týsdagur 18. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 • týsdagur • 18. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Hóast hann nú er
leysur av sáttmála-
num við Ølstykke, og
hóast hann í farnu
viku hevði møguleika
at hyggja at í øllum
førum trimum dyst-
um í føroysku kapp-
ingini, so hevur Hen-
rik Larsen ikki sýnt
stórvegis áhuga fyri
hesum, og komandi
tríggjar vikurnar
verður hann í feriu
LANDSLIÐSVENJARI
Jákup Mørk
Spenningur var stórur, tá
FSF fyri góðum mánaði
síðani kundi avdúka, at
Henrik Larsen varð settur í
starv sum nýggjur lands-
liðsvenjari.
Fatanirnar um starvsset-
anina vóru sum vera man
ymiskar, men hvussu var og
ikki, so var spenningurin
um hetta framvegis stórur.
Tað vóru fleiri, sum
funnust at, at nýggi venj-
arin ikki kundi koma í star-
við fyrr enn 1. juli, tá sátt-
máli hansar við Ølstykke
rann út, men har var tó ein
møguleiki fyri, at venjarin
kortini kundi koma til Før-
oyar áðrenn hetta.
Tað var nevnliga so, at
nevndin í Ølstykke hevði
góðtikið, at um so var, at
Ølstykke tryggjaði sær
uppflyting áðrenn seinasta
leikdag, so vildu teir leys-
geva venjaran, og tí mundi
lagið í FSF-húsinum ikki
vera heilt av leið, tá Henrik
Larsen og hansara menn
fyri tveimum vikum síðani
vissaðu sær sessin í 1.
deild. Nú var »Stóri« leys-
ur, soleiðis at hann kundi
fara undir nýggja yrkið.
Tað var so í øllum førum
tað, sum roknað varð við.
Farin í feriu
Vanliga fatanin millum
manna var helst, at nú
nýggi venjarin var leysur av
fyrrverandi
starvinum,
mundi hann alt fyri eitt fara
at kunna seg um umstøður-
nar, sum hann skal virka
undir komandi árini. Eitt nú
við at hyggja at dystum,
hitta hjálparvenjaran á máli
og kanska eisini fáa ein
fund við føroysku venjarar-
nar, soleiðis sum Allan
Simonsen plagdi at gera.
Eitt upplagt høvi til hetta
mundi vera farna vikan, har
tað umframt dystirnar í
landskappingini
eisini
skuldu spælast hálvfinalur í
steypakappingini. Við hes-
um kundi venjarin í tíðar-
skeiðnum frá hósdag til
sunnudag sæð einar tríggjar
dystir, har møgulig evni til
landsliðið kundi fingið
skoðsmál, umframt at hann
eisini kundi kunnað seg við
aðrar umstøður her hjá okk-
um.
Høvdu fólk roknað við
hesum, so eru tey tó vón-
brotin í dag. Tí enn hevur
eingin landsliðsvenjari ver-
ið at sæð nakra staðni.
Vit royndu mánadagin at
fregnast á skrivstovuni hjá
FSF, fyri at vita, hvørt
landsliðsvenjarin ikki ætl-
aði sær upp hesumegin
summarfrítíðina.
Ísak
Mikladal, aðalskrivari hjá
FSF, sigur um hetta, at teir
hava verið í samband við
Henrik Larsen, eftir at upp-
flytingin varð tryggjað,
men at tað so ikki verður
her og nú, at hann kemur til
Føroya.
– Vit greiddu honum frá,
at hann hevði møguleika at
síggja tríggjar dystir, um so
var, at hann var her í tíðar-
skeiðnum frá 12. til 16.
juni, men hetta lá so ikki
fyri hjá honum.
– Henrik Larsen hevur
eisini boðað frá, at hann rrá
20. juni og komandi tríggj-
ar
vikurnar
verður
í
summarfrí, so væntandi
kemur hann fyri fyrstu ferð
á vitjan, tá B36 antin 17.
ella 24. juli skal spæla í
europeisku kappingini fyri
meistarar, umframt at hann
eisini hevur møguleika at
síggja finaluna um Løg-
manssteypið, áðrenn seinna
kappingarhálva
byrjar,
sigur Ísak Mikladal.
Óheppið
Tað er sum kunnugt bert
ein mánaður síðani, at
nýggi venjarin varð settur í
starvið, og tí er kanska nak-
að tíðliga at gera nakra nið-
urstøðu um, hvussu hetta
fer at hepnast.
Men tað er eingin loyna,
at eitt av størstu kritik-
punktunum, sum Allan
Simonsen fekk frá fólkum í
føroysku
fótbóltsheimi-
num, var, at hann var ov
sjáldan í Føroyum, og tískil
hevði alt ov fáar møguleik-
ar at kunna seg um venjing-
arstøðuna hjá landsliðsleik-
arunum og møguliga eisini
at kunna seg um nýggj
landsliðsevni.
Við setanini av Henrik
Larsen varð ført fram, at
nýggi venjarin væntandi fór
at vera meira í Føroyum, og
tískil má tað metast sum
verandi rættiliga óheppið,
at hann ikki tykist sýna
stórvegis áhuga fyri før-
oysku
kappingini.
