Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 18. juni 2002 15 Skála legði út við kvikum og ágrýtnum spæli, og vóru omaná fyrru helvt av fyrra hálvleiki. Sum fyrri hálvleikur leið, fótaði HB sær kortini, og tá teir beint áðrenn hálvleik fingu mál, var ongin ivi um hvønn veg tað bar FÓTBÓLTUR Bjartur Nolsøe Teir dystir sum Skála higartil hevur spælt á heimavølli, hava teir ikki verið serliga álopsinnaðir, og hava mest sum latið hini liðini hava bóltin, fyri síðani at lúra uppá skjót mótálop. Hetta hevur ikki hepnast væl. Og vitandi um, at HB teir dystirnar teir hava spælt í Vági og á Toftum, hava verið trýstir stóran part av dystinum, royndi Skála seg í dag við ágrýtnum og skjótum spæli. Góð byrjan hjá Skála Fyrstu løtuna vóru tað eisini teir sum sótu á dyst- inum. Við tøttum marker- ingum, frammi á vøllinum, vunnu teir mest sum hvønn nærdyst fyrstu 20 minutt- irnir. HB fekk onki at hanga saman, og tóktist tað sum um teir vóru bilsnir av ágrýtnu skálamonnunum. Tað sást ikki hesa løtuna, at tað var toppur móti botni í 1 deild. Og tað mundi givið úrslit longu tá 7 minuttir vóru farnir. Ein langur bóltur verður sendur inn um verjuna hjá HB, har Bogi Gregersen rennur frá HB- arunum, men púra leysur við málmanninum, skjýtur hann omanfyri. Beint eftir hetta fekk HB í sínari fyrstu atsókn, møguleika at koma á odda. Rógvi Jacobsen slapp at standa leysur, men royndin frá honum fór beint við síðuna av. Sjálvt um Skálamenn royndu at berjast alt tað teir megnaðu næstu løtuna, komu teir ikki fram til stóru møguleikarnar, og so hvørt dovnaði spælið hjá teimum. HB fótaði sær Samstundis var HB við at fóta sær, og spakuliga fingu teir sett nøkur álop í verk, sum samstundis flutti spælið hjá teimum longur oman á hálvuna hjá Skála. Jóhannis Joensen fekk ein gyltan møguleika at leggja HB á odda eftir eitt hornaspark, men onkurs- vegna fekk stúta bóltin upp um málið. Tór-Ingar Aksel- son royndi seg løtu seinni við frísparki, sum streyk beint framvið málinum. Yvirvágin hjá HB bleiv størri og størri, og møgu- leikarnir blivu fleiri og fleiri sum fyrri hálvleikur nærkaðist endanum, og Skálamenn vóru sjáldsamir gestir á HB-hálvuni hesa løtuna. Andrew av Fløtum, sum arbeiddi væl allan dystin, royndi seg við einum beinleiðis frísparki, men Eugen Voda í málinum hjá Skála bjargaði meistar- liga. Tá so góður minuttur er eftir av fyrra hálvleiki, kemur hol á. HB hevur horna, sum kemur væl inn- fyri. Skálamenn fáa bóltin burtur í fyrstu syftu, men bara út til Pætur Dahl, sum fekk møguleikan nú Uni Arge var skaddur. Hann smekkar til, og ímillum allar spælararnar fer bóltur- in í mál. Sum seinasta løtan hevði gingið, vóru tað ikki nógv ið væntaðu at Skála fór at koma aftur. Og so skuldi eisini verða. HB stýrdi seinna hálvleiki, og sjálvt um Skálamenn royndu tað teir vóru mentir, so hevði HB tamarhald á støðuni. Lítil løta var farin av seinna hálvleiki, tá Rúni Nolsøe fór framvið eini trimum skálamonnum, spældi tvørtum til Rógva Jacobsen sum við einum frálíkum skoti skjeyt beint við síðuna av. Løtu seinni vildu havnarmenn hava brotspark, tá málmaðurin hjá Skála feldi Jón Róa Jacobsen, men tað meinti dómarin ikki. Avgerðin fellur Miðskeiðis í seinna hálv- leiki, fær HB sítt næsta mál. Rógvi Jacobsen sendir Andrew avstað við einari neyvari avlevering. Andrew dregur einsamallur inn í brotsteigin og skjýtur framvið málmanninum. Skála fekk møguleikan at minka um munin, tá Alexandur Johansen og Bogi Gregersen við góðum samanspæli, spældu seg ígjøgnum HB-verjuna. Alexandur royndi