Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

íða 2 sosialurin Nr. 37 — 24. mai 1975 S09AZ ———————————————W<"|i#—ÚÚÚGG—w8ieðilø— søsialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Bladstjorn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111 Í Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 SNatsur og paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Skilagott tiltak SEINAST Í NÆSTU viku kemur hin nógv um- reddi nýggi Smyril (Morten Mols) til landið, og byrjar hann sigling beinan vegin. FRÁ YMISKUM politiskum síðum hevur mót- steðan móti hesum keypi verið rættuliga stór, og frá somu politisku síðum er eitt rættuliga stórt propagandaarbeiði gjørt millum fólk móti hesum keypi. EFTIR ØLLUM at døma hevur tað fyri stóran part eydnast at venda fólkahugsanini imóti hesum »andstyggiliga« keypi, sum skal koyra samfelagið av knóranum. Sagt verður, at hetta keyp, og ikki stuðulin til fiskivinnuna, var hin beinleiðis orsekin til tað tollhækkan, sum ting- ið framdi beint áðrenn tað fór heim o.s.fr. OG TAÐ SEINASTA propagandanummarið í Dimmalætting er, at ætlaða siglingin millum lond, har skipið væntandi skal hava rúsdrekka- søluna opna, skal vera í stríð við urslitid av følkaatkvøduni í rúsdrekkamálinum, sum varð hildin á heysti 1973. Ongantíð hevur nakar klovið í tvey um tað, at Tjaldri í síni tíð hevði rúsdrekkaselu og enn minni um tað, at Kron- prins Frederik og England hava rúsdrekkaselu tá hesi skip á sumri rekja sigling millum Feroyar og Danmark. VERULEIKIN ER TO tann, at tervurin á ferðasambandi sjóvegis millum Feroyar, Ís- land, Noreg og Danmark er rættuliga stórur. Íslendingar sleppa ikki av landinum uttan við flogfari, og tað gevur at býta, at nærum oll bil- plássini við Smyrli til Noregs næstan beinan vegin vórðu biløgd úr Íslandi. Bæði íslending ar. norðmenn og føroyingar hava saknað skipa- sambandið millum londini síðani Hekla og DFDS góvust við siglingini. TAÐ ER SOSTATT ongin ivi um, at tørvur er á ferðasigling í Norðuratlantshavi, og hví skulu vit feroyingar foddir við ár í hond ikki rekja hesa sigling lika so væl sum onkur annar, ella skulu vit bert hugsa um hýsu og tosk og onki annað? NEI, Á SJÓNUM eiga vit at gera okkum gald- andi á ollum økjum, tað verið seg fiskiskapur, farmasigling ella ferðamannaflutningur. Og eftirtíðin man fara at vísa, at tað var skilagott tiltak, strandferðslan fór undir, tá hon byrjaði ferðamannasigling millum londini her. LL dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Hiibertz Knudsen í Havn, altargangur, J. Joensen i Klaksvík, J. Magnussen í Kunoy, T. Beder í Fuglafirði, Bonne-Lykke Hansen, deyv- aprestur í Hvalvík, altar- gangur, P.M.Rasmussen á Eiði kl. 11 og við Norðskála kl. 19, K.O. Viderø i Hvalba, Martin R. Jacobsen i Hovi kl. 12.15, Eivind Vilhelm å Tvør oyri og Høgni Poulsen i Bø Adventista- samkoman Í dag kl. 9.30 bibliustudium vid F. Jager, kl. 10.45 guds tænasta vid A. Sandbeck. Fundirnir verda hildnir å ad ventistaskúlanum við Hoy vikstjørn Filadelfia Telefonandaktin alt samdøgr ið á telefon 1 48 80 Frelsunarherurin Sunnudagin kl. 10 útferð við sunnudagsskúlanum Sjómansheimið í Havn Vegna stevnuna hjá sjomans kvinnuringinum verður Sjó mansheimið í Havn stongt frá kl. 14 fríggjadagin til manamorgunin. Sands missionshus Sunnudagsskúlin er nú flutt ur til summartid og verður kl 10.30 Brudleyp | dag giftast i Fuglafirdi Laura Justinussen, Norda