Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Seinast varð bert sagt frá, hvussu gingist hevði i lands- liðsbólkinum, men hesuferð taka vit 1. bólk. Teiginum vitandi er. eingin avgerð enn fallin í hesum bólki, okkurt kærumál og nidurløgd talv eru orsekin. Vit venda aftur til úrslitini, tá meir er at frætta. Vit taka talvið millum Petur H. Poulsen (Klaksvík) og Niels Durhuus (Vest- manna) Viðm Hvítur: PHP Svartur: ND : Luitjen 1. 64 - e5, 2. Rif3 - Ric6, 3. Bb5 - d6, 4. d4 - exd4, 5. Rixd4 - Bd7, 6. Ric3 - g6, 7. Rif3 - Bg7, 8. Bg5 - Bf6? Ofatiligt! Vil svartur veru- liga lata sin sterkasta mann i løtuni? Tad besta og mest natúrliga var 8. Rige” 9. Fd2 - a6 Betri var t. d. h6. 10. Bc4 - Ries, 11. Rixe5 - Bxg5, 12. f4 - Bh4 +, 13. g3 - dxe5, 14. 0—0—0! Letur ein mann, men at taka bispin å h4 er als ikki sunt! Men nu må hvítur, sjålvt um hann stendur væl betur, spæla hårfint, ti hóast alt hevur hann bisp í undir- luta. 14. BÍG, 15 Hóttir mát á f7 15. — Be6 Her hugsi eg Rih6 hevdi verið betri við møguleika fyri at koma í borg sum skjótast. 16. Fxb7 - Fc8, 17. Fc6+ Nú kann svartur sjálvandi Fd5 ikki leika t. d. Bd7, ti Rxd7! 17. Kf8, 18. Bxe6 - fxe6, 19. fåxe5 - Rie7, 20. Fc5 - Bg5 +, 21. Kbl - Fe8. Svartur hevur nú ongan góðan leik 22. Rhfl + - Kg7, 23. h4 Bh6, 24. gå - g5. 25. Fed - Kg8, 26. Rf6 - Bg7, Avgjørt betri hevði verið Rig6! Vit mugu alla tíðina minn- at svartur hevur ráð at mann aftur, men um hesin leikur var nokk, er ein annar spurningur. 27. Rd-fl Avgjørt tað frægasta, alt ast til oira annað tapir, men 27 g5xh4??? Nú hevði svartur møgu- leikan men var ov bangin, sjálvandi skuldi hann leikað Bxf6! Um hvitur t. d. 28. exf6, so Ff7!. Síðani kundi komið 29. Rig6, 30. h5 —, og svartur klårar seg vid kvali Fxg5+ teti meira føroyskum togvi. Spinnid i Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja oll slog av v/Olavur Gregersen - 28. Rxe6! Byrjanin til endan. 28. — Fd7, 29. Rxe7 - Væl utroknad, talvid synir okkum tad. 29. — Fxe7, 30. Fxe5, 31. Rie7 + og svartur gevist. Har er eingin verja ímóti: 31. Fxe7, 32. Fb3+. Rid5 Seinast var talvstødan mill- um Olaf og Joan P. nakað villleidandi fyri lesararnar av ti at svartur rókur á f8 ikki rættiliga kom fram á mynd- ini, og skulu vit tí taka støðuna uppaftur her. At enda verður heitt á allar telvarar og tálváhugað um at senda talvtíðindi, talvupp- gávur og meguliga talv, ein sjálvur ella einhver annar hevur telvað, til okkara. Viðkomandi kann — og um tað er ynskjandi kunnu vit - gera viðmerkingar. So nú er ikki at smæðast burtur. Vit mugu royna at hava teigin gangandi so dánt nú í summar, men tá ið heystið kemur, og kveldini gerast myrk, er ætlanin at hava tíðindi hverja viku. Ná, men vit hittast aftur um einar 2—3 vikur. Tey ið skrivið til SOSIALURIN box 76 3800 Torshavn merkt TALV uttan å bræv- bjålvanum. senda tíðindi, TØTINGARVIRKID tlf. 20 í Gøtu Góða útvarp Ein dagligur táttur í degi okkara er at huts eftir útvarpinum. Dagurin tartar væl við sálmum og morguniestri og tíðindum, og dámar okkum ellum hetta uttan iva væl. Síðani kemur middagssend- ingin við veðri, tíðindum og tón- leiki. So er klokkan eitt, og út- varpið noyðist at gevast. Hvi? j Um kveldið gleðis ein seg aftan á dagsins strev og stríð at seta seg niður at njóta útvarpið. Men njótingin er so sum so. Júst í hesum degum er komið uppkrav frá útvarpinum: 110, 50 kr. pr. radiotól. Ja, sjálvt tann, sum hevur radio í bili sínum og aldri har lurtar eftir útvarpinum, skal gjalda sama pris. Hetta gevur ikki so lítið í kassa útvarpsins. Eitt sindur fara vit at krevja afturfyri. Mikukvøld hava teir sending, sum nevnist miðvikan, og er hetta ein sera góð sending, har ein fær mangt at vita, sum eftir mínum tykki er áhugavert. Nú eitt kveldið var sending, har Janus Mohr úr Hoyvík greiddi frá sangi og tónleiki, og vil eg her takka honum fyri hansara frálíku frásegn. Vón- andi fáa vit ofta at hoyra handa skilagóða mannin aftur har. Leygarkveldini eru illa farin. Tá gesturin á Bryggjubakka er góður, er gott, men tveir teir seinastu gestirnir vóru út av lagi vánaligir. Spurnarkappingin 'er góð og spennandi. Bert spell, at so fá melda seg. Men tá ein hugsar um leygarkveldini við Hermanni og fleiri, ja, so eru tey illa farin. Er tað heilt Ogjørligt at fáa hann aftur? Ein annar táttur kallast Ferð