týsdagur 18. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 18. juni 2002
21
Íraldn misnýtti eitt
brotsspark í vanligu
leiktíðini og trý í
brotssparkskapping-
ini, og so slapp Spania
víðari í fjórðings-
finaluna
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er einki at siga til, um
írar í dag iðra seg um tapið
fyri Spania.
Eftir at Spania hevði hevt
yvirvág størsta partin av
dystinum, og uppiborið var
á odda við einum máli,
hevði Írland nevnliga allar
møguleikar at avgera dystin
til egnan fyrimun.
Spanski venjarin, Ca-
macho, hevði enntá verið
so arrogantur, at hann í
seinna hálvleiki hevði tikið
bæði Raul og Morientes av
vøllinum, fyri at spara teir
til fjórðingsfinalurnar, og
hetta kundi kostað teimum
dýrt.
Írland sendi nógv fólk
fram í royndunum at javna,
og tvær ferðir kastaði hetta
brotsspark av sær. Fyrru
ferðina misnýtti Ian Herte
tó royndina úr ellivu metr-
um, men tá Robbie Keana
javnaði í evsta minutti av
vanligu leiktíðini, gjørdist
neyðugt við umdysti.
Hesin gav einki mál, og tí
mátti farast til brotssparks-
kapping, og her gjørdits
Iker Casillas stóra hetjan. Í
vanligu leiktíðini hevði
hann bjargað einum brots-
sparki, og í brotssparks-
kappingini tók hann tvey
afturat, umframt at eitt fór á
tvørstongina, og so gjørdi
tað minni, at spaniólar tvær
reisur á rað sendu við síð-
una av málinum. Spania
kom kortini millum tey átta
seinastu.
Spania-Írland 4-3 eftir
brotsspørk. 1-1 (1-0) í
vanligu leiktíðini
1-0: Fernando Morientes, 8
1-1: Robbie Keane (br.), 90
1-2: Robbie Kene (br.), 120
2-2: Fernando Hierro (br.),
120
3-2: Ruben Baraja (br.),
120
3-3: Steve Finnan (br.), 120
4-3: Gaizka Mendieta (br.),
120
Skjótasta málið
Hóast Pólendingar vóru
vónbrotnir um, at teir longu
nú eru sendir heim, so hava
teir í øllum førum sett okk-
urt merki á kappingina.
Málið hjá Emmanuel
Olisadebe móti USA var
nevnliga tað skjótasta hig-
artil í kappingini. Olisa-
debe skoraði eftir 2 minutt-
um og 44 sekundum, men
hetta er tó langt ífrá skjót-
asta málið í HM-søguni.
Tað varð skorað í 1962, tá
kekkisi Valsav Masek eftir
bert 15 sekundum skoraði
móti Mexico. Næst skjót-
asta málið í HM-søguni
kom 20 ár seinni, tá Bryan
Robson eftir 27 sekundum
legði Ongland á odda móti
Fraklandi.
Romantsev gevst
Russiski landsliðsvenjarin,
Oleg Romantsev, boðaði
eftir tapið fyri Belgia frá, at
hann ikki longur hevur
ábyrgdina av russiska lið-
num.
Romantsev hevði undan
kappingini boðað frá, at um
Russland ikki vann seg víð-
ari úr bólkaspælinum, tók
hann avleiðingarnar av hes-
um.
Treiskur
fraklendingur
Franski landsliðsvenjarin,
Roger Lemerre, er sjálv-
andi undir hørðum trýsti,
eftir at Frakland ikki vann
seg víðari í kappingini.
Lemerre sigur seg tó
ongar ætlanir hava um at
siga starvið frá sær, hóast
franska avísin, L’Equipe,
mikudagin boaðið frá, at
venjarin fór at siga upp.
Framtíðin hjá Lemerre
verður væntandi avgjørd á
fundi hjá franska fótbólts-
sambandinum fyrst í juli
mánaði.
Eitt mál afturat
til Ronaldo
Brasilski framherjin, Ron-
aldo, fekk friggjadagin enn
eitt mál til HM-máltindin,
hóast Brasilia ikki spældi
hendan dagin. FIFA gjørdi
á fundi av, at fyrsta málið
hjá Brasilia móti Costa
Rica, sum upprunaliga varð
skrásett sum sjálvmál, kort-
ini skal góðskrivast Ron-
aldo, sum sostatt hevur fýra
mál higartil í HM-kapping-
ini.
