Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 1975síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fekk seks mánaðar fyri at hava framt innbrot móti fleiri handlum í Havn frælsi Nr.40 — Skeivleikin Í oddagrein blaðsins í dag verður skrivað um málstríðið í Hoydølum. Greinin kallast Grundleggjandi skeivleikin, og har verður tikið m.a. so- leiðis til: — Málspurningurin er eitt, men eftir at hava lisið hesar greinir, megu vit koma til ta niðurstøðu, at innihaldið í teimum einstøku lærugrein- unum er annar og ikki minni spurningur at fáa loyst. Tað framgekk av áðurnevndu greinum, at innihaldið í summum lærugreinum er danskt burturav og lagað eftir donskum viðurskiftum í so stóran mun, at tað valla letur seg gera at tosa ella skriva føroyskt til próvtek- una í hesum lærugreinum. Síða 2 33 mans luttaka í landsliðsvenjingini Fótbóltsdeildin hjá ÍSF hev- ur úttikið 33 fótbóltsleikarar til landsliðsvenjingina í sam- bandi við landsdystin ímóti Íslandi í Reykjavík 23. juni. Teir úttiknu leikararnir koma saman í Havn 14. og 15. juni. 16 mans skulu út- takast til landsliðið. Uttøku- menn eru Jóan Pætur Mid- jord og Poul Michelsen. Ikki koyrandi fyri kava Tað legðist so nógvur kavi millum Fámjin og Øravik sunn- udagin, at øll ferðsla lá at kalla lamin meginpartin av degnum. Farið varð undir at grava kavan burtur, og seint um kveldið var koyrandi aftur. Mikudagin 4. juni 1975 — javnaður 48. árgangur — brødralag Leysasøla 1,50 kr. Krevja minstapris åsettan fyri landingar Landsstyrid fær frest at svara uppå kravid til å middegi i morgin Meginfelag Útróðrarmanna hev- ur í brævi til landsstýrið kravt, at ein minstaprísur fyri landing- ar i Føroyum verður åsettur, og at hesin prísur í framtidini verður pristalsvidgjørdur. Landsstýrið hevur frest at svara uppá kravið til á miðdegi í morgin. Adolf Hansen, formaður í Meginfelagnum, sigur, at út- róðrarmenninir ongar semdir hava fingið frá myndugleikun- um, síðani teir stovnaðu megin- felag í január, og felagið fer at taka til tiltøk, sum kunnu føra til, at alt samfelagið verður lagt lamið, um viðurskiftini hjá út- róðrarmonnunum ikki verða tryggjað nú. Samstundis leggur meginfelagið landsstýrinum alla ábyrgd av ti, sum eitt tílíkt tiltak kann hava við sær. Lutafelag Hetta stigið varð tikið á fundi í Meginfelag Útróðrarmanna í fyrrakveldið, har úrslitið av samráðingunum millum lands- stýrið og meginfelagið mánadag- in var til viðgerðar. Á fundinum varð eisini gjørd ein samtykt um at stovna eitt lutafelag, sum skal hava til end- amáls at virka og selja allan út- róðrarfisk í Feroyum. Adolf Hansen sigur, at hetta er eitt svar uppá ta 27 ára gomlu Fisk- aseluna. — Tað tykist, sum tilveran hjá Útróðrarmonnunum skal gerast til einkis. Frá 1. juli er ásett við lóg, at allir stættir í landinum skulu fáa eina minstu- løn, sum beinleiðis ella umvegis verður goldin av råfiskaprisin- um. Men vit standa uttanfyri hesa skipan, sigur Adolf Han- sen, sum leggur aftrat, at av hesi orsøk eru tiltøk neyðug. Líkasælir Landsstýrið hevur vist á heild- arloysnina fyri útróðurin, sum tingið gjørdi, áðrenn tað fór heim, og Atli Dam hevur mett, at tingið nú ikki er sinnað at broyta eina lóg, sum ikki er roynd enn. Adolf Hansen sigur, at í samráðingunum við lands- stýrið hevur hann ongantíð fyrr hitt so líkasælar menn. — Um ætlanina við tiltaki okkara at skipa fyri útflutningi sjálvir segði landsstýrið, at tað vildi veita okkum stuðul. Tað var tað heila, sigur Adolf Han- sen. Tekniski skúlin í Havn orsøk til at Suðuroy- ingur ikki luttók Teir flestu, sum annars rógva við Suðuroy- inginum eru handverkaralærlingar. Aftaná at hava »trena« til kappróður i ein góðan mánað, koma boð frå Tekniska skúla í Havn um at nú skal 6-viku langt skeið fyri hand- verkaralærlingar byrja. Hetta hevur ført við sær, at meginparturin av manningini á Suðuroyinginum gongur á skeiði og sostatt er báturin uttan manning. Síða 8 Manningin á Víkabátinum seinasta summar. Víkabáturin var ikki við á Norðoyastevnu, men vóru flestu av manningini frá seinasta ár at síggja umborð á eðrum bátum. Vatnanlegg skal forða fyri dálking Tað nógva dustrokið frá grotbrot- inum á Bumshamri í Klaksvík hevur fingið meður, sum búgva har á leið, at ilskast, og ein dagin í farnu viku kravdu tær alt ar- beiðið á grótbrotinum steðgað Nekur av teimum, sum mótmæltu Til tess at forða fyri dálking frá grótbrotinum á Bumshamri í Klaksvík hevur býráðið nú skip- að so fyri, at eitt vatnanlegg verður sett upp við grótbrotið. Býráðið hevur fyri langari tíð síðani samtykt at seta upp eitt vatnanlegg á arbeiðsplássinum fyri at halda dustinum niðri, og tað er henda samtykt, sum nú verður framd. Mødurnar mótmæltu Ein dagin í farnu viku í fagrasta veðri, tá dustrokið var uppá tað mesta, hildu meðurnar, sum búgva á Bumshamri, tað vera nóg mikið, og einar 15 í tali fóru tær saman við børnunum niðan í grótbrotið, har tær segdu seg at vera verðandi til alt arbeiðið varð steðgað. Fyrr hava meðurnar leitað upp læknar, av tí at bernini oft- ast eru sjúk alt summarið, og frá teimum fingið váttan um, at ar- beiðið í grótbrotinum er vanda- mikið fyri heilsuna. Arbeiðið varð niðurlagt bein- anvegin, og hóttu meðurnar við at seta uppaftur strangari tiltøk í verk, um býráðið ikki gjørdi nakað í málinum. Olvheðin Jacobsen, sum er formaður í teknisku nevnd Klaksvíkar býráðs sigur, at vatnanleggið nú verður sett upp. Útbyggja bryggjuna Bryggjan í Skúvoy skal byggj- ast út. Hon skal leingjast við 10 metrum, og arbeiðið ætlast at byrja í summar. Skúvoyingar Mava sum er eina 30 metra langa bryggju. Tað er byggifelagið Lamhauge á Waagstein, sum skal standa fyri arbeiðinum, óg arbeiðsformaður verður Karl Andreassen av Strondum.