Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mai 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 35 — 17. mai 1975 sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Satsur og . paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Pristalsgrundarlag TVEY MÁL, sum vóru sera átrokandi at fáa loyst, tá hetta landsstýrið tók við, vóru pris- talsgrundarlagið og pristalsvidgerdin av løn- um. Hitt fyrra målid hevur satt at siga ligid å láni i alt ov mong år, og varð ti bráðneyðugt at fáa skil á hesum øki, og at galdandi pristals- viðbótarskipan var út av lagi Orættvis kom rættiliga til sjóndar við tí stóru dýrtið, sum vit høvdu í fjør, og sum gjørdi tað, at lønarmunur- in millum verkamenn og starvs- og tænastufólk øktist almikið. VIT HAVA fingið nýtt pristalsgrundarlag. Vit eru fult varir við, at tað tilfar, sum liggur til grund fyri hesum nýggja grundarlagi, er rætti- liga ófullfíggjað, og ti er nakað væl av meting- um við, tá nýggja grundarlagið varð gjørt. Men hóast hetta vilja vit tó halda, at nýggja grundarlagið má vera betri enn hitt gamla, sum jú stavar frá 1948, og tessvegna eru við í hesum grundarlagi nógvar verur, sum als ikki — ella nærum ikki — verða nýttar i dag. Vit vilja ti avgjørt mæla til, at beinanvegin verður farið undir at gera eitt nýtt prístalsgrundarlag, sum kann avloysa hetta, heilt skjótt. VIT SKULU her gera vart við, at uppgávan við einum pristali er einans so rætt sum gjørligt at skráseta veruligu hækkanirnar í livikostnað- inum, og her meta vit altso, at nýggja grundar- lagið er eitt framstig. VIÐ NYGGJU prístalsviðbótarskipanini eru tvey mál loyst. Fingin er eins viðbót fyri oll, so at tá rugbreyð hækkar við kr. 100, so fáa øll somu viðbót sum samsýning fyri hendan pris- vøkstur. Hetta var eitt av stórmálunum undan valinum, og hetta var eitt av teimum málum, sum verkamannafeløgini løgdu ein tann størsta dentin á at fáa loyst, áðrenn sáttmálatinging- arnar byrjaðu. Henda skipan er og verður gjøgnumførd á ollum økjum har tað almenna hevur tingingar- og lóggávuvald. So er bert at vóna, at tey oki, sum ikki beinleiðis koma undir hesa lóggávu, eisini vilja taka við hesi skipan, sum øll ásanna er tann mest rættvisa fyri báðar partar. VIÐ HESI lóggávu fingu verkamenn eisini beinleiðis hækkan í teirra dýrtíðarviðbót. Vit skilja fyri so vítt væl, at verkamenn eru mis- nøgdir við, at 3 stig skulu til fyri at lønin verður dyrtidarvidgjørd, men upp ímóti hesum má viga rættiliga væl, at viðbótin fyri 3 stig er 60 oyru, meðan hon var um 42 oyru fyri 3 stig (%) frammanundan. Hetta er ein hækkan uppá nærum 50%, og um sammett verður við tað viðbót, sum var galdandi inntil á nýggjárinum, er hækkanin enn sterri, so alt samantikið má henda nýggja skipan roknast fyri at vera ein av teim frægu batunum, sum verkamenn hava fingið. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: S.J. Joensen á Viðareiði kl. 11 og í Hvannasundi kl. 19, Høgni Poulsen í Miðvágs kirkju við altargongd kl. 11 og í Sørvågs kirkju kl. 18, Kjartan Merkere í Nólsoy kl. 12 og Ejvind Vilhelm í Hesti kl. 12 2. hvítusunnudag prædika: Hogni Poulsen í Sanda- vági, altargongd, Kjartan Mørkøre í Havn kl. 11 og kl. 15 i Kirkjubø. B 36 nyggja nevnd Týskveldið vard nýggja nevndin í B 36 skipað. Hon sær soleiðis út: Hugin Samuelsen, formad- ur, Jåkup Thomsen, næstfor- maður, Arni Reinert, kassa- meistari og Herbert Samuel- sen, skrivari. Brúdleyp Í dag giftast í Thisted kirkju Inga Vadman, Thisted og Ditlev Joensen, Vágur. Adr.: Nørreallé 41, 7700 Thisted. Inn vid sjåkum manni Norðaldan, sum roynir við New Foundland, noyddist seinasta vikuskiftið inn við einum sjúkum manni. Tað frættist, at fiskiskapurin hevur verið góður um 5 tons uppá dagin. Norðaldan hevur nú um 160 tons i salt- fiski inni. Filadelfia Evangeliskur fundur í kvold kl. 20, har Ellen og Per Ruud úr Noreg tala. Telefonandakt alt samdøg- rið á telefon 1 48 80. Føroyskt Ítróttarlær- arafelag Tað er ætlanin at stovna eitt foroyskt ítróttarlærarafelag. Stovnandi fundurin verður hildin skúlaítróttardagin í næstu viku. Fólkaræði Orðið demokrati merkir fólka- ræði og verður nýtt um eitt sam- felag, har fólkið ræður. Orðið sjálvt er so rúmligt og so demo- kratiskt, at tað er næstan vand- amikið. Tað tykist, sum tað kann nýtast um eitt og hvert samfelag, sum tann, ið tekur til hetta orð, heldur vera gott. Her sum i so mongum eðrum føri kann vera hent at kanna eftir, hvat id er søgn og hvat ið er veruleiki. Og tað, sum mest umráðandi er at kanna eftir, er, hvat orðið >fólk< merkir í hesum sambandi: Ræður alt fólkið? Ráða summi meira enn onnur? Hvussu nógv taka lut í fólka- stýrinum? Soleiðis kundi verið hildið