Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mai 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 smátiðindi innanoyggja Umvæla á Drelnesi Saltgoymslan á Drelnest verdur nå umvæld. Roknad verður við, at tað fer at ganga hálvur annar mánaði til um- vælingin er liðug og til goymslan kann takast í brúk. Saltgoymslan á Drelnesi Farnir at trola Einstakir bátar eru farnir og aðrir gera klárt til at fara at trola á landleiðini, og Chris- tina fór mikukveldið. Úr Vestmanna frættist, at har eru bátarnir í ferð við at leggja um til troling. Leit- hamar hevur reinsað motorin og skal seta spælið í aftur, áðrenn hann fer fyrsta túrin. Tróndarberg kom nakað her- fyri á Vestmanna við einari brotnaðari mastur, sum teir hava skift út. Teir byrja væntandi túr at trola einaferð í hesi vikuni. Til minnis um slupptíðina Klaksvíkar byråd samtykti á seinasta fundinum at keypa sluppina Fimm Systrar fra Símun D. Kalse fyri 25.000 kr. Fimm Systrar er bygd í Hull í 1878 úr eik. Hon er 76 fotur til longdar Munnliga provtøkan byrjar 26. Tilsamans 90 Føroya Studentaskula skulu Tann næmingar å taka progv í summar skrivliga próvtekan byrjaði í tann vikuni, og munnliga próvtekan byrjar 26 mal Høganes seld til Strendur Sluppin Høganes er nú seld til Strendur. Hon hevur hig artil hoyrt heima å Toftum, og eigari av henni hevur verið Joen Jacob Johannesen í Lamba. Høganes er bygd í Saltgoymslan å Drelnesi varð bygd í 1933 og hevur ikki verið í brúk nú í fleiri ár. Tað eru menn frá J.K. Jo- ensen og Soni í Miðvági, sum saman við monnum av Tver- oyri gera umvælingararbeið- ið. M.a. skal eitt nýtt flutn- ingsband setast upp. Ryne i 1885 úr eik. Hon hevur ein 200 hesta Alpha diesel motor. Skúlanæmingar til Bretlands 10. flokkur og triði real á Meginskúlanum á Sandi fara í summar á eina ferð til Bret- lands. Seinasta vikuskifti skipaðu báðir flokkarnir fyri einum fótbóltsdysti millum Sands- og Skopunarkonur til frama fyri ferðina. Sandskon ur vunnu 1—0, og væl av peningi kom inn hetta kvøld- ið, frættist 65 tons Vesturvon, sum roynir eyst- um 65 fyri anfyri, hevur fiskað tons. Teir byrjaðu túr trimum vikum síðani 61.000 pund Pollur var í vikuni í Klaksvík og avreiddi 61.000 pund av isfiski undan Fjals hamar ger klárt at fara á svartkalvaveiðu Íslandi Í New Foundlandi Borðoyarnes New foundlands-leiðunum, og roynir a postadressan hjá teimum er Harbour Grace Smábátaútróður Fleiri opnir bátar rógva út í Vestmanna í letuni. Teir hava roynt við snellu og hava ligið úr 500 upp í 2.000 pund sosialurin Fabrikat Herfyri fall dómur í sakarmáli, sum Z. Wang hevði lagt móti fleiri fólkum, teirra millum Er- lendur Patursson og Olavur Michelsen, sum fingu heftidóm fyri at siga, at saksøkjarin hevði falsað undirskrift. Hví hesir skilamenn hava talað um ranga undirskrift skilji eg ikki, tí hon var ikki rong, hon var skrivað við hond saksekjarans, segði dómarin og slær seg sjálvan frammaná, tí beint aftaná skriv- ar hann í premissunum: „Det må anses for forkasteligt at have fabrikeret en udskrift af for- handlingsprotokollen...