Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 37 — 24. mai 1975 Samreða við Petur Christiansen, býráðsformann: sosialurin síða 3 Ólóglig atkvødugreidsla um habilitetin hjá Sofus Sivertsen í samband við SMS-málið Sofus Sivertsen við sínum inhabiliteti í SMS- málinum var tungan á vektskálini í atkvødu- greiðsluni, sum bindur Tórshavnar kommunu til figgjarligt sjálvmorð Tá atkvett var um habilitetin hjá Sofus Sivertsen á býráðs- fundi næstseinasta hósdag, fór Sofus ikki út meðan henda at- kvødugreidsla fór fram. Sam- bært grein 9 í kommunulógini skal viðkomandi býráðslimur, sum habilitets-atkvødugreidslan snyr seg um, fara av fundi, medan henda fer fram. Løgin framferð Tå atkvøtt var um SMS-sått- målan 7. mei i fjør, segdi Sofus Sivertsen seg vera inhabilan og rymdi hann av fundi, medan at- kvødugreidslan fór fram. Tá SMS kom til viðgerðar í býráð- num fyrst í seinasta mánað, segði Sofus Sivertsen seg ikki vera inhabilan. Hann helt fast við hesa støduna, tá SMS-sått- málin var samtyktur í seinastu viku. Habilitets- reglurnar Í grein 9 í kommunulógini stendur soljóðandi um habilitet býráðslimana: >Bygdaráðið ger av, um eitt mál er slíkt áhuga- mál hjá einum limi, at hann ikki eigur at taka lut í fundarvið- gerðini og atkvødugreidslu hes- um máli viðvíkjandi. Um so er, skal avvarðandi fara av fund- inum, meðan málið verður við- gjørt. Bygdaráðslimur skal sjálvur siga frá, um hann heldur iva vera um habilitet sín. Leysasøgur Petur Christiansen, byrådsfor- maður, sigur í vidtalu við Sosi- alin, at hann onki kennir til, at ein ávísur býráðslimur skal verða keyptur fyri 180.000 kr. fyri at greiða atkveðu fyri SMS-sáttmálanum. Nóg mikið av tilfari Uppá fyrispurning til Petur Christiansen um, hví ongir jur- idiskir og økonomiskir konsul- entar vórðu spurdir til ráðs, tá SMS-sáttmálin kom til viðgerð- ar í hesum umfari, sigur hann okkum, at býráðið hevði fingið til vega nóg mikið av tilfari, og Petur Christiansen er støda býráðslimanna tikin eftir hesum. SMS-sáttmálin = er nógv »skrappari« í ti líki, sum hann er nú, í mun til tað uppskot, sum var til viðgerðar í apríl. Tað bleiv ført fram á seinasta býráðsfundi, at býráðslimurin Sofus Sivertsen var inhabilur, við tað at hann er verfaðir at stjóranum og stovnaranum í P/F SMS. Hverjar lógarreglur eru galdandi fyri habilitetin hjá býráðslimum? — Sambært grein 9 í komm- unulógini skal býráðið, um so er, at ivamål er um habilitetin hjá býráðslimi, atkveða um henda spurning. Meðan atkvoðu- greiðslan fer fram, skal viðkom- andi býráðslimur fara av fundi. Býráðslimur skal áðrenn hesa atkvødugreidslu greiða frá hab- ilitetssteðu síni. — Tú hevur úttalað teg um, at býráðið ongar økonomiskar skyldur hevur yvirfyri P/F SMS Hvussu verður, um leiðslan í SMS sigur upp sáttmálan við býráðið, og hver skal so taka um endan? — Eg rokni ikki við, at bý- ráðið kemur í eina slíka stoðu, at skula yvirtaka ognirnar hjá P/F SMS. Treytirnar fyri einum end- aligum sáttmála eru, at fígging- in av SMS skal vera í lagi, og at minst 50% av hølunum skulu vera útleigað beinanvegin Gott at fáa Hoffman & sønner til Føroya Utlendska byggifelagið Hoff man & Sønner er høvudsparta- eigari i P/F SMS, og skal gera byggiarbeidid uppå handilsmid stødina. Upp å fyrispurning til Petur Christiansen um komm. unan i hesum sambandi ikki hevur skapt fótafesti til eitt út- lendskt byggifelag í Føroyum, sigur hann okkum, at tað kann ein ikki sýta fyri. Tað er ein spurningur um tað ikki er gott at fáa eitt slíkt byggifelag til Feroya. Tað er Hoffmann á Sønner, sum er stersti partaeigari í SMS, er keðiligt. Ødrvisi hevði verið, um foroysku bankarnir høvdu staðið opnir. Eitt sterkt byggifelag — Setur byggifelagið Hoffmann & Sønner vanliga pening í slíkar fyritøkur sum SMS — finnast dømi um hetta? — Tað dugi eg ikki at svara upp á. Tað einasta, eg veit um Hoffmann á Senner er, at hetta er