Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 5641 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt |.) Svart og hvitt Í ODDAGREIN seinasta hósdag skrivar Dimmalætting um heildarloysnina og um tað, at landsstyrisblødini 14. september og Sosial- urin hava vist á brek við teimum endaliga samtyktu lógunum í mun til upprunaligu upp- skot landsstýrisins. BLAÐIÐ SPYR hvat vit onnur skulu hugsa, tá ið sjálvt tey blød, sum tæna láturverjar lands- stýrisins, sjálvi eru fyrst at leggja sjógv imill- um seg og landsstýri teirra og bart út skriva, at sjálvur mergurin í hesum somu tiltøkum er søpladur burtur á vegnum fram til logsamtykt- ar og at hjålpartiltøkini ti nærum onki eru verd. TAD ER ALS ONKI dulsmål, at Sosialurin umboðar sosialdemokratisk sjónarmið, og at 14. September er á somu leið, meðan Dimma- lætting tvertur ímóti hesum báðum blødum umboðar tey liberalu sjónarmiðini. Rætt er tað, at vit vóru alt annað enn fegnir um ta neyð- semju, sum gjørd varð viðvíkjandi uppskoti landsstýrisins til ráfiskagrunn. Vit tóku dygg- iliga undir við upprunaliga uppskoti landsstýr- isins. Men ikki við neyðsemjuni. Hetta gjørdu vit vart við, og hetta varð gjørt út frá teimum sjónarmiðum, vit umboða. TA SO VAR, skuldi ein trú, at Dimmalætting, sum umboðar tey liberalu sjónarmiðini, var nøgd og av heilum huga tók undir við hesi neyðsemju, men so varð ikki. Hetta fær okkum og diva mong onnur at hugsa sum so, at var sambandsflokkurin at finna ímillum teir flokk- ar, sum Í dag mynda stjórn og legdu hesi uppskot fram, so vildi dimmalætting skamróst somu uppskotum sum hon í dag lastar niður í sand og øsku. VIT KUNNU MINNA Dimmalætting á, at vit, bæði undir seinasta og næstseinasta landsstýri loyvdu okkum at taka stødu ímóti meiriluta- samgonguni á tingi. Hetta loyva vit okkum eis- ini at gera undir ti landsstýrinum, sum nú sit- ur. Vit hava út frá okkara sjónarmiðum mett um dygdina í ollum uppskotum, og hetta fara vit framvegis at gera. SÍÐANI KANN TAÐ vera uppgáva Dimma- lættingar at fáa svart til hvítt, tá tann flokkur- in, blaðið umboðar, situr í landsstýrinum, og hvítt aftur til svart, tá tess flokkur situr uttan fyri landsstýrið, soleiðis sum staðan er nú. sosialurin dagbókin 75 tons Sjúrðarberg og Sundaberg, sum royna við Vesturgrøn- land, hava havt smáligan fiskiskap í seinastuni. Teir hava 75 tons hver. Seks bátar rógva út Tað verða bert seks bátar, sum fara at rógva út í Føroy- ingahavnini í summar. Allir bátarnir standa haryviri. Tað er ikki ætlanin at leiga nakran trolara at avreiða til flakavirkið í Feroyingahavn- ini. Einir 24 mans skulu rógva út, og starvsfólkið á stødini verður tilsamans um- leið 50. Nakrir yvir, og teir seinastu fara av Havnini friggjadagin. mans eru farnir Komnir til Grønlands Kviltenni, fyrr Hvitanes, sum leirvíkingar keyptu, er komin á fiskileið við Gren- land. Nósi Kjósagrái Marius Johannesen hevur á bókaforlagnum Grønalid latið geva út bókina Nósi Kjósa- grái, sum sigur frá ti lítla kópinum av sama navni, ið saman við mammuni og páp- anum býr í einum kópalátri í Nólsoy. Rithøvundurin greið- ir frá livinum inni í kópabýl- inum, óynsktum brimlavitj- anum, veiðiferðum 0.ø. Bókin er innbundin, og á permuni er Nólsoyggin tekn- að. Tað er Jóna Johannesen, sum hevur gjørt permutekn- ingina og hinar tekningarnar í bókini, sum er umbrotin av Knúd Thorsvig. Bókin er sett og prentað á Prentsmiðjuni á Heygsbreyt, og Kári Olsen hevur bundið inn. Fundur Kay Bromann talar í Hval- biar missiónshúsi í kveld kl. 20, í Vágs missiónshúsi hós- kveldið kl. 20 og í Tveroyrar friggjakveldið missiónshúsi ki. 20. Byrjaðu aftur í gjårskvøldid Ungdómur í Havn kann nú aftur savnast í Skansastovu. Í gjårskvøldid lat Skansa- stova upp í nýggju hølunum á Kirkjuvegi, sum byrådid samtykti at lata felagnum fyrr í ár. Har beyðst ungdóm- inum høvi at síggja og hoyra videotek, spæla borðtennis og onnur spøl. Í annaðkveld verður mán- aðarfundur, har evni verður ungdómur og narkotika. Um- boð fyri politivaldið, Gunver Hoydal, lærari, og Eyðun Jo- ensen, sålarfrødingur, leggja fyri til ordaskifti. Formaður i Skansastovu er Kåri Thorsteinsson. Nr. 36 — 21. mai 1975 Hvat gera avhalds- feløgini við pengarnar? Nú um dagarnar kundi ein lesa í teimum