mikudagur 28. mai 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 7 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 38 — 28. mai 1975
sosialurin
Sosialistar boykotta
stjórnina í Portugal
Lissabon, Reuter: Portugisiski Sosialista-
flokkurin boðaði hósdagin frå, at flokkurin ikki
vil luttaka í stjórnarsamarbeiðinum aftur fyrr-
enn hernaðarliga kollveltingarráðið hevur
steðga kommunistunum í at bannað útgávu av
åvisum blødum
Mario Soares:
einarædi
Leidarin i portugisiska Sosialist-
aflokkinum, Mario Soares,
segði, at Portugal ikki fer at
finna seg í kommunistiskum
einaræði ella eini >Albanisering<
t.v.s. eins politiska skipan sum í
Albania, sum stendur Kina nær.
Á einum pressufundi segði
Soares víðari, at landið er í ferð
A LL AA ae [—
Portugal vil ongantíð góðtaka eitt kommunistiskt
við at koma inn í eitt fíggjarligt
anarki.
Sosialistaflokkurin ynskir
ikki at framskunda eina stjórn-
arkreppu, segði hann, men
flokkurin vil á hin bógvin heldur
ikki luttaka í stjórnarsamarbeið-
inum, fyrrenn hernaðarliga koll-
veltingarráðið hevur góðkent
tær treytir, sum flokkurin hevur
ásett.
Sosialistaflokkurin kallaði
saman til eina stóra mótmælis-
gongu seinasta hósdag til tess at
mótmæla, at útgávan av blað-
num Republica er steðga. Hetta
er eitt av teimum fáu blødunum í
Portugal, sum ikki hevur verið
stýrt av kommunistunum.
Teir báðir sosialistisku ráð-
harrarnir boykottaðu ein stjórn-
arfund næstseinasta týsdag or-
sakað av at kommunistarnir
høvdu steðga útgávuni av Lissa-
bon-blaðnum Republica, og álit-
andi keldur innan flokkin siga,
at teir báðir ráðharrarnir ikki
vilja luttaka í stjórnarsamar-
beiðinum, fyrrenn blaðið verður
givið útaftur.
Eitt slagorð, sum sosialistar-
nir valdu sær til mótmælis-
gonguna hósdagin, var >Stjórn-
in eigur at virða fólksins vilja«.
Sambært eygleiðarar ber hetta
prógv um, at sosialistarnir ikki
meta seg longur at vera við í
stjórnarsamarbeiðinum, sum
umfatar kommunistar, sentrum-
vinstra-flokkin, fólkademokrat-
arnar og portugisisku fólkaræð-
isrørsluna, ið allir arbeiða saman
við kommunistunum.
Maktmisbrúk, P.S. Sivertsen
og Kommansmýra
Fyri stuttum stóð í 14. Septem-
ber eitt lesarabræv, har grein-
skrivarin fannst at manna-
gongdini í samband við útbýt-
anina av grundstykkjunum á
Kommansinyru, og bað um frá-
greiding frå avvardandi politik-
arum.
Eg havi sjålvur bida vid
spenningi eftir hesi frågreiding,
og av ti at ongin enn er komin,
fari eg at greida vidkomandi
eisini ti eg haldi, at tað hevur al-
mennan áhuga — frá, hvat ið
mær hevur verið fyri.
Tann 25.2.1971 sendi eg inn
umsókn til byrådid um byggiøki
til sethúsabygging. Eg fekk svar
frå býráðnum, at onki byggi-
lendi var til taks tå, men at um-
sókn min fór at verða tikin vid,
tá hetta aftur gjørdist aktuelt.
Tá eg so frætti um tey 43
grundstykkini á Kommansmýr-
u, kyknaðist vónin í mær aftur,
og sendi eg tí við góðum
treysti inn áminning um
gomlu umsókn mína.
Men gakk — vón mín brast,
og tað við lít. Eg fekk hendur á
einum lista, har hesi 43 útvaldu
stóðu á. Eg kagaði einaferð, eg
kagaði tvær ferðir og eg kagaði
triðju ferð, men navn mítt varð
ongastaðni at sjá. Men, seinasti
teigur á hesum lista var nevndur
„Umsókn dagfest«. Eg fór so at
kanna hesar dagfestingar, og
var eg vónsvikin áður, so varð
ikki betri nú. Av hesum 43
heppnu, høvdu bert 2 — tvey
sekt áðrenn eg.
