Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-11, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 1975síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Forðaðu blaðmanni at taka myndir, tá teir avbyrgdu Oyggjarvegin frælsi Nr.42 — Avtakið stongsulin Í oddagrein blaðsins í dag verður skrivað um útróðrar- kreppuna: — Fyri at koma burtur úr naggatódnini vit eru í, eiga útróðrarmenn at eftirkoma ynski landsstýrisins um at avtaka teir stongslar, sum settir eru í verk seinastu dag- arnar. Aftur ímóti eigur landsstýrið at finna fram til eina fyribils stuðul fyri línu- og snelluveiðina eina tid enn. Í Síðani megu vit fara undir at kanna, hvussu vit kunna fáa tann reella avreiðingarprísin upp, soleiðis at sleppast kann undan alt ov stórum og til tíðir óneyðugum stuðli. Síða 2 Talv Í Talv-teigurin er við aftur í blaðnum í dag. Síða 4 Javnaðar- menn sama atkvødutal Tad verdur val i Finlandi til heystar. Tær fyrstu veljara- kanningarnar visa, at javn- aðarflokkurin fer at fáa sama atkvødutal sum við seinasta val. Síða 5 Sleppur Smyril avstað? Eftir ferðaætlanini skuldi Smyril fara fyrst túrin til Bergens í dag. Tá blaðið spurdi seg fyri í gjár var ógreitt, um hann slapp av- stað orsakað av útróðrartil- tøkunum. Smyril kom á Tveroyri leygardgin og hevur ligið har síðani. Mikudagin 11. juni 1975 — Fl Meginfelag Útróðrarmanna fult javnaður 48. árgangur — brødralag Leysasøla 1,50 kr. Útróðrarbátar við bryggju á eystaru våg tamarhald á viðurskiftunum Fútin sigur í skrivi til Megin- felag Utróðrarmanna, at tiltøk felagsins eru ólóglig Í gjáramorgunin stóðu útróðrar- menn á varðhaldi uttan fyri inn- gongdirnar til Sjóvinnubankan, Føroya Banka, Gjaldstovuna og Fiskasøluna, soleiðis at starvs- fólkið á hesum stovnum ikki slapp til arbeiðis. Útróðrarbátarnir liggja ólógliga Politiið og havnamyndugleik- arnir gjørdu í gjårmorgunin út- róðrarmonnunum kunnugt, at bátarnir liggja ólógliga. Fult tamarhald á viðurskiftunum Meginfelag útróðrarmanna handaði í gjáramorgunin land- fútanum eitt bræv. Í hesum brævi stendur: >Í gjárskveldið spurdu vit løgmann, um grund- arlag var fyri at taka upp sam- ráðingar. Løgmadur setti sum treyt, at útróðrarbátarnir fyrst fóru úr havnini, og hann segði, at vit fingu ikki fullar prishækk- ingar, sum vit høvdu biðið um. Vit hava skrivað honum, at hesar treytir kunnu vit ikki góð- taka. At nú ræður um fyri allar partar at fáa eina skjóta loysn, og at vit tí í morgun seta tiltøk í verk, sum verða at føra til eitt úrslit. Vit fara tí í morgun at forða starvsfólkunum í báðum bankunum, á Gjaldstovuni, i Fiskaseluni og møguliga á post- húsinum at fara til arbeiðis, soleiðis at hesir stovnar liggja stillir, segði Meginfelagið. Í brævinum til fútan verður hildið fram: >Vit fara ikki inn í bygningarnar. Sum legreglan óivað má vátta, so hava vit fult tamarhald á viðurskiftunum, og ti meta vit, at logreglan ikki leggur seg upp í hesi tiltøk. Tey eru vend í móti landsstýri og løgmanni. Endamálið við teim- um er at trýsta hesar myndug- leikar til at játta okkum tey krøv, sum vit hava sett fram. Annað endamál er ikki. Skuldi løgreglan lagt seg út í tiltøkini, so vænta vit, at avleiðingarnar verða so álvarsligar, at tað kann bert skaða. Annars eru vit sjálvandi altid til reiðar at tosa um viðurskiftini, so hvert sum Útróðrarmenn á varðhaldi uttan fyri Føroya Banka og Fiskasøluna fyrrapartin í gjár vit síggja hvussu dagurin gong- ur«, sigur Meginfelag útróðrar- manna í brævinum til landfútan, sum er undirskrivað av D. P. Danielsen, skrivara. Fútin: Tiltøk útróðrar- manna ólóglig Fútin hevur latið D. P. Daniel- sen eitt bræv, sum var gjert honum kunnugt kl. 10.33 fyrra- partin. Í hesum brævi stendur: »] anledning af Deres brev hertil den 10. juni 1975 vedrørende for- skellige aktioner, som nu er iværksat, skal jeg meddele dem h vad de formentlig ikki kan undgå at være bekendt med, at aktionerne er ulovlige. På denne baggrund finder jeg ikke anledn- ing til at optage nogen form for Framhald á síðu 8 ———T——————— Avbyrgdu vánna í Klaksvík — 15 tonsari slapp igjøgnum ketuna og rýmdi til Havnar Ferðafólkaflutningurin millum Klaksvík og Leirvík gekk ótarnaður, hóast seks útróðrar- bátar gjørdu sterka verjuketu tvørtur um vánna Eisini í Klaksvík hevur verið skipað fyri tiltøkum í sambandi við útróðrarverkfallið, men tey vórðu tikin longu um midnáttina sunnukveldið. Um sjeytidina sunnukveldið loystu seks útróðrarbátar frá bryggju og gjørdu eina ketu frá Kósabrúnni yvir í Bumshamars- landið. Hetta tiltakið varð sett í verk beint sum ferðamannaskipið Ternan skuldi fara í rutu úr Klaksvík til Leirvíkar, fullsett av ferðafólki og bilum. Onkur royndi at forða skipinum í at sleppa frá bryggju, men tá politiid legði uppi, slapp Ternan avstað. Utróðrarbátarnir loystu tá ketuna, og Ternan slapp igjøgn- um ótarnað. Eisini varð ketan loyst, tá Ternan kom aftur á Klaksvík. Hon gjerdi ein túr aftrat nakað seinni og slapp igjøgnum báðar ferðir. Tá Tern- an fór seinna túrin, fór ein 15 tons stórur bátur, Immanuel, aftaná og slapp eisini igjøgnum ketuna, men tá hann var sloppin igjøgnum, fór ein opin bátur, sum tók lut í vaktarhaldinum, at sigla aftan á Imanuel, og tað bar saman millum báðar bátarnar. Imanuel helt tó á at sigla og slapp undan. Báturin liggur nú við bryggju í Havn. Við Imanuel vóru nakrir maskinskulanæm- ingar, sum skuldu til Havnar i skula. Forda Smyrli? Tidindi gingu i Klaksvik sunnu- kvøldid um, at avbyrgingin varð gjørd fyri at forða Smyrli, sum hevði loyst á Tveroyri. Leysa- søgur gingu um, at hann var á veg til Klaksvíkar, men Smyril var tá á veg til Vágs. Onnur tiå- indi søgdu, at tiltakið varð gjørt Framhald á síðu 8