Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin '*smátíðindi innanoyggja Trolfiskur Nakrir trolbátar avreiddu í vikuni til Kósavirkið í Klaks- vík. Týsdagin avreiddi Hvít- hamar 21.000 pund, Reyns- múli 12.900 og Gáshólmur 22.000 pund. Pollur avreiddi hendan dagin 14.700 pund av upsa av snelluveiðu. Mikudagin avreiddi Arna- búgvin 5.400 pund, Grunna bar 22.700 pund. Klakkur av reiddi 80.000 pund av línu fisk Eingin stødisut- búgving í ár Setursráðið hevur samtykt kl upp til stødisut búgvingina nú í eitt år. Ein orsøkin til hetta er hølistrot heldur búgvingin til úti í húsunum, sum landið keypti frá einkj uni eftir Louis Zachariasen ið. Sum er stoðisút Henda útbúgvingin tekur tvey ár, og á inniverandi skeiði, sum byrjaði í 1972 eru 13 næmingar. Teir eru býttir upp i nåtturusøgu næmingar og náttúrulæru Margarinvirkið til brandstød? nevndina Niels Olsen, meliarlist vøroyri, Petur Jensen, Jens stjóri lorshavn, og Pauli Olsen, bóndi, Hvalba Til stjóra var Michelsen i Øravik Hermundur valdur Ur nevndini fóru Ingier Pet ersen og Torolf Nolsøe Upplyst verdur, at ætlanin virkid å og byggja nytt. er at selja gamla Tvøroyri Talan er um at brúka gamla margarinvirkið til brandstød. Ætla at framføra Skipið aftur Skipið eftir Jacobsen, sum Sjónleikurin Steinbjørn B varð framførdur fyri seinastu ferð fyribils 2. hvítusunnu- dag, verður helst tikin upp- aftur nakað skjótt. Til fram- forsluna 2. hvitusunnudag var fult hús. Steinbjørn Jac- obsen sigur, at áhugi er í Is- landi at seta leikin upp har. Føroya-deildin aðalfund týsdagin Føroya-deildin á Amnesty International, sum nu hevur skjótt 10 ár á baki, heldur ársaðalfund týsdagin kl. 20 á Panorama, Hotel Hafnia Á fundinum verður årgjrå greiding givin, sum um Mtal øll brøv og fjarrit, sum deild in hevur sent til myndugleik arnar í teimum mongu lond inum, har samvitskufangar eru. Harumframt fara bådir arbeiðsbólkarnir at siga fra teimum einsteku fangunum sum teir virka fyri, og familj- um teirra. Hovi verður eisini at keypa serstek rit, sum amnesty International hevur givið út. Fundurin endar við filmsfyrivisan og kaffimunni Hevur onkur åhuga fyri at fåa nærri upplysingar um virkið hjá Amnesty Inter national. kann hann venda sær til tettu Wang, tlf 57, Torshavn Nyggj føroysk mållæra Jeffrei Henriksen, skulastjor hevur å egnum forlagi givid út Ljóðlæru læra til framhaldsskúlar, 1. foroysk mál- partur. Í formælinum sigur rit høvundurin, at henda ljóð- læran, sum er ætlað sum fyrsti partur í einari foroysk- ari mállæru til framhalds- skúlar, er ein roynd at geva næmingunum arbeiðstilfar, ið kann veita teimum innlit í aðaltættirnar í almenna ljóð- læru, samtíðis sum slíkt verður tikið fram, sum í let- uni má roknast mest umráð- andi fyri foroyska målrøkt. Bókin er 30 síður til stødd- ar, og er prentað í Danmark Hon kostar 20 kr. eintakið Undan Føroyum Stapin landað týsdagin 30.000 pund av linufiski und an Føroyum til Nyk á Dalbugvin landadi 30.000 loftum pund a Nr. 37 — 24. mai 1975 Málstríðið i Hoydølum — meting Nu skulu vit so aftur, tå id vit koyra upp fyri Utvarpinum, og tå ið vit fáa blødini, hoyra og lesa um næmingar í Hoydølum, næmingar, sum vilja og næm- ingar, sum krevja. Fyrst