Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 1975síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EEN ———— frælsi Nr. 36 — Svart og hvítt Í oddagrein blaðsins í dag verður skrivað m.a.: Vit kunnu minna Dimma- lætting á, at vit bæði undir seinasta og næstseinasta landsstýri loyvdu okkum at taka stødu ímóti meiriluta- samgonguni á tingi. Hetta loyva vit okkum eisini at gera undir landsstýrinum, sum nú situr. Vit hava út frá okkara sjónarmiðum mett um dygd- ina í ellum uppskotum, og hetta fara vit framvegis at gera Síðan kann tað vera upp- gáva Dimmalættingar at fáa svart til hvítt, tá tann flokk- urin, blaðið umboðar situr í landsstýrinum. og hvítt aftur til svart, tá tess flokkur situr uttan fyri landsstýrið, soleið- is sum tilfellið er. Síða 2 Fakfeløgini Egon Thomsen, sum er nevndarlimur i arbeiðsmann- afelagnum Fylking å Tvør- oyri, skrivar inni í blaðnum um fakfelogini. Síða 2 MIK í Vest- manna Grønlendski tónleikabólkurin MIK. sum er við í gren- lendsku mentunarferðini í Føroyum í løtuni, hevur hild- ið fleiri konsertir. Leygar- kvoldið høvdu teir konsert í skúlanum á Oyrabakka og mánakveldið vóru teir í Havn. Í gjårskvøldid høvdu teir konsert í Ungmannafel- agshúsinum á Sandi, og í kvold eru teir í skúlanum í Vestmanna. Áðrenn Føroya-ferdin hjá MIK endar leygardagin, skal bólkurin halda konsert í Klaksvík í annadkvøld og í skúlanum á Glyvrum friggja- kveldið. Mikudagin 21. mai 1975 — javnaður 48. árgangur — brødralag Leysasøla 1,50 kr. Framleidsluorkan hjå Føroya Bjor fyrfaldad Virkid hevur økt framleidslu- orkuna frå 25 til 100 hektolitrar um dagin og kann framleida sjey miljónir fløskur um árið Vit hava nú fullfiggjað eina útbyggingarætlan uppá 3,5 mil- jónir krónur, segði Einar Waag, yngri, bryggjari, á pressufundi seinasta mikudag, tá nýggja bryggjhúsið hjá pf. Føroya Bjór varð tikið í nýtslu. Einar Waag: Vit hava bygt uppá framtíðina og hava í løtuni ein stóran yvirkapacitet. Men orsøkirnar til hetta eru fleiri. Fyri tað fyrsta hevur gjørda i- løgan langa livitið (gamla bryggjhúsið varð innstallerað í 1953), fyri tað næsta megu vit vera til reiðar at bryggja sterkt øl, um hetta verður loyvt, og fyri tað triðja var prismunurin mill- um eitt minni anlegg og hetta so lítil, at tað ikki loysti seg at keypa eitt minni. Eisini legði Einar Waag dent á, at við ti gamla bryggjhúsin- um varð neyðugt at bryggja dognið runt, serstakliga um summarið, og hetta minkar um góðskuna Framleiðslan Við hesi útbyggingini er fram- leiðsluorkan hjá Føroya Bjór okt frá 25 til 100 hl. um dagin. Virkið er soleiðis ført fyri at framleiða alt tað ol, sum drukkið verður i Føroyum, t.v.s. umleið sjey miljónir floskur árliga. Í 1974 framleiddi Feroya Bjór 5 milj. 530 túsund floskur. Hetta árið vaks framleiðslan við 6,3“ Avsamlaðu framleiðsluni vóru 2,5 miljónir fløskur av øli, og svarar hetta til 86,9% av før oysku ølframleidsluni. Restin t.v.s. 3 milj. fløskur, var soda vatn, og svarar hetta til 61,8% av føroysku sodavatnsfram- leiðsluni. Í 1973 hevði Feroya Bjór risavøkstur í framleiðsluni. Tá vaks elframleiðslan við 21% og sodavatnsframleidslan vid 27% Í løtuni eru 27 fólk í vinnu hjá pf. Foroya Bjór. Útbyggingin Samlaða útbyggingin umfatar ein byggning uppá 18 x 24 metr- ar. Av hesum eru 16 x 18 metrar í tveimum hæddum, og er hædd- in millum loft og gólv 4,3 metr- ar. Í niðaru hæddini er urtkel- ingsrúm við urtbeholdara