Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mai 1975síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 31. mai 1975 sosialurin Sida 9 GG MM, Q GÍ, N UL flt Í Mz4 SN 7 SS N NN SN I NN SMÁ N 1ør, NNN NN (2? 2 1 = NNNN ff BIÐ, SN NS N NN N SN WM Ø4 th N NN 7, NN N NN N N Uill AN NN N M Í (gi 1 NN 4, M My SN NN Na ANN Vf mm 22 N NN N NN /g, TU / (1 NI NN AR NN NN V yy MV NNN 7 N 7 VA Ritstjóri: Hans Thomsen Maðurin við gulltrompetini Í bókini >My life in New Or- leans< sigur stóri amerikanski jazz-tónlistamaðurin, Louis Armstrong frá barna- og læru- árum sínum í New Orleans. Bý- urin liggur í suðurstatunum við Missisippi-ánna og tað var í blá- mannabýlinginum har at tey fyrstu stóru jazzorkestrini sóu dagsins ljós fyri u.l. 60 árum síðani. Her varð tað slagið av jazzi skapað, sum er kent um allan heim sum >Dixieland< ella >New Orleans<. Nógvir jazztón- leikarar, sum seinni gjørdust kendir listamenn, vóru ættaðir úr hesum býnum við Missisippi. Tann gitnasti av teimum øllum var Louis Armstrong, sum doyði 6. juli 1971, tveir dagar aftan á at hann fylti 71 ár. Amerikanar- ar góvu honum kelinavnið »hin svarti Satchmo«. Her sigur Satchmo Armstrong sjálvur frá getuni og býnum, hann vaks upp í og teimum fyrstu trilvandi roynd- unum innan fyri jazz-tónleikin: Á einum getuhorni í Liberty Street, getuni eg búði í, var tað kenda Funky Butt Hall, og her var tað, eg á fyrsta sinni hoyrdi Buddy Bolden spæla. Hann spældi kornett, so tekjan var um at fara av húsinum. Vit bern sluppu ikki inn í dansihølid, men til bar at hoyra orkestrið, tá tú stóð uttanfyri. Eisini var tað vanligt, tá dansur skuldi vera, at tónleikararnir stóðu á getuni uttanfyri og vandu seg í ein hálvan tíma, áðrenn teir fóru inn at spæla. Tað gjørdu dansiorkestrini tá í tíðini fyri at fáa fólk inn at dansa. Buddy Bolden blásti so hart, at eg ofta spurdi meg sjálvan, um eg nakrantid mundi fara at fáa so nógva luft í lunguni, at eg fór at verða førur fyri at fylla eina kornett. Jú, Buddy Bolden var ein óferur tónleikari, eingin ivi var um tað, men altíð helt eg hann spæla ov hart. Eisini haldi eg meg tora at siga, at hann av og á kundi spæla eitt sindur falskt. Men tá Bunk Johnson spældi kornett við sínum Eagle Band, tá var tónleikurin sum hann átti at vera. Eg var bert lítil smá- drongur tá, men eg dugdi at hoyra munin. Orkestrið hjá Bunk hevði kornett, trombone, kontrabass, trummur, klarinett og cello. Og tað vóru menn, sum dugdu at spæla. Kann vera at Buddy Bolden var meira gitin, men musikkurin hjá Bunk var betri. Kongurin yvir teimum øllum var Joe Oliver, sum var tann fin- asti trompetisturin, sum nakr- antid hevur spælt i New Orleans Eingin hevur skapað so nógvan og góðan jazz sum hann. Næst- an alt í jazzinum, sum hevur nakað virði í dag, er komið frá honum. Ti var tað, tey róptu hann »King«, og hetta heitið hevði hann uppiborið. Tónleik- arar úr allari verðini komu at hoyra King Oliver spæla í Lin- coln Garden í Chicago ta tíðina, hann var har. Og allir vóru teir líka hugtiknir. Eg var ungur fyrstu ferðina eg sá King Oliver, men kortini var Louis hann blíðari við meg enn allir stóru jazztónleikararnir, eg metti seinni í lívinum. Tá dugdi eg ikki sjálvur at spæla tromnet, men hetta slagi av horni hevði okkurt við sær, sum gjørdi meg bergtiknan. Tá eg var í kirkju ella ein skrúðgonga fór gjøgnum byin við hornorkestri á odda, kannaði eg gjølla oll hornini og tónleikar- Stríggið er at spæla trompet og so fara varrarnar at bløda eisini. arnar, lurtaði væl eftir og ansaði eftir, hvat teir spældu og hvussu teir spældu tað. Á henda hátt kom eg skjótt at hoyra munin á Buddy Holden, King Oliver og Bunk Johnson. Av hesum trimum hevði Bunk Johnson tann vakrasta tónan og tann besta ansin fyri frasering. Nógv halda, at tað var Bunk Johnson, sum lærdi meg at spæla av ti