seg við skoti úti frá, men bólturin brast á stongina. Løtu seinni spælir Janus Joensen ein góðan bólt inn um Skála-verjuna, og har Rúni Nolsøe heilfluktar, men bólturin fór beint omanfyri málið. Tá tveir minuttir vóru eftir, sló HB sigurin fastan. Andrew av Fløtum rann frá Skála-verjuni, inn í brots- teigin og sneiddimálmann- in av og skoraði í tóma málið til 3-0. HB vann sostatt tann væntaða sigurin, sum eisini var uppiborin. Sum Skála spældi fyrsta fjórðingin av dystinum, eigur hetta at geva teimum blóð á tonnina og vón um, at tað ber til at standa seg í bestu deildini. Men ein fótbóltsdystur er sum kunnugt 90 minuttir. Næsta vikuskiftið møta teir TB á Tvøroyri, og tá skal Skála helst hava stig, skulu teir ikki detta burtur ímill- um. Dysturin í tølum: Skála-HB 0-3(0-1) 0-1: Pætur Dahl, 44 0-2: Andrew av Fløtum, 67 0-3: Andrew av Fløtum, 88 Skála: Eugen Voda - Pauli Poulsen, Bogi Gregersen, Kaysten Rasmussen, Rúni Rasmussen - Marius Joen- sen, Kári Nielsen, Arnhold Berg, Áki Petersen - Dánial Hansen, Alexander Johan- sen HB: Bárður Johannesen - Tór-Ingar Akselsen - Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Hans á Lag - Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Janus M. Joensen - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløt- um, Pætur M. Dahl Bæði liðini høvdu brúk fyri stigunum, tá NSÍ og LÍF hittust í Runavík leygardagin. Heldur óvæntað, var tað NSÍ sum fekk øll trý 2. DEILD Bjartur Nolsøe Undan dystinum leygar- dagin lá NSÍ saman við VB á niðasta plássið. LÍF hin- vegin hevði við nøkrum góðum úrslitum seinastu dystirnar, arbeitt seg uppá annað plássið. Tí var tað eitt sindur óvæntað, at dysturin endaði sum hann gjørdi. NSÍ vann dystin 3-0, og var tað fult uppiborið. Ikki tí at munurin leikliga sæð var stórur. Tvørtímóti var tað LÍF sum hevði bóltin mest, men teir gjørdist ongantíð vandamiklir. NSÍ betri NSÍ byrjaði dystin betri, og trýstu teir lorvíkingar fyrstu løtuna. Málmøgu- leikar vóru tó ikki nógvir av, og sum fyrri hálvleikur leið, kom LÍF meiri við í dystin. Men tað var júst sum LÍF var við koma fyri seg, at NSÍ skorar fyrsta málið. Hetta var einar 10 minuttir fyri hálvleik Fríspark verður dømt nakað uttanfyri brotsteigin hjá lorvíkingum. Veteran- urin Oddfríður Gaardbo verður settur at skjóta, og við einum góðum skoti setur hann bóltin í mál. Lorvíkingar skuldu nú fram á vøllin, og teir royndu eisini at trýsta í byrjanini av seinna hálv- leiki. Teir høvdu bóltin nógv, men komu ongantíð fram til teir stóru mál- møguleikarnir. Tá hetta ikki gav úrslit, dovnaði spælið hjá teimum. Dysturin avgjørdur Miðskeiðis í seinna hálv- leiki verður dysturin av- gjørdur. NSÍ hevur horna og bólturin kemur væl innfyri. Lorvíkingar fáa ikki bóltin burtur, og so kann Jústinus Hansen seta fótin á til 2-0. Besti møguleikin hjá LÍF kom tá tað restaðu 10 minuttir at spæla. Tomek Rezel tekur eitt fríspark 20 metrar frá málinum, men bólturin brestur á tvørtræið. Nærri komu lorvíkingar ikki, og tí hevði verjan hjá NSÍ ikki stórvegis trupul- leikar at verja leiðsluna. Tá einir fimm minuttir eru eftir, kiksar offside- fellan hjá LÍF, og Mortan Hansen kann renna einsa- mallur ígjøgnum, og skora til 3-0. Sostatt fekk NSÍ trý týdningarmikil stig í botn- stríðnum, meðan LÍF misti nakað upp til Vágamenn og Sumbingar. Dysturin í tølum: NSÍ -LÍF 3-0(1-0) 1-0: Oddfríður Gaardbo 2-0: Jústinus Hansen 3-0: Mortan Hansen NSÍ-LÍF 3-0 (1-0): Týdningarmikil sigur til NSÍ Skála-HB 0-3 (0-1): HB fekk væntaða sigurin Andrew av Fløtum hevur veruliga