týsdagur 18. juni 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 18. juni 2002
19
EB/Streymur hevði
sera gott tak á B36
fyri steðgin, men teir
máttu at enda taka til
takkar við stórtapi
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
B36 vóru risa favorittar at
vinna dystin, tá teir sunnu-
dagin tóku ímóti EB/
Streymi, sum var komið til
Havnar á vitjan.
Fyrstu løtuna av dystin-
um var eisini líkt til, at
meistararnir skuldu liva
upp til favorittheitið, og tað
var eisini skjótt, at John
Petersen hevði lagt árstals-
felagið á odda.
Sovnaðu
Skjóta málið skuldi tó vísa
seg at verða eitt slag av
sovikodda hjá B36. Í øllum
førum tóktust teir meira
ella minni at halda, at
sigurin nú fór at koma av
sær sjálvum, og ferðin á
spælinum varð eisini har-
eftir.
EB/Streymur hevði tó á
ongan hátt givið skarvin
yvir, og spakuliga vóru tað
teir, sum arbeiddu seg inn í
dystin. Lykilin til hetta var
fyrst og fremst ein væl
skipaður miðvøllur, har
Ronnie Samuelsen og Ják-
up Martin Joensen stýrdu tí
mesta, og tó at Sorin
Anghel í útgangsstøðnum
var einsamallur á toppin-
um, so varð hann væl stuðl-
aður av miðvøllinum, tá
spælið varð flutt niðaneftir.
Og tað hendi seg meira
enn so, at gestirnir komu
oman móti brotsteiginum
hjá B36. Kanska ikki so, at
teir stóru málmøguleikarnir
vórðu skaptir, men teir
komu væl ígjøgnum úti í
borðunum, og tað tóktist
bert vera ein spurningur um
tíð, áðrenn teir javnaðu.
Hetta hendi eisini, tá
einir tíggju minuttir vóru
eftir
av
hálvleikinum.
Jákup
Martin
Joensen
royndi at dekka bóltin inni í
brotsteiginum, tá Kenneth
Jacobsen púrasta óneyðugt
tók beinini undan honum,
og dómarin var ivaleysur, tá
hann peikaði á brotssparks-
blettin. Sorin Anghel varð
settur at skjóta, og ósvika-
liga trygt sendi hann bóltin
netið.
Og at gestirnir ikki fingu
fleiri mál enn hetta eina
undan steðginum, kunnu
teir mest takka sær sjálvum
fyri. Sorin hevði sjálvur
gyltan møguleika, tá hann
sendi beint á málverjan
eftir at hava drigið fram við
Jens Kristiani Hansen, og í
fleiri øðrum førum var tað
bert seinasta sendingin,
sum restaði, fyrr enn
leikarar gjørdist púrasta
leysir.
Alt punkteraði
Tá lið fer so langt niður í
gear, sum B36 gjørdi
sunnudagin, so er tað oftani
soleiðis, at tað er sera tor-
ført at toga seg uppaftur, og
tí var tað ikki sørt, at royk-
urin av eini sensatión hekk
yvir vøllin í hálvleikssteðg-
inum.
EB/Streymur hevði sum
fyrri hálvleikurin leið verið
alt meira dominerandi á
vøllinuim, men tað var tó
skjótt greitt, at B36 leikar-
arnir høvdu fingið nøkur
stór orð oman yvir seg í
steðginum.
Alt fyri eitt settu teir seg
nú á dystin, og so líðandi
byrjaðu størri og smáir
málmøguleikar eisini at
íkoma. Men tað skuldi eitt
lítið mistak til, áðrenn B36
veruliga fekk hol á.
Magni á Lakjuni varð
leiktur mest sum fríur
vinstrumegin í brotsteigin-
um. Skotið var mest sum
hálvkiksað, men Gunnar á
Steig fekk ikki hildið
bóltinum, og so sýndi Tór-
álvur Poulsen, hvussu ein
rættur áleypari hugsar, tá
hann var fyrstur á retur-
inum og smekkaði til í
málið.
