Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

síða 10 fingið skaða á róðrið, og eisini var eldur komin í skipið. Har lá so hetta brennandi vrakið og høgdi í ringum sjógvi millum báðar herflotarnar, meðan manningin royndi at bjarga sær undan eldinum, og við hesum fekk nú Rozhestveskij admiralur ikki ført bardagan longur. Osljaba var longu sokkin, slagskipini Alexandur III og Borodino høvdu mist róðrið og Oriol var so illa hagreiddur, at hann var um at sekka. Russiska flaggskipið søkkur Stutt eftir søkk flaggskipid Suvoroff, og áðrenn kveldið kom, sukku eisini Borodino og Alexander III í einum eldhavi Sum ein av teimum russisku herflotayvirmonnun um, Novikoff-Priboj, segði: »Ein tími var nóg mikið til bjargaðu seinni at gera alla fylking okkara til ein skipskirkjugarð Tá tað var monnum greitt, at skreytirnar Nebogatoff leiðsluni av Suvoroff ongar gjørdi longur, tók varaadmiralur við teimum 9 stóru skipunum, sum eftir vóru og yvir krússarunum, sum ikki høvdu luttikið í orrust- uni. Manningarnar á hesum skipum vóru fyri ongum, og skipararnir vistu sær ongi onnur ráðini uttan at flýggja. Í ským- ingini helt Nebogatoff norður- eftir, og vénadi at sleppa undan í myrkrinum. Men hesum hevði Togo roknað við og beitti nú skjótu torpedobátar sínar eftir Russisku skipunum. Russar gjørdust nú ræðsluslignir, skip teirra skiltust og fóru í allar ættir, meðan tey í blindum í skutu eftir figgindanum, teir illa nokk sóu. Frøin var stokkut Í lýsingini vóru eingi skip at síggja uttan tey russisku. Jap- anarar vóru rýmdir, lættnaði um hjartað á Russum. Men frøin var bert stokkut. Ti stutt aftaná komu tey gráu slag- skipini aftur til sjóndar í havs- brúnni og tóku at skjóta av erimd eftir teim flýggjandi russ- isku herskipunum. Boðið var ov langt til at tær gomlu russisku og nú kanónirnar fingu gjørt nakað serligt um seg. Nebogatoff ad- miralur gav boð um, at allir skiparar hansara skuldu koma umborð í flaggskip hansara, Nikolaj II. Flotin var ikki førur fyri at taka upp stríð av nýggj- um, og at halda á við bardagan- um, vildi bert kosta fleiri mann- alív, helt hann fyri. >Vit hava ongar aðrar kostir í at velja utt- an at geva okkum yvir,< segði hann. Ein hvítur dúkur varð vundin í húnar hátt á flaggskip- inum. Tá vóru glómur í Japanar- um, tí teir vildu ikki trúgva, at allur hesin herfloti nú ætlaði at geva seg yvir, hetta var beint tverturímóti ollum ti, sum niður í teir var lagt. Teir nærkaðust tí varliga teimum spakuliga sigl- andi russisku herskipunum og hildu hetta kanska vera svika- ráð, Russar høvdu funnið uppá. Skiparin á ti illa hagreidda pans- araskipinum Oushakoff vildi ikki geva skip sítt yvir, men gav boð um at sekkja tað. Eisini kommanderurin á destroyaran- æð w Hin hviti madurin må låta fyri ti gula. Hesir russisku kriggsfangar tykjast ikki skilja petti av nøkrum. Aftanfyri siggjast sigursælir japanskir hermenn sum sosialurin Ruduleiki kom i russisku herskipafylkingina av ti at øll skipini ikk sigldu lika skjott um, Izimrud, sytti fyri at geva seg yvir, setti fulla ferð á skipið, sum gekk 24 sjómil, og hirdi beint igjøgnum japanska skipa- fylgið, meðan granatirnar stóðu sum heglingsæl uttan um skip hansara. Men hetta bragdið kámaðist nakað av ti lagnu, hetta skipið seinni fekk. Ti skip- arin, sum helt Japanarar vera í hølunum á sær, fór ikki inn í Vladivostok, men helt norður- eftir og setti skipið á land á sib- irisku strondini við ongari ætlan, sum tað sýntist, og skip- ið var skjótt vrak. Seinnapartin hin 28. mai gjørdist aftur friðar- ligt norðan fyri Tsushima. Henda orrusta er farin i søguna, sum tann einasta, har ein her- floti pårasta hevur gjørt bart vid ein annan. Einans try russisk herskip sluppu undan. Tey komu til Philipsoyggjarnar, har manningarnar vórðu settar í varðhald. Seks russisk slagskip, fimm krússarar og ein hópur av minni skipum vóru sekt. Russar høvdu mist 10.000 mans, meðan 6.100 vóru tiknir fangar. Japan- arar mistu einans triggjar tor- pedobátar, 116 mans fullu, með- an 580 vóru særdir. Novikoff- Priboj skrivar í endurminning- um sínum, at tey japansku her- skipini vóru nógv betur allar vegir enn hini russisku. Tey kundu skjóta 360 granatir um minuttið, meðan Russart bert skutu 134. Hann leggur aftrat, at Japanarar hevdu nógv betri skipaverkfroðingar, og dugdu þá nógv betur at stridast á havinum enn Russar. Hvíti maðurin lútar fyri hinum gula Urslitid av hesi orrustu risti seg eisini fast í minnið á fólki um allan heim. Á fyrsta sinni í søg- uni noyddist hin hvíti maðurin at lúta fyri hinum gula. Í hesum fyrsta samanbrestinum við vest- anlond høvdu Japanarar vunnið ein ómetaligan sigur, og hetta gav teimum sjálvsálit so tað munti. Gav Zar-valdinum mønustingin Zarurin og russiska yvirstættin royndu at kåva útyvir Osigurin. Teirra herur og floti høvdu verid vid undirlutan av ti at bardagar- nir vóru farnir fram so fjart frå heimlandinum, varð sagt. Men eingin tyktist rættuliga at geva sær far um tær óbeinleiðis av- leiðingarnar av hesum herviliga ósigri. Eingin gav tí kúgaðu russisku fjøldini gætur, men teir uppreistrarsinnadu frøddust. Í juni 1905 gjørdi manningin å pansarakrússaranum Potemkin uppreistur, og tad sama gjørdi fólkið á russiska Svartahavs Nr. 37 — 24. mai 1975 II býnum Odessa. Hesir uppreistr- ar vórðu niðurbardir við harðari hond, men zarveldið hevði sæð sínar bestu dagar. Hetta sama árið, í 1905, búði oddamaðurin hjá teimum uppreistrarsinnaðu Russum í útlegd í Schweitz. Hann kallaðist Vladimir Ulja- nov, og ósigurin í Tsushima- sundinum gjerdi sítt til at hon- um eydnaðist at taka valdið eftir Zarin. Hesin maðurin er annars betri kendur undir navninum Lenin. Banamaður Pearl Harbours við í bardaganum Her kann nevnast, at umborð á einum av teimum japansku des- troyarunum var ein loytnantur, ið kallaðist Yamamoto, og tað var hesin sami maður, sum 36 ár seinni, hin 7. desember 1941 nú var hann ovasti leiðari av keisaraliga japanska herflotan- um stílaði fyri skammiliga japanska álopinum á amerikan- sku herflotastødina Pearl Har- bour, ein hending, sum gjørdi, at hitt måttmikla Amerika sum higartil hevdi verid uttan- veltað í oðrum heimsbardaga nú legði beinleiðis upp í stríðið og var við til at gera stórvelda- dreymir Adolf Hitlers til einkis.