eitt sera sterkt og vælumtókt byggifelag, sigur Petur Christi- ansen. Nýggj mannagongd — Ein kann hugsa sær, at kommunan í SMS-målinum hev- ur slóðað fyri eini nýggjari mannagongd við at veðhalda fyri eina privata handilsfyri- tøku. Kann tað hereftir væntast, at henda sama mannagongd verður generell fyri allar handils- fyritokur, ella fær hver um- sóknin serliga viðgerð? — Tað er ringt at svara uppá. Býráðið hevur samtykt í 1972 við 8 atkvødum fyri og trimum ímóti, at ein handilsmidstød skal byggjast å Trapputrødni. I 1973 setti eg persónliga fram uppskot um at bjóða sølumidstødina út alment, men var hetta uppskot felt. Teir, sum atkveddu fyri hesum uppskoti vóru Jákup Súni Jacobsen, Ólavur Michel- sen og eg sjálvur. Í 1973 sam- tykti býráðið at lata p/F SMS arbeiða víðari við málinum um miðstaðarbygging á Trappu- trødni, sigur Petur Christiansen, byrådsformadur. Luitjen Apol, framvegis før- oyameistari Vit fara her í blaðnum undir at hava reglulig talvtidindi Viðgangast skal, at hetta er ikki júst rætta tíðin at byrja slíkt virksemi, ti um summ- arið er talv eins og útdeytt her hjá okkum Ti verða tey flestu tíðindi ; | helst uttaneftir í fyrstu syftu. Pó ikki hesa ferð, ti sum flest ' ollum telvarum kunnugt er foroyameistarakappingin júst lokin, og vórðu tey end- aligu úrslitini hesi Landsliðsbólkurin: 1. Luitjen Apol 7 stig 2. Poul H. Mikkelsen 5,5 stig 3. Joan P. Midjord 5 stig 1/5 Hanus Joensen 4,5 stig 4/5 Olaf Durhuus 4,5 stig 6. Jåkup Thomsen 3,5 stig Sostatt vardi Luitjen før- oyameistaraheitid frå 1974. Í hesum bólki flytur eingin niður, tí allir megnaðu at fáa tey neyðugu 3 stigini. Vit taka talvið LuitjenJóan P. í seinna umfari, har før- oyameistarin tapti sítt ein- asta talv í kappingini, av tí at hann leypur framav. Hvítur: Luitjen Apol. Svartur: J.P. Midjord (viðmerkingar: L.A.) Englundsgambit 1: d4 —e5 ikki serliga vanligt, men nýt- iligt. 2: dxe—Ric6, 3: Rif 3—Fe7, 4: Ric3 íkki 4: Bf4, tí Fb4) 4: Rixe5, 5: RixRi, FxRi, 6: Fd5 Sjálvandi vildi eg hava frúgv- aavbýti, tí eg spældi upp á javnt, sum var ivaleyst í hes- um umfari. 6: Bd6, 7: FxF * —BxF, 8: Bd2—Rif6, 9: eA—0—0, 10: Bd3—c6, 11: 0—0—0— Rig4. Sær ógvuliga sterkt út, men hetta sýnir seg seinni at vera eitt tempotap. 12: Rdfl. Svartur kann nú ikki taka finnuna á h2, ti t.d. 12: Rixh2, 13: RxRi—BxR, 14: g3, og svartur má eisini lata bispin. 12: b5, 13: h3—Rif6, 14: f4—Bd4, 15: g4—a5. Báðir gera fyrireikingar til álop, so her er bert ein spurn- Talv ingur um hver verður fyrstur, men eg vil meta, at hvítur stendur væl betur av ti at báðir bisparnir og rókarnir visa beinleiðis á svarta kong in Men aftur til talvið: 16 #5 — Rie8, 17: Rie2— Bd6, 18 Rig3—b4, 19: Rif5 — Bb7, 20 h4 —c5, 21: Rie7 + — Kh8 Rid5 — Bd8, 23: c4 — bx« Hetta vil eg meta er ein villa ti nú verður bispurin á c3 eir risabispur 24: Bxc3—Rc8, 25: Í c4 26: Bc2 —f6, 27: Rfg BxR 28: exB—Bb6, 29: R- Betri var t.d. Rhfl 30: Bxf4 +, 31: Kbl — g6, 32 »Yvirflott«! Eg dugi ikki at siga, hvat eg havi hugsað, tá Men forum ið hetta varð leikað rætt var tað í ellun ikki. sum eisini sæst av tal inum Rætti leikurin var Re7 33: hxB, 34: h7+ — Kh8, 35: RxRi—RcxR, 36: f7+ — Res, 37: Rfl—Kxh7! og ikki t.d. g5, ti so hevur hvítur góðar møguleikar at halda javnt við 38: RxB. 38: RxB—Rxd5, 39: Rxc4— Rxf7, 40: Rh4+—Rh5, 41: RxR + —gxR, 42: Bxa5—h4 og hvitur gav talvid 11 leikir seinni. Vit skulu siggja eitt skemti- ligt endatalv millum Olaf og Joan P. Hvitur: Olaf. Seinasti leikur hjå Olat var Kh3, nú veit eg ikki, hvat Jóan P. her hugsaði (kanska mest um tíðina hjá Olaf, sum bert hevði nøkur få sekund eftir), men nú flutti Joan P tann einasta leikin, hann ikki måtti flyta, nevniliga RxRi? Og nú var Olaf knappur, sjálvandi: Rxg7! Hvat skal J.P. nú gera? Hann leikaði Kh8. Síðani: Rxh7+ — Kg8, Fg7+—RxF og RxR + og mát. Sera skemtiligt — fyri okk- um åskodarar væl at merkja.