Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 11. juni 1975 sosialurin Síða 3 Útróðrarmenn ætlaðu at byrgja landsstýrismenn inni í Tinganesi Ongar samráðingar nú millum partarnar. Løgmadur: — Undir núverandi umsteðum er einki at samrådast um! Alt síðani nakað fyri middag leygardagin hevur eingin skipa- ferðsla verið til og úr Havnini or- sakað av, at útróðrarmenn hava avbyrgt havnina við bátum teirra. Einir 40 bátar liggja á eystaru og vestaru vág í Havn. Úrslitaleysur fundur Hesi tiltøk vórðu sett í verk, eftir tann úrslitaleysa fundin í Tinganesi millum landsstýrið og Meginfelag Útróðrarmanna seinnapartin fríggjadagin, og misnøgdina við tann ráfiska- prísin, sum nevndin fyri rá- fiskagrunnin hevði lýst fyrr um dagin. Einir 150 útróðrarmenn bíð- aðu í hálvan triðja tíma uttan fyri landsstýrishúsini í Tinga- nesi, meðan fundurin varð hildin. Aftan á fundin segði for- maðurin í meginfelagnum, Adolf Hansen, at ynski felagsins um at fáa tingið kallað saman til at viðgera støduna av nýggjum ongar semdir hevði frá lands- stýrinum, og at løgmadur einsa- mallur hevði ábyrgdina av hesum, tí hann sum tann einasti í landsstýrinum kann kalla tingið saman. Eftir at formaðurin í megin- felagnum var komin við hesum boðum kom ilt í útróðrarmenn, sum kravdu løgmann at forsvara seg. Summir útróðrarmenn fóru inn í landsstýrishúsini og royndu at forða landsstýris- monnunum í at sleppa út. Løgmadur kom við einara frå- greiðing, eftir at útvarpið hevði havt eina samrødu vid hann. , á + t Fund við politikkarar Friggjakveldið hevði Meginfelag Útróðrarmanna aðalfund í Havnar Klubba, og har luttóku eisini umboðsmenn fyri tjóð- veldisflokkin, fólkaflokkin, framburðsflokkin og sjálvsstýr- isflokkin. Umboðsmenn fyri tjóðveldisflokkin og fólkaflokkin fordu fram á fundinum, at teir meta tað vera skeivi at kalla tingið saman nú, meðan um- boðsmenninir fyri sjálvsstýris- flokkin og framburðsflokkin mæltu til, at tingið verður kallað saman, og at staðan verður tikin upp nýggja viðgerð. Leygardagin hevði sjálvstýr- isflokkurin fund í Havn um fiskivinnukreppuna, og har samdist flokkurin um hesa yvir- lýsing. Í ásannan av teirri álvarsomu kreppu, sum fiskivinna okkara er í, og sum er nógv versnað, síðani tingið fór heim, verður kravt, at tingið kemur saman beinan vegin at viðgera ta bú- Trygdin og samarbeiðið hanga saman Eitt uppskot frá finska forsætis- ráðharranum Kalevi Sorsa hevur vakt stóran ans í Norðurlondum og Sovjetsamveldinum. Upp- skotið hjá Kalevi Sorsa varð lagt fram á fundi í Norðurlanda- ráðnum í Reykjavík herfyri, og tað var ein endurtaka av 12 ára gamla uppskotinum hjá finska forsetanum Urho Kekkonen um at lýsa Norðurlond sum atom- vápnaleyst eki. Tá vakti uppskotið vreiði og illvild millum NATO-menn, og uppskotið fekk av teirri orsøk onga serliga viðgerð. Men nú eru vidurskiftini broytt so mikið, at líkindini fyri, at uppskot Kekkonens kann gerast veruleiki, mugu haldast vera sera góð. Vit eru sloppin burtur úr >kalda krignum< og eru nú í einum tíðarskeiði við linkandi spenning og vaksandi samarbeiði millum londini, og tann berandi grundreglan í mill- umlandaviðurskiftum er friðalig samtilvera. Køld móttaka Nevnast kunnu eisini onnur ting, sum benda á, at tað ber til at lýsa Norðurlond sum atom- vápnaleyst eki: Tað uttanvelt- aða Svøriki vil ikki hava atom- vápn, og Danmark og Noreg hava fleiri ferðir sagt frá, at hesi londini ikki vilja hava atomvápn á sínum eki í friðartíð. Úr mínum sjónarmiði er tað tí heldur logið, at Norðurlond hava tikið so kaldliga móti finska uppskotinum. Tað er vanlig hugsan í Sovjetsamveldinum, at tað er NATO, sum liggur í buktini. Hetta sæst m.a. av tí, at tey norðurlendsku blødini, sum fara ringast við finska upp- skotinum, eru júst tey somu, sum við sjónligum og ósjónlig- um bondum eru bundin at ti hernadarliga/idnadarliga kom- pleksinum, sum fyrrverandi for- setin Eisenhower åvaradi so nógv ímóti, áðrenn hann doyði. »Suomen Sosial- demokraatti« Hesi borgarligu blødini leggja serliga harðliga eftir finska javn- aðarblaðnum »Suomen Sosial- demokraatti«. Orsekin er, at blaðið hevur skrivað, at fram- tíðin í Norðureuropa eigur ikki einans at síggjast