leygardagur 31. mai 1975síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
s0Slalurin
Smyril verdur å Havnini tysdagin
Fer år Keypmannahavn i morgin til Bergens
Smyril fer úr Keyp-
mannahavn sunnudag-
in og verður á Havnini
seinnapartin tysdagin.
Nýggja strandfara-
skipið, sum umframt at
røkja suðuroyarsigling-
ina eisini partvíst skal
røkja millumlandasigl-
ing, fer år Keypmanna-
havn i morgin til Berg-
ens, og verður i Havn
einaferð ímóti kvøldi
týsdagin.
Tilsamans eini 50 fólk við bil-
um verða við Smyrli á fyrsta
túrinum til Feroya. Landsstýr-
ismaðurin í samferðslumálum,
Finnbogi Isaksen og Tummas
Arabo frá strandferðsluni er
eisini við á fyrsta túrinum.
Seinkaður
Smyril verður seinkaður nakað,
tá hann kemur til Havnar týs-
kveldið. Ætlanin var, at hann
skuldi fara úr Keypmannahavn
hóskveldið og vera í Feroyum í
dag, men umbyggingin varð ikki
liðug til ásettu tíðina. Smyril er
umbygdur á Frederikshavns
Skibsværft.
Nýggja strandfaraskipið varð
keypt frá Mols-linjuni hjá DFDS
í mars mánaða fyri 275 milj. kr.
og fekk tá navnið Smyril. Ferjan
er væl utgjørd. Hon hevur fýra
høvudsmotorar við tilsamans
10.000 hestum. Skipið kann
manøvrerast frá seks steðum
uinborå og er útgjert við tveim-
um brúgvum. Tvær rfestaura-
sjónir eru har frammi í skipin-
um, sum taka eini 300 fólk. Aft-
ara restaurasjónin er innrættað
til komur. Smyril kann taka 800
Tá umboðsmenn fyri DFDS og landsstýrið undirskrivaðu sáttmálan um keypið av Smyrli
fólk og 110 bilar. Eisini er stórt
spælirúm til børn. Skipið kann
ferma 1.000 tons, og einasta
lastin er bildekkið. Lastingin
verður gjørd eftir Roll on, roll
of-systeminum. Smyril gongur
18 mil.
Kokkaskúlin í Klaksvík
klakt 53 skipskokkar
6. kokkaskeiðið hjá Klaksvíkar Sjómansskúla
endaði við samkomu seinasta týsdag, har
ellivu næmingar fingu progv
— Tað var í 1972 at kokkaskúlin
byrjaði sum ein partur av Klaks-
víkar Sjómansskúla, segði Erik
Holm og Erik Danielsen
Danielsen, sjómansskúlastjóri í
reðu síni undir borðhaldinum.
Hann segði víðari, at síðani
Frá vinstru: Jákup Ziskason, Svend Fugle, Eiler Samuelsen, Haldor
skúlin byrjaði í 1972 eru seks
skeið hildin, og hevur skúlin til-
samans klakt 53 skipskokkar.
Fyristødåumadur á kokkaskúl-
anum er Jákup Ziskason, hov-
meistari, sum eisini undirvísir í
matgerð og proviantering. Eiler
Samuelsen, bakarameistari,
undirvísir í baking, Eigil Hentze
og Sigurd Heinesen í foroyskum,
enskum og rokning.
Censorar í matgerð og baking
til provtøkuna hesaferð vóru á-
vikavist Svend Fuglø og Haldor
Holm.
Vegna Klaksvíkar Sjómans-
skúla takkaði Erik Danielsen
lærarum og censorum fyri ar-
beiði teirra. Hann takkaði somu-
leiðis húsmeðrafelagnum, sum
hevur hýst kokkaskúlanum hesi
árini fyri frálíkt samstarv og
kendi á sær, at kokkaskúlin var
meira enn væl aftur komin í hús
Klaksvíkar husmødrafelags, tá
nýtt skeið byrjar til heystar.
Nýtt skeið
Skúlin ætlar at byrja nýtt kokk-
askeið eftir summarfritidina,
segði Erik Danielsen og legði
aftur at, at nógvir fyrispurning-
ar longu nú koma til skúlan.
Hann legði dent á, at nærum øll
skeiðini higartil hava verið meira
enn fullteknaði.
Erik Danielsen endaði reðu
sína við at ynskja nýklaktu
kokkunum tillukku við próvtek-
uni og góða eydnu framyvir.
Fegin um luttøkuna
Jákup Ziskason, hovmeistari, ið
er fyristødumadur á kokkaskeið-
num, segði seg fegnan um ta
stóru luttøkuna og legði eins og
Erik Danielsen dent á, at skeið-
ini aloftast hava verið meira enn
fullteknadi.
Jákup Ziskason handadi síð-
ani teimum 11 næmingunum
progvini.
Næmingarnir
Teir 11 næmingarnir, ið fingu
prógv, vóru hesir: Thurid Vil-
helmsen, Regin Hansen og Poul
Hans Miller, Tórshavn, Sú-
sanna Jacobsen, Eyðun Jacob-
sen og Albert Hansen, Miðvág,
Randi Gárd Jensen, Oyndar-
fjørd, Johan Danielsen, Strend-
ur, Hans Peter Petersen, Runa-
vik, Petur Arnbjørn Midjord,
Akrar og Jonny Vågslid, Klaks-
vik.
Fyrsta skeiðið í 1962
Undir borðhaldinum flutti Hal-
dor Holm, bakarameistari eisini
rødu, har hann m.a. nevndi, at
hann saman vid Erik Olsen byrj-
aði at halda kokkaskúla í
Klaksvík í 1962.
Skeiðini, teir hildu, vórðu trý í
tali, og hevdu teir 12 næmingar
á hverjum skeiði. Teir stóðu eis-
ini fyri útgávuni av Kokkablað-
num, sum kom út eina ferð um
mánaðin.
Haldor Holm greiddi frá, at
hvorki skúlin ella næmingarnir
fingu almennan stuðul, og tí var
tiltakinum ikki lív lagað tað
ferðina. Hann var fegin um, at
kokkaskúlin nú var endurreistur
undir ordnaðum viðurskiftum.
Besti næmingurin
Fyri Klaksvíkar býráð, sum lat
ein kikara í virðislon til besta
næmingin, flutti Vilhelm Jo-
hannesen, býráðslimur rødu.
Tann besti næmingurin, sum
var Johan Danielsen av Strond-
um, fekk skoðsmálið »sera væla
fyri allar seks lærigreinirnar og
»væl« fyri arbeiðslag og ordan.
Sitandi frá vinstru: Randi Gård Jensen, Oyndarfjorð, Thurid Vil-
helmsen, Tórshavn og Súsanna Jacobsen, Miðvág
Standandi frá vinstru: Regin Hansen og Poul
Hans Miiller,
Tórshavn, Johan Danielsen, Strendur, Hans Peter Petersen, Runa-
vík, Petur Arnbjørn Midjord, Akrar, Eyðun Jacobsen og Albert
Hansen, Miðvág og Jonny Vágslíð, Klaksvík