Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 40 — 4. juni 1975 Teir stóru bardagarnir Eftir Vasilij Sjatilov generalobersti Tann 8. mai vóru 30 ár liðin, sid- an Hitlertýskland mátti yvirgeva seg. Sovje*samveldið bar høvuds- byrðina í hesum rættvisa bardaga móti teirri ræðuligastu hóttan móti mannaættini, sum nakran- tið er sæð. Her skrivar ein av teimum, sum leiddu tann stóra bardagan móti teirri týsku fasc- ismuni, um nekur av teimum av- gerandi sløgunum: Tá vit tamdu »Taifun« Tå kriggið brast á 22. juni 1941, vóru naziherarnir nógv sterkari enn teir sovjettisku herarnir, sum skuldu verja vesturmarkið. Harafturat kom fyrimunurin, sum nazistarnir høvdu av at taka okkum á bóli. Um heystið 1941 høvdu nazi- herarnir trodkad seg langt inn å sovjettiskt oki og stóðu dygst við Moskva. Hertøkuna av høvudsstadi okkara nevndu naz- istarnir >Taifun<. Sambært hesi ætlan hevdu teir savnað saman 77 divisiónir við meiri enn einari Ríkisdagsborgin í Berlin er tikin. Sovjettiskir hermenn hava skrivað heilsu á súlurnar við inngongdina hermonnum, 17 striðs- 950 flogfør og 14.000 millión vognum kanónir Sovjetiski hovuðsstaðurin var í deyðavanda. Øl, sum orkaðu at halda á einum spaka, hjálptu til at byggja byrgingar rundan um býin. Vápnasmiðjurnar ar- beiddu dag sum nátt. Hjálp kom úr ollum landinum Í oktober lupu nazistarnir á. Tað stóð nógv á, men moskva- búgvar lótu seg ikki kúga. Tá kollveltingardagurin 7. novem- ber kom, varð skrúðgonga hildin sum vant, hóast figgingin stóð bara 25 —30 km frá býnum. Mitt i november royndu nazistarnir aftur, men eisini hetta álopið rendi seg fast. Og so fóru sovjetherarnir til mótálops: Mótálopið vardi í 40 dagar. Sovjettisku hermenninir róku nazistarnar 100—250 km eftir hæli og frigjørdu so gott sum alt Moskva-økid. Naziherurin misti 300.000 menn í deyðum, særd um og fangaðum. Slagið um Moskva var tað fyrsta stóra tapið hjá nazistunum undir Oð- rum heimsbardaga. Hetta slagið beindi fyri allari Blitzkrieg-ætl- an Hitlers Slagið um Stalingrad Tidliga um morgunin 19. novem- ber 1942 hoyrdist óljóð sum tor- usláttur á teirri kavafjaldu steppuni millum áirnar Volga og Don. Tað var Reyði herurin, sum byrjaði mótálopið við Stal- Sovjettiskir striåsvognar á gøtunum i Berlin i mai 1945 ingrad. Alopid byrjadi å tveim- um frontum: Donfrontinum og Utsynningsfrontinum, men dag- in eftir legdi eisini Stalinfrontur- in i vaðið. Endamálið var at koma fram til býin Kalatj, so at tað skuldi bera til at umringa týsku herarnar hjá von Paulus generali. Fimta dagin mettust sovjettisku hermenninir: ringur- in var læstur um naziherin. Inn- anfyri vóru 330.000 nazistiskir hermenn og heryvirmenn. Frammanundan hevði Stalin- grad vart seg í næstan 4 mánaðir móti nazistiskum álopum. Um summarið hevdu nazistarnir, sum tá ikki høvdu nakran annan front í Europa. drigið stórar her nogdir saman í sunnara parti av ti øgiliga vigvølli, sum rakk frå Leningrad til Svartahavid. Høv- udsendamålid var nu at taka Stalingrad, sum var tydandi idnadarbyur og