mikudagur 4. juni 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SO
Nr. 40 — 4. juni 1975
sosialurin
Fekk 6 mánaða fongsul fyri at hava
framt innbrot í fleiri handlum í Havn
Maðurin, sum er 23 ára gamal, hevur tvær
ferðir áður fingið treytaðan dóm og einaferð
skuldsetingarfráfall í samband við lógarbrot
Seinasta friggjadag fall dómur í
Føroya rætti yvir ein 23 ára
hvert innbrotið tikið virðir fyri
2—300 kr. Umframt hetta eru
Fongslið við Jónas Broncksgetu fyllist alsamt
gamlan mann, sum ákærdur
varð fyri at hava framt eini
10—15 innbrot. Hann fekk 6
mánaða fongsulsrevsing. Inn-
brotini eru framd innanfyri 2 1/2
ár. Maðurin hevur áður tvær
ferðir fingið treytaðan dóm og
eitt skuldsetingarfráfall í sam-
band við lógarbrot.
Fyrsta innbrotið hjá tí 23 ára
gamla í hesum umfari, varð
framt fyri 2 1/2 ári síðani móti
blómuhandlinum hjá Trónd
Hansen við Aarvegin. Hann
hevur gjørt eini trý, fýra innbrot
hjá Restorffs bakåri, har hanrí
m.a. stjól eina eskju við konfekt
og eina fløsku av matvíni. Hjá
Tummas Dam hevur hann brotið
inn í báðar handlarnar. Hann
hevur eisini brotið inn hjá firma
Hans Joensen í Niels Finsens-
getu, p/f Mariu Poulsen í Tórs-
gøtu, Málingahandilin í J.C.
Svabosgetu og í kioskina hjá
J.P. Poulsen.
Stjól brennivín úr
privathúsum
Maðurin var eisini við til at
bróta inn í eini privathús í Sig-
mundargøtu, har 10 fløskur av
brennivíni og ein kassi av Carls-
berg gulløli vórðu stolin. Her
vóru tveir aðrir mans við í leikin-
um. Hann hevur somuleiðis
brotið inn á eitt privat verilsi og
roynt at brotið inn í handilin hjá
Smæruni.
Frants Cohn fútafulltrúi upp-
lýsir fyri Sosialinum, at hin 23
ára gamli hevur í meðal fyri
Postboð í 25 ár
Sámal Clementsen
Í hesum døgum hava Sámal
Clementsen og Símun Samuel-
sen starvast á posthúsinum í
Havn í 25 ár.
Burtursæð frá onkrum stytri
tíðarskeiði, sum teir hava starv
ast inni á posthúsinum, hava
teir meginpartin av starvstidini
gingið úti við posti.
Tað er nógv broytt hesi 25
árini. Býurin er vaksin og harvið
arbeiði á posthúsinum, men tað,
sum hevur sermerkt hesar báðar
frá teirra fyrsta starvsdegi av, er
enn teirra sermerki. Altid frynt-
ligir og hjálpsamir bæði har teir
hava gingið við posti og enn
ganga og móti starvsfelogum
sínum inni á posthúsinum.
eisini skaðar í sambandi við inn-
brotini.
Símun Samuelsen
Starvið sum postboð ber í sær
at tú kemur út millum mong
fólk, og mangan verður prátað
og tíðindafróðir eru teir sum
fåur men er vedrid gott, og
streymurin til vildar, skalt tu
vera knappur, um tu vilt fåa tal
á teir. Tá stendur hugurin nakað
væl suður um Borðuna við snør-
inum. Hetta er teirra stersta
fragdaritriv. Teir eru nærum
líka kendir sum útróðrarmenn og
postboð.
Vit, sum starvast saman við
teimum, vilja ynskja teimum
báðum tillukku og vóna, at teir
fáa mong góð ár enn bæði á
posthúsinum og við snerinum.
Starvsfelagar
Síða 3
småtidindi
innanoyggja
Studningur til fiski-
vinnukanningar
Ur grunninum fyri visinda-
ligar kanningar i Føroyum
hjå tryggingarsambandinum
verður latin studningur.