Hentze, Norda gøtu og Jógvan Fuglafjørdur. Adr gotu Stóreldur í Fuglafirði Um hálvgum átta-tíðina í fyrrakveldið kom eldur í hús- ini hjá Sofíu Mohr í Fugla fólkaskaði hendi. men ognarskaðin var firði Eingin tórur. Hóast sløkkilidid kom taðið og royndi at basa eldinum, var vindurin so nógvur, at at kalla alt brend 1st Innan úr húsunum, sum vóru úr betong. SMS — málið B Mikið tos og tjak hevur verið og verður uttan iva manna millum um málið í samband við Sølu- midstødina á Trapputreðni: SMS-málið. Í nýggju býarskipanini fyri Tórshavn varð eitt eki á Trappu- troðni avlagt til eina handils- midstød. Hetta varð gjørt fyri — sum tað stendur í álitinum frá „starvsnevndini fyri byggisam- tykt nr. 3« — at lætta um ferðslu- og byggitrystid í midby- num. Sjålvsagt eru ymsar mein- ingar um tad er rætt at loysa hetta mål vid at gera eina mid- stød. Men flest øll eru uttan iva samd um, at Tórshavnar mið- býur ikki tolir sterri ferðslu ella bygging, ja at hann longu í dag er ovbyrjaður, og at ein loysn má fremjast í bræði fyri at bjarga tí, ið eftir er av okkara gamla hugnaliga byi. Kommunan starvadist i langa tíð vid ætlanum sínum, og á heysti 1972 kundi ein í bløåunum lesa um miðstaðarætlanina á Trapputreðni. Tá vóru vit nakrir, sum fingu hug at fara undir at loysa hesa uppgávu, og í oktober 1973 varð eitt parta- felag — P/F SMS — stovnað. Saman við skitsuprojekti varð umsókn send Tórshavnar býráð um loyvi at fara undir mið- staðarprojektið. | Samsvarandi nidurstøduna í álitinum frá áður- nevndu starvsnevnd, góðkendi býráðið 31/10-73 við stórum meiriluta ein fyribilssáttmála við P/F SMS. Sambært henda'sátt- mála vórðu krev åløgd P/F SMS, ið skuldu lúkast, áðrenn ein møguligur endaligur sáttmáli kundi gerast. Øll krøv vórðu uppfylt og semja fekst um ein Framhald frá síðu 8 TYV er, Tad samsvarar vid stevnuskrånna Tad, sum hevur verid skrivad i oddagreinum i Sosialinum í seinastuni, samsvarar full komiliga við stevnuskrá okk ara. Og tá nú seks logtings menn hjá javnaðarflokkinum av sjey fara at mótmæla hes- um oddagreinum, so kann ein ikki lata vera við at spyrja eftir logikkinum. Hetta, sum hevur verið skrivað í odda- greinum blaðsins, eru jú gjørdar landsfundarsamtykt- ir. Og tå teir valdu seks ikki vilja ganga eftir hesum sam- tyktum, hvørjum skulu teir so ganga eftir? Teir eiga at minnast til, at tad eisini eru veljarar teirra, sum hava gjørt fyrrnevndu samtyktir. So er tað samgonguskjalið. Har verður sagt m.a. um bygdamenningarpolitikk, at har tað privata initiativið ikki rokkur skal tað almenna gera seg galdandi. Mær hevði lyst — eg havi lisið tað l at frætt. hvat líður við hesum, ella um tað skal fáa somu lagnu sum hin setning- urin í samgonguskjalinum, har tað verður sagt: Ti al menna verður tryggjað best innlit í fiskasølumål Um einki verður gjørt eftir tí, sum stendur í samgongu- skjalinum, so er lítið vunnið. Og eingin livir av at lesa eitt samgonguskjal. Nei, her á landi má tryggjast arbeiði til allar hendur, sum er aðalmál okkara. Og so var tað Sosial- urin, sum aftaná at hetta landsstýrið hevði tikið við, skrivaði, at ongantið hevði javnaðarflokkurin fingið so nógv av sínum málum við í einum samgonguskjali sum hesum. Minnist til hetta, tingmenn javnaðarfloksins, og latið vera við at herja á blaðstjóran. Arbeiðari sosialinum sjålvandi!! Trolspæl og lemmar Trolspæl, brúkt i seks mánaðir og eitt sett av lemmum til selu. TIf. 20 Skopun