týsdagur 18. juni 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 18. juni 2002
17
Spurningurin í Runa-
vík var bara, hvussu
stórur heimasigurin
fór at verða ímóti
tvørámonnum, sum
einki høvdu at bjóða
uppá
NSÍ–TB
Jóannes Hansen
Ítróttarliga kundi Skála-
fjarðarstevnan ikki spæla
betri av fyri vertirnar, enn
hon gjørdi. Leygardagin
vann Eysturoyingur kapp-
róðurin (tað venda vit aftur
til í blaðnum í morgin), og
sunnudagin
vann
NSÍ
stórsigur
og
varðveitti
harvið trýstið á HB í
kappingini um oddasessin.
TB tóktist hava givið
skarvin yvir, áðrenn teir
komu á vøllin. Teir royndu
at flyta bóltin ímillum sín,
uttan at teir kortini tóktust
hava nakra álopsætlan, ella
var tað heldur soleiðis, at
teir ikki megnaðu at spæla
seg úr verjustøðuni og fram
á vøllin.
Fyri NSÍ hevur síðsta
stóra vikan verið framúr.
Eftir javnleikin í torføra
útidystinum
á
Svanga-
skarði, fingu teir fult í
Gundadali ímóti B36, so
spældu teir seg í finaluna í
steypakappingini,
og
á
stevnuni vunnu teir stór-
sigur á TB.
Skal nakað telja á keði-
ligu síðuna hjá NSÍ, so má
tað vera, at skaðalistin
gjørdist eitt sindur longri
aftur. Djóni N. Joensen var
ikki við hesa ferð, Brynj-
olvur Nielsen fór tíðliga út
av høgra vongverjanum, og
Kári Hansen, sum fekk ein
snudd seint í 1. hálvleiki,
kom ikki á vøllin aftur eftir
hvíldina.
Christian Høgni Jacob-
sen er í heimbygdini, har
hann roynir at fáa dystar-
venjing, áðrenn hann fer
aftur til Vejle. Men tað
gongst illa hjá landsliðs-
manninum at sleppa upp í
part í álopinum. Sonni L.
Petersen og Óli Hansen
hava skorað fleiri mál
síðstu tíðina. Hóskvøldið
var Christian Høgni vong-
verji í vinstru, og hesa ferð
loysti hann Brynjolv Niel-
sen av sum vongverji í
høgru.
Málini
Fyrsta málið kom, tá tíggju
minuttir
vóru
spældir.
Christian Høgni Jacobsen
sendi í stólpan aftanfyri
Lars Müller, sum var besti
TB spælarin og hevði fleiri
góðar bjargingar, og Helgi
L. Petersen var fyrstur á
returinum, sum hann setti
innaru síðuna undir.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
økti Sonni L. Petersen við
góðum skoti úr brotsteigin-
um, og minuttin aftaná var
tað miðvallarin í høgru,
Gert Langgaard, sum sendi
úr brotsteiginum og í málið,
eftir at hann hevði sneitt
seg leysan.
Hóast NSÍ hevði stóra
yvirvág og nógvar hálvar
møguleikar og størri møgu-
leikar enn tað, so bíðaði
fjórða málið, inntil tað
restaðu
tjúgu
minuttir.
Sjúrður Jacobsen, sum eftir
leikbannið
í
miðviku
steypadystinum á Toftum,
aftur var á vongverjanum í
vinstru, legði innfyri, Sonni
L. Petersen snittaði við
høvdinum til eldra beiggj-
an, og Helgi takkaði fyri.
Eftir at hann var farin
framvið einum skoraði
hann til 4–0.
Síðsta NSÍ málið átti
Sjúrður Jacobsen. Hesa
ferð var hann púra tryggur
úr ellivu metrum.