Og so skrædnaði veruliga
hjá E/Streymi. Organisa-
tiónin á liðnum, sum hevði
verið hampuliga góð fram
til hetta, fór fullkomuliga í
fisk,
og
eftir
trimum
minuttum var støðan broytt
til 4-1. Fyrst tá Bárður
Mortansson fylgdi upp,
eftir at bólturin fyrst hevði
á tvørtrænum, og síðani tá
Magni og Jens Kristian
hegnisliga
spældu
seg
ígjøgnum, so Magni at
enda kundi senda framvið
málverjanum
Við 4-1 var dysturin væl
og virðiliga avgjørdur, og
seinastu tíðna minti alt
mest um okkurt slag av
venjingardysti, har leikarar
av ótta fyri skaðum ikki
vilja geva seg tey seinastu
prosentini í nærdystunum.
Nakað sum ofta viðførir, at
verjurnar gerast dekan ov
leysar, og so varð eisini.
Magni økti til 5-1, áðrenn
Vinjard Dam eftir sera flott
gjøgnumbrot
hjá
Sorin
Anghel minkaði um munin,
og at enda staðfestu John
Petersen og Bárður Mort-
ansson. Í báðum førum eftir
gjøgnumspæl fram til mál-
teigin.
Fara at lyfta sær
Við sigrinum fekk B36 í
øllum førum rist keðiliga
tapið fyri viku síðani av
sær, men hóast greiðu
tølini, so var avrikið als
ikki serliga sannførandi.
Serstakliga í fyrra hálvleiki
sýndi liðið veikleikar. Bæði
tí at ferðin var í lág í fram-
rættaða spælinum, og tí
skipanin av liðnum als ikki
var í lagi, tá mótstøðu-
menninir kontraðu.
Fyri EB/Streym mundi
stórtapið koma við eini
heldur løgnari kenslu, og í
veruleikanum høvdu teiri
eisini betri uppiborið.
At B36 hevði somikið
stórar trupulleikar í fyrra
hálvleiki var nevnliga fyrst
og fremst EB/Streymi fyri
at takka. Taktiska skipanin
á liðnum var góð, og við
eitt lítið sindur av hepni
vóru teir eisini á odda í
steðginum.
Enn er liðið tó partur av
botnstríðnum, men megna
teir í samfullar 90 minuttir
at halda høvdið kalt, og ikki
fara í upploysn, tá alt ikki
gongst eftir vild, er einki at
ivast í, at liðið verður eins
trygt omanfyri strikuna,
sum teir vóru tað í fjør.
Men sum sagt, so krevur
tað, at dysturin verður
leiktur á tamb, og ikki bara
helvtina av tíðini.
B36-EB/Streymur
7-2 (1-1)
1-0: John Petersen, 7
1-1: Sorin Anghel (br.), 36
2-1: Tórálvur Poulsen, 63
3-1: Bárður Mortansson, 65
4-1: Magni á Lakjuni, 66
5-1: Magni á Lakjuni, 70
5-2: Vinjard Dam, 74
6-2: John Petersen, 76
7-2: Bárður Mortansson, 84
Dómari: Eiler Rasmussen:
Í longum løtum var dyst-
urin av tí meira linliga
slagnum, og dómarin gjørdi
sær ongan tíð uppgávuna
óneyðuga torføra.
B36: Rene Tórgarð - Arn-
bjørn
Danielsen,
Egil
Zachariasen, Fróði Cle-
mentsen – Kenneth Jacob-
sen, Jákup á Borg, Klæmint
Matrasn, John Petersen,
Jens Kristian Hansen –
Bárður Mortansson, Tór-
álvur Poulsen
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Esmar Eiðisgarð,
Knút V. Vesturtún, Andrzej
Pacek, Marni Djurhuus –
Hans Pauli Samuelsen,
Ronnie Samuelsen, Jákup
Martin Joensen, Hallur
Jacobsen, Teitur Joensen –
Sorin Anghel
B36-EB/STreymur 7-2 (1-1):
Ein hálvleikur var nokk
Bárður Mortansson var hesa ferð fremsta val í B36-álopinum, og hann takkaði fyri álitið við at
skjóta tvey av teimum sjey málunum hjá heimaliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Sorin Anghel var einsamallur á toppinum hjá gestunum, og umframt at vera við í báðum
málunum var hann serliga í fyrra hálvleiki ein stór hóttan móti B36-malinum
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 113 - 18. juni 2002
Støðið var ikki tað,
sum gøtumenn og
klaksvíkingar ofta
hava víst, men klaks-
víkingar vunnu, tí teir
fingu fulla nyttu
burturúr tveimum
hornaspørkum og
einum frísparki
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað hevur ikki verið so ofta
tey seinnu árini, at klaks-
víkingar eru farnir úr Gøtu
við fullari úrtøku. Tað fóru
teir sunnudagin, og tað er
væl skiljandi, at lagið var
gott. Eftir trilvandi fyrstu
umførini hevur KÍ seinastu
vikurnar havt undanvind.