Maradona
bjóðar seg til
Eftir at Argentina, sum
undan kappingini varð mett
sum favorittur at vinna
HM-heitið, varð sent heim
longu eftir bólkaspælið, er
ónøgdin
um
venjaran,
Bielsa, sjálvandi stór heima
í Argentina.
Nú hevur fyrrverandi
stórleikarin hjá landinum,
Diego Maradona, boðið
sær til at hjálpa landslið-
num. Hesaferð sum venjari.
- Eg havi altíð sagt, at eg
fegin vil verða landsliðs-
venjari, uttan at eg skal
hava eina krónu afturfyri,
sigur Maradona, og hann er
ikki í iva um, hvat skal
broytast, um fótbóltssam-
bandið tekur av tilboði
hansara.
- Í dag hugsa leikararnir
fyrst og fremst um, hvussu
nógvan pening teir kunnu
forvinna, heldur enn at
hugsa um Argentina, sigur
altso El Diego.
Langt leikbann
Portugisiski álopsmaðurin,
Joao Pinto, kann nú rokna
við einum longum leik-
banni. Hetta tí hann eftir at
hava fingið reyða kortið í
dystinum móti Suður Kor-
ea, slerdi argentinska dóm-
aran, Angel Sanchez.
Eisini í EM fyri tveimum
árum síðani vórðu portu-
gisar harðligir móti dóm-
aranum, eftir at teir taptu
hálvfinaluna fyri Fraklandi,
og tí er sjálvt portugisiska
fótbóltssambandið samt við
FIFA um, at hendingin hjá
Joao Pinto skal revstast
hart.
Maldini setti met
Tá dysturin millum Italia
og Mexico hósdagin varð
blástur av, hevði Paolo
Maldini sett eitt nýtt met í
HM-høpi.
Dysturin móti Mexico
var 22. dysturin á rað hjá
Maldini, og hartil 22. dyst-
urin, har italski verjuleik-
arin hevur leikt allar 90
minuttirnar. Undan hesum
átti týski álopsmaðurin,
Uwe Seeler, hetta metið.
Stutt um HM
Dýr brotsspørk
Fyrsta HM-luttøkan
hjá Senegal hevur
verið ein stór positiv
uppliving hjá tjóðini
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað
var
fullkomuliga
óvæntað, at Senegal yvir-
høvur skuldi koma so langt
sum at vinna seg víðari úr
bólkaspælinum.
Sigurin í setunardysti-
num móti Fraklandi tóktist
tó at seta okkurt ígongd, og
síðani hevur at kalla bert
gingið ein veg.
Sunnumorgunin spældu
teir so 1/8-finalu móti
Svøríki, og hóast svenskar-
ar mundu metast sum lítlir
favorittar at vinna dystin.
Hetta sá eisini út til at
halda, tá Henrik Larsson
legði Svøríki á odda, men
so tók Senegal yvir, og
fram til steðgin høvdu teir
eitt støðugt trýst, sum tó
bert kastaði eitt mál av sær.
Í seinna hálvleiki leikaði
meira javnt á, og kanska
hevði Svøríki eina lítla
yvirvág. Tað eydnaðist tó
ikki nøkrum parti at skora,
og tí gjørdist talan um
longda leiktíð.
Í hesari eydnaðist Henri
Camara at skjóta sonevnda
gylta málið, tá hann skoraði
umvegis stólpan. Beint
frammanunda hevði Svø-
riki annars havt eitt skot á
stongina, so tað vóru teir so
væl
kendu
smáu
marginalarnir, sum sendu
grannar
okkara
úr
kappingini.