TB slapp at pynta um í
evstu løtu. Eftir horna-
sparksinnlegg úr høgru
setti aftasti verjumaðurin
Vladimir Matijivic fótin
undir bóltin, sum fór inn
um strikuna aftanfyri NSÍ
liðformannin, Jens Martin
Kndusen. Hann hevði ann-
ars verið mest sum arbeiðs-
leysur.
Dysturin í tølum:
NSÍ-TB 5-1 (3-0)
1-0: Helgi L. Petersen, 11
2-0: Sonni L. Petersen, 15
3-0: Gert Langgard, 26
4-0: Helgi L. Petersen, 70
5-0: Sjurður Jacobsen (br.),
87
5-1: Vladimir Matijivic, 90
Dómari: Birgir Sondum
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen, Pól
Thorsteinsson,
Arnfinn
Langgaard, Sjúrður Jacob-
sen – Gert Langgaard, Kári
Hansen, Helgi L. Petersen,
Jónstein Petersen – Óli
Hansen, Sonni L. Petersen
TB: Lars Müller – Einar
Petersen, Tórður Morten-
sen, Vladimir Matijivic,
Nebosja Urtajl, Rasmus
Nolsøe – Jón Tórður Holm,
Bárður
Dimon,
Olivur
Abrahamsen
–
Allan
Michelsen, Dan Mortensen
FS Vágar sendi B36
heimaftur við einum
stórtapi, tá liðini hitt-
ust í landskappingar-
dysti í Sandavági
leygardagin. FS Vágar
er nú heilt stóri
favoritturin at flyta
uppaftur í 1. deild
2. DEILD
Jákup Mørk
FS Vágar stevnir við bein-
ari kós móti 1. deild, eftir at
felagsliðið flutti niður í
fjør. Liðið hevur verið
sannførandi í teimum flestu
dystunum, og leygardagin
var tað B36, ið stóð fyri
skotum.
Útiliðið fekk als ikki um-
rátt seg, tí FS Vágar legði út
sum eitt óløgið. Longu eftir
tíggju minuttir var støðan
3-0, og dysturin at kalla av-
gjørdur. Heimaliðið fekk
tvey mál afturat seinni í
fyrra hálvleiki og førdi heili
5-0 við steðgin.
Fyrsta málið fekk fyrr-
verandi
B36-spælarin
Bjarni Prior. Tað var Kim
Poulsen, sum breyt ígjøg-
num í høgru síðu, og hann
sendi
flatt
innfyri
til
Bjarna, sum bara skuldi
seta fótin á bóltin.
Í næsta álopinum skorar
Jákup Joensen. Verjuleikar-
arnir hjá B36 rudda ikki eitt
innlegg úr vinstra borði
burtur, og Jákup Joensen
ger skjótt av og skorar við
nærmastu stong.
Málið til 3-0 gjørdi Jens
Erik Rasmussen. Aftur var
tað Kim Poulsen, sum var
upphavsmaður. Hann slapp
at reka frá miðum vølli og
heilt oman móti brotsteig-
inum, uttan at nakar fór
ímóti honum. Hann prikaði
bóltin inn til Jens Erik, sum
var púra leysur og hann
skoraði. Jens Erik átti eisini
tað fjórða málið, sum hann
skoraði uppá brotsspark,
eftir at Jákup Joensen varð
feldur í brotsteiginum.
Bjarni Prior fekk enn eitt
mál, sum hann skeyt beint
fyri steðgin. Hann fekk
bóltin úti í borðinum, dró
inneftir og langaði til við
vinstra beinið, og bólturin
sat dygst undir tvørstong-
ini.
Róligur seinni
hálvleikur
Eftir steðgin vóru vága-
menn ikki eins grammir
sum í fyrra hálvleiki, og
ferðin á dystinum fór nakað
niður. Samstundis ressaðust
gestirnir nakað. Teir vildu
helst sleppa undan einum
veruligum avsmurningi.