Góðtrúgvnan sum eg helt meg
vera, ringdi eg til formannin í
Byggi- og byarskipanarnevnd-
ini, sum eg als ikki hevði tosað
við fyrr, men bert kendi í sam-
band við býráðið og onkrum út-
varpslýsingum um fundir í
Meinigheitshúsinum. Ég var eitt
sindur forternaður, tað skal eg
viðganga, men eg spurdi so fólk
aliga sum eg kundi, um hetta
ikki var ein misskiljing — men
kortanei, her var ongin misskilj-
ing, og tå eg gjørdi vart við, at
her var okkurt óregluligt, sum
eg vildi kanna, varð eg á sera
frekan hátt spurdur, um eg
hótti. Maðurin var ikki til at
tosa við, so eg legði hornið á. Ég
tosaði síðani við hinar fýra lim-
irnar í Byggi- og býarskipanar-
nevndini og greiddi teimum frá
umsókn mini. Teir segdu allir
sum ein, at teir ongan kunnleika
høvdu til hana, og at teir høvdu
fingið ein lista við 43 nøvnum frå
formanninum P.S. Sivertsen,
sum hevði sagt, at hesin listin
varð gjørdur eftir teirri raðfylgju
sum umsóknirnar vóru komnar
inn.
At versonur
var millum tey 43,
P.S. Sivertsen
sum fingu
síða 7
grundstykki á Kommansmýru,
hóast umsókn hansara var
millum tær yngstu, og hóast
sami versonur áður hevur fingið
grundøki frå býráðnum, haldi eg
vera fullgott prógv fyri mis-
tanka minum um at P.S. Sivert-
sen hevur misbrúkt starv sítt
sum formaður í Byggi- og býar-
skipanarnevndini.
Sigurd Bech
P.S. Sjálvandi var eg ein av
teimum, sum frammanundan
seinasta býráðsval fekk bræv frá
P.S. Sivertsen, har hann lovaði
mær grundstykki, tá ið býráðið
fór at stykkja út aftur
*-
Málvelting
Uppreistur er nú vorðin so van-
lig hending í gerandisdegnum,
at hetta má sigast at vera líka so
vanligt sum at fara í kirkju, og
tað er næstan tað sama. Hugsa
verður um málsligu kollvelting-
ina í Hoydelum, málveltingin.
Hvert ár koma studentar og
pinslavåttar, pisur og pinsla-
pisur år Hoydølum. Uppreistur
sum mål i sær sjålvum verður
vanliga nevnt ritualir og kann
samanlíknast við tilbiðjan av
totempelum, fløggum, føroysk-
um tíggjukrónuseðlum ella ød-
rum symbolum. Hetta er vanligt
fyri steinaldarmenniskju, men er
ikki ókent í framkomnum sam-
feløgum. Utbúgving skuldi helst
sett menniskja omanfyri mysti-
cismuna, tó fyrikemur tað mær,
at tað grør um gangandi fót,
mysticisman veksur sum arvi
innanfyri akademiska heimin,
solidarisk mysticisma, fólkalig
mysticisma. Virði av vísindalig-
um kanningum verður mett eftir
um tað passar við fólksins
kenslur, ikki um kenslurnar ver-
uliga eru, men sum nýggja
prestaskapi sigur tær eiga at
vera.
Aftur til málspurningin í Hoy-
dolum. Er nakar tanki meira ab-
surdur enn tankin um ein før-
oyskan student, sum bara kenn-
ur til foroysk viðurskifti og før-
oyskar tankar? Er nakað í Før-
oyum so týdningarmikið, at tað
er vert at byggja ein føroyskan
studentarskúla um hetta nakað?
