leygardagur 31. mai 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Smyril kemur týsdagin — fer úr Keypmannahavn í morgin
frælsi
Nr. 39 —
Ofatuligt
Í oddagrein blaðsins i dag,
sum kallast Ofatuligt, verdur
skrivad um avreidingarprisir.
— Okkara fatan er, at út-
róðrarmenn hava verið sera
illa nogdir við reglurnar um
prísáseting, men eitt lið í
heildarloysnini er júst tað, at
hetta verður broytt. Frá 15.
juni verður prísurin ásettur
Í av nýggjum av nýggjari
nevnd, við nýggjum monnum
og eftir nýggjum reglum.
Hverjir hesir prísir verða,
veit eingin enn, og tí er tað ov
tidliga at lýsa verkfall ímóti
teimum.
Eitt annað, sum útróðrar-
menn hava verið og fram-
vegis eru misnøgdir við, er
fiskasølupolitikkurin, men
um verkfallið er vent tann
vegin, megu vit eisini koma
til tað úrslit, at menn hava
verið ov seinir á sjóvarfall-
inum.
Síða 2
Kvinnufelagið
í Havn hevur limafund mána-
kveldið kl. 19.30 á Parnass-
inum, har Tommy Pedersen
sosialráðgevari, sigur frá ar-
beiði sínum innan andsveika-
forsorgina, og Eva Thomsen,
formaður í KSF, greiðir frá
ársfundinum í Servági.
Ísfiskabátar
hava samhuga
Tilsamans 11 ísfiskabátar
hava ligið hesar dagarnar,
avreiðingarbannið hjá útróðr-
armonnum hevur verið í gildi.
Avreiðingarbannið umfatar
ikki ísfiskabátarnar, og hetta
tiltakið merkir helst, at teir
hava samhuga við útróðrar-
monnunum, sigur Adolf Han-
sen, formaður í Meginfelag
Útróðrarmanna. Småtidindi á
Síðu 4
javnaður
Leygardagin 31. mai 1975 — 48. árgangur —
brødralag
8 kor vid 200 luttakarum
vid á kórstevnuni
sum byrjar í dag
Miðað verður ímóti eisini at halda slíkar stevnur úti
á bygd, sigur Olavur Hátún í viðtalu við Sosialin
Tilsamans 8 sangkór úr ellum
Føroyum skulu luttaka á Kór-
stevnuni 1975, sum verður sett í
200 luttakarum. I fjør var somu-
leiðis skipað fyri kórstevnu, og
varð henda hildin í Havn við lut-
Á myndini sæst heimskendi orkesturleiðarin Willi Gohl úr Schweitz
stjórna kórunum á kórstevnuni í fjør
dag kl. 15.00 i Læraraskulahøll-
ini i Havn. Kørini, sum luttaka,
eru: Lorvikar Sangkór, Sang-
kórið Tonica av Glyvrum, Kór
Glyvra kirkju, Stranda Sang-
kór, Kirkjukórið Ljómur úr
Vági, Havnar Gentukór, Havna-
kórið og Kristiliga Sangkórið.
Stevnan er soleiðis fyriskipað, at
ein konsert verður í kveld kl.
20.00 og onnur í morgin kl.
17.00.
Síðani 1967 hava slíkar stevn-
ur verið hildnar — fyri tað mesta
í Havn. Annars hava slíkar
stevnur verið í Fuglafirði,
Klaksvík og Vágum.
Leiðarin av Havnarkórinum,
Olavur Hátún, sigur í viðtalu vid
Sosialin, at ætlanir eru í fram
tíðini at skipa soleiðis fyri, at
Kórstevnan annaðhvort ár skal
vera úti á bygd og annaðhvort ár
i Havn.
Tað luttaka sum sagt 8 kór í
Kórstevnuni 1975 við tilsamans
tøku av solistum og orkestri úr
Íslandi við heimskenda
schweitzaranum Willi Gohl sum
leiðara. Tá bleiv messa í G-dur
eftir Schubert framførd.
Avmarkad tal av atgongu-
merkjum til konsertirnar i dag
og i morgin eru at fåa i Fotobud-
ini hjå Sigurd Bech vid Aarvegin
og i Nyggja bokhandli å Kåta
Horninum.
Ísraelski
sendiharrin
higar
Í døgunum 12.—17. juni fáa
ísraelska
sendiharranum Í Danmark,
Moshe Leshem. A ferðini skal
hann umframt at vitja i Havn
eisini vitja i Suduroy, Eysturoy,
å Sandi, Klaksvik og Kirkjubø
Føroyar vitjan av
Leysasøla 1,50 kr.
Sida 12
Vitin å Borduni størsti
viti i Europa
Vitastødin á Borðuni fær mat o.a. útgerð
einaferð um mánaðin úr Nólsoy. Tríggjar
ferðir um vikuna gongur Svenning Linden-
skov, hjálparmaður á vitastødini,
heim í
bygdina eftir posti. Svenning sigur okkum,
at tað tekur 1 1/2 tíma at ganga heim í bygd-
ina. Blaðmaður okkara brúkti góðar tveir
tímar um at ganga av Borðuni heim í Nólsoy-
arbygd.
Síða 6 og 7
Vil direktoratið ikki
boyggja seg?
Málbólkurin á studentaskúlanum setir landsstýri-
num spurningar.
Vegna Næmingafelag
Studentaskúla og vegna teir tólv
næmingarnir í samfelagslæru og
biologi, sum til endaligu skriv-
ligu provtøkuna í ár skrivaðu
foroyskum
Feroya
uppgávur sínar á
uttan at góðtaka, at uppgávur
teirra vórðu domdar eftir einari
umseting til danskt, vilja vit
hervið seta fylgjandi fyrispurn-
ing til Føroya Landsstýri:
Hevur Føroya landsstýri
kravt av Direktoratinum fyri
studentaskúlarnar og HF, at teir
tolv næmingarnir, sum ikki
vildu góðtaka, at uppgávur
teirra, sum teir skrivaðu á fer
oyskum, ikki vóru dømdar eftir
danskari skulu fáa
progv?
og: er tað Direktoratid fyri
studentaskúlar og HF, sum ikki
vil hoyggja seg hesum viðvíkj
umseting
andi?
Málbólkur NFS
Tað er ætlanin at útbyggja havnalagið á Tvør-
oyri. Tað skulu gerast tveir pierar innanfyri
núverandi bryggjuna, og í løtuni fáast teir við
at dýpa. Hetta arbeiði verður gjørt av bori-
pallinum, sum er
avmyndaður
omanfyri.
Tvøråmenn kalla boripallin Devlaoyggin.