Svøríki-Senegal 1-2 eftir
longda leiktíð. 1-1(1-1) í
vanligu leiktíðini
1-0: Henrik Larsson, 11
1-1: Henri Camara, 37
1-2: Henri Camara, 104
Bólkur A
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Danmark
3
2 - 1 - 0
5
2
3
7
2
Senegal
3
1 - 2 - 0
5
4
1
5
3
Uruguay
3
0 - 2 - 1
4
5
-1
2
4
Frakland
3
0 - 1 - 2
0
3
-3
1
Bólkur B
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Spania
3
3 - 0 - 0
9
4
5
9
2
Paraguay
3
1 - 1 - 1
6
6
0
4
3
Suður Afrika
3
1 - 1 - 1
5
5
0
4
4
Slovenia
3
0 - 0 - 3
2
7
-5
0
Bólkur C
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Brasilia
3
3 - 0 - 0
11
3
8
9
2
Turkaland
3
1 - 1 - 1
5
3
2
4
3
Costa Rica
3
1 - 1 - 1
5
6
-1
4
4
Kina
3
0 - 0 - 3
0
9
-9
0
Bólkur D
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Suður Korea
3
2 - 1 - 0
4
1
3
7
2
USA
3
1 - 1 - 1
5
6
-1
4
3
Portugal
3
1 - 0 - 2
6
4
2
3
4
Póland
3
1 - 0 - 2
3
7
-4
3
Bólkur E
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Týskland
3
2 - 1 - 0
11
1
10
7
2
Cameroon
3
1 - 2 - 0
5
2
3
5
3
Írland
3
1 - 1 - 1
2
3
-1
4
4
Saudi Arabia
3
0 - 0 - 3
0
12
-12
0
Bólkur F
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Svøríki
3
1 - 2 - 0
4
3
1
5
2
Ongland
3
1 - 2 - 0
2
1
1
5
3
Argentina
3
1 - 1 - 1
2
2
0
4
4
Nigeria
3
0 - 1 - 2
1
3
-2
1
Bólkur G
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Mexico
3
2 - 1 - 0
4
2
2
7
2
Italia
3
1 - 1 - 1
4
3
1
4
3
Kroatia
3
1 - 0 - 2
2
3
-1
3
4
Ecuador
3
1 - 0 - 2
2
4
-2
3
Bólkur H
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Japan
3
2 - 1 - 0
5
2
3
7
2
Belgia
3
1 - 2 - 0
6
4
2
5
3
Russland
3
1 - 0 - 2
4
4
0
3
4
Tunis
3
0 - 1 - 2
1
5
-4
1
Máltindurin, HM
Miroslav Klose
Týskland
5
Ronaldo
Brasilia
4
Jon Dahl Tomasson
Danmark
4
Marc Wilmots
Belgia
3
Rivaldo
Brasilia
3
Robbie Keane
Írland
3
Christian Vieri
Italia
3
Pedro Pauleta
Portugal
3
Papa Bouba Diop
Senagal
3
Fernando Morientes
Spania
3
Raul González
Spania
3
Henrik Larsson
Svøríki
3
Rónald Gomez
Costa Rica
2
Junichi Inamoto
Japan
2
Jared Borgetti
Mexico
2
Nelson Cuevas
Paraguay
2
Henri Camara
Senagal
2
Fernando Hierro
Spania
2
Hasan Gokhan Sas
Turkaland
2
Brian McBride
USA
2
Landon Donovan
USA
2
Senegal millum tey 8 sterkastu
21
20
Nr. 113 - 18. juni 2002
Figo og felagir hans-
ara hava longu pakk-
að kuffertini, meðan
Suður Korea staðfesti
regluna um, at verts-
tjóðirnar altíð standa
seg væl
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Undan hesi HM-kappingini
var tað ongan tíð komið
fyri, at vertstjóðin varð
sligin úr kappignini í inn-
leiðandi umfarinum, men
nógva staðni varð tó gitt, at
antin Japan ella Suður Ko-
rea ikki fóru at liva upp til
hetta.
Fríggjamorgunin
stað-
festu japana tó, at teir í øll-
um førum ikki ætlaðu sær
nakran veg, og beint eftir
døgurða staðfestu leikarar-
nir hjá Suður Korea hagtøl-
ini, tá tað eisini eydnaðist
teimum at vinna sín bólk.
Enn ein favorittur
Leingi stóð tó nógv á hjá
Japan, tí hóast Portugal tíð-
liga í dystinum fekk Joao
Pinto riknan av vøllinum
fyri eina svínska takling, so
var Portugal alla tíðina væl
við í dystinum, og teir
høvdu so sanniliga eisini
sínar møguleikar.
Tað gjørdist tó enn tor-
førari hjá portugisunum, tá
teir í seinna hálvleiki eisini
fingu Beto riknan av vølli,
og tað gekk eisini galið, tá
Park Ji Sung eftir eitt fram-
úrskarandi einmansavrik
smekkaði bóltin millum
beinini á Vitor Baia.