Studentaskúlin skuldi helst veri
ein skúli, sum lyfti fólk upp um
heimfødiskapin, ikki ein skúli,
har fødin er heimfødi. National-
isma er altid identisk vid heim-
fødi, kravið um at skriva upp-
gåvurnar á føroyskum er eitt
nationalistiskt rituali, ein heim-
foðislig bon um at sleppa at vera
pínslaváttur, eitt offur á heim-
foðisins altari við nationalmao-
istiskum prestum. Málið, sum
helst skuldi veri eitt amboð, er
blivið eitt tómt symbol í einum
religiosum stríði. Studentaskúl-
anæmingarnir skuldu eisini fing-
ið eina føroyska matematikk,
umberi støddfrødi, har man
brúkti ð í staðin fyri x, tí x ikki
finst i ti foroyska alfabetinum,
sjålvt um tað finst í ti islendska.
Kravið frå studentunum er, at
landsstyri yvirtekur pædagog-
isku leidsluna av studentaskul-
anum. Hvi skuldu føroyingar
yvirtikid leidsluna av studenta-
skúlanum, tá teir kortini fara til
Danmarkar at finna nýggjar
hugsanir um studentaskúlar?
Einasta úrsliti av einum fer-
oyskum studentaskúla verður,
at kvaliteturin fellur, tí krevini
minka av tí einfaldu grund, at
eingin er førur fyri at stilla krøv.
So leingi studentaskúlin er undir
danskari leiðslu, so er kravi í
minsta lagi, at føroyskir stud-
entar eru forir fyri at lesa í Dan-
mark. Fyri tað næsta er enda-
málið við studentaskúlanum al-
ment, ikki specielt føroyskt,
sjålvt um man vidhvørt kann
brúka føroyskt kryddur. Tað
kann sostætt bert vera eitt plus
fyri foroyskar studentar, at teir
eru førir fyri at taka students-
prógv á einum fremmandum
máli. At teir eru so almerit vit-
andi, at teir kunnu abstrahera
frå føroyskum.
Tå man veit, at fleirtalid av
føroyskum studentum fara til
Danmarkar at lesa, må kravid
um kunnleika i donskum styrkj-
ast, ikki fyri at gleda donsku ad-
ministrationina, men fyri at gera
føroysku studentarnar førar fyri
at ferðast uttanfyri klettarnar.
Sjålvandi kann tad vera stuttligt
at ganga heima i fjøruni og vera
fjørufrødingur, men tad er eingin
grund at hava ein dyran stud-
entaskula standandi fyri at ut
búgva fjørufrødingar, åtta-
mannfarsfrødingar, bekkaser-
frødingar, lundaloppufrødingar,
torvatrøllsfrødingar, alt rotfør-
oyskt og gott, men einki fyri ein
studentarskúla. Studentarskúlin
er sum alt annað fyltur við ritu-
alum, men ritualini verða ikki
betur, um tey verða gjørd á
foroyskum, og slett ikki tá man
fer at meina ritualini alvorligt,
so man ofrar prógvi
Málveltingin er vorðin insti-
tutión í Hoydølum, og um hesin
spurningurin verður loystur,
kemur spurningurin hvat næm-
ingarnir skulu finna uppá næsta
ár? Okkurt má tað vera, tí end-
urtøkan má endurtakast hvert
ár. Man kundi næstan trú, at ein
nýggjur táttur í føroyasøguni
skuldi skrivast, sum man seriu-
producerar pinslavåttar, hvørki
biblian ella eggvirkid i Rituvik
kunnu konkurrera. Studenta-
skúlanæmingarnir eru prædes
tineraðir til at fella fyri heila-
spuna, tí teir fáast so nógv við
symbolir, at symbolini fáa vald á
teimum. Teir eru so ungir, at teir
ikki kunnu skilja millum sym-
bolir og veruleika. Næmingarnir
trongja til hjálp, teir mugu
leiðast út úr ideologiska mjørk-
anum, læra at skilja ímillum
symbolir og málrættaða adfer
Tað er so synd í fólki tá tey
villast í sínum egna heilaspuna,
tað veri seg heimfeði ella religi-
on.
Hinvegin, hvat skulu vit við
ollum studentunum, universitet-
ini hava ikki brúk fyri teimum,
so hatta er kanska ein góð
umbering fyri ikki at fara at
lesa. Men ein studentareksamin
kann hóast alt brúkast til annað
enn universiteti. Í hvussu so er
loysir tað seg ongantíð, at ikki
at taka studentareksamin fyri
eitt symbol.
Jens Dalsgárd