vildu teir sleppa at tosa foroyskt; og nú vilja teir eisini skriva á fer- oyskum, og úrslitið er, at teir ikki fáa prógv. Nú eru óivað nógvar meining- ar um hetta sokallaða »mål- stríðið á Studentaskúlanum, sum nú hevur verið í skjótt 2 ár. Summi halda lítið um tað, halda tað vera fjas og at fyribrigdi eru í okkara samfelag, ið eru meira neyðug at stríðast fyri. Summi, sum sjálvi hava gingið á skúlan- um, skilja kanska heldur ikki rættuliga, hví næmingarnir knappliga eru vorðnir so >natio- nalir«, meira enn teir vórðu, ti tá ið teir gingu har, bar væl til at tosa og skriva danskt. Summi aftur halda, at næmingarnir hava rætt í teirra krøvum, men at teir ganga ov langt. Eisini halda tey flestu nokk, at onkur einkultur persónur ella lítil bólk- ur hevursett hetta í verk og halda, at illa stendur til á skúl- anum og at einki skil er í. Hetta skal bert vera ein met- ing av hesum »målstridi«, og ein heilt persónlig meting, sum ikki á nakran hátt er »officiel« fyri skúlan. Henda meting er, at tað eru umsteðurnar og treytirnar, sum skúlin arbeiðir undir, id er orsøkin. Hetta sæst fyri tað fyrsta av ti, at bæði næmingar og lærarar eru samd um málið. Har er einki innanhýsis klændur viðvíkjandi hesum, og tað sjálvt um bæði næmingar og serliga lærararnir eru ógvuliga ymiskir í aðra mátar: bæði í aldri, polit- iskari og religiøsari áskoðan, nationaliteti o.ø. Heldur ikki eru næmingar vorðnir meira natio- nalir, enn teir altið hava verið. So logið tað ljóðar, so koma trupulleikarnir av, at skúlin uppfyllir tær treytir, sum hann skal eftir fyriskipanini, og at hann eftir hesum riggar væl, og at skilið er gott. Skúlin gongur og hevur altið gingið eftir einari danskari fyriskipan, og >niveau- ið< hevur altid ligið líka høgt, sum á ødrum studentaskúlum i ríkinum, ja, kanska hægri enn á nógvum Danmark. Direktoratið hevur tað pedagog- iska eftirlitið við skúlanum og skúlum í hevur óivað gjørt sítt til, at kúlin í Hoydelum hevur verið o góður, í mun til nógvar aðrar kúlar her. Hóast tað, at um tødurnar ofta hava verið verri, tað hevur ringari at ippfylla krevini frá ti danska Direktoratinum heruppi enn í Danmark, hevur skúlin tó klárað verið it givið sínum næmingum eitt progv, sum verður góðtikið aðra staðni Men nú er tað samfeløg broytast, og eisini tað danska samfelagið broytist, og tað setur onnur og hægri krov til útbúgving, og skúlin verður tí eisini broyttur. Innan fyri tey soleiðis, at seinastu árini er skúlin í Dan- mark nógv broyttur. Sjálvandi broytist tað foroyska samfelagið eisini, men stillar tað nøkur krøv til skúlan? Um so er, eru tað so tey somu krevini sum í Dan- mark? Um krevini ikki eru tey somu, hverjum skal skúlin so fylgja? Sum nú er, skal Studenta- skúlin fylgja teimum donsku. Hetta ber ikki til longur og her haldi eg, at trupulleikarnir koma. Skúlin er komin út í eina tvistødu, sum á onkran hátt må loysast. Hetta hevur í fyrstu syftu vist seg í málstriðnum, men goymur nógv annað í sær, sum hevur týdning fyri alt sam- felagið, og ikki bert fyri lærarar og næmingar á skúlanum. Fyrr var skúlin so, at eitt fast pensum skuldi lesast. Hetta lá n nøkurlunda fast um alt ríkið, og tær somu bøkurnar vóru lisnar alla staðni. Onkuntíð