mikudagur 11. juni 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 5
Nr. 42 — 11. juni 1975 sosialurin
Val í Finlandi í september stubbar uttaneftir
Javnaðarflokkurin fer at fåa sama atkvødutal
sum seinast, vísir ein veljarakanning
Finska samgongustjórnin und-
ir leiðslu av sosialdemokrat-
iska forsætisráðharranum, Kal-
evi Sorsa, legði frá sær í seinastu
viku, og forsetin, Uhro Kekkon-
en boðaði stutt eftir frá, at nýval
skal haldast 21. og 22. septemb-
er.
Kekkonen góðkendi umsókn-
ina frá stjórnini um at sleppa
frá, men heitti á hana um at
halda fram sum eina handils-
stjórn, til ein nýggj stjórn hevur
tikið við.
Kekkonen boðaði samstundis
frá, at nýggi ríkisdagurin skal
koma saman 1. oktober.
Bygdapolitikkurin
orsøkin
Orsøkin til, at stjórnin legði frá
sær, er eitt tveir mánaðar
gamalt strid millum sosialdemo-
kratarnar og sentrumsdemo-
kratarnar um bygdapolitikkin.
- ej På *
ve væ
Eitt neyðsemjuuppskot, sum
forsetin legði fram í ríkisdegn-
um, gjørdi enda á striånum, men
tað var longu greitt, at eingin
samarbeiðisvilji var longur mill-
um teir báðar flokkarnar í
stjórnini, og at dagar hennara
harvið vóru taldir.
Umframt sosialdemokratarn-
ar og sentrumsdemokratarnar
vóru liberali fólkaflokkurin og
svenski fólkaflokkurin við í
samgongustjórnini.
Misálit
Eftir at eitt uppskot um misálit
á stjórnina varð samtykt í ríkis-
degnum, vendu umboðsmenn
fyri stjórnarflokkarnar sær til
Uhro Kekkonen, forseta, og
heittu á hann um at útskriva
nýval.
Samgongustjórnin hjá Kalevi
Sorsa slapp at sita í 1.004 dagar.
Tað er næstlongsta tíðarskeið,
2 4
sum ein stjórn hevur sitið í Fin-
landi, síðani landið fekk sjálv-
stýri.
Ein veljarakanning, sum varð
kunngjørd í farnu viku, vísir, at
miðflokkurin og fólkademokrat-
iska samgongan fer at fáa eina
framgongd við valið til heystar.
Kanningin vísir, at sosialista-
flokkarnir fara at fáa eina fram-
gongd til 45,1 pst. ímóti 43,8
pst. við seinasta val. Sosial-
demokratarnir fara sambært
kanningina at fáa sama at-
kveðutal sum seinast, ella 25,8
pst.
Valið til heystar verður hildið
fyrr enn ætlað. Tað var meining-
in, at valið skuldi haldast í
januar næsta ár.
Herfyri hevði Uhro Kekkonen vitjan av spanska prinsinum Juan Carlos og konu hansara Sophia
Fiskimarkspolitikkur, sum gagnar
øllum londum
12 fjórðinga territorialmark, frí
gjøgnumferð hjá skipum og
flogførum gjøgnum sund og
firðir (millum lond), avtala um
buskaparøki, sum gongur
strandrikjum — og ødrum
ríkjum — á meti; hetta eru høv-
uðslinjurnar í sjómarkspolitikki
Sovjetsamveldisins.
Sovjetsamveldið leggur stór-
an dent á spurningin um sund
millum lond. Verður hesin
spurningur loystur, so skuldi
verið møguligt at komið til loysn
av ødrum spurningum við. Teir
mest umráðandi eru 12-fjórð-
inga territorialmark, fræls
skipaferðsla og rannsóknarvirk-
semi á opnum havi, stovnseting
av upp til 200 fjórðinga búskap-
Restorffs kappingin
Trekt varð í kappingini, og vinnararnir vóru hesir:
1. premia Óla J. í Dímun, u. Glasheyggi, her
Hanna Paula Lervig, Lorvík
Dan Olsen, Argir
; Svanhild Thomasen, Sørvåg
5 Hans Edmund Olsen, Sørvåg
kr. 150,00
100,00
75,00
50,00
40,00
Vinningarnir verða næstu ferð: 1. premia kr. 250,00, 2.
premia kr. 200,00, 3. premia kr. 150,00, 4. premia kr. 75,00, 5.
premia kr. 75,00.
Trekkt verdur 10. juli.
Fleiri kapslasett — fleiri vinnumøguleikar.
RESTORFFS BRYGGJARÍ
telf. 14728
arøki við strandríki, loysn á
spurninginum um avmarkingar í
fiskiveiði og varðveiting fiska-
stovnsins, fastseting av ytra
marki landgrunsins og avgerð
um rættindini til botnin uttan
fyri landgrunnin, stovnseting av
millumlandanevnd fyri havbotn-
in og fastlegging av rættindum
og skyldum hjá ellum londum
viðvíkjandi varðveiting av havs-
ins lívi.