Ikki
minst tá hann verður burt-
urstaddur frá 20. juni at
rokna, og tí ikki hevur
møguleika at hyggja at
teimum báðum seinastu
umførunum undan steðgi-
num.
Fyrsta
uppgávan
hjá
Henrik Larsen í sessinum
sum føroyskur landsliðs-
venjari verður annars 21.
august,tá Føroyar skulu
spæla móti Liktenstein. 7.
september kemur Skotland
á vitjan og í døgunum 10.
og 16. oktober spælir før-
oyska landsliðið á útivølli
móti ávíkavist Litava og
Skotlandi.
Við starvssetanini segði
Henrik Larsen, at Føroyar í
øllum førum skulu hava
eins nógv stig, sum vit
fingu seinast (sjey), og skal
hetta halda, er í øllum før-
um neyðugt at vera so væl
fyrireikaður, sum til ber.
Eingin venjari
Í FSF vóru tey fegin, tá
Henrik Larsen gjørdist leysur
av sáttmálanum við
Ølstykke, men enn hevur
hetta so ikki havt við sær, at
hann hevur sæð nakran
føroyskan dyst, soleiðis sum
ætlanin annars tóktist vera
Eystanstevnan:
Nógvur kappróður í
blaðnum í morgin
13
12
Nr. 113 - 18. juni 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Yvirskot í
2005
Nú er loksins líkt til, at
fólk eru farin at nýta
brúnna um Oysasund.
Felagið,
sum
eigur
brúnna, sigur, at í dag
eru inntøkurnar størri,
enn roknað varð við, at
felagið
gjørdi
sína
framrokning av rakstr-
inum. Tað fer eisini at
síggjast
aftur.
Eftir
teimum
upprunaligu
f r a m r o k n i n g u n u m
skuldi raksturin geva
avlop í 2007, men við
teirri veksandi ferðsl-
uni í seinastuni fer
raksturin at geva avlop
longu í 2005, sigur
brúgvarfelagið.
Men útlitini eru kort-
ini svikalig. Í teimum
fíggjarligu framrokn-
ingunum er roknað við,
at brúgvarfelagið skal
rinda fýra prosent í
rentu av fíggingini, og
fíggjarserfrøðingar iv-
ast í, um hesin parturin
av metingini er at
halda. Fer realrentan
upp um tey fýra pro-
sentini, kann tað skjótt
kosta brúgvarfelagnum
dýrt, siga serfrøð-ing-
arnir. Ov stór rentu-
hækking fer at noyða
felagið at krevja meiri
pengar frá teimum, sum
nýta brúnna, og eitt tí-
líkt stig kann skjótt bíta
seg í halan.
Lønarhækk-
ing kostar
Stjórin í norska tjóð-
bankanum, Svein Gje-
drem, ávarar nú um, at
tann stóra lønarhækk-
ingin á landsins ar-
beiðsmarknaði fer at
kosta
arbeiðspláss,
samstundis sum lønar-
vøksturin fer at bera í
sær, at rentan fer at
hækka.
Norskir bankar hava í
seinastuni
sagt
seg
vænta, at rentan fer at
hækka eitt prosent í
summar og eitt hálvt
prosent afturat seinni.
Hesum
gevur
tjóð-
bankastjórin teimum nú
rætt í.
Svein Gjedrem vísir
á, at lønarvøksturin
hevur verið millum
fimm og sjey prosent
um árið tey seinastu
árini. Hetta fer sambært
bankastjóranum
at
kosta nógv arbeiðs-
pláss, og tað fer afturat
hava við sær, at trýstið
á tær almennu forsorg-
arskipanirnar fer at
veksa, sigur tjóðbanka-
stjórin.
Úr Norðurlondum:
15 bygdir
afturat
Fyri at ein kommuna í
Danmark kann kalla
seg bý, skulu minst 200
fólk búgva har. Men í
Danmark sum so nógva
aðrastaðni flyta fólk til
tey størru plássini, og
tað hevði við sær, at á
nýggjárinum mistu 15
kommunur býarheitið.
Gamla orðið "bygd"
verður ikki nýtt í Dan-
mark, og í almennum
høpi eita bygdirnar tí-
skil "samlet bebygg-
else".
Aðra kvotu-
skipan
Norsku
myndugleik-
arnir umhugsa nú at
broyta kvotuskipanina
fyri laksaveiði í teimum
norsku áunum. Sum er
kunnu fólk fiska eitt
ávíst tal av laksum um
dagin, men nú er ætl-
anin at seta eina kvotu
fyri summarið heldur
enn dagkvotu.
Myndugleikarnir,
sum umsita laksaveið-
ina í áunum, siga, at
verður
ikki
okkurt
gjørt, er vandi fyri, at
laksurin kemur í vanda.
Víst verður á, at hetta
er hent fyrr. Tey, sum
fiska laks í áunum,
halda ikki, at nakað er
at stúra fyri, og tey eru
eisini
ímóti
ætlaðu
kvotubroytingunum.