Og hesa ferð var sigurin
serliga søtur, tí hann var
tann fyrsti á útivølli, og
hann varð vunnin á einum
av liðunum, sum tað altíð
verður roknað við – ikki
minst í Sarpigerði.
Men rætt skal vera rætt.
GÍ er ikki tað, sum GÍ var í
stórtíðini í níti árunum. Og
GÍ er heldur ikki tað, sum
GÍ var í fjør, tá teir undan
summarsteðginum vunnu
hvørja ferð og endaðu á
silvurplássinum.
Miðvallarspælið var ikki
sannførandi. Sámal Joen-
sen og Magni Jarnskor,
sum hava verið eyðkendir
fyri at vera serliga ar-
beiðssamir, soleiðis at teir
sum oftast hava verið yvir
við yvirlutan ímóti bein-
leiðis mótstøðumonnunum.
Hetta hevur oftast havt við
sær, at GÍ miðvøllurin hev-
ur verið fyrsta sterka verju-
ketan, og at GÍ miðvøllurin
hevur verið sera vandamikil
í álopspartinum – í per-
sónligum gjøgnumbrotum,
við langskotum, innleggum
og fríspælingum av fremstu
monnunum.
Einki av hesum sást
nakað serligt til ímóti KÍ.
Serliga bilaði tað í álops-
partinum. Tær ferðirnar,
sum Súni Fríði Johannesen
og ein merkiliga tamur
Súni Olsen vórðu spældir
leysir, kunnu meiri enn so
teljast á aðrari hondini, og
tað var ikki fyrrenn ein tími
var farin, at Meinhardt
Joensen í KÍ málinum fekk
fyrstu beinleiðis royndina
ímóti sær. Tað sigur ikki so
lítið, at GÍ einki hornaspark
hevði í 1. hálvleiki.
Á hagtølunum sæst, at
tað eru miðverjin Bartal
Eliasen
og
miðvallarin
Sámal Joensen, sum hava
skotið málini hjá GÍ. Tá KÍ
var komið framum 3–0, fór
Bartal fram at spæla. Tað
órógvaði KÍ verjuna, og
Súni
Fríði
Johannesen
minkaði um munin aðru
ferðina, tá hann varð spæld-
ur leysur. Fyrru ferðina – tá
heilfluktaði Súni Fríði úr
stuttari fjarstøðu eftir inn-
legg úr høgru– stór-bjarg-
aði KÍ málverjin til horna.
Málið kom eftir hornaspark
úr vinstru, sum Poul Enni-
garð stútaði niður til álops-
mannin.
Tá ið GÍ hevði minkað
um munin, tóktist tað sum
um, at eitt sindur av fjáltri
kom á KÍ liðið, sum eina
løtu skinklaði og ikki var
sannførandi skipað. Men so
varð Bartal skaddur í sam-
anbresti við KÍ málverjan,
GÍ verjuspælarin noyddist
at taka seg úr stríðnum, og
síðstu tíggju minuttirnar
var eingin ivi um, at KÍ fór
at megna at halda tørn.
Deyðu bóltarnir
KÍ hevði størri tyngd í
álopspartinum. Í 1. hálv-
leiki var fleiri ferðir um
reppið, at sera arbeiðssami
Hjalgrím
Elttør,
Kurt
Mørkøre og Bárður á Lakj-
uni fingu hol á, eftir at teir
fóru komnir í brotsteigin,
men tað eydnaðist ikki
teimum at spæla seg til
nakað mál.
