Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 113 - 18. juni 2002 Nr. 113 - 18. juni 2002 27 Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki. Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Almannastovuna, við regluligum fundum í mun til arbeiðið. Arbeiðið fevnir m.a. um: • Fylgjarauppgávur • Stimbran • Familjuráðgeving • Umlætting Størvini eru hesi: Í Eysturoy 1) – at stuðla og hjálpa einum 6 ára gomlum drongi í samskiftinum við onnur børn, stimbra honum við venjingum og spæli, einsamøllum og saman við øðr- um. Arbeiði hjá stuðlinum verður í Dagstovninum í Fuglafirði og í heiminum. Tímatalið er 40 tímar um vikuna fyribils til 15.07.03 Ynskiligt er at tann í settur verður hevur koyrikort. 2) – at stuðla einum eitt ára gomlum barni við Down syndrom. At stimbra honum við spæli og venjingum og á tann hátt vera við til at menna hann. Arbeiði hjá stuðlinum verður í Dagstovninum í Gøtu. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna við møguleika til at tímatalið verður sett uppí 30 tímar um vikuna. 3) – at stuðla og hjálpa einum 7 ára gomlum drongi á allan hátt. Stimbra honum við venjingum og spæli, einsamøllum og saman við øðrum. Arbeiðið verður gjørt við tilknýti til Tilhaldi í Rók í Saltnesi. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Játtanin er fyribils 30.06.03 Ynskiligt er at tann, í settur verður hevur koyrikort 4) – at stuðla og hjálpa eini 17 ára gamlari rørslutarn- aðari gentu.Arbeiði hjá stuðlinum er at fara við henni til ymisk tiltøk og annars vera við til at geva henni ein innihaldsríkan gerandisdag. Arbeiðstíðin er aftaná skúlatíð hjá gentuni og er 25 tímar um vikuna.Arbeiði verður gjørt við tilknýti til Tilhaldi í Rók í Saltnesi. Ynskiligt er at tann í settur verður hevur koyrikort. 5) – at stuðla og menna einari 16 ára gamlari gentu. Arbeiðstíðin er aftaná skúlatíð hjá gentuni og er tímatalið 20 tímar um vikuna. Játtanin er fyribils til 30.06.03 6) – at fara við eini kvinnu til ymisk frítíðartiltøk, og hjálpa henni við ymiskum uppgávum í gerandis- degnum.Tímatalið er 10 tímar um vikuna. Játtanin er fyribils til 31.12.02 Í Norðoyggjum 7) – at stuðla einum manni í gerandisligum uppgávum og hjálpa honum at skipa dagin.Tímatalið er 10 tímar um vikuna, við møguleika fyri at hækka tímatali. Játtanin er fyribils til 01.12.02 Í Tórshavn 8) – at stuðla einum 17 ára gomlum dreingi. Arbeiði hjá stuðlinum er at fara við honum til fysioterapi, ríðing og onnur tiltøk, og annars at verða við til at Almannastovan Jónas Broncksgøta 27 – Postrúm 3096 Tlf. 315480 – Telefax 318850 FO-110 Tórshavn Stuðulsfólk geva honum ein innihaldsríkan gerandisdag. Tímatali er 30 tímar um vikuna. Játtanin er fyribils til 31.12.02 9) – at hjálpa einum ungum manni við at skipa dagin og stuðla honum í gerandisligum uppgávum. Tíma- talið er 10 tímar um vikuna, við møguleika fyri at hækka tímatalið. Játtanin er fyribils til 31.12.02. 