kom ein nýggj bók, og so skifti flest oll. Til próvtekuna skuldi næming- urin vísa, at hann hevði verið gjøgnum hetta pensum. Lærarin spurdi, næmingurin svaradi og censor hevdi eftirlit vid, at næm- ingurin dugdi hetta pensum. Bøkurnar vóru á donskum, og ti var tað kanska í nógvum forum líka lætt at endurgeva tað lisna á donskum. Skrivligar uppgávur vóru eisini meira bert at endur- geva tað, ið ein hevði lisið ella hoyrt. Um skúlin lå í Køben- havn, Tórshavn ella Viborg hevði ikki so nógv at siga Nú er hetta broytt. Næming arnir skulu sjálvir vera við til at velja teirra pensum, teir skulu skriva uppgávur út frá teirra egna umhvørvi, teir skulu læra at skilja og meta um fyribrigdi í samfelagnum og náttúruni, sum ikki standa í bókini, og til próv tøkuna skulu teir sjálvir leggja spurningin fram og geva sína gnu meting av honum út frá ti, teir hava lært og arbeitt við Eisini eru næmingar nú meira við í tí dagliga arbeiðinum á skúlanum. Onnur fak enn fyrr hava tikið seg fram, lærugreinir sum: samfelagsfak, sega, landa- læra og biologi. Av hesum broytingum í skúla- skapinum koma nógvir trupul- leikar hjá okkum. Ein er, at næmingarnir ikki sleppa at nýta tað mál, sum tey nýta í tí dagligu undirvísingini og í lívin- um uttan fyri skúlan, bæði skrivliga og munnliga til próv- tøkuna. Tað er í veruleikanum ein treyt fyri at uppfylla krøvini, at teir sleppa tað. Ein annar trupulleiki er, at tær skrivligu uppgávurnar, serliga í samfel- agsfaki og biologi eru gjørdar út frá donskum umsteðum. Upp- gávurnar eru góðar og áhuga- verdar, men okkara næmingar hava ikki umstødur til at svara uppá og meta um uppgávur, sum umhandla samrødur millum danskar politikarar og skatta- og inntøkumetingar har, um bóka- og nálaskógir og um froskar á einum campingplássi o.a. Skulu vit undirvisa næm- ingum i hesum, kunnu teir ikki sjålvir arbeida vid ti, ti teir ikki búgva i Danmark, og sleppa teir ikk tad, uppfylla teir ikki treyt- irnar Føroyska samfelagið er eisini byrjað at seta krov til skúlan. Hetta sæst av allari skrivingini um skúlaskapin her á landi. Roynir skúlin at benda undir- visingina inn á ta leið, koma aft- ur trupulleikar, tí so kann Direk- toratið ikki uppfylla krevini um censorar og provtøkuuppgåvur. Tvistødan er sostatt, at vit skulu halda eitt »niveau«, so at okkara skúli stendur mát við skúlar alla aðra staðni, men eis- ini at lúka tey krev, sum sam- felagið setur. Sum er nú detta vit millum tveir stólar og einki av krøvunum kunnu lúkast uttan at næmingurin á onkran hátt verður svikin. Sostatt er tað ikki klandurs- hugur ella máttloysi á skúlanum í Hoydølum, sum er orsøkin til »målstridid«, og heldur ikki er tað onkur einstakur persónur ella bólkur, ið „stendur aftan fyri“ men »målstridid« er eitt tekin um, at roynt verður bæði av lærarum og næmingum at lúka tey krov, ið frá nógvum síðum verður sett til skúlan. Hvussu tað fer at ganga fram yvir, skal ikki vera nortið við her, men verður tann pedagog- iska ábyrgdin yvirtikin, má eitt stórt arbeiði gerast, soleiðis at »niveauid« verður hildið á einum høgum stigi, og samarbeiði við stovnar í øårum londum verður neyðugt, men uppá treytir settar av ti føroyska samfelagnum. Gunver Hoydal