fingið ferð á málskjótingina. Hesa ferð skeyt hann tvey av HB málunum í sigrinum á Skála 15 14 Nr. 113 - 18. juni 2002 Vágbingar tykjast fáa tað trupult í næstbestu deildini, og eftir eina vána- liga byrjan hava fuglfirðingar nú fingið ferð á 2. DEILD Jákup Mørk Vágbingar tóku leygar- dagin ímóti ÍF, og mett eftir stigatalvuni skuldi hetta verið ein dystur, har gestirnir vóru stórfavo- rittar. Vágbingar hava higartil havt tað sera trupult í næstbestu deild- ini, og ikki minst mundi tað taka fast, at HB fyri viku síðani slapp av Eið- inum við øllum trimum stigunum. Fuglfirðingar hava hinvegin sýnt stóra styrki seinastu vikurnar, eftir at teir annars høvdu eina alt annað enn sannførandi byrjan. Eingin ivi Hesa ferð var tó eingin ivi. Fulgfirðingar løgdu alt fyri eitt bragdligari fyri. Teir søktu oman móti VB málinum, og tað var eisini skjótt, at hetta gav úrslit. Ikki minst hjá Heina Heinason, sum nýtti hesi trý korterini til at gera reint hat-trick. Tað bøtti so heldur ikki um støðuna um VB, at teir longu miðskeiðis í hálvleikinum fingu mann riknan av vølli, og tí var seinni hálvleikur bert ein avgreiðsluspurningurin hjá fuglfirðingum. Teri fingu tó eitt mál afturat, sum Høgni á Lakjuni sendi á málið. Við sigrinum vann ÍF seg upp á triðja plásisð í kappingini, og einki bendir á, at teir hava hug at steðga á við hesum. Komandi vikuskiftið kemur HB á vitjan, og einki er at ivast í, at á heimavølli eru fuglfirð- ingar stórfavorittar at vinna hendan dystin. Tá skulu vágbingar til Klaksvíkar, har ein tor- førur útidystur stendur á skránni. Torførur ella ikki, so er tað nú um tað mundi, at trýstið á vág- bingar eftir stigum er farið at økjast. Ikki minst eftir at NSÍ vann stevnu- dystin móti LÍF, og harvið lyfti seg leyst av VB. Dysturin í tølum VB-ÍF 4-0 (3-0) 1-0: Heini Heinason 2-0: Heini Heinason 3-0: Heini Heinason 4-0: Høhni á Lakjuni HB fekk skapt spenning um úr- slitið seinastu løtuna, men yvir- høvur var talan um uppibornan sigur til gestirnar 2. DEILD Jákup Mørk Sumba, sum alt árið hev- ur verið partur av odda- stríðnum í aðru deild, vitjaði leygardagin í Havn. Úrslitið gjørdist ein 2-1 sigur til sumbingarnar, og hóast talan í tølum kanska ikki var um so sannførandi sigur, so vóru tey trý stigini tó fult uppiborin. Serstakliga í fyrra hálv- leiki royndu gestirnir at trýsta, og hópur av møguleikum spurdust eisini burturúr, men tað komu tó ikki fleiri enn einsamalla málið, sum Bjørn Thorsteinsson stút- aði í netið. Í seinna hálvleiki var yvirvágin kanska ikki heilt so sjónlig, men tað var framvegis Sumba, sum stýrdi, og tað var eisini fult uppiborið, at Eirikur Joensen kundi økja um leiðsluna til 2-0. Eftir at teir høvdu økt um leiðsluna, tóku sumb- ingar seg longur aftur á vøllin, og tó at HB sein- astu løtuna spældi við einum manni í undirtali, eydnaðist teimum kortini at leggja trýst á. Tað eydnaðist eisini einum tí størsta málslúk- inum í felagnum, Gunn- ari Mohr, at minka um munin, men longur enn tað sama kom HB ikki. Oddabrak Við sigrinum helt Sumba so hampuliga fast í odd- inum, har teir eru tvey stig aftan fyri FS Vágar. Júst vágamenn koma komandi vikuskiftið á vitjan í Sumba, og hesin dysturin kann uttan iva fáa stóran týdning fyri, hvussu oddastríðið fer at hilnast hjá sumbingun- um. HB fer tá til Fugla- fjarðar, har teir væntandi fáa eina sera torføra upp- gávu móti ÍF, sum veru- liga hevur fingið ferð á seinnu umførini. HB-Sumba 1-2(0-1) 0-1: Bjørn Thorsteinsson 0-2: Eirikur Joensen 1-2: Gunnar Mohr Í trimum av dystun- um var talan um