< Av hesum læra vit, at vit skulu vanda okkum meira um orðini. Tað er altso ikki revsivert at fabrikera útskriftir og lokka mammu og systkinabarn at vátta, at »avskriftin«, sum fabrikatið varð kallað, er bein. So vita vit tað fabrikera hvat tú vilt, set egið navn undir, lokka onkran at vitna, at rætt er, sjálvt um hann onga hóming hevur av, hvussu frumritið ljóð- ar, so er alt í lagið, tað er ikki revsivert. Men ert tú mismæltur og kallar tað fals, so fer tú í skansan sambært premissir- nar og dómin. Av hesum sanna vit aftur hitt kenda fyribrigdi, at jura fellir ikki altíð saman við tað, sum vit halda er rættvisi. Nú skal tað sigast, at eg havi lisið ov nógvar danskar bøkur og ov nógv donsk blød, sum viðgera danskan rætt, til at eg leggi smittin í hvat ið hasin dómarin sigur í hesum føri. Leggur dóm- arin í, so skal eg lána honum onkrar bøkur um, hvussu hans- ara »lærda« stætt tiggjar sær í Danmark. Og hví skulu teir vera ødrvisi í Føroyum? Men tveir menn eru, sum tóku dómin fyri fult og fingu spýggj- andi vaml fyri teim demdu. Vaml av tí slag, sum gamlar damur í einum vissum starvi fáa, tá onkur yngri er komin „illa fyri. Hesir moralistar eru teir forherðaðu harrarnir Kjart- an Mohr, stjóri og riddari av dit og dat, hann er eisini gitin fyri annað, sum vit fara at triva leys- liga í. Hin er harra Sigfried Skaale fyrrverandi borgarstjóri í Havn, fólkaflokksmaður (hví er hann tað ikki longur? Mundi tað vera dómurin yvir Erlend og Olav, sum gjørdi tað???) og ann- ars dit og dat. Ta sonnu seguna um hesar báðar harrar man onk- ur skemtingarsamur segu- granskari seinni fara at taka sær av eg kundi hugsað mær svian Bergmark, danan Sherfig ella bretan Parkinson. Hóast at eg sjálvur haldi, at tíð teirra í Tórshavnar býráð er alt annað enn skemt. Eg havi hoyrt um grønlands hundar, at teir eru so skikkaðir, at teir leggja ikki á mann, sum er á fótum, tá eru teir lagaligir taka enntá hundsbit- ar frá tær men snávar tú á, so eru teir á tær og flensa teg og fittir sundur. . Nú tå hesin danski dómari, sum Sigfried ikki altíð hevur hildið so nógv um, demir soleið- is, at vit vanligu fólk skilja tað, teir ákærdu hava verið mismæltir, tá fella teir 'sum hyenir yvir Erlend og Ólav, tala sum at um moral, spekt, virðing. Sig- fried skrivar háfloygda grein um falskan vitnisburð móti næsta sínum osfr. Endar við at taka til kvæðini, brestir hælin í gólvið og sigur við fólkaflokkin — >Ég tæni tær ikki longur!< — Sig mær Sigfried, slappst tú at tæna flokkinum longur?? Kjartan Mohr er ikki minni moralskt uppestur og forargaður og vil hava teir formastiligu á bál og brand og vil hava siðiligar menn við spekt og sum eru 6- plettaðir á ting og i nevndir (sjálvandi ætlar hann sær ikki at koma í Erlends stað — ella hvussu?) í síni moralsku esing krevur hann enntá lógarbroyting um valbæri til almenn sterv og málber seg nakað soleiðis sum: ...maður, sum hevur framt gerð- ir, ið alment mugu haldast at vera forkastiligar, eigur ikki at verða valdur inn á ting ella til almenn umboð! Nakað soleiðis ljóðar tað, eg havi ikki tekstina við hondina. Kjartan veit sjálvandi ikki, at alt hetta er lógarfest framman- undan og verið Sigfried og Kjartan glaðir fyri tað, tí annars sat hvergin teirra í nøkrum al- mennum sessi. Kjartan kundi til domis sagt okkum frá, hvussu hann bar seg at við at fáa byggi- grund úti við Sandá (ella skal eg kanska greiða frá ti)? Kjartan og