunum hevur PS helmingin av atkvød- unum, so valid er ein sosialist- iskur sigur. (Fyrr var illa, stórur partur av pressuni er undir kommunistiskum eftirliti). meiri Herurin framvegis valdið Tað grundlóggevandi tingið fær kortini ikki nógv at skulla hava sat. MFA, rersla vápnaðu Eind- irnar, hevur klárt og týðuligt boðað frá, at herurin skal hava ovasta valdið í eini trý til fimm ár afturat, men kortini gongur portugisiska fólkið einari ljósari og meiri rættvisari framtíð á moti. J.M. ! H