fram. Í hesum fáu hugleiðingum verður ongin roynd gjørd at finna fram til ta endaligu merkingina av orðinum fólka- ræði, og tær skulu ikki takast sum annað enn ein leyslig skoð- an av sjálvum hugtakinum og tí veruleika ella ikki-veruleika, tað plagar at standa fyri. Her um okkara leiðir merkir orðið fólkaræðið fyrst og fremst tað, at borgararnir í einum sam- felag við frælsum valum gera av, hvussu landsins stýri skal vera. Hetta hevur sum treyt, at frítt er at skipa politiskar flokkar, at politisk propaganda er loyvd, eisini móti ti sitandi styrinum, frælsi at tala, skriva, halda fundir o.s.fr. Hesi ytru eyðkenn- ini kunnu tó ofta fjala minni sjónsk eyðkenni, sum avmarka teir demokratisku meguleikar- nar. Her verður hugsað um ta politisku makt, sum ognarrætt- ur til framleiðslutól og kapital gevur; um ta ódemokratisku monopoliseringina av pressuni og tidindaflutningi sum heild; um ójavnan í útbúgvingini 0.S.fr. Aðrastaðni siga teir, at fólka- ræði ikki er hugsandi í einum samfelag, har ognarrætturin til framleiðslutólini er á privatum hondum, við tað at endamálið við framleiðsluni tá verður vinn- ingur til eigararnar og ikki tað at metta samfelagsins t.v.s. fólk- sins tørv. Sagt verður, at demo- kratiskur politikkur ikki er møg- uligur i einum samfelag, har allur ella næstan allur landsins buskapur verdur umsitin av ein- um evarska lítlum parti av fólk- inum; tå verður demokratiskur politikkur ikki annað enn sjón- leikur. Ti hava teir í hesum lond- um lagt alla framleiðslu undir tað almenna ella undir alment eftirlit, og í flestum forum hevur framgongdin verið risastór og kollveltandi. Men ikki altíð eru samfeløgini vorðin meira demo- kratisk fyri tað. Vit hava sæð, hvussu stórar kollveltingar, sum gjørdar vórðu í fólksins navni, næstan hevdu gloymt fólkið, tá sigurin var vunnin. At tær glæs- iligu hugsjónirnar ikki altid gjørdust veruleiki, men endaðu í einum eðrum diktaturi við av- markaðum politiskum frælsi og avmarkaðum møguleikum at »g I talu og skrivt Ofta endaði tað við. at valdið gera vart ið sc kom at liggja hjá einari lítlari kliku, sum fyrst og fremst vardi sína egnu makt. At virka ímóti hesari kliku var tað sama sum at vera rikisfiggindi, og nógvir hugsjónarmenn, ið høvdu vigt ti stóru fyrijáttaðu kollveltingini lív sítt, endaðu sínar dagar fyri byrsumúlunum hjá tí stýri, teir høvdu hjålpt framat. Kollvelt- ingin åt sini egnu børn. Er so nakar annar styrisform- ur møguligur enn kapitalisma vid politiskum demokrati (i ti tydningi hetta var nevnt framm- anfyri) og sosialisma uttan polit- iskt demokrati? Ella er ein sam- eining av ti besta i hesum bådum styrisløgum møgulig? Burtur år teimum kundu vit — id hvussu er målsliga — fingid ta demo- kratisku sosialismuna. Vit mugu ikki gloyma, at sos- ialisman er sprottin úr teimum stóru og livsbjørtu hugsjónun- um í humanismuni, sum eftir jammurdalsteoriirnar í miðeldini nú góvu menniskjuni virði. Tað er fyri menniskjunnar skyld, at samfelagið skal gerast betri. Hon skal ikki vera økonomisk kanonfødi hjá kapitalinum, og skal heldur ikki vera til bert fyri at passa inn í eina ideologiska itlu-tabell hjá romantiskum kollveltingarmonnum. Mátarnir at gera samfelagið etri upp á mugu vera eftir um- stødunum. Í stødum er bara makt at taka til. Her kann tad elst gerast á meira fridarligan 1ått. Men vit skulu ikki vera blind fyri trupulleikunum. Teir, ið vanir eru at hava makt, geva hana ikki frá sær við góðum Eitt talandi demi í so máta hevdu vit nú herfyri, tá nakrir fáir pengamenn gjøgnum sínar politisku umboðsmenn skerdu Heildarloysnina til egnan fyri- mun, men ímóti áhugamálunum hjá ollum fiskimonnum í Føroy- um. Hjá okkum man tað fara at vera evolutiónin og ikki revolu- tiónin, sum verður vegurin. Hjá okkum við ongum hernaðarlig- um traditiónum fer fólksins vald neyvan at vaksa úr byrsumúlun- um, men við einum miðvísum praktiskum arbeiði út frá tí grundsjónarmiði, at »folkid« er oll tjóðin og ikki bara nøkur fá. Men fyri at koma fram á hetta mál má tann demokratiska sosi- alisman ikki smokka niður til bert at vera ein sosiallóggáva ella eitt skálkaskjól hjá økonom- iskum interessum. Tá má hon vera eitt midvist dynamiskt stavnhald fram ímóti einum demokratiskum samfelag við so stórari útjavning av rikidømi og makt, sum gjørligt er. Og uttan at hetta samfelag úteftir er sjålvstødugt, er tað ikki demo- kratiskt. Dreymurin um >tað góða sam- felagið“ man vera líka gamal sum mannaættin sjálv, og myndin av tí hevur verið so skiftandi sum tær umsteður, menniskjan hevur livað undir. Ivaleyst koma vit ongantíð á mál. Men doyr dreymurin út, doyr eisini vónin, og vit sita eftir á køldum steinum. Hans Jacob Debes