Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Susialurin telf. 11820, box 76, 3800 ofrede Føroya Javnadarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd), tell. 56411 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prentsmiðjan á Heygsbreyt Utgevari iðstjórn Prent Varandi loysn SUM VIT ÁÐUR hava sagt, skilja vit ógvuliga misnøgdir við, at avreidingarprisurin á fiski er stødugt fallandi, meðan alt annað fer upp. TAÐ AT FISKAPRÍSURIN í hesum døgum fellur, er ikki nakað serforoyskt fyribrigdi, men nakað sum ger seg galdandi allastaðir, og or- sekirnar til hetta liggja so fjart, at heimligu myndugleikar okkara rekka ikki at teimum. NAKAÐ HEILT ANNAÐ er, um føroyskir fiskimenn ikki altíð fáa ov lítið fyri fiskin í mun til tað, aðrir fáa, og minni enn teir høvdu fing- ið, um eitt og annað var ødrvisi fyriskipad. Her er talan um fundamentalar skeivleikar, ið megu rættast, men hetta verður ikki gjørt eftir einum ella tveimum døgum. TAÐ UNDRAR OKKUM, at útróðrarmenn ikki týðiliga og greitt hava vist á hesar skeiv- leikar og ynskt teir rættaðar, soleiðis at talan kundi verið um eina veruliga og varandi loysn, heldur enn okt tilskot úr landskassanum, sum útróðrarmenn sjálvir megu gjalda, og sum í veruleikanum og í longdini ikki er nøkur loysn. FYRI AT KOMA burtur úr naggatednini, vit eru í, eiga útróðrarmenn at eftirkoma ynski landsstýrisins um at avtaka teir stongslar, sum settir eru í verk seinastu dagarnar. Aftur ímóti eigur landsstýrið at finna fram til eina fyrbils stuðul fyri línu- og snelluveiðina eina tið enn. Síðani megu vit fara undir at kanna, hvussu vit kunnu fáa tann reella avreidingarprisin upp, soleiðis at sleppast kann undan alt ov stórum og til tíðir óneyðugum almennum stuðli. Í FYRSTA LAGI má ein broyting fara fram innan fiskiidnaðin uppi á landi, soleiðis at vit í staðin fyri mong smá, órationell og órentabul flakavirkir, ið einans halda avreidingarprisin- um niðri, fáa nøkur fá, stór og rationell flaka- virkir, sum kundi uppihalda einum nógv hægri avreidingarprisi, enn vit nú hava. Tær bygdir, sum tá ikki fáa flakavirki, megu í staðin hava onnur fiskavirkir og/ella onnur idnadarvirkir. Ein kanning av hesum viðurskiftum eigur at fara fram beinan vegin. Í OÐRUM LAGI megu fiskasøluvidurskiftini broytast, soleiðis at tað almenna og fiskimenn fáa eftirlit við og ávirkan á hesi viðurskifti. Hesin spurningur kundi og átti at verið loystur við heildarloysnini, men h er geva vit Megin- felag Útróðrarmanna sín part av ábyrgdini, tå felagið ikki so mikið sum rætti hond frá síðu fyri at stuðla tann partin av landsstýrinum, sum ynskti hetta. MEN HETTA KANN og má broytast seinni. sosialurin dagbókin Guðstænastur Komandi sunnudag verða hesar guðstænastur: Norð- skáli kl. 11.00, Funningur kl. 17.00 P.M.Rasmussen og Tveroyri altargangur við K. O. Videroæ Missiónshúsið við Landavegin Fundur í kvold kl. 20.00. Evangeliihúsið I kvold kl. 21.00 útifundur í Vestmanna. Skúlastjórnin boðar frá, at Asbjørn Vang er settur í starv sum lærari í Nes kommunu við Tofta skúla frá 1. mars 1975 at rokna. V4 spælið Í V4 dráttinum seinasta leyg- arkvøld vóru hesi tel drigin: 2 — 13— 21— 29 —32 — 33 — 38 40 — 69 — 70 — 72 — 80 — 83 — 87 — 91 og 98. Vinningurin var 19.310 kr, og vóru vinnararnir triggir í tali: 1 ur Havn, 1 úr Vági og 1 úr Klaksvík. Eykavinningurin upp á 1000 kr. fór inn á Skála. Arkitektprógv A kunstakademiets arkitekt- skole hevur Karl Simonsen, Tórshavn staðið akademiskt arkitektprógv við rós. Ísraelska sendiharra- vitjanin framlongd Ísraelski sendiharrin í Dan- mark, Moshe Leshem kemur til Føroya í morgin. Hann fer víðari til Islands sunnudagin. Mikudagin 11. 13.00: Kvøduljomar til sjó- fólkið 18.42: Miðvikan 19.30: Fólkalog Hósdagir. 12. 18.42: Framhaldssøgan »Landastrokini« eftir Knut Hamsun, 32. partur : John Shirley-Quirk syngur sangir av John Ireland, Eric Parkin hevur klaverfylgispæl 19.30: Poppur Friggjadagin 13. 18.42: Fyrilestur: Skúlin og samfelagid. Hedin Samuelsen 19.15: Frank Sinatra — tón- leikasending, sum Ove Olsen leggur til rættis 20.00: Friggjakvøld kl. 20 Nr. 42 — 11. juni 1975 Yvirlysing Vit gera hervið kunnugt, at samráðing FAF, HAK og HAF í mei var ikki grundað uppá at krevja eina lønarhækking, men uppá at fáa eina ajourforing eftir prístalinum. Vit fingu ikki meira enn tað sum vit høvdu mist av einari Orættvisari lóg. Nú fyrrverandi prístallóg er avdúkað, vísur tað seg, at løn- arlagið hjá minst helvtini av teimum í almennum starvi, hevur onki við veruleikan at gera. Serliga hevur stóran stil. teimum hægstløntu peningur verið latin í Hesar milliónir ið hava verið brúktar til at hækka eina ávísa stætt, hevdu komið fiskivinnuni betri við. Vit kenna okkum vissar í, at tá ið landsins stersta verka- mannafelag kundi nokta sær sjálvum eina lonarhækking, grundað av fiskivinnukreppuni, so skuldik tað ikki verið ógjer- ligt fyri Landsstýrið, at fáa skil á í sinum egna húsi, og leggja ein lønarpolitikk, sum hóskar til Føroyar, sum vit roknad sum eitt fiski- og verkamannasam- felag. Nevndin i Havnar Arbeidsmannafelag ferðandi tryggingarmaður á Tørgarði - Tórshavn Telf. 129 40 lisið tað l sosialinum sjålvandi!! Septiktangar verða tømdir í Suðuroy frá týsdegnum 10. Sigið frá á telefon 71259 og 71488 á Tveroyri og 73042 í Vági. Jógvan Haraldsen Skiparaskeið og kokkaskeið byrja 5. august 1975 kl. 09.00. Nærri við at venda sær til Klaksvíkar sjómansskúla. Klaksvíkar Sjómansskúli Telefon 5 6128 3870 Klaksvík