Sigfried kundu kanska í felag sagt okkum frá, hvussu teir báðir samdust, tá teir í felag gjørdu leigusáttmálan vidvikj- andi gamla Sjómannaskúlanum og settu leiguna til 50 — fimti — krónur um mánaðan í 20 — tjúgu — ár. Ja, her skulu tit síggja moral, so tað stendur eftir. Skipasmiðjuna hevur hann rikið soleiðis, at hon ongantíð hevur lent stjóranum — Kjart- ani — somikið væl, at hann hev- ur havt somikid i skatti, sum hansara egnu arbeiðsmenn, har er hann ógvuliga moralskur. Kjartan sigur í sínum lógarupp- skoti: >... alment mugu haldast at vera plettadir«. Skilir hann ikki, at hann vid hesum hevur sett, til dømis, meg sum dómara? Nei, min góði Kjartan, verid hann gladur um, at so lætt gongur tad heldur ikki, og verid hann gladur um, at uppskot hansara fór aftur i Tinganes niður í eina djúpa skuffu og ong- antíð kemur aftur fyri dagin, tað man vera frægast fyri hann sjálvan og hansara líkar. Til domis: hvussu leingi var tað at Kjartan sat fyri at hava koyrt við kenning? Var tað ikki 21 dagar? Og, tað er kannska ikki so mannminkandi sum at vera mismæltur? At Erlendur og Olavur vóru mismæltir gav teim bert 14 dagar. Hasin dagamun- urin sýnir okkum so, hvat ið Nr. 35 — 17. mai 1975 dómarin heldur verri er — at koyra við kenning ella at vera mismæltur. Nú tími eg ikki longur at reða um hasar báðar harrarnar, moralistarnar Kjartan Mohr og Sigfried Skaale. Men eg minnist mynd, sum stóð í svenskum blað, har maður stendur kreptur í skellilátri og undir myndini stendur at lesa: — havnarmenn tala um býráðspolitikk. Flenn- andi maðurin á myndini hevur sjálvur sagt mær, at talan var ikki um býráðspolitikk, men um eina av teim viðgitnu grinda- aukltionunum, sum Sigfried plagdi at halda á býráðstrapp- uni. Nei, mínir góðu menn, eg fari at geva einum málandi skyld- manni hjá Kjartani Mohr allan rættin: Stavnhaldið her á landi skal vera psykiskt hygi- ejniskar menn í ålitisstørv! Fraser 2.S. Nú seinast undir farnu log- tingssetu kom mál um stuðul til verksmiðjuna í Lopra, sum av eyðskildum orsekum er komin á trot. Straks fór Xjartan Mohr at leika í um oyðsl og at máti skal vera við og kanna bæði her og der og likviditet, kapasitet og bonitet, solvens og mong onnur orå, sum hann ikki skilir eitt petti av sjálvur (tað er almanna- hugsan). Einaferð, tað er nakað síðani nú, minnist meg, var nakað sum nevndist Tórshavnar Trolara- felag, hví vildi Kjartan ikki kanna tá? ha? Hví visti sami Kjartan einki, tá Tórshavnar Kommuna, har hann sat sum limur, veitti Leivi Hepna trotahjálp? Kjartan sat sjálvur sum stjórnarlimur í fel- agnum og átti at vita, at felagið var insolvent (komið á trot), men tó sat hann í býráðnum og greiddi atkveðu fyri at veita trotahjálp til felag, sum fór á heysin dagin eftir. At Kjartan sjálvur var størsti kreditorur ger ikki sakina meira smikrandi. Nei, Kjartan Mohr, tygum skuldu kanna tygum sjálvan og um tygum hava eitt sindur av minni og minnast alt tað, tygum leggja onnur undir, so hevdu tygum ógvast og høvdu tygum so skilt tygara egnu kanning, høvdu tygum aldri klovið í tvey aftur. Fraser Vakrar barnabuksur úr polyester/viskose. Steddir: 4 til 14 ár. Litir: beigaðar, ljósabláar, rustreyðar, brúnar og myrkabláar. Pf. Sjóklædnavirkið Klaksvík tlf. 55040