Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 37 — 24. mai 1975 sosialurin RT síða 5 Endi á VW-ævintyrinum: 25.000 uppsøgd Orsøkin er tann vanligi marknadurin i USA, sigur stjórin á VW VW-ævintýrið er av Tær týsku fólkavognsverk- smiðjurnar, sum hava millum ta sterstu bilframleiðsluna í heimi- num, fara innan árslok at hava umleið 25.000 fólk færri í ar- beiði, sigur stjórin á verksmidj- unum, Toni Schmiicker. Í samreðu við blaðið Der Spiegel sigur hann, at fólka- vognsverksmiðjurnar í letuni hava tilsamans 133.000 fólk í ar- beiði. Tað almenna í Vesturtýsk- landi eigur 36% av partapen- inginum í verksmiðjunum. — Avgerðin um at minka um arbeiðsfólkið varð tikin við stór- um meirluta í leiðsluni fyri verk- smiðjurnar, sigur Toni Schmii- cker. Hann sigur, at hetta til- takið verður gjert til tess at tryggja viðurskiftini í fram- leiðsluni, og at tað m.a. fer at raka dótturfelagið Audi/nsu í Neckersulm, har 10.300 arbeiðs- fólk av teimum tilsamans 25.000 arbeiða í framleiðsluni. Umleið helvtin av teimum verður uppsegd. Talið á starvsfólkum verður minkað á tann hátt, at ein partur av teimum fær pensjón, áðrenn pensjónsaldurin. Øll, sum starv- ast á Audi/NSU, verða upp- søgd, og verksmiðjan letur aftur. Fólkavognsverksmiðjurnar hava eisini eina deild í Bruxelles, og nýggju tiltøkini fara at hava við sær, at 1.350 arbeiðsmenn har verða uppsagdir. Orsøkin í USA Orsøkin til hesi tiltøkini er i USA, har marknadurin hevur verid sera ringur. Vesturtyska sølan har er nógv minkað tey seinastu árini, og samstundis hevur tað stødugt fallandi virðið á dollaranum gjert sítt til ta stóru afturgongdina. Fólkavognsverksmiðjurnar selja umleið 70% av framleiðsluni í útlandinum. — Undanmaður Schmiickers, Leiding, sá í sínari tíð bygging av einari verksmiðju í USA í samarbeiði við ameri- kanska bilidnadin einastu loysn- ina til, at framleiðslan kundi veksa. Í 1972 vóru fólkavognsverk- smiðjurnar so illa fyri, at tær vóru ikki forar fyri at luttaka í kappiagini. Men uppskotið frá Leiding var fyri harðari mót- stødu, har allir partar, ikki minst politikkararnir, vildu hav- a síni orð at siga. Fyrsta mót- stoðan móti projektinum hevði tað innihald, at arbeiðsplássini máttu vera verðandi í Týsk- landi, og at peningur ikki mátti flytast av landinum. Nú hevur figgjarmålarådharr- in, Hans Apel, funnist at fólka- vognsverksmiðjunum fyri at tað ikki fyri langari tíð síðani er bygd ein verksmiðja í USA. Endin á orðaskiftinum um VW-deildina i USA, sum endaði í fjør, var eitt stórt projekt, sum skuldi bjarga verksmiðjuni und- an húsagangi: Ein stór, nýggj fólkavognsskrá við bilum, sum brendu lítið, og sum kundu verða nógv seldir í USA, tá olju- kreppan var komin í hæddina. Men skráin gjørdist ongantíð veruleiki, og tá Schmiicker tók við leiðsluni í februar var grund- arlagið undir spurninginum, hvar tað skuldi skerast niður, burtur. LL TTT hen] Stýrimannaskeið Skipsforaraskeið Fiskiskiparaskeið byrja á Foroya Sjómansskúla týsdagin 5. august 1975 ávika- vist kl. 09.00, kl. 10.00 og kl. 11.00. Teir, ið hava áhuga fyri hesum skeiðum, eiga at siga frá sum skjótast. Feroya Sjómansskúli Radarsimulatorskeið Á Feroya Sjómansskúla byrjar 5 daga skeið í nýtslu av radar til navigering og fyribyrging av samanstoyti mánadagin 26. mai 1975 kl. 14.00. Í mesta lagi 8 kunnu taka lut í hesum