og plátukolara, nýggjur lagerkjall- ari við fimm tangum á 100 hl. og trimum tangum á 200 hl. Sam- stundis er kølikapaciteturin út bygdur við nýggjum kølikom- pressara, kondensatori og is vatnsanleggi. Ovara hæddin er ætlað til nýggja tappihøll, men verður hendan ikki gjørd fyrr enn í II útbyggingarstigi, og tí stendur hesin parturin sum rábygningur og verður fyribils nýttur til goymslurúm. Í vestara endanum er eitt ket- ilrúm, sum er 6 x 8 metrar stort, við einum Henckel Dampketli. Kostnaðurin er 150.000 kr., og kapaciteturin er 2 tons/h. Sjálvt bryggjhúsanleggið er frá Brauerei Technik Essen og hevur kostað umleið 750.000 kr Rúmið er 8 x 12 metrar og hædd in millum loft og gólv er 8,5 metrar Byggifelagið Kanjon staðið fyri byggiarbeiðinum og Svend Joensen fyri installatión hevur unum Eitt byggistig eftir Virkið kann í løtuni tappa 4.000 floskur um tíman. Hetta svarar til 24.000 fløskur um dagin ella 800 kassar Verandi tappikolonnan er frá 1965, og næsta útbyggingarstig umfatar m.a. eina tappikolonnu uppá 10—12.000 floskur um tíman, ið ætlandi kostar 2,5 miljónir kr. í dagsins prisum Um hetta útbyggingarstigið verður framt í 1976 ella 1977 er treytað av, hvussu konjunktur- urin verður og eisini hvussu láni vidurskiftini verða, segði Einar Waag, yngri. bryggjari at enda í frágreiðing síni Niels Hjemsten ein av teimum, sum hevur starvast longst hjá Føroya Bjór, bæði sum skipari á ølbåtinum og sum arbeiðari á bryggjarinum Lem eee kh gys Torshavnar byråd framt figgjarligt sjálvmorð Eftir galdandi SMS-såttmåla kann leiðslan i P/F SMS við triggja mánaða åvaring siga upp sátt- målan við býráðið, sum við hesum hevur bundið seg til at yvirtaka miðstaðarognirnar fyri eitt virði uppá slakar 24 milj. kr. umframt aðra dýrkan fyri byggibroytingar. Á býráðsfundi seinasta hósdag vildi Sofus Sivertsen byrådslim ur (verfadir til Hans Mortensen, stjóra og stovnara av SMS) ikki fara ut, medan atkvøtt var um SMS-såttmålan. Hetta elvdi til, at sáttmálin við SMS var sam tyktur vid einari atkvødu i meiri luta. Fyri SMS-såttmålanum at kvøddu Petur Christiansen, Sof us Sivertsen, Hedin Mortensen, Petur i Gong, Børge Persson, Kjartan Mohr og Eliesar Arge Imoti atkvøddu Jákup Súni Jac- obsen, Leivur Johannesen, Ol avur Michelsen, Finnur Johan sen, Martin Petersen og Heini Olsen Adrenn atkvøtt var um sått målan vid SMS, var atkvødu greidsla um habilitetin hjå Sofus Sivertsen. Petur Christiansen, byrådsformadur, helt habilitetin hjå Sofus Sivertsen vera i lagi Teir, sum atkvøddu fyri at habiliteturin hjå Sofus Sivertsen var í lagi, vóru Petur Christian sen, Petur í Gong, Heðin Mort ensen, Berge Persson, Kjartan Mohr og Elieser Arge. Imoti at- kvoddu Jákup Suni Jacobsen Leivur Johannesen, Olavur Michelsen, Martin Petersen og Finnur Johansen. Heini Olsen greiddi ikki atkvødu Býráðið framt figgjarligt sjålvmorå Um so er, at sølumidstødin á PFrapputreðni ikki kemur at bera seg fíggjarliga. kann leidslan í P/F SMS siga upp sáttmálan við býráðið við triggja mánaða ávaring, og hevur Tórshavnar kommuna á henda hátt bundið seg til at yvirtaka ognirnar hjá handilsmiðsteðini fyri eitt virði uppá slakar 24 milj. kr. umframt annan byggibroytingarkostnað- a Danskt byggifelag høvudspartaeigari Danska byggifelagið Hoffmann & Sønner er hevuðspartaeigari í p/f SMS og skal gera entrepre- nørarbeidi uppá Sølumidstødina Byggiarbeidid uppå SMS hevur ikki verið útboðið