B R Ø Y og ferðsla. Jú, meiri enn so, at eg havi sæð onnur blød skirvað um hetta, og fari eg so sanniliga at geva teimum rætt. Tað er »gysiligt« at hoyra handa bil- eftirlitsmannin standa og lira av í útvarpinum. Sum nú seinast, tá onkur spurdi um ráð, nú farið verður við bili til Noregs við Mortan Mols. Eftir nógv tos endar bileftirlitsmaðurin við at siga: Keypið tykkum eitt heftir við koyrireglum fyrst tit koma í land. At radiolurtið ikki verður snarað fyri beinanvegin, tá handan sendingin er í luftini, kunnu tit takka politistinum fyri, sum er ógvuliga skilagóður í svarum sínum. Ja, her var eitt sindur av hverjum, bæði ris og rós, og tað má eitt útvarp tola. Vónandi rætta teir seg eitt sindur eftir fólksins ynskjum, sum skulu lurta eftir teimum. Fáið fólk, sum duga at upp- fora seg yvir fyri einari mikrofon og framtúrið ikki við somu per- sónum, sum hverki duga ella egna seg har. Tað er nú altíð nemmari at finnast at enn at gera okkurt positivt, og ivist eg ikki, at Niels Juel Arge roynir at gera sitt besta. Tað má gerast okkurt alvorligt, um útvarpið ikki skal stagnera. Alt hetta er skrivað og sagt í bestu meining og fyri okkum mongu, sum dagliga lurta 3 ferðir eftir útvarpinum. Útvarpsgjaldari KK Harra Fraser Eysturoy, Landssjúkrahúsið, her Eg trúði, at eg kundi spekja tína óhundsku við at senda tær blómur. Men gakk, ikki hjálpti. Fraser eg h avi kent teg frá tú vart smádrongur í Havn, tú er nú eisini at fáa í spældi mangan her úti á Rund- ingi, tá ið eg smíðaði bátar í charpholinum. Eg hevði altíð varhugan av, at tá tú vaks upp til mans, spurdist einki gott burturúr, og so var. HOVEDBANEGAARDENS AVISKIOSK Nr. 42 — 11. juni 1975 Tínar injuriur móti mær per- sónliga hevur tú troytt út í æsir. Tað er eitt personligt mál, ið ikki kemur nekrum við uttan mær sjálvum, so ver varin Fraser, og at eg ikki taki teg fyri fult, tað skalt tú vera takksamur fyri. Erlendur og Olavur hava fingið dóm fyri at hava bakvaska Zacharias Wang. Henda dóm hevur tú broytt til, at teir vørðu mismæltir, teir kunnu sostatt vera stoltir av at hava teg til yvirdómara. Men ímillum tremm- urnar skulu teir, fólkatingsmaður og løgtingsmadur Erlendur Pat- urson og næstformaður byrådsins og skúlatænarin Olavur Michel- sen. Eg skal væl syrgja fyri å ólavsekutingi, at málið ikki fer í nakra skuffu í Tinganesi. Viðvíkjandi ødrum briksli við gamla sjómansskúlan, so er hann umvældur eftir kontrakt við bý- ráðið og Tórshavnar Skipasmiðju, ið vil nýta hann til skrivstovu. Viðv. Tórshavnar Trolarafelag, so mást tú skjóta á aðrar persónar, ið sótu í nevndini. Eitt annað felag var eisini p/f Salinga- hella, Havborgin. Fraser hevur tú nakað at briksla grundstykkir viðvíkjandi? Tú hevur fingið eitt grund- stykki á Skansatreðni, ið var avlagt til smærri ídnað, hvat fyri ídnað hevur tú at vísa til, einki uttan at halda fundir við tínar intelektuellu vinir uppi í stovu tíni, har verður mangt bryggja í orð og talu. Teir lega og tú skjýtur. Viðvíkjandi skatti, so gjaldi eg eftir minari løn, skattur min er kr. 42.694,00, og eg frætti, at tú ert skattaður av kr. 5.000,— og settur nidur i kr. 1.400,00, til- samans kr. 230,00. So Gud nådi okkum her i Havn, høvdu vit havt fleiri av tinum slag. Løgtings- skatt hevur tå ongan. Nei, Fraser. Danir eiga góð ordatøk, her er eitt av teimum: Sig mig hvem du omgaas, saa skal jeg sige dig, hvem du er. Eg havi nógv annað at hugsa um í hesi krepputid, enn at fåast vid teg og tinar likar, og sostatt er leikurin lokin frå minari sidu tær vidvikjandi. Heilsan frå Kjartan og góðan betring við sjúkuni. Fraser hevur sum kunnugt dálkað meg persónliga og sum politikkara, bæði í býráð og sum løgtingsmann, tað er týðuligt í 14. September og Sosialinum, her manglar bara Dagblaðið, so teknaði hann landsstýrissam- gonguna, og vísir tað, hvussu niðarlaga samgongan ríður við flokkum sínum. Hetta visti seg eisini, tá ið sjálvur løgmaður, ið eg ætlaði at stevna fyri persónligt brigsl á almennum legtingsfundi, ella javnaðarmaðurin i býráðnum Jacob Suni Jacobsen á almennum býráðsfundi fóru í sama bát sum Fraser, men Jacob Suni er eisini systkinabarn við løgmannin, so har er ein alin av sama stykki. Fólkaflokkurin kann fela seg stoltan av at vera komin á mál við hasum monnunum, hvat ið við- víkir fólkaligheit á lægsta stigi. Kjartan Mohr