Sovjetsamveldið styðjar ikki
politikkin hjá summum londum
at flyta territorialmarkið út á
200 fjórðingar. Hetta hevði fort
við sær, at strandríkini býttu
hevini ímillum sín og á tann hátt
gjørdu 40 prosent av havfløtuni
til territorialøki. Slíkur standur
hevði beint fyri allari normalari
skipaferðslu og spilt búskapar-
ligt samband millum londini.
Einasta leiðin í spurninginum
um 200 fjórðingar er at gera eitt
búskapareki av hesi stødd, har
viðkomandi strandríki hevur
óavmarkaðan rætt til fiski- og
mineralrikidømi, meðan út-
lendskir fiskimenn skulu hava
rætt til at veiða tær loyvdu
nogdir, sum landið sjálvt ikki
veiðir.
Igor Pavlov (APN)
Konstantin valbærur
Fyrrverandi grikski kong-
urin, Konstantin, og aðrir
limir í griksku kongafamilj-
uni fara í framtíðini at fáa
loyvi til at stilla upp til val í
Grikkalandi, eins og teir fara
at fáa atgongd til almenn
størv.
Grikska parlamentið góð-
kendi í farnu viku eina
nýggja grundlóg. Uppruna-
liga var eitt uppskot frammi
um ikki at loyva limunum í
kongafamiljuni at gerast val-
evni ella atgongd til almenn
størv. Limir í stjórnarflokk-
inum, Nýggja fólkaræðið,
hava seinni fingið broytt lóg-
ina so, at hesi forboð skulu
falla burtur í teirri endaligu
lógini.
60 fólk
handtikin í Spania
Spanska politiið handtók í
farnu viku 60 fólk í Madrid,
sum tóku lut í einum verkfalli
ímóti sponsku stjórnini
Tað vóru ólógligir vinstra
sinnaðir bólkar, sum stóðu
aftan fyri verkfallið. Al-
mennar keldur í Madrid siga,
at tey flestu av teimum hand-
tiknu vóru fólk, sum stóðu á
varðhaldi uttan fyri verk-
smiðjur í sambandi við verk-
fallið.
New York á
húsagang
Amerikanski býurin New
York leggur 250.000 kr. um
dagin í eitt arbeiði fyri at
bjarga býnum undan húsa
gangi. Starvsfólk býarstýris-
ins arbeiða yvirtid við út-
reiðslum upp á 250.000 kr.
um samdøgrid vid at gjøgn-
umganga —ylistarnar yvir
330.000 starvsfolk og finna
fram til, hvørji kunnu send-
ast heim.
Abraham Beame hevur
hótt við at koyra 38.000
starvsfólk til hús og niður-
leggja 35.000 onnur sterv.
Tingast við EF
Arabisku londini fóru í gjár
undir tingingar á hevuðs-
borgini hjá arabisku sam-
gonguni í Kairo um politiska
samarbeiðið = við Felags-
marknaðin í framtíðini
Avgerðin um tingingarnar
varð tikin eftir ein steðg í
tríggjar dagar, sum arabisku
londini brúktu til at umráða
seg í, um samráðingar í heila
tikið skuldu takast upp við
Felagsmarknaðin
Nýggjur valuta
í Chile
sum eitt lið í eini roynd at
slaka um inflatiónina í Chile,
sum hevur eina heimsrekord í
inflatión uppá 500%, hevur
stjórnin í landinum sett eina
nýggja valutaskipan í verk at
virka frá 1. september
Nýggja gjaldoyra kemur at
eita peso. Ein peso er tað
sæma sum 1.000 gamlir es-
cudos.
»Republica« kemur
útaftur
Sosialistaflokkurin í Portugal
er komin nærri at hernaðar-
valdinum í landinum. Eftir at
flokkurin hevði havt fund við
kollveltingarráðið, gekk ráðið
vil til at loyva útafturgávu av
floksblaðnum Republica.
Harafturímóti lovaðu leiðar
arnir í sosialistaflokkinum, at
limir floksins í stjórnini vilja
taka upp arbeiðið aftur.
Tíðindamenn útvístir
Myndugleikarnir í Sudurviet-
nam avgjørdu mikudagin at
visa átta útlendskum tíðinda-
monnum úr landinum. Nú eru
bert umleið 200 útlendskir
tiðindamenn eftir í Suður-
vietnam. Tidindamenninir,
sum eru útvístir, eru úr
Japan, USA og Vesturtýsk-
landi
Sum grundgeving fyri, at
teir eru útvístir, sigur suður-
stjórnin, at
borið skeiv
vietnamesiska
teir hava ikki
tíðindi, men at stjórnin hevur
avgjørt at minka um talið á
útlendskum tiðindamonnum í
landinum
Mao er ikki
ektaður marxistur!
Tveir sovjettiskir Kinaser
frødingar hava skrivad eina
bók um politiska lívið hjá
Mao Tse
verður progvad, at
Tung, har tað
Mao
ongantíð hevur verið ektaður
marxistur, skrivar sovjett-
iska tíðindastovan Tass.
Teir báðir serfrødingarnir
siga í bókini, at Mao bert
hevur lætst at verið marxist-
ur fyri á tann hátt betur „at
ræna sær alt vald í Kina og í
kinesiska kommunistaflokk-
inum.