skeiði. Skeiðið verður uppaftur tikið seinni, um áhugi vísir seg at vera. Áhugaði eiga at siga frá sum skjótast. Feroya Sjómansskúli stubbar uttaneftir Doyðu av bumbu- spreinging Sjey børn lótu liv og fimm vórðu særd av einari bumbu- spreinging í einari suðurlib- anesiskari bygd leygardagin, siga keldur í Beirut. Sam- bært keldurnar spældu bern- ini við bumbuna, áðrenn spreingingin hendi. Myndug- leikarnir kanna nú, hver átti bumbuna. Smugla arbeiðsmenn Alheims arbeiðarafelagsskap- urin, ILO, fer á næsta árs- fundinum í Geneve í næsta mánaða at leggja fram eina frágreiðing um smugling av gestaarbeiðsmonnum. Í frá greiðingini verður kravt, at slík tiltok verða revsað, og at gestaarbeiðsmenninir fáa somu kor sum teir lokalu arbeiðsmenninir. Sambært ILO eru tað nú 13 miljónir gestaarbeiðsmenn í Europa. Teir flestu eru í Algerinum, Grikkalandi, Ma- rokko, Italia og Spania. Sjúkrasystir ákærd fyri morð Politiið í Los Angeles hevur ákært eina 44 ára gamla sjúkrasystir fyri morð á eina 28 ára gamla barnakonu Sambært politiið gjørdi sjúk- rasystirin eina roynd við keisaraskurði á barnakonuna, sum stutt eftir doyði. Sjúkra- systirin tók síðani barnið við á arbeiðsplássið og royndi at sannfera starvsfelagar sínar um, at hon var móðurin at ti. Vilja samrådast vid PLO Ísraelska stjórnin hevur sagt seg sinnað at samráðast við palestinsku frælsisfylkingina PLO, treytað av at PLO gevst við álopum sínum, og at Ísrael fær trygd fyri, at frælsisfylkingin ikki ger seg inn á israelskt mark, sigur borgarstjórin í Jerusalem, Teddy Kollek. Teddy Kollek nevndi eisini israelsmenn aftur av arabisku møguleikan, at fara at taka seg teimum hersettu økjunum treytað av, at ísra- elsku trygdarviðurskiftini ikki verða skerd. Men tað verður upp til arabiska heimin at góðkenna ísraelska ríkið ella ikki, segði Teddy Kollek Royna at røkka fjallatoppin Tveir kvinnuligir fjallaklintr- arar hava sagt seg vera sinn- aðar at gera eina roynd at rokka toppin á hægsta fjall- heiminum, Mount Báðar kvinnurnar inum 1 Everest eru japanskar Kroystir at lata stórar peninganøgdir Stjórin í amerikanska olju- felagnum GULF OIL segði á fundi við uttanríkisnevndina hjá senatinum herfyri, at fel- agið varð kroyst til at lata ein stuðul politiskan milj. kr. til suðurkoreanska stjórnarflokkin, Demokrat iski republikanski flokkurin uppa 22 Kanningarnar hava vist g at stórur vandi vildi verið á vendi ferð, um oljufelagið suðurkoreanska kravinum bakið, segði stjórin á GULF OIL Bumbuhóttan Norska politiið fekk í vikuni eina hóttan um, at tann svenska sendistovan í Oslo fór at verða sprongd í luftina bert tveir tímar eftir, at hótt anin var givin um hetta. Tað gingu triggir tímar, men einki hendi. Politiið, sum teir seinastu dagarnar hevur staðið á varðhaldi uttan fyri sendistovuna orsakað " hóttanum um, at limir i týska Bader Meinhof-bólkinum fór- u at spreingja sendistovuna í luftina, varð munandi styrkt. Heimsmeistari í pokum Brian Roberts gjørdist sunn- udagin heimsmeistari í pok- um í einari kortspælkapping í Las Vegas. Kappingin vardi í eina viku, og einasta loyvda njótievni undir kappingini var kaffi, mineralvatn og sig- arir. Tilsamans 21 spælarar luttóku í kappingini, og hver teirra spældi við 10.000 doll- arum Brian Roberts segði eftir sigurin, at hann eisini er forur fyri at kappast dúgliga í talvi ella bridge