leygardagur 31. mai 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
síða 2
SOSÍalUrin .... 11820, box 76, 3800 Tórshavn
tvevari: Foroya Javnadarflokkur
i Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 561 FH
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
alsur og
paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
„Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
Ofatuligt
VIT SKILJA ógvuliga væl, at útróðrarmenn
eru misnegdir við prísviðurskiftini nú avreið-
ingarprísurin er stødugt fallandi, meðan allar
lenir og annars alt annað fer upp eftir.
VIT SKILJA eisini fullvæl, at útróðrarmenn
gera nýtslu av tí vápninum, sum eitur verkfall,
men vit skilja ikki reiðiliga, hverjum hetta
verkfall er vent ímóti og heldur ikki skilja vit,
hví verkfallið er lýst júst nú.
UM SO ER at verkfallið er vent ímóti teimum
ráðandi á tingi og í landsstýri, er tað lýst bæði
ov seint og ov tíðliga. Fleiri vikur eru nú ging-
nar síðani løgtingid avgreiddi tey ymisku lóg-
aruppskotini í sonevndu heildarloysnini, og enn
eru tríggjar vikur eftir til hesi tiltøk fara at
virka.
OKKARA FATAN ER, at útróðrarmenn hava
verið sera illa nøgdir við reglurnar um prisåset-
ing, men eitt lið í heildarloysnini er júst tað, at
hetta verður broytt. Frá 15. juni verður prisur-
in ásettur av nýggjari nevnd, við nýggjum
monnum og eftir nýggjum reglum. Hverjir
hesir prísir verða, veit ongin enn, og ti er tað ov
tidliga at lýsa verkfall ímóti teimum.
EITT ANNAÐ, sum útróðrarmenn eisini hava
verið og framvegis eru illa nogdir við, er fiska-
sølupolitikkurin, men um verkfallið er vent
tann vegin, megu vit eisini koma til tað úrslit,
at menn hava verið ov seinir á sjóvarfallinum.
INNLIT OG AVIRKAN i fiskasølumålum
hevur allra størsta áhuga millum útróðrar-
menn. Í upprunaliga uppskoti landsstýrisins til
ráfiskagrunn var ætlanin tann, at grunnurin
skuldi virka í søluliånum. Um hetta varð gjørt,
vildu bæði fiskimenn og tað almenna umvegis
stýrið fyri ráfiskagrunnin fingið rímiligt innlit
og ávirkan í fiskaselumálum.
MEN SUM ØLL minnast var semja ikki mill-
um landsstýrisflokkarnar um hetta mál, og
spurdist tí ein neyðsemja burtur úr, hvareftir
ráfiskagrunnurin nú kemur at virka í virkislið-
num. Vit hevdu skilt tað heila betur, um Meg-
infelag Útróðrarmanna tá beinan vegin tók
undir við upprunaliga uppskoti landsstýrisins,
og fyri at fáa tað framt setti í verk slík tiltok
sum tey, ið nú eru sett í verk.
MEN TÅ VAR TØGN. Ofatuligt.
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
T. Beder í Leirvík, P.M.
Rasmussen í Funningi kl. 11,
altargangur og við Gjógv kl.
17, altargangur. S.J. Joensen
í Svinoy, altargangur, K.O.
Viderø í Fámjin kl. 12 og í
Øravik kl. 18, altargangur. J.
Magnussen í Klaksvík, Peter
Petersen í Arnafirði, Eivind
Vilhelm í Mykinesi, altar-
gangur.
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 10.45 ungdóms-
gudstænasta á skúlanum við
Hoyvikstjørn.
Evangeliihúsið
Sunnudagsskúlaútferð verd-
ur um viðrar í dag kl. 13.30.
Brúdleyp
Í dag giftast í Godthaab Sól-
maj Rasmussen, Lambareiði
og Kaj Tollem, Godtháb.
Adr.: Mogens Trolle, Godt-
háb.
Komnir til Grønlands
Mars er komin til Grønlands.
Teir skulu royna vid gørnum.
Olavur aftur-
valdur
Føroya Idnadarfelag hevur
afturvalt Olav Gregersen i
Gøtu til formann. Kjartan
Mohr ur Havn er afturvaldur
til næstformann.
Skansastova
Skansastova hevur adalfund i
nyggju hølunum å Kirkjuvegi
hoskvøldid 5. juni kl. 20.