Portugal noktaði tó at
geva skarvin yvir, og tvær
reisur í seinastu minuttun-
um vóru teir heilt nær við at
tryggja sær javnleikin, men
har gjørdist tó einki, og eins
og Frakland og Argentina
máttu
portugisararnir
ásanna, at tað ikki altíð er
nóg mikið at vera favorittur
á pappírinum.
Portugisiska tapið við-
førdi, at USA vann seg víð-
ari úr bólkinum, hóast teir í
einum sera undirhaldandi
dysti taptu 3-1 fyri Pólandi.
Longu eftir fýra minuttum
hevði bólturin verið tríggjar
ferðir í málinum, tó at mál-
ið hjá USA í hesum føri
varð kolldømt.
Við sigrinum fekk Pó-
land eina lítla uppreisn,
men hetta munaði tó lítið í
samlaðu úrtøkuni, og eins
og hjá Portugal var tað eitt
sera stórt vónbrot hjá Pól-
verjum, at teir somikið tíð-
liga máttu siga farvæl til
HM-kappingina.
Úrslit:
Póland-USA 3-1 (2-0)
1-0: Emmanuel Olisadebe,
3
2-0: Pavel Kryszalowicz, 5
3-0: Marcin Zewlakow
3-1: LAndon Donovan, 82
Suður Korea-Portugal 1-0
(0-0)
1-0: Park Ji-Sung, 70
Bólkur D:
Portugal reyk
Japan vann seg fyri
fyrstu ferð í søguni
víðari, og Russland er
nú úti úr kappingini
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Søguligu
stríðsbondini
millum Japan og Russland
fornokta seg ikki, og tí er
einki at siga til, at um góðu
fótbóltsúrslitini hjá Japan
kennast eyka fjálg, nú
Russland ikki vann seg víð-
ari úr bólki H.
Talan var annars um ein
sera dramatiskan dyst, tá
Russland og Belgia skuldu
gera av, hvør av teimum
skuldi vinna seg víðari úr
bólkinum. Russland hevði
nóg mikið við javnleiki til
at tryggja sær sessin, men
hetta eydnaðist teimum tó
ikki.
Talan var tó um eina sera
spennandi seinastu løtu, tí
eftir at Russland tveir min-
uttir fyri leiklok hevði
minkað munin til 3-2,
tveittu teir alt fram í roynd-
unum at fáa seinasta málið,
og fleiri ferðir var tað eisini
um reppið, at bólturin fór
inn í belgiska málið, men
»reyðu devlarnir« megnaðu
tó at halda fast, og harvið
ogna sær sessin í fjórðings-
finaluni, har Brasilia verð-
ur mótstøðuliðið.
Fremsta plássið í bólki-
num ognaði Japan sær, eftir
at teir eisini vunnu triðja
dystin í bólkaspælinum.
Japan var alla tíðina
greitt omaná móti Tunis,
men leingi hildu afrikanar-
arnir sera væl fatur í jap-
ansku álopsmonnnunum.
Tá Moishima beint eftir
steðgin fekk lagt vertstjóð-
ina á odda, loysnaði tó, og
tað var ikki annað enn
uppiborið, tá stóra stjørnan
hjá Japan, Hidetoshi Na-
kata, staðfesti sigurin eitt
korter fyri leiklok.
Við sigrinum hevur Jap-
an fyri fyrstu ferð í søguni
vunnið seg víðari í 1/8-fin-
alurnar, har teir skulu møta
Turkalandi. Og við spæli-
num, sum liðið hevur sýnt
og stuðlinum frá áskoðar-
unum, er als ikki óhugs-
andi, at Japan í øllum før-
um fer at teljast millum tær
8 sterkastu fótbóltstjóðirnar
í heiminum um eina knappa
viku.
Úrslit:
Belgia-Russland 3-2 (1-0)
1-0: Johan Walem, 7
1-1: Vladimir Beschastnyk,
52
2-1: Wesley Sonck, 78
3-1: Marc Wilmots, 82
3-2: Dmitry Sychev, 88
Japan-Tunis 2-0 (0-0)
1-0: Hiroaki Morishima, 48
2-0: Hidetoshi Nakata, 75
Bólkur H:
Belgia stríddi seg víðari
Dýrabar mistøk móti
Onglandi viðførdu, at
spenningur rættiliga
tíðliga fór úr dysti-
num
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Bæði í Danmark og Ong-
landi var spenningurin und-
an dystinum leygardagin
ovurstórur.
