mikudagur 4. juni 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 40 — 4. juni 1975
susialurin telf. 1 1820, box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (åby rgd), telf. 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt
Grundleggjandi
skeivleikin
TIL PRØVTOKUNA seinasta ár gjørdu næm-
ingar við studentaskúlan i Hoydølum vart við
seg í målspurninginum, har stødan tá var tann,
at í summum lærugreinum skuldi próvtekan
eins og árini framman undan fara fram á donsk-
um, tá próvdómarar ikki fingust, sum skiltu
foroyskt mál.
ÚRSLITIÐ AV ósemjuni seinasta ár var, at
próvtekan fór fram á føroyskum í øllum læru-
greinum við undantak av tí eini, og at tveir
næmingar, sum sýttu fyri at tosa danskt undir
próvtekuni eisini í hesi eini lærugreinini, ikki
fingu prógv.
OG AFTUR Í ÁR hevur hart stríð tikið seg upp
millum næmingar á Føroya Studentaskúla og
myndugleikarnar. Nú eru tað 12 næmingar,
sum ikki kunnu góðtaka, at uppgávurnar til
skrivligu próvtekuna verða gjørdar á føroysk-
um, treytað av, at tær verða umsettar til
danskt áðrenn tær verða dømdar.
PANELGREINIRNAR í tveimum teimum
seinastu bloðunum hava vidgjørt hesar spurn-
ingar. Tann fyrra varð skrivað av læraranum
Gunver Hoydal og hin seinna av næminginum
Sigmund Poulsen. Av hesum greinum fram-
gekk, at hverki lærarar ella næmingar eru
nøgdir við viðurskiftini, soleiðis sum tey nú
eru.
MÁLSPURNINGURIN er eitt, men eftir at
hava lisið hesar greinir, megu vit koma til tað
nidurstødu, at innihaldið í teimum einstøku
lærugreinunum er ein annar og ikki minni
spurningur at fáa loyst. Tað framgekk av áður-
nevndu greinum, at innihaldið í summum læru-
greinum er danskt burtur av og lagað eftir
donskum viðurskiftum í so stóran mun, at tað
valla letur seg gera at tosa ella skriva foroyskt
til próvtekuna í hesum lærugreinum.
TÅ MÁLSPURNINGURIN var frammi í fjør,
vidgjørdu vit henda spurning og komu til tað
nidurstødu, at tað var sjálvsagt og nátúrligt at
næmingarnir á Føroya Studentaskúla tosaðu
foroyskt í ollum lærugreinum. Hetta halda vit
framvegis, men spurningurin er bert, hvussu
og hvussu skjótt hetta letur seg gera.
EFTIR PANELGREININI hjá Sigmund Poul-
sen at døma, letur hetta seg valla gera í løtuni,
og ikki fyrr enn lærugreinirnar innihaldinum
viðvíkjandi eru broyttar og lagaðar eftir
føroyskum viðurskiftum.
EFTIR OKKARA tykki er tað, sum Sigmund
Poulsen vísti á í panelgrein blaðsins seinasta
leygardag, hin grundleggjandi skeivleikin, ið
fyrst av ollum má rættast. Tá tað er gjørt,
kunnu vit í fyrsta lagi tosa um skrivligar og
munnligar próvtekur á føroyskum, tí gamalt
er, at frá hevdinum skalt tú hvalin skera.
dagbókin
Gudstænasta
Sunnudagin hevur K.O. Vid-
erø gudstænastu í Hvalba kl.
11 og í Sandvík kl. 18.
Fundur
verður í Missiónshúsinum við
Landavegin í kveld kl. 20.
Evangeliihúsið
Í kveld kl. 21 útifundur í
Vestmanna. Telefonandaktin
svarar á tlf. 12266.
Brúdleyp
Friggjadagin 6. juni giftast í
Roskilde Mildrið Lenvig,
sjúkrasystir, Klaksvík, og
Claus Ulsø, lækni, Virum.
Adr.: Østergade 10 B, S.T.V.
Roskilde.
Mikines-málningur
á uppboði
Á uppboði í Kunsthallen í
Keypmannahavn í seinastu
viku varð ein málningur eftir
S.J. Mikines, Bygd við hav-
ið, seldur fyri 13.500 kr.
va
Í V4-spæli útvarpsins sein-
asta leygarkveld vórðu hesi
tei drigin: 16, 19, 20, 23, 31,
36, 43, 44, 58, 71, 82, 84, 91,
94, 66 og 99. Eingin vinnari
var til tær 6.120 kr. Eyka-
vinningurin uppå 1.000 kr.
for til Vestmanna.
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins stersta flokk?
Undirritaði:
Navn:
tekni meg sum haldara av SOSIALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
= =
egsialurin box 76, 3800 Térshavn,
Skiparaskeið
og
kokkaskeið
byrja 5. august 1975 kl. 09.00.
Nærri við at venda sær til Klaksvíkar sjómansskúla.
Klaksvíkar Sjómansskúli
Telefon 5 6128
3870 Klaksvík
Hevur tú konto í
okkara banka
Tað eru umleið 26.000
ið hava konto.
Vøkstur bankans:
balanca mill. kr.
1965 66
1970 142
1974 360
okkara banki
leggur til rættis og
avgreiðir allar bank-
forrætningar bæði
innan- og uttanlanda.
SJOVINNUBANKIN
okkara banki