KÍ hevur tær seinastu
ferðirnar spælt við mest
sum sama liðið. Tað er í sær
sjálvum ein fyrimunur.
Bárður á Lakjuni, sum
fyrsta partin av kappingini
tóktist leysur í saðlinum,
hevur fingið nógva spæli-
tíð. Tað hevur styrkt um
sjálvsálitið hjá honum, og
serliga í hornasparksstøð-
unum hevur hann verið
vandamikil.
Allan Joensen er av góð-
um grundum ikki í full-
góðari venjing enn, men
tað er ein stórur styrkur, at
hann er komin aftur á
miðvøllin, har hann vinnur
nógv, spælir skilagott frá
sær og megnar at fara
framvið einum og tveimum
monnum og at hótta við
skoti.
Harley Bertholdsen hev-
ur ikki verið fastur maður
síðstu ferðirnar. Hesa ferð
var Allan Mørkøre burtur-
staddur, og so var Harley á
miðvøllinum
í
høgru,
meðan Atli Danielsen var
vongverji aftanfyri.
Øll KÍ málini vórðu
skorað í sambandi við
deyðbóltsstøður.
Harley
Bertholdsen
átti
í
1.
hálvleiki síðsta fótin á
dygst undir málinum, eftir
at Bárður á Lakjuni hevði
sent hornaspark innfyri úr
vinstru, og Ove Nysted
hevði snittað víðari.
Ove Nysted økti knappar
tíggju minuttir eftir steðgin.
Aftur sendi Bárður á Lakj-
uni hornaspark til nærra
stólpan, og hesa ferð var
Ove nógv hægstur og
drønstútaði dygst inn við
samankomingini. Og bara
ein minuttur var farin aft-
urat, tá Harley Bertholdsen
økti til 3–0. Rúni Elttør
sendi frá miðstrikuni í
vinstru fríspark 70 metrar!
diagonalt. Bólturin sigldi
omanfyri allar í brotsteig-
inum, og so smekkaði Har-
ley til, og tað sang í net-
takinum. Ein fínt mál.
GÍ royndi at stríða seg
uppí aftur. Men tað var
trupult. Spælið var hug-
flogsfátækt. Ove Nysted
vann allar teir nógvu og
høgu bóltarnar, sum vórðu
sendir fram á KÍ helvtina,
og Alexander Djordjevic
var eisini sannførandi í
miðverjuni.
Ikki so fáir klaksvíkingar
vóru við sínum liði í Gøtu.
Og ivaleyst vóru teir heilt
nógvir, sum iðraðu seg um,
at teir ikki fóru um fjørðin
hesa ferð!
Dysturin í tølum
GÍ-KÍ 1-3 (0-1)
0-1: Harley Bertholdsen,
13
0-2: Ove Nysted, 54
0-3: Harley Bertholdsen,
56
1-3: Súni Fríði Johannesen,
76
Dómari: Dagfinn Olsen
GÍ: Hallur Hansen – Hans
Pauli Petersen, Bartal Elia-
sen, Poul Ennigarð, Leivur
Hansen – Magni Jarnskor,
Sámal Joensen, Zdzislaw
Janik, Áslakur R. Petersen
– Súni Fríði Johannesen,
Súni Olsen
KÍ: Meinhardt Joensen –
Atli Danielsen, Ove Ny-
sted, Alexander Djordjevic,
Rúni Elttør – Harley Bert-
holdsen, Jan Joensen, Allan
Joensen, Hjalgrím Elttør –
Kurt Mørkøre, Bárður á
Lakjuni
GÍ-KÍ 1-3 (0-1):
KÍ sera vandamikið
í deyðbóltsstøðum
KÍ vann triðja dystin upp í slag, tá teir vitjaðu í Gøtu, og nú man optimisman so spakuliga aftur fara at ráða í Klaksvík, har
fótbóltsstoltleikin tey bæði seinastu árini annars hevur verið á einum hampuliga lágum støði
Mynd: Samson Nesá
C
M
Y
K
18