at tóni min kann minna eitt sindur um hansara. Men tað man eisini vera tað ein- asta, vit hava til felags. Fyri mær at síggja hevur Joe Oliver ikki minni góðan tóna enn Bunk. Og registarið hjá honum — sum tað var stórt. Hann fann nøkur av teimum finastu temaum, sum vit hoyra í dag og tóktist at vísa okkum eðrum leiðina. Men tað var um meg sjálvan, eg skuldi siga eitt sindur. Mamma min, Mayenne, skrivaði meg inn í Fisk School, sum var tætt við, har vit búðu. Eg var ógvuliga idin, so ikki hevði eg gingið rættiliga leingi í fyrsta klassa fyrr enn eg varð uppflutt- ur. Eg dugdi skjótt at lesa av- vísina fyri teimum vaksnu, sum gingu inn til okkara og hjálptu mammu at ala meg upp. Tå eg varð eitt sindur størri, fór eg at selja avvísir fyri at hjálpa mammu við pengum. Tá kom eg í hóslag við teir størru dreingir- nar og lærdi skjótt eitt og annað. Tá vit ikki seldu avvísir spældu vit um smápengar ella spældu kort. Eg gjørdist skjótt listilærdur spælari og tapti einki fyri hinum dreingjunum. Vidhvørt kundi eg koma heim um kvøldarnar vid lummunum fullum bædi av silv- ur- og koparmyntum og tå høvdu Mayenne, litla systir og eg pengar og kundu fara i byin at keypa. Tad hendi seg, at eg hevdi vunnid so mikid, at vit kundu keypa ein kjóla til mammu og einar buksur til mín sjálvs í Rampart Street. Verri var at fáa nýggjar skógvar, men tað gjørdi minni, tí vit gingu Louis Armstrong Gamli, blíði Satchmo — andlit sum hjólspor á víddunum, sum mold og mureldur. Varrarnar sárar. Messingmunnstykkið blóðugt. Altíð blæsur sólvindurin í tínum kloyvdu lungum. Altíð flýgur ravnur á dúgvuveingjum úr tínum sundursungna barka. Nobody knows... Sært tú allar hesar hvítu hendurnar, Satchmo Nú klappa tær. Hendur sum slerdu, hendur sum hongdu, hendur, ið syndraðu tað varliga tætnandi myrkur við hatursins brennandi krossi. Nú klappa tær. Og tú spælir, gamli. Syngur Uncle Satchmo's Lullaby. Sveittin perlar, bróstið gongur kykt. Ein sól situr fjald í trompetendans skyggjandi gapi. Sum grátur í einum barka. … the trouble I've seen. Arruta bros títt fær meg at skammast mítt egna afturlæsta andlit, mítt knæfall fyri skuggunum. Eg spyrji teg: hvaðani fært tú megina til tín uppreistur uttan hat? Tín glógvandi tóna av ljósi sum skyggir gjøgnum blåmannanåttina. Svara mær, hvussu stór skal sorgin vera... hvussu stór skal sorgin vera fyri at kenna reina gleði? Og trompetin svarar langt burturi, í einum silvurtámi: — Mississippi... Hans Thomsen týddi eftir Hans Berli næstan altid skóleys. Skjúrtu brúkti eg ongantíð, men gekk i staðin í einari bláari bummulls- troyggju. Meðan eg vaks til í býlingin- um við Liberty Street og Perdi- do Street gav eg gjølla ollum gætur. Mær dámdi væl fólkið, sum búði har og teimum tóktu at dáma meg. Antin tey so vóru ónd ella góð, hildu tey, at lítli Louis, sum tey róptu meg, var ein fittur lítil smådrongur. Eg var ongantíð ágangandi, men royndi at vera blíður við øll, heldur ikki var eg frekur ella grovligur. Hetta hevdu May- enne og omma lært meg. Pápi hevði einki lært meg, ti hann hevði ongantíð búð hjá okkum. Í New Orleans vara jólini líka til trettanda, og har verður einki spart av nøkrum. Har hava tey bæði kyndlagongu og skreyteld- ar, eisini plagdu vit at skjóta við byrsu og pistol og øllum, sum gav brestir frá sær, so gangurin skuldi gerast mest meguligur. Sjálvandi var ikki loyvt at ganga við skotvápnum og upp- aftur minni at skjóta við teimum, so vit máttu ansa væl eftir at politistarnir ikki sóu okkum, tí annars vórðu vit tiknir í stundini. Men tað var júst tað, sum hendi mær, og undarligt er tað at hugsa sær, at tað júst var tað, sum gjørdi, at eg kom at læra at spæla kornett. Eg hevði funnið eina gamla pistól í sedriskistuni hjá May- enne. Hon visti sjálvandi ikki, at eg sníkti meg at taka hana við mær, tá eg fór út um kveldið at