Ein góð løta gekk, áðrenn
vágamenn øktu um leiðsl-
una, og hesuferð var tað
Clayton Soares, sum slapp
uppí part. Hann høvdaði
eitt innlegg úr høgru í
kassan, og so var tað 6-0.
Síðani var tað B36, sum
átti tørn. Rógvi Róin á
miðvøllinum hjá B36 lyfti
bóltin uppum eina sovandi
verju, og Heini í Skorini
hevði ikki ilt við at senda
bóltin framvið málverjan-
um til 6-1.
Tað var tó FS Vágar, sum
átti síðsta orðið. Clayton
Soares slapp aftur á mál-
talvuna. Hann leggur eitt
høgt innlegg úr høgru
hegnisliga niður og snýtir
ein verjuleikara, áðrenn
hann skorar úr stuttari
fjarstøðu.
Vágamenn munnu vera
nøgdir við hetta avrikið, og
teir eru størstu favorittarnir
at flyta uppaftur í bestu
deildina, og liðið í ár er
kanska betri enn tað frá í
fjør.
FS Vágar – B36 7-1 (5-0)
1-0: Bjarni Prior
2-0: Jákup Joensen
3-0: Jens Erik Rasmussen
4-0: Jens Erik Rasmussen,
br.
5-0: Bjarni Prior
6-0: Clayton Soares
6-1: Heini í Skorini
7-1: Clayton Soares
NSÍ-TB 5-1 (3-0):
Tað kundi ikki hilnast
betur á stevnuni
FS Vágar – B36 7-1 (5-0):
Eingin ivi um vinnaran
Sjúrður Jacobsen átti seinasta málið hjá NSÍ, tá hann
smekkaði brotsspark í netið. Samanumtikið var stórur munur
á liðunum, og enn heldur NSÍ kósini í oddastríðnum
Vágamenn stevna beint móti bestu deildini. Leygardagin
hølvaðu teir B63 av, og tað tykist ilt at finna nakað lið, sum
kann steðga sigursrøðini hjá oddaliðnum
Mynd: Edvard Joensen
17
16
Nr. 113 - 18. juni 2002
VB hongur við
høvdinum, og hesa
ferð sótu teir eftir við
ongum ímóti tofta-
monnum, sum vunnu
fyri fyrstu ferð í fimm
dystum
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað vóru tvey lið, sum ikki
hava havt góða úrtøku sein-
astu vikurnar, sum tókust á
Vágs eiði. VB Lagið í Vági
er einki serligt. Fleiri spæl-
arar venja eru misnøgdir
við venjaran. Teir venja og
spæla ikki, og onkrir sigast
eftir summarsteðgin ætla
sær at spæla við øðrum
liðum í oynni. Tað hava teir
ikki ráð til í Vági, har FM
rákin frá í fyrraárið væl og
virðiliga er horvin. Stóra
íblásturin og skjóta og
ágangandi spælið, sum
plagar at eyðkenna VB á
heimavølli var ikki á Vágs
eiði hesa ferð.
Einki var at síggja til eitt
nú Tórða Holm og Jón
Paula Olsen og Gísli Svein-
bjørnsson
sat
skaddur
uttanfyri.
VB hevði bóltin nógv,
men teir spældu seg ikki til
nógvar møguleikar.
B68 hevur síðstu fjúrtan
dagarnar spælt fimm dystir.
Teir eru sendir úr steypa-
kappingini, og teir hava
spælt tvær ferðir javnleik á
heimavølli í landskapping-
ini og teir hava tapt stórt í
Gundadali ímóti B36.
Tí hevði Frank Skytte
broytt liðið á fleiri plássum
undan ferðini til Vágs, og
um mett verður út frá
úrslitinum, so eydnaðist
royndin til fulnar. Bogi
Petersen, Oleif Joensen,
Mannbjørn Nesá, Fríðin
Ziskason
og
Marcello
Marcellino vóru millum
teir fystu ellivu.