útisigrar, og í tveim- um dystum endaði heimaliðið omaná SAMANUM 7. UMFAR Jóannes Hansen Fyrsti stóri triðingurin av landskappingini er lagdur afturum. Í komandi viku verður styttsti dagur, og so fer tað at ganga hin vegin aftur. Hóast kappingin frá HM og sjónvarpinum er stór, so tykist tað ikki vera huginum at síggja heim- ligan fótbólt at ampa. Støðið í spælinum er sjálvandi sera ymiskt í Japan og Suðurkorea og so í føroysku kappingini. Men undirhaldið er ikki so galið í Føroyum. Tað eru málini, sum eru avgerandi, plagar at verða sagt. Og um tað verður mett út frá, hvussu nógv mál verða skorað, so er tað undirhaldandi at síggja dystirnar í bestu deildini í føroyskum fót- bólti. Sunnudagin vórðu 25 mál skorað í teimum fimm dystunum. Talan var um tveir sannførandi heima- sigrar – B36 vann 7–2 á EB/Streymi í Gundadali, og NSÍ vann 5–1 á TB í Runavík. Í hinum trimum uppgerðunum vóru tað gestirnir, sum fóru við øllum. At HB skuldi vinna á Skála var ikki øðrvísi, enn tað kundi roknast við. HB er oddalið, og Skála er botnlið. Hinir báðir útisigrarnir vóru ikki so lættir at rokna út. Men tað tykist vera ein veruleiki, at GÍ ogVB eru ikki serliga sannførandi í løtuni. Hvørki liðið fer at blanda seg upp í stríðið um at sleppa undan niður- flyting, men í løtuni leypur tað ikki so nógv av. Serliga ikki hjá VB, sum tykist vera heilt í kjallaranum. Avgerandi í botninum EB/Streymur er eitt av botnliðunum. Teir sprellaðu leingi í Gundadali, men tá tað skrædnaði, so foldaðu meistararnir í B36 seg út og bøttu munandi um mál- munin. Komandi sunnudag fer EB/Streymur at fáa vitjan av HB. Upp á ein máta kann sigast, at talan verður um stevnudyst, tí tað verður Sundalagsstevna í Hósvík komandi viku- skifti. Skal gongdin higartil í ár nýtast at meta út frá, so er lítið sannlíkt, at EB/ Streymur fer at fáa nakað burturúr á stevnuni. Samstundis um EB/ Streymur fer at spæla heimadyst ímóti oddalið- num, fara hini bæði botn- liðini at knúlvast á Tvør- oyri. TB fær vitjan av Skála, og úrslitið í tí dyst- inum kann fara at vísa seg at vera sera avgerandi fyri, hvussu tað verður í botn- inum, tá tað fyrst í oktober verður endaliga uppgjørt. Skála hevur framvegis bara tað stigið, sum teir fingu í javnleikinum á heimavølli ímóti B36. Støðugur toppur HB og NSÍ eru mest støð- ugu liðini. Komandi viku- skifti hevur NSÍ frí. Tá kunnu Jógvan Martin Olsen og hansara menn fara til Eiðis at peila HB av. Men tað verður ein løta, áðrenn tey bæði fremstu liðini fara at bresta saman seinnu ferð í landskapp- ingini. Tað verður 15. sep- tember í Runavík. Tað fer at renna nógv vatn í ánna, áðrenn komið verður til fimtanda leikumfarið. Oddaliðið hava bæði verið sera støðug. Næstu ferð NSÍ skal spæla í landskappingini verður, tá teir annan sunnudag í níggjunda umfarinum fara at fáa vitjan av KÍ. Klaksvíkingar hava ikki verið í nánd av toppinum í ár. Teir kunnu ikki enn roknast millum toppliðini, men tað er klárt, at tað hevur bøtt um fótbóltslagið í Klaksvík, at teir nú hava fingið fulla úrtøku í trimum dystum upp í slag. Komandi sunnudag fær KÍ vitjan av VB. Fótbólts- lagið í Vági er einki serligt. Sambært útsøgnir seinna- partin av síðstu viku draga spælararnir ikki somu línu. Tá er støðan torfør og tung. Satt málrok í góðum summarveðri VB-ÍF 0-4 (0-3): VB í botni HB-Sumba 1-2 (0-1): Uppiborin sumbiarsigur Fótbóltslagið í Vági er einki serligt fyri tíðina, verður talan aftur um tap í Klaksvík komandi vikuskiftið, fer krepputosið helst at fáa enn meira ferð á Mynd: Áki Bertholdsen C M Y K 14