Eisini her heima mundu
nógvir hyggjarar havt sett
seg væl til rættis í stólinum
um døgurðaleitið leygar-
dagin, men tað var tó rætti-
liga tíðliga, at spenningurin
byrjaði at fara úr dystinum.
Fyrst mistók Thomas
Sørensen seg, soleiðis at
Rio Ferdinand kundi skrá-
setast fyri málið til 1-0, og
tá ein ódakkaður Michael
Owen nakað seinni slapp at
økja, tóktist alt vera av-
gjørt.
Ringi dagurin hjá dønum
varð staðfestur, tá eitt mis-
tak frá Niclas Jensen við-
førdi, at Beckham kundi
spæla Emile Heskey leys-
an, og við trimum málum á
muni í steðginum, var alt
mest sum avgjørt.
Eftir dystin iðraðu danir
seg um persónligu mistøk-
ini, sum kostaðu so dýrt, og
partvíst var tað eisini rætt,
at teir í seinna hálvleiki
høvdu bóltin nógv meira.
Men teir skaptu sjáldan
nakrar veruligar málmøgu-
leikar, og so kann tað sum
so vera tað sama, um Ong-
land seinastu trý korterini
einki skapti. Tað høvdu teir
ikki fyri neyðini, og ístaðin
kundi miðverjan staðfesta,
at hon væl kann verða
lykilin hjá Onglandi til eina
sera góða endastøðu.
Torførasta forðingin í
hesum
verður
ivaleyst
kvartfinalan. Har skal Ong-
land hitta vinnaran av
dystinum millum Brasilia
og Belgia, men í Onglandi
er eingin, sum tosar um
Belgia. »Brasil next« er
longu sett á dagsskránna,
og fyri fótbóltselskarar
mann hetta í øllum tykjast
sum ein sera spennandi
uppgerð.
Danmark-Ongland 0-3
(0-3)
0-1: Rio Ferdinand, 5
0-2: Michael Owen, 22
0-3: Emile Heskey, 44
Danmark úti
Mánamorgunin byrj-
aði við enn einari lítl-
ari sensatión í HM-
høpi
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Púrasta óvæntað vann USA
mánamorgunin 2-0 á Mex-
ico USA legði seg tíðliga í
dystinum á odda við einum
máli frá Brian McBride, og
tó at Mexico royndi at svara
aftur, so eydnaðist hetta
ongantíð.
Ístaðin var tað USA, sum
í seinna hálvleiki kundi av-
gera, tá eitt vakurt kontra-
álop endaði við at Landon
Donovan stútaði bóltin í
netið.
Við sigrinum hevur USA
sostatt vunnið seg fram til
fjórðingsfinalurnar, har teir
skulu spæla móti Týsk-
landi, so uttan iva mugu
amerikumenn enn einaferð
finna seg í, at teir ikki eru
favorittar.
Mexico-USA 0-2 (0-1)
0-1 :Brian McBride, 8
0-2: Landon Donovan, 65
USA víðari
Reglan hjá Gary Line-
ker varð staðfest, tá
Oliver Neuville tveir
minuttir fyri leiklok
sendi Paraguay úr
kappingini
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyrsta av teium 8 1/8 final-
unum varð leikt leygar-
morgunin, og ikki óvæntað
eydnaðist tað týskarum at
vinna seg víðari, eftir at teir
vunnu 1-0 á Paraguay.
Leingi varð Týskland tó
hildið á pínubeinkinum, tí
hóast greiða leikliga yvir-
vág, so eydnaðist teimum
ikki at fáa bóltin framvið
Chilavert í málinum hjá
Paraguay fyrr enn tveir
minuttir fyri leiklok.
Hóast skaðastøðan hjá
Týsklandi bara tykist at
versna, so tóktist hetta ong-
an tíð at órógva liðið, sigur-
in sum heild var fult uppi-
borin.
Týskland-Paraguay 1-0
(0-0)
1-0: Oliver Neuville, 88
Týskarar vinna altíð
C
M
Y
K
20