VB kom á odda beinan-
vegin. Palli Augustinussen
umsetti úr ellivu metrum,
eftir at misskiljing millum
B68 málverjan og Messias í
miðverjuni hevði havt við
sær, at málverjin gjørdi
brotsspark ímóti Robert
Cieslewicz.
Tvær ferðir Fróði
Í fjør varð Fróði Benjamin-
sen kosin at vera ársins
spælari.
Serliga
eftir
summarsteðgin var hann
sera eyðsýndur, og hann
skoraði eina rúgvu av
málum. Í ár hevur tað ikki
gingið so væl hjá Fróða.
Hann hevur ikki havt sama
leiklutin á miðvøllinum og
onkra ferðina í álopinum,
sum hann hevði í fjør, og
hann hevur ikki skorað
støðugt í landskappingini.
Men í Vági gekk væl hjá
Fróða Benjaminsen, sum
skoraði bæði B68 málini.
Toftamenn vóru í 4–5–1
verjukendari útgávu, og
saman við Øssuri Hansen
var tað leikluturin hjá
Fróða Benjaminsen ast
stuðla Marcello, sum var
einsamallur á toppinum.
Fyrra málið fingu tofta-
menn bara sjey minuttir
eftir, at VB hevði sett hol á.
Talan var um væl vanda frí-
sparksstøðu dygst uttanvert
brotsteigarmarkið. Marlon
Jorge, Øssur Hansen og
Fróði Benjaminsen stóðu
hjá bóltinum. Fróði var
tann fyrsti at fara eitt vet
burtur, so leyp Marlon
uppum bóltin, og í staðin
fyri at smekka til potaði
Øssur Hansen til Fróða
Benjaminsen, ið var komin
innum mannsterka verju-
garðin og var púra leysur, tá
hann sendi framvið Bjarna
Johansen.
Tíðliga í 2. hálvleiki
skoraði Fróði Benjaminsen
sigursmálið. Marlon Jorge
sendi úr høgru langan
diagonalbólt. Fróði tamdi
seg leysan og sendi framvið
málverjanum og í handara
síðunetið.
Dygst eftir leiðslumálið
hjá B68 spældi Marcello
Øssur Hansen púra leysan,
men royndin hjá landsliðs-
manninum fór væl oman-
fyri málið.
Síðstu løtuna trýsti VB,
og B68 datt alt longur í
verjustøðu. Tað kom illa
við, at Hans Fróði Hansen
noyddist at gevast. Tá varð
B68 liðið umskipað, so-
leiðis at Jann Ingi Petersen
kom inn á miðvøllin, og
Fróði Benjaminsen yvirtók
miðverjuplássið hjá Hans
Fróða Hansen.
Tað eydnaðist B68 at
halda tætt. VB skoraði
fyrsta málið á heimavølli í
ár, men teir eiga framvegis
fyrsta
heimasigurin
til
góða. Eftir tveir málleysar
javnleikir mistu teir alt hesa
ferð, og tað sær ikki gott út.
Dysturin í tølum
VB-B68 1-2 (1-1)
1-0: Palli Augustinussen
(br.), 7
1-1: Fróði Benjaminsen, 11
1-2: Fróði Benjaminsen, 49
Dómari: Suni Johansen
VB: Bjarni Johansen –
Predrag Zivkovic, Eyðun
Jacobsen, Magni Jacobsen
– Palli Augustinussen, Dan
Djurhuus, Marek Wierz-
biczki, Zlobodan Madzar,
Mortan úr Hørg – Robert
Cieslewicz,
Nened
Zinanovic
B68: Michal Kokoszanek –
Oleif Joenen, Hans Fróði
Hansen, Messias Perreira,
Mannbjørn Nesá – Marlon
Jorge, Fróði Benjaminsen,
Bogi Petersen, Øssur Han-
sen, Fríðin Ziskason –
Marcello Marcellino
Ian Højgaard, sum
annars spælir á
miðvøllinum hjá
NSÍ, er nú settur í
starv sum samskip-
ari hjá felagnum
SAMSKIPARI
Jákup Mørk
Við ársbyrjan gjørdi NSÍ
sum fyrsta føroyska fót-
bóltsfelag av at seta
samskipara í lønt starv,
og tó at royndartíðin hjá
Áka Andreasen sum
samskipara ikki varð
longd, so hevur felagið á
ongan hátt slept hesum
ætlanum.