samferðsluknút- ur millum landsins middepil og tað kaukasiska okið. Í endanum á august vóru naz- iherarnir komnir heilt fram til Volgu. Men býurin gav seg ikki Nazistzrnir noyddust at senda fleiri hermenn móti Stalingrad, og á tann hátt savnaðist um heystið 1942 fimti hvor tyski hermaður, t.e. meiri enn | miljón. Hartil kom um leið ein tridingur av ollum stridsvognum Hitlertýsklands. Tað er roknað út, at á hesum oki vóru nazistar- nir tvær ferðir so sterkir sum teir, ið vardu Stalingrad. Men einki batti. Stalingrad stóð sum bergið. Býurin var skotin í sor, harðir bardagar vóru um hvert hús, hverja hædd, hverja trapp- u. Í 58 dagar og nætur vardi ein lítil bólkur av sovjettiskum her- monnum við Pavlov sersjanti á hús í Stalingrad. Pavlovs hús. ráðgevar kringsettu Teir eini eita nú hansara odda Húsini Hitler og royndu at fáa tær herdeildirnar frigjordar. sendu uppaftur fleiri hermenn. Men Reyði hrurin rak teir aftur. Sovjettiska herleiðslan bað von Paulus um at yvirgeva seg. Men leidslan' í Berlin forbjóðaði hon- um hetta, og so leyp Reyði her- urin á. Tá var ikki gott at vera nazistiskur hermaður í Stalin- grad, og nógvar eru frásagnirnar um ta neyð, sum hitleristarnir her høvdu komið tyskum ung- dómi i. Í hesum slagi misti nazi- herurin tilsamans 1,5 miljón menn. Eftir tapið við Stalingrad hevði naziherurin mist krigs- eydnuna, og tann trPi og síðsti parturin í sorgarleikinum byrj- aði: eftir hæli, aftur til Berlin. »Zitadelle« Eftir Stalingrad royndu nazileid- ararnir at reka alt, sum krúpa kundi móti Sovjetsamveldinum. A sumri 1943 bardust 5,3 miljónir (fimm komma triggjar) nazihermenn, 6.000 stridsvognar og 3.000 flogfør móti Reyða her- inum. Tann sterkasti nazistiski bólk- urin stóð á Kursk-leiðini mitt í Russlandi: 50 úrvaldar división- ir. Alopsætlanin bar navnið »Zitadelle« og hevði til endamåls at umringa sovjetherin og beina fyri honum, so at vegurin til Moskva skuldi liggja opin Tann 5. juli 1943 byrjadi naz- istiska ålopid. Sovjettiska her- leidslan visti um ætlanina og tók ti nazistarnar á bóli vid at grýta teir undir i bumbum og granat um fåar timar fyri ålopid. Tann 12. juli kom tað til eitt av krigs- ins størstu pansarasløgum: 1500 stridsvognar frå báðum siðum brustu saman 30 km frå bynum Belgorod. Longu eina viku eftir ålopid noyddust nazistarnir at skifta frå ålopi til vernd. »Zita delle« var longu heitið á einum ósigri afturat. Tann 5. august skutu kanónirnar í Moskva sig- urssalutt fyri teimum herum, sum hevdu frigjørt byirnar Orjol og Belgorod. Kursk-slagid stod i 50 dagar. Nazistarnir mistu 30 divisiónir, harav 7 pansaradivis ionir. Eftir Kursk Reydi herurin ut i Sudurukrainu, for yvir um Dnepr, frigjørdi Kije og fyrireikadi seg til at reka her setingarmenninar ur allari Ukra- reinsadi mu. Tann seinasti bardagin Tað síðsta stóra slagið stóð um nazireiðrið Berlin. Hóast tað Framhald á síðu 7 Tann 7. november 1941, kollveltingardagur. Hermenninir luttaka í skrúðgonguni á Reyða plássinum í Moskva og fara so beinleiðis í bardaga