10) – at stuðla og hjálpa eini ungari rørslutarnaðari gentu og fara við henni til ymisk tiltøk aftaná skúlatíð. Tímatalið er 30 tímar um vikuna. Játtanin er fyribils til 31.12.02 11) – at stuðla og menna eini 8 ára gamlari gentu við spæli og venjingum og fara við henni til ymisk tiltøk Arbeiðstíðin er aftaná skúlatíð hjá gentuni. Tímatalið er 20 tímar um vikuna. Játtanin er fyribils til 31.08.03 Í Norðurstreymoy 12) – at stuðla og menna tveimum 9-10 ára gomlum børnum, eins og veita familjuni ráð- og vegleiðing í persónligum/gerandisligum viðurskiftum. Tímatalið er í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Játtanin er fyribils galdandi í eitt hálvt ár. Allar Føroyar 13) – Søkt verður eftir pleygufamilju til 13 ára gamlan drong.Arbeiðið fevnir um at virka fyri eini tryggari og mennandi tilveru.Játtanin er fyribils galdandi í eitt ár. 14) – Søkt verður eftir eini vikuskiftisfamilju til tvey systkin ávíkavist 2 og 5 ára gomul. Játtanin er fyribils galdandi í eitt ár. Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag í mun til uppgávuna. Nærri fæst at vita við at venda sær til Sigrun Bærentsen, Ragnhild Dahl og Petru Joensen á tlf. 315480 í tíðini kl. 09.00-13.00, tó ikki mikudag. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum, skula verða Almannastovuni, J. Broncksgøta 27, Postboks 3096, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 02.07.02 Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávu nummar. Hósvíkar Skúli Søkt verður eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv at lesa uml.23 tímar um vikuna skúlaárið 2002/2003. Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lær- arafelag og Fíggjarmálastýrið. Nærri fæst at vita við at venda sær til skúlaleiðaran tlf. 422259 ella 422526. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi hin 26. juni 2002. Skúlastýrið fyri Hósvíkar Skúla v/ Adolf Johannessen 420 Hósvík Gott stevnubingo verður í bygdarhúsinum í Hósvík mikudagin  juni kl  Nógvir góðir vinningar ma á lutaseðli: Øll eru vælkomin Hósvíkar Róðrarfelag & Bygdarfelagið Varðin  lutir á lutaseðli: Ferð fyri tvey við bili í tveykoyggjukamari til Bergen við Norrönu Gávubræv døgurðamatur frá MBM laksur Fløguspælari til bil oma Full pláta  gávukort á  kr frá Inn Tó  spæl gávukort á  kr Nógvur døgurðamatur frá MBM og Fototól virði á   kr og nógv annað gott SPREINGIPULVUR Fæst í 2 kg og 10 kg spannum Vælegnað til tún, kjallarir o.a., har tað ikki ber til at spreingja Til klúgving av steinum Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Sethúsaklædningur Plastik er á goymslu Slitsterkur & viðlíkahaldsfríur Aðalstjóri til Løgmálaráðið Av tí at løgmaður hevur gjørt av at seta á stovn Løgmálaráð, verður við hesum søkt eftir aðalstjóra. Starvið Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá avvarðandi landsstýrismanni og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Løgmálaráðnum. Aðalstjórin fær høvuðsábyrgdina av at skipa Løgmálaráðið og skal standa fyri at skipa arbeiðið viðvíkjandi yvirtøkuni av løgregluni og rættarskipanini. Arbeiðsøkið fevnir í høvuðsheitum um: • Lógamál • Dómsmál • Grundlógararbeiði • Kommunumál • Løgreglu og ákæruvald • Sivilrættarmál • Skráseting og nøvn • Útlendingamál Almenn førleikakrøv Umsøkjari skal hava útbúgving sum løgfrøðingur ella aðra samsvarandi útbúgving frá lærdum háskúla. Viðkomandi skal hava leiðsluroyndir frá almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum. Umráðandi er, at tann, ið settur verður, hevur evni til at seta í verk fyriskipanir, hevur nútíðar leiðslueginleikar, góð greiningarevni, innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting. Dentur verður lagdur á persónligar eginleikar so sum evni til at eggja og menna leiðarar og starvsfólk, góð samstarvsevni, vilja til at royna nýggj virkisøki og áhuga fyri avbjóðingum. Setanarviðurskifti Starvið er tænastumannastarv og er í løtuni flokkað í 39. lønarflokki umframt eina viðbót uppá kr. 3.984,75 um mánaðin. Starvsheitið er aðalstjóri. Setanarøkið fevnir um Løgmálaráðið,Løgmansskrivstovuna og hini málaráðini. Tænastustaðurin í løtuni er Løgmálaráðið. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til Marjuna Hanusardóttur, løgmansstjóra, tlf. 35 10 10 ella 21 10 23. Umsókn Umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli, skulu stílast løgmanni, og sendast Løgmansskrivstovuni, att. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Tinganes, Postsmoga 64, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 19. juli 2002. LØGMANSSKRIVSTOVAN Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini Nú flestu starvsfólk fara í summarfrí, fer býráðs- umsitingin í tíðarskeiðinum: 15. juli – 16. august 2002 bert at avgreiða tey mest neyðugu og átrok- andi málini. Heitt verður í hesum sambandi á fólk, ið ætla sær undir bygging o.a. í summar, um at útvega sær neyðugar góðkenningar til hetta áðrenn 15. juli. Telefon- og upplatingartíðirnar eru hvønn ger- andisdag millum: kl. 10.00-12.00 og 14.00-16.00. Summarsteðgur hjá nevndum og býráði Í juli og august er summarsteðgur í teimum regluligu nevndar- og býráðsfundunum. Næsta nevndarumfar eftir summarsteðgin verður í september mánað, og mál, sum ynskjast viðgjørd á hesum fundum, skulu vera býráðsumsitingini í hendi í seinasta lagi 19. august 2002. Klaksvíkar býráð, Nólsoyar Páls gøta 32 · Postsmoga 2 FO-700 Klaksvík Tlf. 45 63 88 · Fax 45 63 99 Nissan Patrol árg. 86, sýnaður í 2001, til sølu fyri 30.000 kr. Tlf. 213046 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Primera 1,6 svartur, 4 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 91.000 km. 105.000 Nissan Micra 1,0 grønur, 3 hurðar, árg. 2000, 35.000 km. 88.000 Nissan Almera 2,0D reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 119.000 km. 110.000 Chevrolet Monza bláur, 4 hurðar, árg. 1988, 98.000 km. 7.000 Ford Escort 1,6 gráur, 3 hurðar, árg. 1992, 179.000 km. 18.000 Ford Escort 1,6 ljósabláur, 5 hurðar, árg. 1995. 47.000 Ford Transit 100 Van 2500TD bláur, 4 hurðar, árg. 1996, 137.000 km. 75.000 Honda Civic 1,4is grønur, 3 hurðar, árg. 1998, 101.000 km. 99.000 Mitsubishi P.U. 4x4 Dti grønur, 2 hurðar, árg. 1999, 125.000 km. 125.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel Turbo blágráur, 2 hurðar, árg. 1998, 60.000 km. 130.000 Peugeot 106 Diesel gráur, 3 hurðar, árg. 1996, 110.000 km. 72.000 Opel Astra 1,6 svartur, 5 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 105.000 Opel Astra 1,7Dt beige, 5 hurðar, árg. 1996, 95.000 km. 78.000 Opel Astra 1,6 vínreyður, 5 hurðar, árg. 1999, 52.000 km. 119.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,4 grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 76.000 km. 55.000 Opel Corsa 1,4 vínreyður, 5 hurðar, árg. 1996, 105.000 km. 68.000 Opel Corsa 1,2 S reyður, 3 hurðar, árg. 1990, 120.000 km. 10.000 Gevi gætur: Bilarnir á listanum kunnu ver a seldir Bilur við frontskaða til sølu Merki: Toyota Corolla Hatchback XLI – 3 hurðar Árg.: 1995 Km: 118.000 Eyka útstýr: Sóltak Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Att.: Fróði Müller, sýnsmaður tlf. 34 57 27 fax nr. 34 56 07 At hitta mánadag-hósdag millum kl. 09.00-10.00 og fríggjadag millum kl. 09.00-16.00. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 27 26