Grunnurin letur studning til
visindaligar kanningar innan
foroyska fiskivinnu, bæði
biologiskar, tekniskar og
handilsligar kanningar. Oyð-
ublød fáast við at venda sær
til skrivstovuna hjá Trygg-
ingarsambandinum Feroyar
á Kongabrúnni, og umsóknir
skulu vera sendar trygging-
arsambandinum innan 1. juli.
Funnin deyður
í koyggjuni
Mánadagin kom týski trolar-
in Schleswig úr Kiel á Havn-
ina við einum av manningini,
sum var deyður umborð
Maðurin varð funnin deyður í
koyggjuni.
Allir stóðu
royndina
Mikudagin í farnu viku var
provtøka i norrønum málum
og bókmentum, serliga før-
oyskum, å føroyamålsdeildini
á Fróðskaparsetrinum. Atta
næmingar fóru til próvteku,
og allir stóðu royndina. Teir
vóru: Sjúrður Hansen, Getu,
Elin Henriksen, Havn, Helgi
Jacobsen, Vestmanna, Selm
ar Jacobsen, Morskranes,
Louisa Lamhauge, Toftir,
Katrin Næs, Havn, Hans
Jacob Sigvardsen, Argir, og
Edvard Thomsen, Getu.
Próvdómarin var norskur.
Tað var Reidar Djupedal úr
Tróndheimi.
15 hvalir í seinastu
viku
Hósdagin í farnu viku skjeyt
Silver Spray 15 grindahvalir
út fyri Bill Bayles Banka
Teir hevdu tá verið leingi úti
uttan at hava sæð nakað
stórvegis av hvali. Silver
Spray kom á Havnina á mid-
nátt hóskveldið, og grindin
varð seld á brúnni fyri seks
krónur kilo.
Avgerð í morgin
Stjórnin í Føroya Keypssam
støku hevur boðað limum sin-
um frá, at eykaaðalfundur
verður hildin á Hotel Feroy
um i Havn í annadkvøld kl
20, har m.a. stødutakan i
spurninginum um samvinnu
við SMS er á skránni. Í gjårs
kveldið var hildin borgara
fundur í Læraraskúlahellini
um SMS-málið
Fleiri lærarastørv
sett
Skúlastjórnin setti á fundi
26. mai hesi lærarastørv: Við
bygdaskúlar: Sum lærarar
Mortan Dalsgarð á Argjum
Maja Schreter í Hvalba
Borghild og Olav Sjúrðarberg
i Lorvik og Jákup Kamb
skarð á Sandi sum fyrsti
lærari
Við keypstaðarskúlar
Eyðfinn Hansen og Elisu
Waag í Klaksvík, Regin Ell
ingsgaard á Oyrabakka, Dan
Petersen í Runavík og Niels
J. Petersen við Sandoyar
Meginskúla, ell sum lærarar
Við Tórshavnar kommun
ala skúla: Jákup Thomsen
sum lærara, Jógvan Asbjørn
Skaale sum tímalærara
Í Vestmanna: Petur P
Poulsen og Eyðfinn Reinert
sum lærarar
26 sterv vóru lýst leys
harav 15 eru sett. 21 umsókn
ir vóru frá 19 sekjarum
Framvegis eru 35 ósett
størv, harafturat 39 stør
sum årsvikarar. Harafturat
fleiri størv ósett av ti at lær
arar hava fingið orlov orsak
að av luttøku á skeiðum o.a
Bert fáir av årsvikarunum
og vikarunum hava lærara
prógv
Skúlastjórnin ætlar at seta
4—5 ferðalærarasterv 1. juni
m.a. í Norðradali, Syðradali
Koltri, Kaldbaksbotni, Gása
dali og Haraldssundi.
Lívsins kvæði
Einars Prent hevur givið út
aftur Lívsins kvæði eftir Poul
F. Joensen, sála. Hetta eru
yrkingar.