Mikudagin í farnu
viku
boðaði
felagið
nevnliga frá, at Ian
Højgaard, sum annars
eisini spælir á besta liði
felagsins, nú er settur í
starv sum samskipari hjá
NSÍ.
Ábyrgdarøkið,
sum
Ian fær undir sær, eru
fyrst og fremst at røkja
alt samskifti hjá felag-
num við lýsarar og sam-
skipan av ymsum tiltøk-
um, umframt at hann
eisini skal vera við til at
mynda
andlitið
hjá
felagnum úteftir.
Sandoyingar mistu
stig í evstu løtu, og nú
tykist vónin um upp-
flyting at fjara heilt
nógv hjá árstals-
felagnum
2. DEILD
Jákup Mørk
Hóast B71 nakrar ferðirnar
hevur verið í 2. deild, so
hava steðgirnar her sjáldan
verið drúgvir.
Tá liðið í 1988 vann upp-
flyting í bestu deildina fyri
fyrstu ferð, hevði talan bert
verið um tvey ára steðg í
aðru deild, og bæðu í 1991
og 1998 steðgaðu teir bert
tað eina árið, áðrenn leiðin
aftur gekk upp í bestu
deildina.
Hesaferð er tó líkt til, at
talan í øllum førum verður
um meira enn eitt ár í aðru
deild. Leygardagin vitjaði
B71 í Klaksvík, og í einum
linligum dysti var leingi
líkt til, at tað ikki skuldi
eydnast nøkrum partinum
at skora.
Stutt fyri leiklok eydnað-
ist tó Bergleif Sólsker, sum
hevði dittað sær framvið, at
senda í kassan, og so ráddi
bara um hjá gestunum at
halda fast.
Hetta eydnaðist teimum
tó ikki. Tíðin mundi vera
farin um teir 90 minutt-
irnar, tá B71 framvegis var
á odda, men so traðkaði
Olgar Danielsen til sum
ikki einaferð og tryggjaði
KÍ annað stigið.
Stigið ber við sær, at
klaksvíkingarnir framvegis
halda fast um sessin mið-
skeðis í stigarøðini, har teir
eisini framman fyri sand-
oyingarnar.
Og
møguleikarnir
at
betra um hetta tykjast
heldur ikki vera heilt lítlir. Í
øllum førum átti KÍ at
kunna fingið trý stig burt-
urúr, tá VB kemur á vitjan
komandi vikuskiftið.
B71 spælir tá móti LÍF,
sum er á fjórða plássinum,
og hetta má metas sum
avgjørt seinasta útkall hjá
sandoyingum,
um
teir
skulu gera sær vónir um at
spæla við í oddinum hetta
kappingarárið.
KÍ-B71 1-1(0-0)
0-1: Bergleif Sólsker
1-1: Olgar Danielsen
NSÍ sett
leikandi
samskipara
Ian Højgaard, sum her sæst í dysti fyri NSÍ, er nú settur
í starv sum samskipari hjá NSÍ
VB-B68 1-2 (1-1):
B68 fekk fult í Vági
KÍ-B71 1-1 (0-0):
Mistu á stokkinum
Øssur Hansen og Marek Vierzbicki í nærdysti. B68 vann torføra útidystin í Vági, har kreppan
hjá heimaliðnum gjørst alt meira eyðsýnd
Mynd: Áki Bertholdsen
C
M
Y
K
16