Skrá sambært lógina.
Norðoyastevna
Norðoyastevnan verður hild-
in um vikuskiftið í Klaksvík.
Har verður ítróttur av ymisk-
um slag, Listaframsyning,
evangeliskir fundir, dansur
o.a. Kappróðurin verður í dag
kl. 15, har tilsamans 27 bátar
skulu luttaka.
Si annars meiri um Norð-
oyastevnuna aðrastaðni í
blaðnum í dag.
Nr. 39 — 31. mai 1975
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging
Føroya Sjovåtrygging
Føroya Brunatrygging
Føroya Vanlukkutrygging
Vit tryggja
Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør o. a.
Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu
trygging.
Norðoyastevnuskrá
1975
Norðoyastevnuaftan
14.00 Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri bjargingarroynd.
Aftaná hava froskmenn framsýning og skemt.
14.00 Klaksvíkar Húsmeðrafelag hevur útselu í húsum felag-
sins.
15.00 Kappróður.
15.00 Listaframsýning í nýggju fimleikarhellini til kl. 21.00.
16.00 Tivoli opnar.
17.00 Fótbóltur ÍF 1. lið — KÍ.
18.00 Kappsvimjing.
18.00 Klaksvíkar Húsmeðrafelag hevur eydnuhjól í kjallaran-
um í KI-høllini.
19.00 Filmur í Atlantis Bio.
19.45 Hondbóltur i KI-høllini KÍF —Stjørnan 1. lið kvinnur.
20.00 Straight Ahead hevur konsert í Skúlagarðinum, ókeypis
atgongd.
20.00 Fundur i KFUM&K.
21.00 Samkoman í Betesda hevur útifund við Gamla kirkju-
garð.
21.00 Enskur dansur í Atlantis Bio til kl. 23.30.
21.00 Enskur dansur í KI-høllini til kl. 23.45.
21.00 Føroyskur dansur i KI-høllini til kl. 23.45.
22.00 KFUM&K hevur útifund við Gamla skúla.
23.30 Klaksvíkar Hornorkestur spælir í Vágstúni.
24.00 Midnáttarsamkoma verður sett við at kyndlagonga
kemur í Vágstún. Hjerdis Klein, fyristoðukvinna,
heldur rødu. Til seinast verður fýrverkari í Vågsbø.
Norðoyastevnudag
10.00 Betesdakórið hevur sangfund í Vágstúni.
11.00 Guðstænasta í Christianskirkjuni. Jákup Magnussen,
prestur, prædikar.
13.00 Tivoli opnar.
13.30 Sunnudagsskúli í Betesda.
13.30 Skrúðgonga byrjar norðuri á Gomlustongum. Hornor-
kestur, grønir og gulir skótar og ítróttarfólk luttaka.
Gingið verður heim í Vágstún, har fólkafundur verður
settur. Steinbjørn B. Jacobsen, háskúlastjóri, heldur
rødu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
14.00 Sunnudagsskúli í Emmaus.
15.00 Fótbóltur. HB—KI 1. lið, Kópavogur — KÍ dreingir.
15.00 Listaframsýning í nýggju fimleikarhøll kommunuskúl-
ans.
17.00 Klaksvíkar Húsmeðrafelag hevur eydnuhjól í kjallaran-
um í KI-høllini.
18.00 Hondbóltur í KI-høllini. Verjuskipid Ingolf— Stjarnan
menn, Kyndil—Stjørnan 1. lið kvinnur.
18.00 Fundur í Betesda.
18.00 Fundur í Emmaus.
19.00 Filmur í Atlantis Bio.
20.00 Fundur í KFUM&K.
20.30 Klaksvíkar Fimleikarfelag og Olympus skipa fyri fríum
itrotti og posarenning á fótbóltsvellinum. Aftaná verður
togtogan ímillum kvinnurnar á Sjóklædnavirkinum og
Dávavirkinum.
21.00 Samkoman í Betesda hevur útifund við gamla
kirkjugarð.
„00 Enskur og føroyskur dansur í KI-høllini.
.00 Enskur og føroyskur dansur í KI-høllini.
.00 Enskur dansur i Atlantis Bio.
.00 KFUM&K hevur utifund vid gamla skula. Aftanå
verður Nordoyastevnusamkoma í KFUM&K, har Jákup
Magnussen, prestur, talar.
99
AA
99
po
99
re
AA