Einki prát
um lýðveldi
Leiðslurnar í teimum
politisku flokkunum í
Noregi hava gjørt av, at
flokkarnir skulu ikki
tosa meiri um at skipa
Noreg sum lýðveldi
heldur enn kongsveldi.
Orðaskiftið um at skipa
landið sum lýðveldi tók
rættiliga dyk á seg
seinasta summar. Fleiri
vóru misnøgd við av-
gerðina hjá Hákuni
krúnprinsi at velja sær
Mette Martit til kom-
andi drotning.
Fleiri politikarar tóku
tá undir við tankanum
um at skipa Noreg sum
lýðveldi. Einastu flokk-
ar, sum ikki tóku undir
við hugskotinum, vóru
Høgri og Sosialistiski
Vinstriflokkurin.
Men nú hava floks-
leiðslurnar gjørt av at
sleppa
hugskotinum.
Avgerðin varð tikin á
einum fundi millum
stórtingsformannin,
Kirsti Kolle Grøndahl,
og formenninar í flokk-
unum.
Ísrael fór í gjár undir
at seta eina umstrídda
girðing upp á Vestara
Áarbakka
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Ísraelsmenn fóru í gjár
undir at seta eina girðing
upp á Vestara Áarbakka.
Myndugleikarnir siga, at
girðingin er neyðug fyri at
steðga teimum áhaldandi
palestinsku
sjálvmorðs-
bumbuatsóknunum.
Ísraelski verjumálaráð-
harrin,
Benyamin
Ben
Eliezer, var hjástaddur, tá
arbeiðið byrjaði í gjár.
Hann hevur leingi talað fyri
at girða Vestara Áarbakka
av.
Palestinareru í øðini um
girðingina, men heldur ikki
allir ísraelsmenn eru líka
fegnir um hana. Nógvir
høgrasinnaðir ísraelsmenn
halda, at girðingin kann
gerast eitt komandi mark
millum
Ísrael
og
eitt
palestinskt ríki, og teir hava
tí mótmælt avgerðini hjá
myndugleikunum.
Summir eygleiðarar í
Miðeystri siga, at girðingin
fer
ikki
athava
nakra
ávirkan, tí hon fer ikki at
forða palestinum at gera
álop á mál í Ísrael. Aðrir
eygleiðarar
halda,
at
girðingin fer at økja spenn-
ingin millum ísraelsmenn
og palestinar, júst sum
bíðað verður eftir einum
amerikanskum friðarupp-
skoti.
FBI skuldsetir ein
skógarvørð fyri at
kynt tann stóra skóg-
areldin í Colorado
Amerikanska samveldis-
løgreglan FBI skuldsetti í
gjár eina 38 ára gamla
kvinnu fyri at hava kynt
eldin, sum var byrjanin til
tann stóra skógareldsin í
statinum Colorado. Kvinn-
an arbeiddi sjálv sum
skógarvørður.
Myndugleikarnir siga, at
verður kvinnan funnin sek,
kann hon fáa upp í tíggju
ára fongsul umframt eina
hálva millión dollarar í bót.
Sambært FBI var tað
tann 38 ára gamla kvinnan,
sum boðaði frá skógareld-
inum. Hon segði seg vera
komna fram á eitt legubál,
sum hon ikki var før fyri at
sløkkja. Men undir avhoyr-
ingum hevur hon broytt
frágreiðing.
Skógarvørður setti eld á
Sosialdemokratarnir,
sum vilja hava Kekkia
upp í ES, vunnu
tjóðartingsvalið um
vikuskiftið
KEKKIA
Árni Joensen
Kekkia tók um vikuskiftið
eitt stórt stig nærri ES, tá
sosialdemokratiski flokk-
urin vann tjóðartingsvalið í
landinum. Flokkurin fekk
30,2 prosent av atkvøðun-
um og fer ætlandi at skipa
samgongu saman við teirri
liberalu
valsamgonguni,
sum fekk 14,3 prosent. Teir
báðir flokkarnir hava 101
av teimum 200 tingsess-
unum.
Formaðurin
í
sosial-
demokratiska flokkinum,
Vladimir Spidla, er heitur
talsmaður fyri kekkiskum
limaskapi í ES, og eyg-
leiðarar halda, at hann fer
at gera alt, sum gerast kann,
fyri at sannføra Bruxelles
um, at Kekkia er búgvið til
limaskapin, og at kekkiska
fólkið tekur undir við tí.
Ein meiningakanning hevur
eisini víst, at flestu kekkar
vilja sleppa upp í ES.
Annars vænta kekkar
ikki tær nógvu politisku
broytingarnar, nú sosial-
demokratarnir taka við.
Tað tykist tó hava skelk-
að nógv fólk í Kekkia, at
tann gamli kommunista-
flokkurin fekk næstan 20
prosent av atkvøunum á
tjóðartingsvalinum.
Valið í Kekkia flytir landið nærri ES
Ísrael girðir seg inni
Ísraelskt hernaðarakfar á markinum millum Ísrael og Vestara
Áarbakka tætt við flóttafólkaleguna Jenin
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
12