føroysku blødunum, at Haldórsvíkar Avhaldsfelag skuldi umvæla heli sítt, og fyri at figgja umvælingina skuldi basarur haldast. Tað var hetta, sum fekk meg til at skriva hesar reglur, tí hvar fara tær hundraðir túsund av krónum, sum hvert ár verða settar av til avhaldsfelogini á løgtingsfiggjarlogini? Hvat verða pengarnir so nýttir til, tå teir ikki fara til at umsita tey fåu avhaldshúsini, sum eru i landin- um? Teir fara ið hvussu er ikki til nakað avhaldsarbeiði, tað síggja vit best av teimum ólukk- udýrum av samfelagstaparum, sum ganga fullir og rekast á Hví ikki brúka teir gotunum. avsettu pengarnar til at hjálpa slíkum neyðardýrum í staðin fyri at lata teir kanska standa á ein- ari bankabók og rotna? Kann vera, at onkur kennir seg raktan av hesum og gevur mær svar. P. Jacobsen Egon Thomsen: Vinnufeløgini í dag — i morgin 'Vit hava beint havt og hava framvegis sáttmálasamráðingar, og har kom týðuliga fram tann spjaðing, ið er innan tey ymisku vinnufelog okkara. Vit hava sæð vinnufeløgini seta fram krev, har so langt er imillum, at onki samband kann hava verið frammanundan fel- aganna millum. Og vit hava sæð, hvussu lítil solidaritetur er felaganna millum — arbeidarafeløgini undirskriva såttmåla, medan handverkarar og prentarar fara i verkfall. Vidurkennandi ta fløktu og 6- solidarisku = stødu, føroyska vinnufelagsrørslan er i, er eyd- sæd, at her må vend koma i. Ikki hjålpir heldur vid nøkrum fåum ábótum, men neyðugt er, um vinnufelogini skulu vera før fyri at rokja uppgávur sínar, við eini nýskapan úr einum enda í ann- an. Í dag standa vinnufeløgini spjadd uttan nakað samarbeiðið ella felags leiðslu — uttan nakað landsfelag (LO). Og sjálvt innan tey ymsu økini er spjading. Sum dømi kann nevnast arbeiðs- manna- og arbeiðskvinnufelog- ini. Har hava vit Feroya Arbeið- arafelag sum meginfelag fyri flestu feløgini uttan tey í Havn og Klaksvík og okkurt afturat. Og at lítið ella onki samarbeiði ella samband er imillum hesi fel- og og t.d. handverkarafelogini sæst av samráðingarúrslitunum. Uppgáva verkafólka er tí í fyrsta umfari at seta á stovn landsfelag — LO — har allir lønmottakarar eru limir, og må tað vera eitt krav til tey núver- andi feløgini at arbeiða positivt við hesum máli. Tað hava verið gjørdar royndir á hesi leið, men er onki komið burturúr — mest orsakað av persónligum ella ød- rum tilvildarligum og týdning- arleysum orsekum. Slíkt má ikki forða arbeiðinum. Men tað er ikki nóg mikið við sotvnsetan Landsfelagsins. Fyri at fáa feløgini at arbåda so soli- dariskt og effektivt sum gjørligt er neydugt vid eini struktur- broytan. Arbeiðast má ti fram móti einum nýggjum slagi av vinnu- feløgum — fram móti at stovna økis-vinnufeløg (danir nevna tey industriforbund). Við tey er at skylja, at øll, sum arbeiða innan eitt arbeidsøki, koma at standa í sama felagi, t.d. vilja ell, sum arbeiða innan byggiidnaðin, bæði arbeiðsmenn, handverkar- ar 0.0. koma at standa í einum felagi móti fleiri nú. Tey núverandi arbeiðsmanna- arbeiðskvinnu-, handverkara- 0.0. felog fella burtur, og vit fáa ístaðin fiski-vinnufelag, byggi- vinnufelag, fiskimannafelag, út- róðrarfelag o.s.fr., sum oll verða samskipað undir felags leiðslu Landsfelagsins. A ti lokala øk- inum verdur arbeidid samskipad av samskipanarfeløgum vinnu- felaganna. Fyrimunur vid hesum nyggju vinnufeløgunum eru fleiri og skulu vit nevna nakrir fåir. Fyrst tad at øll feløgini eru samskipað undir felags leiðslu Landsfelagsins. Tað vil fora við sær eina samskipan av lenar- og ødrum krøvum, feløgini seta, og samráðingarúrslitini vilja tí verða meira jøvn. Í forum har verkfall verður er Landsfelagið fort fyri at lýsa aðalverkfall um- fatandi øll vinnufeløg landsins. Tað er trupult ella rættari vón- leyst í dag. Vit hyggja at teim einstøku felogunum, og síggja vit í dag, at handverkararnir eru farnir í verkfall meðan arbeiðararnir framvegis arbeiða, soleiðis at ar- beiðið á t.d. byggiplássum lut- vist heldur fram. Hevdu vit í dag eitt byggi-vinnufelag, hevði alt arbeiðið her ligið stilt, og verkfallið ti verið meira effektivt og úrslitið eisini hareftir. Eisini vil tað, at oll innan eitt arbeiðs- oki standa í sama felagi, gera tað, at lenirnar verða javnari — sama løn fyri sama arbeiðið. >