úr sjónarmiði Norðurlanda, heldur er tað neyðugt at umhugsa at skipa tað norðurlendska samarbeiðið við luttøku av Sovjetsamveldinum. Og tó er hetta als ikki nakað nýtt og skakandi. Nevnast kann, at svensk, finsk og sovjet- isk byggifelog hava samarbeitt um fleiri byggiuppgåvur á teimum norðaru leiðunum, t.d. atomorkuverkið í Loviise og jarnverkið í Raahe, og felags áhugamál í Eystursjónum verða røkt í bestu semju. Tað ber til at siga, at jarðfroðilig, politisk og búskaparlig áhugamál gera slíkt samarbeiði neyðugt. Spøkilsi NORDEK Slíkar ætlanir um at lata tað norðurlendska samarbeiðið steðga við markið til Sovjet- samveldið verða hiðani mettar sum ein roynd til at blása lív í spøkilsi NORDEK, sum sein- ast í 1960-unum varð brúkt sum nót, ið skuldi draga øll Norður- lond inn í EF. Eftir minum tykki eru trygdin og samarbeiðið tvær síður av somu sak. Ein samtykt um at lýsa Norðurlond sum atom- vápnaleyst eki hevði bøtt um trygdina norðanfyri. Og trygdin gevur betri samarbeiðslíkindi á mentunarligum, vísindaligum og búskaparligum økjum. Henda leið hevði gagnað Norðurlond- um. Og hon hevði eisini gagnað Sovjetsamveldinum. Ti styðja vit hana. Igor Pavlov skaparligu hóttan, sum låndi okkara er fyri. Fundurin skilir tiltak útróðrarmanna, men er av teirri áskoðan, at vinnan eigur at halda fram, meðan tingið viðger málið. Bilferðslan tarnað A miðnátt leygarkveldið stongdu útróðrarmenn Oyggjar- vegin av uppi við rulluportrið við einari gravkúgv, og ell bil- ferðsla varð steðgað. Hetta tiltakið stóð við til kl. 17 sunnudagin. Meginfelagið segði í einari frågreiding orsøk- ina til tiltakið vera, at Smyril, tá hann var komin á Tveroyri leyg- ardagin, mundi komið fólki í livsvanda. Hóast bilferðslan varð steðgað var gjørligt hjá fólki at ganga fram við gravkúnni, og rutu- bilarnir koyrdu til metis. Á tann, hátt kundi rutan ganga ótarnað. Strandfaraskipini í Kollafirði Tey flestu standfaraskipini hava, síðani bryggjurnar í Havn vórðu stongdar, havt stød i Kollafirði. Okkurt skip hevur ligið í Nólsoy, og Tróndur hevur ligið á Strondum. Mánadagin legdu útróðrar- bátar seg fyri strandfaraskipini í Kollafirði, og tey sluppu ikki frá bryggju. Annars hevur verið ógjerligt hjá strandfaraskipun- um at siglt eftir ferðaætlanini. »Amnesty« heldur fram í Sovjet Tann litla deildin hjá alheims mannarættingafelagsskapin- um, Amnestu International, fer at halda fram at studla politiskar fangar uttanlands, hóast ein limur i felagsskap- inum, Andrej Tverdokhleboc, fysikari, í farna mánaða varð handtikin fyri iskt virksemi. Frammanundan er vin ann- ar limur í Amnesty Inter- national, rithevundin Mikola Rudenko, handtikin og strik- að sum limur í ukrainska rit- høvundafelagnum. anti-sovjett- VI SL em ey Afa eee Samlaða útlánsupphæddin hjá Húsalánsgrunninum nú 27 milj. kr. Grunnurin veitti í seinasta roknskaparári 274 nýggj lán ímóti 300 árið fyri Húsalánsgrunnurin veitti í roknskaparårinum 1973/75 274 nýggj lán ímóti 300 i 1972/73 Fyra lån eru fult afturgoldin. Lånini eru nu 1489 i tali, og tey skifta seg soleidis eftir syslunum: Nordoya sysla 108, Eysturoyar 313, Streymoyar 185, Våga 44, Sandoyar 37 og Suduroyar syslur 107 lån. I Havn hevur grunnurin veitt 695 lån. 362 nýggjar umsóknir Stýrið fyri Húsalánsgrunnin við- gjørdi í seinasta roknskaparári 362 nýggjar umsóknir imoti 303 i 1973/74. Grunnurin hevur í rakstrarárinum fingið 3,5 milj. kr úr landskassanum, sum eru veittar á fíggjarlógini. Hesin peningur er lagdur aftrat stovns- fænum, sum nú er komið upp á 14,8 milj. kr. Við tiltaksgrunnum, sum hava 4,4 milj. kr., er egin- peningur grunsins aftan á 10 ára virki 19,3 milj. kr. Í seinasta roknskaparári fekk grunnurin 2 nýggj lán upp á til- samans 1 milj. kr. 27,1 milj. kr. útlæntar Samlaða útlánsupphæddin vaks úr 20,4 milj. kr. upp í 27,1 milj. kr. seinasta árið. Tað er ein hækkan upp á 32,4 pst. Meðal- restlánsupphæddin er 18.000 kr. og avlopið 1.1 milj. kr. Stýrið hevur skotið upp at leggja 158.000 kr. í tiltaksgrunn og 979.000 kr. í ein eykatiltaksgrunn. Húsalánsgrunnurin sigur í árs- frágreiðing sínari og tey bæði tiknu lánini, at tað verður alsamt torførari at fáa lån til eina skila- góða rentu